týsdagur 19. januar 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar
Nr. 11 — 19. JANUAR 1999
Hjalmar Klein Olsen
spældi ikki nógv
sunnudagin, men kom
inn og síðsta málið hjá
VIF — sigursmálið
Mynd: Alvur Haraldsen
Spenningur til sidsta sekund
Hondbóltur: Eli Miiller og Sámal Joensen vóru teir
bestu á VÍF-liðnum, sum mundi spælt sær av við sigurin
móti Hans á Lag og Kyndli
EMii. L. JACOBSEN
Fólk sótu á nálum í hollin
á Hálsi sunnudagin. tá
Kyndil og VIF spældu enn
eim minniligan dyst í longu
rødini av slíkum millum
hes: bæði liðini
Je 74 92
VSUÐ 23-23 og
har tað hend-
var nær vid, at
esti spældu sær
av við sigurin móti endan-
im
Tå enn niggju min-
uttir vóru eftir av dystinum.
var stødan 22-18 til VÍF og
kiokkan så ut til at hava
) fyri Kyndl Havnar-
g sk megn-
i munin til
r hesa løtuna
vøllinum
Såmal Joensen, sum sam-
an við málmanninum Eli
Miiller var klårt tann besti
hjå VIF i seinna hålvleiki.
skoraði síðani til 23-20
hansara fjórða mál á rað
fyri VIF). men hóast Kyndil
fekk eina
megnaðu I
i €1n ÞÆTTI á
Hans á Lag kom inn
móti endanum og mundi
vent dystinum til
fyrimun fyri Kyndil.
Men tá teir misnýttu
gyltan møguleika í síðstu
sekundunum, vann VIF
Yivnd: Alvur Haraldsen
koma heilt upp å 23-23
Alopið eftir hetta megn-
aði Hjalmar Klein Olsen,
sum ikki spældi serliga
nógv og bara í seinna hálv-
leiki. at skora til 24-23.
Hetta var hansara einasta
mål í dystinum, og tað
skuldi vísa seg at verða sig-
ursmálið.
Tað stóð nógv á seinastu
løtuna, og VIF fekk tveir
spælarar útvístar síðsta
hálva minuttin. Kyndil fekk
brotskast, tá tíggju sekund
vóru eftir. Eli Miller, sum
hevði tikið eitt brotskast frá
Una Wardum tíðliga í dyst-
inum, fór út, og inn í málið
kom Bárður Nielsen fyri
fyrstu ferð í dystinum. Úni
Wardum varð aftur settur at
skjóta. og hesaferð rakti
hann á stongina. Bólturin
fór útaftur í spælið. Har
fingu vestmenningar fatur á
honum, og so var liðugt.
Tá tíggju minuttir vóru
eftir, sá út til, at VIF hevði
fullkomiliga tamarhald á
støduni. Teir førdu við fýra
málum. og Kyndil hevði
trupulleikar av útvísingum,
sum VIF serliga í fyrra hálv-
leiki hevði dugað væl at
gjørt sær dælt av.
Kortini eydnadist tað
Kyndli at koma inn aftur í
dystin, ikki minst takkað
verið Hans á Lag, sum kom
inn seinastu minuttirnar og
tók fleiri VÍF-royndir.
Hevði Rúni Poulsen, sum
vanliga er sera tryggur, tá
hann fær hesar opnu kjans-
irnir, verið meira heppin
sunnukvøldid, er væl møgu-
ligt, at Kyndil heyði vunnið
dystin. Men soleiðis er:
Onkrar dagar gongur alt
sum tað skal, og aðrar dagar
ber einki til. ;
Hjå VIF byrjadi Aki Ol-
sen væl, men so lidandi t6k
Såmal Joensen yvir sum
besti spælari úti á vøllinum.
Sámal skeyt seks av teimum
níggju málunum, VÍF fekk
í seinna hálvleiki!
John Zachariasen byrjaði
eisini væl úti á høgra vongi,
men hann kom heldur ikki
so væl við í álopspartin í
seinna hálvleiki.
Og so var tað Eli Miller,
sum gav Kyndli grá hár á
høvdid. Serliga ta einu løt-
una tók hann alt, sum varð
sent ímóti honum, og tað
var langt millum málini hjá
Kyndli fyrstu tjúgu minutt-
irnar av seinna hálvleiki.
Fingu lítið burturúr
Tá liðini hittust í grund-
spælinum, brúkti Kyndil
nógv nýggju regluna um, at
tað ikki er neyðugt at bíða
eftir hinum liðnum, áðrenn
tú kanst byrja dystin aftur.
Tá eydnaðist tað Jacobi
Jónsson at skjóta fleiri mál,
tá VIF-verjan ikki var kom-
in upp á pláss, men hetta
riggaði ikki sunnudagin.
Vestmenningar høvdu lært
frå seinast, og Jacob Jóns-
son megnaði ongantíð veru-
liga at seta sín dám á dystin.
Tað gjørdi sterkasta vápn-
ið hjá VIF, Aki Olsen, held-
ikki. Í fyrra hálvleiki
skeyt hann fimm mál. men
seinna hálva tíman skeyt
hann einki. Hann bleiv
part av
mansvardur ein
seinna hálvleiki, og Hans á
Lag fekk eisini fatur á fleiri
av skotunum hjá honum. Í
verjuni tók Aki sær av Jac-
obi Jónsson í seinna hálv-
leiki, og tað kláraði hann
væl.
Annars er gamli kenning-
urin Sjúrður Holm komin
aftur í miðverjuna hjá VIF,
har hann styrkir væl um.
Tað hevur ikki gingið væl
hjá VÍF í seinastuni, og tá
er altíð gott at fáa royndar
menn, sum VÍF ikki hevur
havt ov nógvar av í ár, á
liðið aftur. ;
Sigurin hjå VIF sunnu-
dagin var sum heild uppi-
borin, og hann var kærkom-
in. Hevdi Kyndil vunnid,
høvdu teir grønu farid fimm
stig framum vestmenningar,
sum hava verid føroya-
meistarar seinastu tvey år-
ini. H71 kom leygardagin
upp á 13 stig og høvdu so-
statt eisini verid fimm stig
frammanfyri VÍF. um for-
oyameistararnir høvdu tapt
sunnudagin.
Nú er VIF í staðin komið
upp aftur millum tey ovastu.
Tað er framvegis langt eftir
á mál. og liðini kunnu øll
taka stig frá øllum, men
tydningurin, sum sigurin
hevði fyri VIF, kann ikki
undirmetast.
Kyndil misti eitt fet í
kapprenningini við H71,
sum nú liggur sera væl fyri
í kappingini. Men tað eru
nógvir dystir og nógv stig
eftir, so tapið sunnudagin
var sum so eingin katastrofa
hóast tað ongantíð er stutt-
hjá Kyndli at tapa móti