Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 20. JANUAR 1999 tíðindablaðið Sigrið Sivertsen: Læknarnir góvu okkum onga vón Um tríggjar mánaðir fáa foreldur Sól- ey endalig boð um dóttir teirra er sloppin undan HIV-smittuni, ið var í blóðnum hon fekk undir eini stórari skurðviðgerð. - Ég trúgvi, at Sóley er frísk, men ikki fyrr enn tá tori eg at slappa heilt av, sigur Sigrid Sivertsen, mamma Sóley, nú eitt ár er farið - Eg vóni, at fleiri enn Sóley fáa ta gleðina at verða frisk. Hetta er eitt undur, sigur Sigrið Sivertsen, mamma Sóley. TurID KJØLBRO I dag er júst eitt ár liðið síðani 14 ára gamla Sóley Sivertsen úr Hoyvík fekk HIV-smittað blóð undir eini sera truplari og krevjandi skurðviðgerð á Ríkissjúkra- húsinum. Tað sum ikki átti at henda hendi, men hóast eitt ár er gingið síðani mugu Sigrid og Just, foreldur Sól- ey, bíða til seinast í apríl fyrr enn læknarnir tora at geva endalig boð. - Vit vistu, at skurðvið- gerðin var sera stór og vandamikil, og at hon undir øllum umstødum fór at fáa annað blóð. Aftaná søgdu læknarnir, at hon bløddi meir enn teir høvdu roknad Mynd: Jens Kr. Vang. við. Tað var ikki ein spurn- ingur, um hon skuldi hava blóð ella ikki, men ein spurningur um lív ella deyða, sigur Sigrið. Foreldrini hjá Sóley høvdu gjørt sær nógvar tankar undan skurðviðgerð- ina, og tankin, at hon skuldi fáa HIV-smittað blóð spøkti eisini. - Tað plágaði meg og eg vaknaði um náttina við marruni, at nakað ræðuligt fór at henda. Men tá ið vit spurdu um vit kundu sleppa at lata blóð varð tað noktað okkum, tí tað fór at verða ov nógv stríð hjá blóðbank- anum. Læknarnir vissaðu okkum um, at vit ikki skuldu stúra fyri nøkrum, vit livdu hóast alt í 1998 og HIV-smittað blóð var ikki í blóðbankanum. søgdu teir Ryggurin hjá Sóley var farin út av lagi og hann trýsti inn á magan og tarm arnar soleiðis at hon ikki tekk etið síðstu mánaðirnar Hon skríggjaði av pínu, tá ið hon át - Eg eri glad fyri. at skurð- viðgerðin ikki var eitt val sum vit skuldu taka. men nakað vit vóru noydd til Burtur sæð frå bl60førning- inum var hon stak væl eydn- að og Sóley er sum eitt nýtt fólk í dag, sigur Sigrid. Neyðarróp Tveir dagar eftir skurðvið- gerðina, tann 22. januar, fingu Sigrið og Júst tey ræðu- lig boð frá læknunum. at tað sum ikki átti at henda kortini var hent. Sóley heyði fingið HIV-smittað blóð í seg - Vit fingu ein ræðuligan skelk. Eg duldi ongantíð fyri. at eg var deyðabangin Vit máttu hava hjálp beinan- vegin og ringdu heim til familjuna og vinir. Tað er lættari at øll vita av støduni, tí samfelagið er so lítið og vit vildu sleppa undan slatri og sleygi. Í eini slíkari stóðu rópar tú til Gud um hjálp og eg veit, at nógv bóðu fyri Sóley og okkum. Tað hevur hildið henni og okkum uppi, sigur Sigrið. Tíðin aftaná var sera ring at koma igjøgnum. Fjøl- miðlarnir í Danmark vóru sum grippar og lótu ikki før- oysku familjuna fáa frið nakra staðni, antin tað var á sjúkrahúsinum ella á Hotel Tórshavn. Teir brúktu snild- ar og óetiskar mátar at koma í samband við tey og onnur, sum vistu um tey, og skriv- aðu eina lygn fyri og aðra eftir. - Vit vórðu rætt og slætt forfylgd bæði nátt og dag. Summi vóru hampulig, men sum heild vórðu vit illa við- farin. Ekstra Blaðið var mest ágangandi, tey hildu vakt um náttina og tá ið tey Sóley hevur fingið ein trýkombineraða viðgerð. Og fyri at gera hana enn meiri intensiva hava læknarnir givið Sóley enntá væl meiri enn tað. ið svarar til hennara kropsvekt Mynd: Jens Kr. Vang ikki fingu prát við okkum. Hóast læknarnir ikki Tíðin hevur verið ógvuliga skrivaðu tey bara tað tey