mikudagur 20. januar 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 20. JANUAR 1999
tíðindablaðið
17
ÍTRÓTTUR
F FJ z p p þv
sosialurin, box 76, 110 térshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil
Dómararnir í Havn venja i venjingarhølinum hjá HB. Á myndini síggjast Birgir Sondum og Oddmar Andreassen
Fotboltsdomararnir
sosialurin.fo
Mynd: Alvur Haraldsen
farnir undir venjingina
Fótbóltur: Føroysku fótbóltsdómararnir fáa mangan skotið fyri bógvin, at teir eru í ov våna-
ligari venjing, og at teir á henda hátt ikki visa leikarunum tað neyðugu virðingina. Fyri at
sleppa undan hesum „fordómum“ eru fleiri av okkara fremstu dómarum longu farnir undir
venjingina til komandi kappingarár
TERJI NIELSEN
ALVUR HARALDSEN
Tað er ikki altíð líka lætt at verða
dómari í 1. deild í fótbólti í Før-
oyum. Einki er at dylja yvir, at
nógvir av áskoðarunum hava eitt
sera vakið eyga við dómaranum,
og ger hesin eitt mistak, so kanst
tú verða vísur í, at hann fær tað at
vita frá áskoðarunum
Meðan ein leikari kann gera
fleiri mistøk í einum dysti, so kann
dómarin ikki gera nakað. uttan at
hann fær av at vita, hóast vit oll
Vita, atein dómari eins væl og ein
leikari altíð koma at gera okkurt
mistak í einum dysti
Venjingin
Skal ein gera sær nakrar vónir um
at dóma í bestu deildini í fótbólti,
so krevst at man er væl fyri. Leik-
ferðin í føroysku landskappingini
gerst alsamt skjótari, og krøvini
til dómaran gerast harðari og harð-
ari.
Mánakvoldið hitti Sosialurin
tríggjar av okkara fremstu dóm-
arum, Kim Ejdesgaard, Birgir
Sondum og Oddmar Andreasen, í
HB-húsinum, eftir at teir júst vóru
lidnir við venjingina. Birgir og
Oddmar høvdu fyrst verið í vødd-
arúminum hjá HB fyri at styrkja
sær ryggin, sum teir báðir hava
trupulleikar við, og síðani høvdu
teir verið úti á vøllinum og runnið
saman við Kim.
Sveittabrotnir teir við
borðið, og skjótt gongur prátið
livligant um døming, atburð hjá
leikarum, móttóka av dómarum
kring landið, útlendingar í før-
oyskum fótbólti og mangt annað
Sum vit nevndu áður, so fáa
føroyskir dómarar mangan at vita
frá bæði leikarum og øðrum, at
teir eru í ov vánaligum venjing-
arstødi, men hetta eru teir tríggir
dómararnir ikki samdir í. Allir
hava teir í mong ár byrjað at vant
einaferð í januar mánaða, og tað
er júst um sama mundið sum tey
flestu fyrstudeildarfeløgini fara
undir sína venjing. Kim Ejdes-
gaard, sum er tann av teimum
trimum, ið hevur dømt longst í |
deild. sigur, at ein dómari í dag
noyðist at verða munandi betur
sessast
fyri, enn hann til dømis var fyri
fáum árum síðani. tí at í dystunum
í dag er ferðin høg gjøgnum allan
dystin, meðan tað fyrr ofta var so,
at spælið dovnaði nógv seinastu
15-20 minuttirnar av dystinum. Í
dag orka so at síga øll liðini í bestu
deildini at spæla við fullari ferð
allar 90 minuttirnar, og teir trígir
halda, at hetta helst er eitt av teim-
um tingum, sum er komið inn í
føroyskan fótbólt við teimum
mongu útlendsku venjarunum
Atburðurin hjá leikarunum
Eitt, sum bæði Kim, Birgir og
