Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 4 TERJI NIELSEN H erfyri tók Sunda Kom­muna nýggja skúlan við Streymin í nýtslu. Nú er bygg­ ingin endaliga uppgjørd, og tað hevur spælt væl av fíggjarliga. Allir partar eru nøgdir Á býráðsfundi mánadagin sam­tykti býráðið í Sunda Kom­munu eina eykajáttan til skúlan, men tað er ikki nakað, sum kemur óvart á. Vit hava sett so og so nógv av í ár, men vit hava brúkt eitt sindur meiri í ár, enn vit høvdu játtað í hesum árinum, so tí noyddust vit koma við eini eykajáttan. Men nú er bygg­ingin endaliga uppgjørd, vit hava tikið í hondina á hvørjum øðrum, og allir part­ ar eru nøgdir, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri. Hann greiðir frá, at alt í alt gjørdist byggingin fýra milliónir dýrari enn væntað, men tað var ikki óvæntað. Tær fýra milliónirnar eru ting, sum vit hava biðið um eyka, og so er tað ymiskt, har vit hava biðið um eina hægri nøgd, enn vit upprunaliga høvdu biðið um, sigur borgarstjórin í Sunda Kommunu. Lænt minni enn helvtina av kostnaðinum Heðin Zachariassen sigur, at endliga kostnaðurin av skúla­ num liggur um 127 milliónir krón­ur. Upprunaliga høvdu vit mett, at vit skuldu læna um 70 milliónir krónur til byggingina, men nú tá ið vit eru komin á mál, vísir tað seg, at tað bert hevur verið neyðugt at lænt um­leið 60 milliónir krónur, sigur Heðin Zachariassen. Hann greiðir frá, at í teimum 127 milliónunum hevur man brúkt 12,5 milliónir til at keypa Eiðis Kommunu út úr skúla­ sam­starvinum. Harumframt hava vit fingið tvey nýggj parkeringspláss við pláss fyri nærum 100 bilum, allir næmingar hava fingið sína egnu teldu, og vit hava keypt innbúgv til bæði tann gamla skúlan og musikskúlan um­framt nýggja skúlan, sigur borgar­stjórin. Umframt áðurnevndu ting hevur Sunda Kommuna í sam­ bandi við byggingina av nýggja skúlanum eisini brúkt eina millión krónur til at listprýða nýggja skúlan. Fyrsti parturin av Skúlanum við Streymin varð bygdur í 1974, skúlin varð síðani útbygdur í 1980, og fleiri dagføringar eru gjørd­ar síðani. Heims­heilsu­ felags­skapurin ávarar móti vanda fyri smittu­breiðslu fyrst í 2021 S jálvt um tað kann tykjast rang­vørt, so mælir Heims­heilsu­felags­skap­ urin (WHO) ti, at fólk bera masku á jólum. Tað skrivar WHO í eini frá­ boðum í dag sambært tíðinda­ stovuni AFP. – Tað er vandi fyri størri smittubreiðslu tær fyrstu vikur­ nar og mánaðirnar í 2021. Og vit eru noydd at arbeiða saman, um tað skal eydnast okkum at forða fyri tí, skrivar felagsskapurin. Tey leggja afturat, at sjálvt um tað kanska tykist klombrut at ganga við masku saman við famljuni, so fer tað at »hjálpa mun­andi til at tryggja, at øll kunnu vera trygg og frísk«. Í Danmark hevur Heilsustýrið fyrr í desember ráðgivið um, hvus­su danir skulu fyrihalda seg til eini jól merkt av koronuvirus. Tey mæla millum annað til, at fólk avlýsa avtalur við persónar, sum vit ikki vanliga hitta. Harumframt eiga vit hægst at savnast 10 fólk heima. Heilsustýrið mælir ikki til at øll bera masku øll jólini, men skrivar tó: – Um tú ert í øktum vanda fyri covid-19, so tosa við vertin um, hvussu tit best fyribyrgja smittu, so øll kenna seg trygg og kunnu vera við. –  Um tað fær teg at kenna teg tryggarti, so far í eina CE- merkta masku, skrivar danska Heilsustýrið. WHO mælir til masku um jólini SKÚLIN VIÐ STREYMIN: LÁNIBYRÐAN BLEIV MINNI ENN VÆNTAÐ