Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 250 - 30. desember 2004 UTTAN ÚR HEIMI Haiti bíðar enn Nú altjóða samfelagið tekur seg saman fyri at hjálpa teimum neyðstøddu aftan á flóðalduna í Indiska Hav- inum, nýtir forsætisráðharrin í Haiti høvi til at minna umheimin á hjálpina, sum landinum varð lovað aftan á ófriðin í summar. Gerhard Latortue, forsætisráðharri, vísir á, at um- heimurin lovaði at veita Haiti umleið 10 milliardir krónur til at byggja samfelagið uppaftur við, men hvar eru pengarnir, spyr hann. Sambært forsætisráð- harranum er stórur tørvur á pengunum til at útvega fólkinum skúlar, sjúkrahús og annars at lætta um ger- andisdagin hjá teimum. Hann vísir í hesum sambandi á, at umleið tveir triðingar av teimum 8,5 milliónum íbúgvunum hava minni enn 10 krónur at liva fyri um dagin. Samstundis sum tørvur er á stórari hjálp til at byggja samfelagið uppaftur aftan á ófriðin, er harð- skapurin farin at vinda upp á seg, og bara teir báðar seinastu mánaðarnar hava meiri enn 100 fólk latið lív í samanbrestum. Sambært myndugleikunum eru tað viðhaldsmenn hjá frákoyrda forsetanum, Jean-Bertrand Aristide, sum royna at elva til ófrið. Aristide noyddist frá í summar og hevur síðani verið í útlegd í Afrika. ST hevur friðarvarðveitandi hermenn í Haiti, men myndugleikarnir halda ikki, at teir gera nóg mikið fyri at tryggja friðin. Ovastin hjá hermonnunum sig- ur, at teir eru ov illa mannaðir, men at støðan batnar aftan á nýggjár, tí tá koma fleiri ST-hermenn til land- ið. Ætlandi verða tá 8.300 hermenn úr 41 londum í Haiti. Bara heiðin fara á val Yvirgangsleiðarin Osama bin Laden hevur aftur latið frætta frá sær. Á einum ljóðbandi, sum arabiska sjón- varpið Al-Jazeera hevur fingið, mælir bin Laden irak- um frá at fara á val tann 30. januar. Hann vil vera við, at tann nýggja irakska grundlóg- in er guðsspottandi, og at tað tí bara eru tey heidnu, sum fara á val. Ístaðin fyri mælir hann irakum til at halda fram við uppreistrinum ímóti hersetingarvald- inum, og hann rósar teimum, sum skipa fyri teimum áhaldandi atsóknunum. Amerikanskir serfrøðingar, sum hava kannað band- upptøkuna, siga, at tað er eftir øllum at døma bin Lad- en, sum enn eina ferð letur frætta frá sær. Fingu skúla Genturnar í afghansku bygdini Gul Dare vóru ovur- fegnar í síðstu viku, tí tær høvdu fingið ein spildur- nýggjan skúla. Tað eru ikki afghansku myndugleikarnir, sum hava latið skúlan byggja, men heldur norska tíðindakvinn- an og rithøvundurin Åsne Seierstad. Hon gjørdist kend fyri sínar frásagnir úr Bagdad, tá kríggið í Irak byrjaði. Seinni hevur hon givið út bókina »Bóka- handlarin í Kabul«, sum er vorðin týdd til fleiri mál. Gentuskúlin í Gul Dare hevur kostað eina millión krónur, men sambært Aftenposten ætlar Åsne Seier- stad at lata uppaftur fleiri pengar til ymisk onnur endamál í Afghanistan. Sjálv heldur hon tað vera sera umráðandi at útvega teimum afghansku gentunum skúlagongd, sum eftir hennara tykki er tað fyrsta stig- ið til eitt væl virkandi demokrati. Danir fáa tosk Nógvir danir halda framvegis tann gamla siðin at eta tosk á nýggjárinum, og sjálvt um veðrið ikki hevur verið tað besta teir seinastu dagarnar, hava