hósdagur 17. desember 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
18. DESEMBER 2020
Friður á jørð og í menniskjum góður tokki
Friður á jørð og í menniskjum góður tokki
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Soleiðis verður sagt í jólaevangeliinum,
sum er frásøgnin um Jesu føðing. Í hes
um døgum hava vit fleiri ferðir hoyrt
hesi orð, og tey fara vit eisini at hoyra
fleiri ferðir komandi dagarnar.
Jólini eru tíðin, tá mint verður á
hendan vakra friðarboðskap, sum fyri
tveytúsund árum síðani varð boðaður
seyðamonnum uttan fyri eina fátæka
bygd í Heilaga landinum.
Jólafriður var tiltikin, tí í mongum
vápnaðum stríðum hava tey samst um
vápnahvíld á jólum. Men kortini er
støðan ring nógvastaðni. Í hesum døg
um eru tað ikki bara vápnað stríð, sum
hótta okkum, men illa umtókta koronu
stríðið, sum hevur sett allan heimin
upp eftir øðrum enda.
Nógv bendir tó á, at jólafriður eisini
kann leggjast yvir hesa farsótt, nú fleiri
koppingarevni eru á veg á marknaðin,
sum kunnu basa hesi øgiligu sótt.
Men »friður á jørð« kann merkja so
nógv. Hugsa vit um jólafrið, so er tað
ikki júst friður, sum plagar at merkja
samfelagið upp undir jól, tá fólk hava
úr at gera við at keypa og handla. Hesa
ferð verður tó øðrvísi nógvastaðni,
kanska eisini hjá okkum av hesi ólukku
farsótt.
Kanska tað gevur okkum stundir at
grunda yvir, hvat tað er, vit hátíðar
halda. Um tað er Jesu føðing, ella um
vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað
innihald.
Matteus gamli leggur ikki fingrarnar
ímillum, tá hann í 12. kapitli vísir á,
hvussu handilsmenninir gjørdu halgi
dómin til eitt ránsmannabøli:
Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og
hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu
í halgidóminum; og borðini hjá teimum,
ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá
dúvuseljarunum koyrdi hann um koll.
Og hann sigur við teir: »Skrivað stend
ur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús;
men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.«
Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit
kunnu øll gera okkum partvís sek í at
leggja heilt onnur virði í jólahátíðina,
enn tað, sum upprunin var: Ein friðar
tíð við gleðiboðskapi.
Sjálvandi eiga vit at leggja okkara
nútíðartørv og okkara nútíðarvirði í
hesa hátíð, men vit eiga ikki at gloyma
upprunaliga boðskapin, sum er so vak
ur:
Friður á jørð og í menniskjum góður
tokki.
Gleðilig jól!