Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 34 TØKK Vit takka hjartaliga øllum tykkum sum sýndu samkenslu tá Oddfríður Gregersen  01.februar 1928 ✝ 8. august 2020 andaðist og varð jarðaður. Ein stór tøkk til starvsfólk á Gøtubrá sum vóru sera góð við hann meðan hann búði har og ein serlig tøkk til Margaret sum við sínum serliga hegni lætti um tilveruna heilt til tað síðsta. Tøkk til øll sum vóru við til jarðarferðina og til tey sum sýndu samkenslu. Vit vilja takka øllum sum sendu blómur og kransar. Somuleiðis tøkk til øll tey sum hjálptu til við jarðarferðini. Heilsan Atli, Páll og Regin við familjum. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Bergtóra Justinussen, Stoffalág 84, 100 Tórshavn, fødd tann 27. mai 1926, deyð tann 5. august 2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga, John Vang Justinussen, í Svanga 27, 100 Tórshavn, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, Sókn advokatar, J. H. Schøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 234/2020 , saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 30. NOVEMBER 2020 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Tove Sonja Mary Hentze, í Húsagarði 4, 826 Trongisvágur, fødd tann 18.06.1930, deyð tann 27.10.2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga Helgi Hentze, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesargøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 323/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 30. NOVEMBER 2020. SKULDAR­ SANERING Føroya Skiftirættur er tann 18. september 2020 farin undir at viðgera mál um skuldarsanering fyri Charlotta Rein Hentze, fødd tann 17. mars 1974, búsitandi: Spógvavegur 53, 100 Tórshavn. Kravánarar verða biðnir um skrivliga at venda sær til hjálpara skiftirættsins, advokat Óla M. Hansen, Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn, innan 4 vikur frá hesi kunngerð og boðað frá og skjalprógva krøv síni. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. desember 2020 TROTABÚGV Við avgerð tann 15. desember 2020, er Sp/f NAVO (hjánøvn: Norð Atlants vinnu, Orku umvæling), c/o Simon Emil Nielsen, Heygavegur 8, 750 Viðareiði, skrás.nr. 6821, sks.nr. 3-3- 73/2020, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 17. november 2020. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Óli M. Hansen, Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, hósdagin tann 7. januar 2021, kl. 11.00. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. desember 2020 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Jacob Martin Lamhauge, Tórsbyrgi 6, 100 Tórshavn, fødd ur tann 6. oktober 1936, deyður tann 9. juni 2002, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunn gerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Talan er um uppafturtøku av SKS 202/2002. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 342/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 9. december 2020. TAKK Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og fyri hjálpsemi tá elskaða kona, móðir, vermóðir og omma okkara Finngerð Hansdóttir f. 2/8-1953 d. 3/11 2020 so brádliga varð tikin frá okkum. Stóra tøkk til Hera prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænara, sangarar og berarar. Tøkk til tykkum sum hjálptu til við ervinum, bakaðu, vitjaðu og á annan hátt vístu tykkara samkenslu. Tøkk tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Javna. Jógvan, Agnar, Andrass, Líggjas, Elin, Ann Krista og Gyðja. Jólaaftan í KFUK Jólaaftan hósdagin 24. desember verður hildin í KFUK kl. 18. Húsið er opið frá kl. 16.30 Jólaaftanshald fyri tey, sum eru einsamøll ella hava tørv og vilja verða saman við okkum. 31 19 28 / 21 18 24 / 21 27 40 Tilmeldingarfreist: Sunnudagin 20. desember kl. 18