Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

21 ára gamli Jákup Sverri Kass hevur nú verið tingmaður í góðar átta mánaðir, og hetta hevur verið ein strævin tíð við nógvum arbeiði, sigur Jákup Sverri í samrødu við Yngd Terji Nielsen Tað vakti ans. tá ið tann ein- 21 ára gamli Jákup Sverri Kass úr Havn tók sæti á tingi umboðandi Sjálvstýrisflokkin. eftir at Helena Dam á Neysta- bø var farin út í landsstýrið. ans Yngsti tinglimur í søgu løg- tingsins er ungi havnarmað- urin, og tey eru helst ikki mong í hansara aldri. sum kundu tonkt sær at siti í hans- adra SESSI. Herð byrjan Spurdur um tað var nógv at seta seg inn í, tá ið man kemur á ting. svarar Jákup Sverri. at so er. "Tad er ótrúliga nógv at lesa og at seta seg inn í, og so skal man sjálvsagt eisini læra seg mannagongdina í tingin- um og í tingarbeiðinum." Eisini sigur Jákup Sverri, at hann ikki hevði væntad, at tað fór at verða so strævid, sum tað nú einaferð er. "Tey flestu halda ótvað, at tingarbeidi bert er tær ferðirnar, tá ið tingfund- ir eru á skránni, men soleiðis er tað so barasta ikki. Sjålvir tingfundirnir eru bert ein brøkpartur av tingarbeiðinum. meðan nógv tann størsti part- urin er nevndarfundir, alt eftir hvørjum nevndum ein situr i.” Sjålvur situr yngsti maður á tingi í trimum rættuliga krevj- andi nevndum. Jákup Sverri er limur í ávíkavist vinnunevnd- ini, uttanlandsnevndini og grein 19 nevndini, har hann eisini er næstformadur. Serliga er tað vinnunevndin, sum fer við nógvum fundararbeidi, og hendan nevnd verður mett sum tann næststrævnasta, bert yvirhálað av figgjarnevndini. Fyrstu tíðina, eftir at hann var Yngd nr. 4 - 27. jan. 1999 komin á ting, brikti Jákup Sverri nógva tíð til at lesa hópin av málum, sum lógu í tinginum og bíðaðu eftir nýggju tingmanningini, men tá ið hann var liðugur við hetta, so var framvegis nóg, annað, ið hann skuldi seta seg inn í. "Tú hevur altíð eina rúgvu av ymiskum málum liggjandi, sum tú skal lesa. og so situr man eisini og orðar fyrispurningar til eitt nú lands- stýrismenn." Hetta kvoldið Yngd prátaði við Jákup Sverri fór hann at seta seg at skriva ein fyrispurning til landsstýr ismannin í skúlamálum um lestrarstuðulin. Fingið nýggj hjartamál Í samrødu við Sosialin tá ið hann tók sæti á tingi. segði Jákup Sverri millum annað. at tað serliga vóru umstødurnar hjá teimum ungu og lesandi. ið lógu honum nærmast hjart anum. Hesum heldur hann fas! við, og tað, sum hann gongur mest upp í, er ávíkavist lestr- arstuðulin og so ein útbygging „OE av Studentaskúlnaum í Hoy- dølum. Nógv kjak hevur verið um lestrarstuðulin, og tað kann tykjast trupult at finna út av. hvat landsins myndugleikar lara at gera í hesum máli til komandi skúlaár. Jákup Sverri sigur, at eftir hansara tykki er tað ógvuliga umráðandi. at tey. sum eru undir 18 ár. eisini faa lestrarstuðul, og ikki sun onkrum uppskoti, ið hevur verið frammi, standa til at få einki. Millum annað tí hevu! Jákup Sverri í gjár setti fyri- Spurning fram á tingi til lands stýrismannin fyri at fáa at vita hvat ið hendir í hesum máli.