Oddmar eru samdir um, er, at leik-
ararnir í fyrstu deild í dag eru
ótrúliga disiplineraðir yvir fyri
dómarunum. Tað gerst alsamt
meiri sjáldsamt. at leikarar brúka
munn um onkra dómaraavgerð, og
ein av dómarunum nevnir í hesum
sambandi, at tað serliga eru teir
leikarar, sum um veturin leika
hondbólt, ið eru ótrúliga disiplin
eraðir. Helst kemur hetta av, at í
hondbólti verður ein leikari øgi-
liga skjótt revsadur, um hann
brúkar seg
Tað tykist eisini sum um, sigur
Oddmar, at nógvir av venjarunum
hava lagt sínum spælarum eina við
ikki at fáa ávaringar fyri kjaftaslit
Hinvegin er tað ofta so. at tá ið
dómarar í fyrstu deild dóma dystir
í eitt nú aðru ella triðju deild. so
fella hópin av kortum í hesum
dystum. Leikararnir í hesum
deildunum eru ikki so disipline1
aðir sum teir í fyrstu deild, siga
teir triggir, og av somu
verða tá hópin av kortum givin
fyri at brúka seg ella annað, sum
ein leikari í fyrstu deild ikki hevði
funnið uppá
Orsøk
Mottøkan
Tað er ikki pengarnir, ið eru or-
søkin til, at ein persónur velur at
gerast dómari í fyrstu deild í Før-
oyum. Samsýningin til dómaran
er ógvuliga lítil. og tá skal dóm-
arin sjálvur gjalda fyri allar út-
reiðslur av sínari samsýning. so
sum kaffi, dogurði ella gisting. um
tað nú er neyðugt.
Teir tríggir dómararnir, sum allir
eru busitandi í Havn, síga tó. at á
teimum flestu støðunum, har man
Lesið eisini
ítróttin á
Interneti
WWW.SOSlalurin.Fo
i it 1
ið te
I » I
el e ki
nbine i urdu ; ;
k }
SJ S Q
ell loma | |
i ro at dk
Onkur stød Kt Lo
ið sé ðið a
N Yr
øn I » hi. I
að hevur k } Í B71
g A
and } 1 3
Ø
y
H C
dø
Sat
Gol Ra
sunnumorgun so al I C
Skopun væl áðrenn degurða. Tí
skil hava dóm:
tímar. har teir bara
og mala í Sandsbygd og hygg
seg um. Her skal tó leggjast aftrat
sigur Birgir Sondum, at Karl Vidt
feldt hjá B71 plagar at verða Ó-
førur til at læna okkum ein bil. so
at vit kunnu koyra okkum ein túr
á oynni, meðan vit eru har.
Wwarnir einar trig gjar
kunnu går
Kappingarárið 1999
Spurdur um, hvat teir vænta sær
av komandi kappingarárið siga
teir allir við ein munn, at teir eru
øgiliga spenur til, at kappingin fer
í gongd. Fleiri útlendskir leikarar
eru á veg til landið. og hesir eru
við til at hækka støðið á fótbólti-
num her á landi
Í sambandi við allar teir út-
lendsku spælararnar kemur ein
skemtilig søga eisini undan kavi
Einaferð seinasta kappingarár
dømdi Oddmar Andreasen ein
dyst millum VB og TB. Ein av
vågbingunum, 10 busitandi
niðri. men sum kom heim til fleiri
dystir í fjør, er Magni Mohr. Hann
hevur nokk so myrkt hold. og tá
ið hann so einaferð gjørdi eitt frí
spark, mistók Oddmar hann fyri
ein av útlendingunum hjá VB
Hann fór ti yvir til Magna og
segði: „one more time and Í give
you yellow card“, og tá lat í
Magna: „hvat h feilar ter
og Oddmar gjørdist reyður um
allan skortin. Teir tríggir dómar
arnir gleða seg til at sleppa í gongd
aftur, og leggja okkum eina við.
at teir partur ikki skal liggja eftir.
tá ið tað kemur til at menna før
oyskan fótbólt í kappingarárinum
1999!
y