Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 23. JANUAR 1999 Vitni í tíðindablaðið S0sl2alufin Marco Polo málinum: — Eg sá hann á staðnum Hósdagin vórðu tey fyrstu vitnini avhoyrd í Marco Polo málinum, ið nú eisini fevnir um eldásetingina í Skáanum í 1997. Eitt av vitn- unum, ið avhoyrd vórðu, segði seg hava sæð ákærda nærhendis Marco Polo, um tað mundið eldurin kyknaði í JOHN JOHANNESSEN — Tá vit komu niðan fram- við gosbrunnin, sá eg ákærda koma niðan eftir Sverrisgøtu og fara inn í smoguna til Marco Polo, segði eitt av høvudsvitnun- um hjá ákæranum í rætt- inum hósdagin. Talan er um eina gentu, ið hevði arbeitt leingi náttina til 19. oktober 1998, tá eldur varð settur á matstovuna Marco Polo. Hon var liðug at arbeiða klokkan hålvgum tvey hesa náttina. Tað sá hon á stemplikortinum. Eftir at gentan var liðug at arbeiða, roykti hon eina sigarett, og fór hon síðan saman við beiggja sínum, ið arbeiddi saman við henni, til hús. Gentan metti, at klokkan var einar tíggju minuttir yvir hålvgum tvey, tå hon og beiggi hennara gingu niðan gjøgnum gongugøt- una, framvid gosbrunninum við kondittaríið. Hon segði í rættinum, at tá tey gingu framvið = gosbrunninum, hugdi hon oman gjøgnum Sverrisgøtu, og så hon åkærda koman nidan gjóg- num getuna og smoyggja sær inn gjøgnum smoguna til matstovuna Marco Polo. Gentan segði, at hon kennir ákærda av útsjónd, av tí at tey eru uppvaksin í somu oygg). Kavi og ringt sýni Verjin royndi at fýra fram, at orsakað av, at tað kavaði hetta kvøldid, átti sýnið at verið so mikið vánaligt, at gentan ikki kundi sæð and- litið á ákærda. Men gentan vísti á, at sýnið ikki var so vánaligt, hóast tað kavaði. Hon segði, at ikki var langt millum ákærda og hana, tá hon så hann í Sverrisgøtu. Harafturat segði hon, at hon sá beint í andlitið á ákærda, tá hon hugdi upp. Sum áður nevnt, fylgdist gentan við beiggja sínum hetta kvgldið, og varð hon tískil í rættinum spurd, um hon ikki hevði sagt beiggja sínum frá, tá hon sá ákærda. Til hetta svaraði hon, at tey tosaðu ikki so nógv hetta kvøldid. Tey skundaðu sær heim í tí ringa veðrinum, og tí gingu tey bara. Hon legði afturat, at hon ikki hevði illgruna um nakað, tá hon sá ákærda, og var tískil eingin orsøk at siga beiggja sínum frá. Gentan segði, at tá hon sá ákærda fara inn gjøgnum smoguna til Marco Polo, hugsaði hon bert, at tað var lagið, at ákærdi gekk har so seint á kveldi. Dagin eftir heyði gentan frætt um eldin frá einari vin- konu, og tá kom henni til hugs, nær hon hevði gingið framvið gosbrunninum, og at hon heyði sæð ákærda á staðnum um tað mundið. Onki sæð Tá liðugt var at avhoyra gentuna, ið var eitt av høvudsvitnunum hjá ákær- anum hendan dagin, varð bróðir hennara førdur inn í rættarsalin. Hann var inn- kallaður sum vitni hjá verj- anum. Bróðurin heyði hetta sama kveldið verið til ar- beiðis saman við systur sín- ari. Hon hevði hetta kvøldid lært hann upp á arbeiðs- plássinum, av tí at hann var nýggjur í starvinum. Bróðurin heyði somu frá- greiðing sum systurin Hann segði, at tey bæði høvdu stemplað út klokkan hálvgum tvey og royktu síð- ani eina sigarett, áðrenn tey fóru til gongu nidan gjøg- num gongugøtuna. Bróður- in hevði tó ikki sæð nakran í Sverrisgøtu, tá tey gingu