týsdagur 15. desember 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89
Sosialurin
10
NØVN
Nú eru jólini skjótt í hondum
og fólk fara at seta seg við
jólaborðini – undir meira skip
aðum viðurskiftum enn van
ligt. Eisini vit í Fimmaranum
fara at hava okkara jólaborð,
men í ár verður tað uttan
okkara nógv saknaða vin
Kaj Poulsen, tí hann er farin
frá okkum. Hann varð eisini
saknaður við havhestagildið,
sum vit hildu herfyri. Tá stóð
hansara stólur tómur. Tað er
serliga tá ein tíð er umliðin,
og tann vanligi yrkadagurin
kemur aftur, at saknurin av
einum fólki, sum farið er,
verður veruligur, og tað er tá,
at minnini bólta fram í huga
num.
Í meira enn 10 ár hava vit,
nakrir menn, á niðara Ternu
ryggi hitst hvønn fríggjadag
kl. 5 seinnapartin heima hjá
hvørjum øðrum skiftivís.
Vit hava drukkið eina øl, og
kanska eitt glas, men ann
ars hevur verið prátað um
tað, sum vit hava havt hug
at práta um, og sum kanska
hevur verið aktuelt í samfel
agnum tá. Hetta er sera hugn
aligt, og hóast vit viðhvørt eru
rúkandi ósamdir, so endar alt
í látri og hugna. Tiltakið er
ein deilig oasa hjá okkum og
ger tilveruna ríkari. Onkuntíð
verður meira gjørt burturúr,
og tá hava konurnar verið
við viðhvørt. Vit hava havt
hummaragildi, havhestagildi,
grunningshøvd hava eisini
verið á matarskránni, og
onkuntíð hava vit grillað
uttandura. Fimmarin hevur
somuleiðis gjørt onkrar ferðir.
Vit hava verið við Lakeside
vesturi í Vágum, í Nólsoy, og
ikki minst ferðirnar í Íslandi
og í Shanghai vóru áhuga
verdar. Í Shanghai var tað
Peter Brodersen, sum var
ferðaleiðari. Hann hevur
starvast í býnum í fleiri ár, so
hann kennir býin, og tað kom
okkum sera væl við.
Ein av okkum hevur frá
byrjan verið Kaj Poulsen, ein
sera hugfarsligur fimmari,
sum altið eldhugaður hevur
staðið í fremstu røð, tá okkurt
skuldi vera til tey serligu
høvini. Honum dámdi væl at
standa fyri matinum, og hon
um dámdi so væl at greiða frá,
hvussu hann helt, at maturin
fekst at smakka væl. Ofta
vórðu gildini eisini hildin
heima hjá Gunhild og Kaj.
Teir fríggjadarnar Fimm
arin var hjá honum, var hann
skjótur við kannuni við tí
frálíka ølbrygginum, upp
skriftin var eitt loyndarmál,
men væl gagnaðist.
Tað var altíð so fjálgt og
hugnaligt at koma inn á gólv
ið hjá Kaj og Gunhild, tú kendi
teg so vælkomnan, antin til
takið var í stovuni, í garasjuni,
har ið hummarar, nátar ella
grunningshøvd vóru gjørd
klár til døgurðan, ella í serliga
hølinum á loftinum, har ið
útsýnið var so avbera gott, og
har ið okkum dámdi so væl at
vera. Tað er eingin ivi um, at
Kaj visti, hvat var gott. Hann
spurdi ongantíð um tað, men
dugdi at eygleiða, hvussu fólki
dámdi tað tey fingu.Hann
legði stóran dent á, at gestir
nir vóru nøgdir. Tá var hann
glaður,og lagið var gott. Kaj
dugdi so stak væl at vera blíð
ur á sín stillisliga hátt.
Upprunaliga var Kaj
bilmekanikari, lærdi hjá
Buglujensen í Gundadali,
men lívsstarv hansara var á
posthúsinum, har hann í nógv
ár gekk við posti. Í mong ár
hevði hann eisini grillbarrina
City í miðbýnum, sum børnini
nú taka sær av.
Kaj var einki suss. Hann
fór stillisliga fram, men hevði
ein finurligan humor, og
honum dámdi eisini væl, tá
onkur málbar seg humorist
iskt, tá smíltist hann og sá út
til at hava tað gott. At hann
var góður við sítt heim og
sína familju lýsti av honum,
og tað var eisini stuttligt at
lurta eftir honum, tá hann
onkuntíð fór at siga frá tíðini
sum postmaður í Kirkjubø
og á Velbastað og teimum
fólkum, sum hann tá møtti á
postleiðini. Tá vóru stundir
til eitt prát og til ein drekk
amunn, virði í lívinum, sum
gjørdu postmansstarvið til ein
lívsform, bæði til gleði fyri
hann sjálvan og fyri hansara
viðskiftafólk.
Jólaborðhaldið í Fimmar
anum verður nú fyrsta dagin,
men í ár uttan tann hugnaliga
og dámliga Kaj Poulsen. Heils
an var farin at bila nakað, tað
sóu vit, men tað kom kortini
sera dáttliga við, at hann
so knappliga fór frá okkum
týsdagin tann 2. juni, einans
65 ára gamal. Onkur okkara
hevði sitið saman við honum
á stóru altanini leygardagin
frammanundan í allarfagrasta
veðri. Tá var lagið gott, og vit
høvdu tað hugnaligt. At tað
skuldi vera seinasta ferðin, vit
hittu hann, var ikki í okkara
tonkum.
Saknurin í Kaj er stórur,
men vit minnast hann allir
sum eitt deiligt menniskja,
sum tað altið kendist gott at
vera saman við.
Góða Gunhild og tit øll, vit
hugsa um tykkum nú ið jólini
stunda til. Tit hava mist ein
góðan mann, pápa, verpápa og
abba, so saknurin er stórur.
Friður veri við minninum
um góða vinmann okkara Kaj
Poulsen.
Fimmarin
Hugleiðingar eftir at
Kaj Poulsen er farin um sýn