sjálv hildu. Og tað var als ikki í samsvari við sann- leikan. Sóley var ein vora sum skuldi seljast og tað gjørdust vit so ill um, sigur Sigrið Króktu okkum í vónina Allir fjølmiðlarnir og lækn- arnir við tóku tað sum givið frá fyrstu stund, at Sóley var smittað av blédnum, hon hevdi fingið. - Teir góvu okkum so gott sum onga vón, men tað var ein evarska lítil møguleiki, at hon kanska ikki hevði fingið smittuna, tí hon sum tann fyrsta í verðini var komin undir medisinska við- gerð beinanvegin. Vit fingu at vita, at slapp Sóley undan smittuni var hon eitt ein- dómi í verðini, men vit skuldu ikki gera okkum hesa vónina, sigur Sigrið. Sóley fekk ein tríkombi- neraða viðgerð, sum bert var tvey ára gomul. Og fyri at gera viðgerðina enn meiri intensiva góvu læknarnir Sóley enntá væl meiri enn tað, ið svarar til hennara kropsvekt. Fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina sveim- aði hon millum lív og deyð, hon fekk magasár og tarm- slyng av skurðviðgerðini og tað hendir, tá ið kroppurin er undir stórum trysti. Tríggjar dagar aftaná mátti hon aftur undir skurð. - Tá trúðu vit, at vit mistu hana, sigur Sigrið. vildu geva foreldrum Sóley nakra vón. króktu tey seg í eina vón, sum hevur hildið tey uppi hetta árið, sum nú er farið Eg trúgvi, at Sóley er frisk, men ikki fyrr enn, tá ið vit fáa endalig bod, tori eg at slappa heilt av. Lækn- arnir siga, at teir eru rími- liga vissir í, at Sóley ikki er smittað, men fyri ikki at lova okkum ov nógv vilja teir bíða til í apríl. Tá ið medisinið varð tikið frá Sól- ey í oktober søgdu teir, at um hon var smittað - og tað roknaðu teir við - kom smitt- an fram eftir timum vikum, tað vil siga mánaðarskiftið oktober/november. Men tá ið royndirnar aftur vóru negativar, søgdu teir, at vit áttu at bíða til um ársskiftið. Síðsta royndin, sum vit fingu svar uppá nýggjárs- aftan, var eisini negativ. Til síðst í apríl, tá ið vit aftur skulu niður, taka vit royndir eina ferð um mánaðin, sigur Sigrið. Eitt undur og eitt eindømi Stórur medisinskur áhugi er fyri Sóley. Jan Gerthtoft yvirlækni á epidemideildini á Ríkissjúkrahúsinum, fær dagliga teldupost og fyri- spurningar frá fólki kring alla verðina, ið vilja vita meiri um viðgerðina Sóley hevur fingið. - Eg vóni, at fleiri enn Sóley fáa ta gleðina at verða frísk. Hetta er eitt undur strævin, onkursvegna hevur tað verið ein kampur mill- um lív og deyð. Vit fingu bodna hjálp frá HIV-Dan- mark og tað havi eg verið ógvuliga glað fyri. Hagandi hava vit fingið góða ráð- geving og nógva upplýsing um tað nýggjasta innan granskingina. Menningin er ógvuliga skjót, færri doyggja av evdkvæmi, men fleiri verða smittað. Hin- vegin vita granskararnir ikki. hvussu hjáárinini eru av heili- váginum tey smittaðu fáa Fyri einum ári síðani hevði Sigrið ikki roknað við, at hon á nakran hátt fór at verða noydd at seta seg inn í hesa sjúkuna, sum herjar um alla verðina. - Tað er so fantastiskt at hava eina góða heilsu. har tú kanst fara frísk upp um morgunin og fara í gongd við tíni gerðarmál. Lívið er ikki ein sjálvfylgja. Bara at fáa eitt barn sum ikki er brekað er eitt stórt undur. Tað er eitt undur ikki at fáa eina ræðuliga sjúku. Lívið verður ein rød av smáum undrum. Tá ið tú kemur út fyri eini hending sum hes- ari, hugsar tú meiri um lívið áðrenn og eftir deyðan. Samstundis virðismetir tú lívið meiri, tí tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit liva til vit eru 70-80 ár. Í mótgangi fært tú styrkina. Sum tað stendur, at „sum tín dagur er skal tín styrki vera Leggja vit alt í Guds hendur fáa vit styrki. sigur Sigrið