Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 17 — 27. JANUAR 1999 tíðindablaðið = Bjarni Djurholm um sjálvstýriskós Javnaðarfloksins: Uppskotið ikki fremmant fyri okkum Javnaðarflokkurin hevur í faldara gjørt vart við sína stóðu viðvíkjandi tí, ið flokkurin vil á sjálvstýrisleið. - Einki nýtt er í hesum, sigur Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum. Hann sigur seg ivast i, um Javnaðarflokkurin ynskir sparingar á almannaøkinum, men viðgongur, at hóast almennu stovnarnir ikki eru minkaðir seinastu tíðina, so er hetta neyðugt, skal fullveldi fremjast. Hann metir, at tekur samgongan stig á fullveldiskós, so skulu skerjingar fremjast uppá einar 100 til 200 milliónir árliga tey næsti árini. DAGFINN OLSEN Fyri góðari viku síðani kom faldari í hvørt hús, har Javn- aðarflokkurin greiðir frá sínum sjónarmiðum á sjálv- stýrisleið. Flokkurin ásann- ar, at tíðin er farin frá heimastýrislógini og at nýggj skipan má koma ístaðin. Og her metir flokk- urin sjálvstýrislóg og sam- veldissáttmála hóska at seta ístaðin. Vit hava vent okk- um til Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum, fyri at vita, hvat hann heldur um uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum. -Javnaðarflokkurin tosar í faldaranum um eitt sam- haldsfast samfelag. Tí taki eg ikki undir við, tí tað lesi eg sum eitt socialistiskt samfelag og tað er ikki í tráð við mína politisku sannfør- ing, sigur Bjarni Djurholm og leggur afturat, at í sam- gonguskjalinum er málið, sum samgongan vil, eitt samfelag, ið byggir á liberalu virðini, ikki eitt socialistiskt samfelag. - Annars haldi eg, at hetta er ein spurningur um sam- veldi hjá Javnaðarflokkin- um, og hasa hugsanina kann ein identifisera seg við, tí tað er ikki longur síðani enn 1991, at Fólkaflokurin og Javnaðarflokkurin vóru í samgongu og samdir um at skipa samfelagið innan karmarnar á sjálvstýrislóg, so hatta er ikki fremmant fyri okkum, men tað er ikki tað, sum vit nú í samgong- uni hava sett okkum fyri, sigur Bjarni Djurholm. Fólkaflokkurin vil fullveldi Bjarni Djurholm minnir á faldaran, ið Fólkaflokkurin sendi í hvgrt hús fyri ári síðani, ella so. - Har skutu vit upp at gera nýggjan sáttmála við Dan- mark, ið bygdi á samríkja- lóg. Henda samríkjalóg er tað, sum eisini verður rópt fullveldi. Sum samgongu- skjali sær út um ríkis- rættarligu viðurskiftini, so er tann parturin beinleiðis endurgivin úr faldaranum hjá Fólkaflokkinum, so ein kann siga, at flokkurin er farin eitt stig víðari, frá samveldishugsanini, sum var saman við Javnaðar tlokkinum í 1991, og vil nú kipa fullveldi, sigur Bjarni Djurholm - Munurin á samveldi og fullveldi er, at við sam- veldissáttmála er ein í ríkis- felagsskapi og við full- veldissáttmála er ein uttan- fyri ríksfelagsskapin. Tvey lond gera ein sáttmála. Og her liggur skilnaðurin mill- um okkum og Javnaðar- flokkin, sigur Bjarni Djur- holm. Avleiðingar og sparingar At ein og hvør avgerð, lítil ella stór, fær avleiðingar, er Bjarni Djurholm sann- førdur um - Avleiðingarnar av tí, sum Fólkaflokkurin hevur sett sær fyri, og sum stendur í samgonguskjalinum um fullveldi, er at Føroyar bú- skaparliga mugu lagast til tær fortreytir, sum náttúrliga eru ein fylgja av fullveld- inum. Vit vita, at danir ikki fara at veita okkum, einum fullveldi, nakað, sum vit kenna í dag, sigur Bjarni Djurholm. - Fólkaflokkurin hevur langt síðani gjørt upp við seg sjálvan, at taka vit stig á fullveldiskós, so skal sam- felagið broytast eftir nýggju fortreytunum og er fyrsta beinleiðis avleiðingin, at al- menni sektorurin skal lagast til veruligu inntøkumøgu- leikarnar, leysir av donsk- um studli, sigur Bjarni Djur- holm, sum sigur at hetta merkir, at sambært meting- um, sum teir eru komnir fram til, at skerjingar skulu fremjast uppå einar 100 til 200 milliónir árliga tey næsti árini. Bjarni Djurholm sigur, at alternativið er, at kostnað- arstóðið lækkar, soleiðis, at lønarlagid lækkar, sam- stundis sum skatturin lækkar. Samanfall - Hetta er okkara grundarlag undir fullveldi, tí vit meta, at uttan búskaparligt frælsi, er eingin meining í at práta um politiskt fælsi. Og her er samanfall millum tað Javnaðarflokkurin sigur og tað vit siga. - Meinar Javnaðarflokk- urin tað teir siga um at taka búskaparliga ábyrgd av landinum, so er tað gott, um ikki, so er tað meinings- leyst, sigur Bjarni Djur- holm, sum minnir á prísin ið eru sparinga: Hann metir, at spurning urin er, um hetta verður gjørt innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Í sam- veldi ella fullveldi. Og har kemur politiska stødan inn í myndina, heldur Bjarni Djurholm, ið heldur tað rættasta er fullveldi. Bjarni Djurholm metir uppskotið um fullveldi at liggja ímillum tað, ið Tjóð- veldisflokkurin vil, loysing, og uppskot Javnaðarflok- sins um samveldissáttmála og sjálvstýrislóg. Tað er ymiskt, ið ein kann fylgja við í viðvíkjandi hugsanum Javnaðarflok- sins. Hetta er jú ikki nýtt fyri okkum, vit vóru jú í samgongu í 1991. Tá var ein bara greiður yvir, at einki stig kundi takast, fyrr enn stýrisskipanarviðurskiftini í Føroyum vóru fingin á pláss og vit valdu tá nevnd at fáa hetta avgreitt og síðani er nýggja stýrisskipan komin og virka vit eftir henni nú, sigur Bjarni Djurholm. - Tí kann ein siga, at stig- ið varð tikið í 1991. So kann ein kjakast um, hvert ein skal vera innanfyri ella utt- anfyri rikisfelagsskapin, men tað vit siga, er at neyð- ugt er at ein vil og torir og er førur fyri at taka neyðugu stigini til búskapaliga part- in, sigur Bjarni Djurholm. Skerja á almannagkinum Men almennu stovnarnir eru ikki júst minkaðir í síðtu tíðina? - Nei, heldur hinvegin, men tá tíðirnar gerast betri, so upplivir ein ofta, at trýst- ið á t.d. almennu stovnarnar gerst stórri og tí kann ein siga, at tað skulu breiðir herðar til at bera góðar tíðir og til at taka takið at skerja almenna sektorin, men skal ein hugsa sær fullveldi við skerdum almennum sektori, so er neyðugt at minnast til, at góðu tíðirnar við góðum fiskiskapi og prísum hava vit onga ávirkan á. Tað kann ganga hinvegin um 1- ella 2 ár. Og megna vit ikki at halda aftur og leggja til síðis í góðum tíðum, so kann verða soltið, tá skerjast skal í verri tíðum, heldur Bjarni Djurholm. Javnaðarflokkurin skerja á almannagkinum? Hann metir myndina at vera sera einfalda, tí verður full- veldi, so fylgja veitingar úr Danmark ikki við og tí skal sparast. Okkurt skal í staðin og har er talan umbetri kappingarfori og tillagingar á skattatrýsti og lønarvidur- skiftum. - Tíðin vil vísa hetta. Vil javnaðarflokkurin hetta? Tað ivist eg i, men tað er út frá politiskum sjónarhorni. Eg trúgvi ikki, at Javnaðar- flokkurin ynskir at skerja á almannagkinum, men lat okkum hugsa okkum, at vit vóru samd um hetta, so høvdu vit verið komin langt, uttan mun til, um tað kallaðist samveldi ella full- veldi, sigur Bjarni Djur- holm, sum minnir á, at Fólkaflokkurin og Javnað- arflokkurin fyri 8 árum síðani vóru samdir um at gera ymiskt, men tað stødg- aði, tí stýriskipanarviður- skifti máttu fáast á pláss. Bjarni Djurholm metir, at lítið nýtt er í tí, sum Javnaðar- flokkurin sigur seg vilja á sjálvstýriskós - Síðani hava vit ikki verið í samgongu og hava ikki havt møguleika at gjørt nakað, men nú er politiska stødan ein onnur. Vit eru í samgongu við Tjóðveldis- flokkinum, sum einki hevði ímóti at fremja okkara UPP 'AFTURLATINGARTIDIR fyri sål og mykibonk Í SVIMJIHØLLINI Tidirnar eru hesar: Månadag Tysdag Mikudag Hósdag Fríggjadag Leygardag & Sunnudag kl. kl. kl. kl. kl. kl. kl. kl. kl. 06:45 - 20:00 06:45 - 20:00 06:45 - 14:00 06:45 - 20:00 06:45 - 20:00 08:00 - 10:00 14.00 - 17.00 08:00 - 10:00 14:00 - 17:00 SVIMJIHOLLIN í 1 GUNDAD ALÍ stevnu um ein samríkjasátt- mála, fullveldi, sigur Bjarni Djurholm, sum metir, at Fólkaflokkurin hevur fingið sínar karmar um viðurskift- ini viðvíkjandi ríkisrættar- stóðu Føroya í samgongu- skjalið. í Gundadali —————.........——.—.—.—>—— — —-—— ú- - ú- . ;. . ;. xx. x.-x;.; xx. xx x. enge gegen