fiska- handilsmenninir lovað, at tað er nóg mikið av toski til øll, sum vilja hava tosk á nýggjárinum. Hinvegin bendir alt á, at nýggjárstoskurin verður dýrur í ár. Í fiskahandlunum í Vajle kostaði toskurin upp í 125 krónur fyri kilo, og á Bornholm lá prísurin um 70 krónur. Í okkara oyrum ljóðar tað at vera í meira lagi, men í Danmark eru fólk eftir øllum at døma til reiðar at gjalda nógv fyri at varðveita tann gamla siðin. Serliga nógvir sviar eru ikki komnir afturáftur aftan á flóðalduna í Suður- asia FLÓÐALDA Árni Joensen fartekst@mail.dk Fleiri túsund norðurlend- ingar vóru í londunum í Suðurasia og hildu jólafrí, tá tann oyðandi flóðaldan skolaði inn yvir stendurnar í londunum við Indiska Havið annan jóladag. Í gjár visti danska uttan- ríkisráðið at siga, at 13 dan- ir eru eftir øllum at døma deyðir, teir flestu í Teilandi. Men myndugleikarnir hava framvegis ikki frætt frá um- leið 200 dønum, sum vóru í økinum. Í Noregi hava myndug- leikarnir fingið váttan fyri, at 18 norskir ríkisborgarar eru dunnir deyðir. Men sambært Jan Petersen, uttan- ríkisráðharra verður leitað eftir umleið 700 norð- monnum, sum ikki hava latið frætta frá sær. Tey svensku tølini eru nógv størri. Uttanríkisráðið í Stockholm hevði í gjár fingið vissu fyri, at 54 sviar eru funnir deyðir, men at fleiri túsund hava ikki givið ljóð frá sær síðani flóðald- una. Finsku myndugleikarnir hava fyrr boðað frá, at minst ein finnlendingur er deyður. SAS gjørdi í gjár av at senda fimm flogfør til Suðurasia eftir ferðafólk- um. Tey flestu hava mist alt, sum tey høvdu við sær. Ein norðmaður, sum kom við flogfari úr Teilandi, greiddi frá, at hann hevði einans tey klæðini, sum hann var í. Pengar, pass og annað var horvið. Leita eftir fleiri túsund norðurlendingum Serfrøðingar ávara um, at umfarssjúkur kunnu fara at krevja uppaftur fleiri mannalív enn sjálv flóðaldan, sum higar- til hevur kostað um- leið 70.000 lívið FLÓÐALDA Árni Joensen fartekst@mail.dk Serfrøðingarnir bera serliga ótta fyri, at umfarssjúkur sum kolera, malaria og dengue-fepur kunnu fara at gera um seg í teimum raktu økjunum, og tað kann ger- ast ein uppaftur størri van- lukka enn sjálv flóðaldan, siga teir. Harafturat er vandi fyri, at nógv av teim- um heimleysu kunnu fáa lungnabruna. Flóðaldan hevur longu kravt fleiri mannalív enn nøkur onnur flóðalda av hesum slagnum, men í WHO stúra tey serliga fyri tí, sum kann henda aftaná. Leiðarin á kreppudeildini hjá WHO, David Nabarro, segði við Reuter í gjár, at smittusjúkur kunnu fara at krevja fleiri mannalív enn flóðaldan. ST hevur staðfest, at flóð- aldan verður tann størsta avbjóðingin hjá heimssam- felagnum í meiri enn 60 ár, og ST hevur tí biðið altjóða samfelagið veita ta neyð- ugu hjálpina alt fyri eitt. Í gjár vóru 80 milliónir doll- arar játtaðir, men ronað verður við, at talið fer at koma upp ímóti 400 milli- ónum dollarum. Altjóða Reyði Krossur og Læknar Uttan Landamark eru longu farnir undir at bøta um vatnveitingina, sum er oyðiløgd nógvastað- ni. Felagsskapirnir siga, at tey nógvu líkini økja vand- an fyri, at drekkivatnið verður dálkað. Umfarssjúkur kunnu krevja uppaftur fleiri manalív Tað ræður um at jarða tey deyðu sum skjótast