framvið = gosbrunninum Hann segði, at hann als ikki hevði lagt merki til, at nakar var úti hesa náttina. Hann hevði bert hugsað um at koma heim sum skjótast. Tó søgdu bæði, at tey høvdu sæð ein bil standa niðri við Sjómansheimið við tendraðum lyktum, og nærhendis Steinatúni løgdu tey merki til ein løgreglubil. Nógv vitni Málið um Marco Polo eldin helt áfram í gjár, eftir at blaðið fór til prentingar. Nógv vitni eru at avhoyra í málinum. Tey eru 13 tilsam- ans. Hósdagin vórðu 6 av hesum vitnunum avhoyrd, so enn eru nøkur eftir. Ikki kann sigast, nær dómur fellur í málinum, tí málið fevnir nú um tríggjar skuldsetingar og okkurt av vitnunum er statt uttan- lands, og hevur ikki møgu- leika at koma heim beinan- vegin. Hótt stjóran Tá tann ákærdi arbeiddi í Pizzaria, ið er ein partur av Skáanum, gjørdist hann ógvuliga skjótt ósamdur við matstovuni. leiðaran. Osemjurnar vóru nøkulunda tær somu, sum tær í Marco Polo málinum. Akærdi var ósamdur við leiðaran um innkeyp og annað, og vitnaði leiðarin í Skáanum, at ákærdi ofta helt seg hava meira at siga, enn hann hevdi. Hann tók alt ov ofta óbiðin leiðara- leiklut. Tað kom fram í rættinum, at eftir mangar ósemjur millum ákærda og leiðaran, varð ákærdi uppsagdur. Tá tann ákærdi bleiv uppsagd- ur í Skáanum, gjørdist hann í ødini. Hann hótti stjóran fleiri ferðir, bæði á nátt og degi, vitnaðu eigararnir av Skáanum. Sagt varð, at tann ákærdi hevði sagt, at eig- ararnir av Skáanum ikki skuldu sleppa væl frá hes- um. Ein eigari førdi somu- leiðis fram, at ákærdi hevði verið inni í Skáanum vikuna áðrenn eldin, og tá hevði hann sagt, at eitt ella annað fór at henda bygninginum Seinni varð eitt annað vitni hjá ákæranum avhoyrt, 10 kendi tann ákærda. Hesin at ákærdi einaferð edrúur hevði sagt við hann, at eldur átti at verið settur á Skáan, tí leiðarin var eitt reyvarhol. Vitnið segði tó, at hann ikki hevði tikið hetta í álvara Eisini segði sama vitni, at ákærdi einaferð hevði sagt við hann, meðan teir vóru í býnum, at teir skuldu fara og sorla hurðina til Marco Polo sundur. Tá hevði vitnið spurt hann í skemti, um hann ikki hevði lykil, og hann svaraði jú. segði, Stórir skaðar Akærurnar í málinum eru, at hava goldið fyri at fáa sett eld á Skáan tann 11. februar 1997, har skaði hendi fyri 85.000 krónur, at hava sett eld á Marco Polo náttina til 19. oktober 1998, har skaði hendi fyri hálvaaðru milli- én, og at hava stolið millum 2.000 og 3.000 krónur úr einum pengakassa, ið var goymdur í frystaranum hjá Marco Polo, hesa somu nátt. Akærdi er sjálvur Parta- eigari í Marco Polo og hev- ur eisini arbeitt í Skáanum, ið hann er skuldsettur fyri at hava goldið fólki fyri at seta eld á. Í báðum støðum gjørdist ákærdi ósamdur vid leiðararnar. Akærdi noktar seg sekan í øllum ákærunum. Ákærdi, ið nú er ákærdur fyri tríggjar brotsgerðir, noktar seg sekan í øllum trimum ákærunum UPP- AFTURLATINGARTÍÐIR Tíðirnar eru hesar: Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag Leygardag & Sunnudag fyri sól og mykibonk Í SVIMJIHØLLINI kl. 06:45 kl. 06:45 kl. 06:45 kl. 06:45 kl. 06:45 kl. 08:00 - kl. 14.00 kl. 08:00 kl. 14:00 æ í Gundadali 20:00 20:00 14:00 20:00 20:00 10:00 - 17.00 10:00 17:00 = a 5 SVIMJIHØLLIN í GUNDADALI Hovdalsv our 21 * Je Í