týsdagur 15. desember 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. desember 2020 · Nr. 89
Sosialurin
16
NØVN
Hósdagin 19. november and
aðist Birgar Johannessen
eftir stutta sjúkralegu, 74 ára
gamalur.
Nógv er sagt og skrivað um
Birgar, tí hann var ein virkin
maður, sum ikki lá á lætu síð
uni. Millum annað røkti hann
bókhaldið í Auto, so vit báðir
arbeiddu tætt saman. Og tað
var læruríkt at starvast sam
an við Birgari, tí hann var for
vitnisligur og vitandi maður.
Birgar hevði tað best, tá
ordan var í tingunum, og
gerandisdagurin mátti gjarna
fylgja einum ávísum mynstri,
har klokkan boðaði frá, hvat
henda skuldi. Hvønn einasta
morgun fór hann í Tinganes
at vinda flaggið á stong, og
út á seinnapartin tók hann
flaggið niður. Aftaná túrin út
á helluna í Tinganesi, var Birg
ar til morgunmatar og hugna
á matstovu saman við vin
monnum. Uppgávurnar, sum
flaggvørður og felags morgun
matin við práti, skuldu fáast
frá hondini, áðrenn hansara
dagur rættiliga kundi byrja.
Aftan á flaggtúrin og
morgunmatin kom Birgar til
arbeiðis í Auto, har hann við
nærlagni og stundvísi skipaði
bókhaldið. Hann hevði eisini
aðrar bókhaldsuppgávur.
Kom okkurt tvørt fyri, og tað
leið út á fyrrapartin, áðrenn
Birgar møtti, heilsaði hann við
”góðan morgun”, tí sambært
honum, søgdu tey eldru í
Havn ”góðan morgun” til á
middegi.
Men áðrenn hann fór til
verka, skrivaði hann niður,
hvussu veðrið hevði háttað
sær. Tað gjørdi hann hvønn
einasta fyrrapart, og Birgar
visti neyvt, hvussu veðrið
hevði verið, tí alt varð fest á
blað.
Birgar var bókhaldari av
tí góða gamla slagnum, og
einki var frágingið við skundi.
Hann var nærlagdur, og
arbeiðsuppgávurnar vórðu
avgreiddar til UG. Ongantíð
var neyðugt at fara aftur um
aftur, har hann hevði verið, tí
Birgar var ordiligur og gjørdi
sær ómak.
Vit báðir sótu væl um sátt,
og sum heild var Birgar ógvu
liga nógv avhildin í Auto, bæði
sum arbeiðsorka og sum ein
góður starvsfelagi. Veitarar
og samstarvsfelagar hjá Auto
høvdu eisini gott at bera hon
um.
Birgar var ein býarmynd,
og nú hann er fluttur um sýn,
hevur Havnin mist ein av sín
um frægu og hollu stuðlum, tí
Birgar var um nakar góður við
høvuðsstaðin. Til ber at siga,
at hann var havnarmaður við
stórum H.
Hansara útgávur um
høvuðsstaðin høvdu givið
honum innlit í tað mesta, og
tað lá ræðið fyri at fortelja. Og
Birgar brýggjaði seg veruliga
um tað, ið fyrifórst í høvuðs
staðnum, og av og á hartaði
hann tey á Vaglinum, tí av
gerðirnar vóru illa frágingnar
eftir hansara tykki.
Birgar var tónleikari og
tónleikaáhugaður, serliga
eldri tónleikur hevði hansara
tokka. Birgar var eisini íðin
viðhaldsmaður hjá B36 og
Liverpool, men tað, sum
serliga eyðkendi hann, var
hugurin at savna. Hann var
undangongumaður at útvega
høvuðsstaðnum eitt býarsavn,
sum hann seinni lat komm
ununi. Síðani hevur gingið
heldur striltið at fáa savnið
á føtur og alt í rættlag, og tað
nívdi Birgar ikki sørt. Í hans
ara hugaheimi var einki meira
natúrligt, at høvuðsstaðurin
hevði eitt savn, sum fólk altíð
kundi vitja.
Tað skal tí vera mín vón, at
høvuðsstaðurin skjótt fær eitt
veruligt býarsavn, og ikki fór
tað illa, um forfaðirin hevði
sítt heiðurspláss í savninum.
Fyri seks árum síðani var
Birgar fyri svárum missi.
Herviliga krabbasjúkan fekk
fastatøkur á konuni, sum
spakuliga varð tikin frá hon
um. Tá Elsa doyði, fánaði lívs
hugurin hjá Birgari, tí hon var
hansara dýrgripur.
Nú Birgar er farin, hava vit
í Auto mist okkara fitta og
dugnaliga bókhaldara, men
familjan hevur verið fyri svár
asta missinum. Vit drýpa høv
ur og minnast við takksemi
løturnar, okkum untist saman
við Birgari.
Hvíl í friði, góði starvsfel
agi.
P/F Auto,
Dia Midjord, stjóri
Starvsfelaga okkara til minnis
Birgar Johannessen varð føddur í Gongini í gomlu Havnini. Tey búðu her í húsunum hjá Bókbindaranum,
áðrenn tey fluttu niðan í Lon, tá Birgar var um trý ára aldur. Myndin er tikin, tá fyrra bókin »Havnin – fólk og
yrki«, kom út í 2007
Birgar Johannessen við modellinum hann gjørdi av gomlu Havnini, sum hann var so avbera góður við og sum varð sýnt fram í savninum, sum Birgar hevði í Tórs Cafeteria, áðrenn hann
lat býráðnum lutirnar hjá býarsavninum