hósdagur 30. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 30. desember 2004
27
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
TWELVE IS
THE NEW ELEVEN.
Hósdagin
30.12.kl. 2245
Hósdagin
30.12.kl. 2030
Hósdagin
30.12.kl. 2230
®
Fra folkene bag
www.stahaj.dk
Billettprísur 55,- kr.
Við danskari talu
Hósdagin
30.12.kl. 1630
Hósdagin
30.12.kl. 1800
Ensk tala/danskur tekstur
Hósdagin
30.12.kl. 1600
Hósdagin
30.12.kl. 1830
Hósdagin
30.12.kl. 2000
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
Hvad går det
hele ud på?
www.uip.dk
P BIO P
KIOSKIN
Heitt Pop-Corn
- Coca Cola -
Góðgæti - Fóm
ís - o.m.a.
Mikudagin kundi
landsstýrismaðurin í
vinnumálum seta
21,5 mió kr. í parta-
peningini í nýggja fel-
agið, sum í framtíðini
skal reka Postverkið
POSTVERKIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinnapartin mikudagin,
eftir evstamark okkara,
varð partafelagið, sum ætl-
andi skal eiga og reka
Postverkið, formliga sett á
stovn.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
hevði á fíggjarlógini eina
heimild til at seta 21,5 mió
kr. í nýggja felagið, og tí er
neyðugt, at felagið verður
stovnað nú, áðrenn nýtt
fíggjarár
byrjar.
Eisini
hóast seinastu formligu
viðurskiftini enn ikki eru
komin heilt upp á pláss.
– Nú restar so í, at
løgtingið skal samtykkja
eina umskipanarlóg. Hend-
an er send flokkunum til
umrøðu, og væntandi verð-
ur tað so lagt fyri tingið
tíðliga í komandi árinum,
staðfestir Bjarni Djurholm.
– Vit høvdu annars ætlað
okkum, at málið skuldi
verið endaliga avgreitt í ár,
men av ymsum ávum hava
vit valt at bíða eitt sindur
við endaligu umskipanini.
Eitt nú vildu vit sera fegnir
hava konsensus í hesum við
starvsfólkini. Og tann part-
urin kom so í lag í desem-
ber mánaði, tá vit fingu
eina semju við Postfelagið
um hetta, staðfestir hann.
Bjarni Djurholm vil enn
ikki siga, hvør fer at manna
leiðsluna í nýggja felagn-
um, ella hvussu felagið fer
at eita. Hann staðfestir tó,
at tað sambært viðtøkunum
kunnu vera millum fýra og
seks persónar í nevndini.
– Starvsfólkini koma at
eiga tveir nevndarlimir, og
vit hava so sjálvir valt, at
vit fyri fyrst seta tríggjar
nevndarlimir. Hvørjir hesir
eru, vil eg tó ikki siga her
og nú, staðfestir Bjarni
Djurholm.
Heldur ikki vil hann siga,
hvør fer at stjórna nýggja
felagnum, men her tykist
tað mest upplagda í øllum
førum, at Bergur í Garði,
postverksstjóri, fer at verða
fyrsti stjórin.
Alneyðugt stig
Tað er eingin loyna, at um-
skipanin av Postverkinum
hevur
verið
eitt
av
høvuðsmálunum hjá lands-
stýrismanninum hesi sein-
astu árini. Fleiri ferðir hev-
ur hetta verið havt á lofti
seinnu árini, men tað er so
ikki fyrr enn nú, at tað
hevur eydnast at fáa polit-
iskan meiriluta fyri ætl-
anini.
– Hetta er nakað, sum vit
hava arbeitt leingi við, og
mín meinin er í øllum
førum, at hetta er nakað,
sum skuldi verið gjørt fyri
langari tíð síðani. Politiskt
hevur tó ikki verið møgu-
leiki fyri ætlanini áður, men
í verandi samgonguskjali er
hetta so staðfest, sigur
Bjarni Djruholm.
– Skulu vit hava eitt væl
virkandi postverk, so er
alneyðugt, at hetta fær teir
røttu karmarnar at virka
undir. Verður talan fram-
vegis um ein almennan
stovn, so fer hesin at fána
alt meira burtur, sum tíðin
líður. Er hetta politiska
ynskið, so má tað helst vera
so, men tað haldi eg ikki
vera tað rætta, og tí eri eg
fegin um stigið, sum nú er
tikið,
staðfestir
Bjarni
Djurholm at enda.
So gjørdist Postverkið til P/F
– Verður talan framvegis um ein almennan stovn, so fer hesin
at fána alt meira burtur, sum tíðin líður, sigur Bjarni
Djurholm, sum seinnapartin mikudagin kundi seta 21,5
almennar milliónir í nýggja partafelagið
Landsstýrismaðurin vil ikki staðfesta, hvør verður stjóri í
nýggja felagnum, men tað tykist sannlíkt, at talan verður um
verandi postverksstjóran
Lesið Sosialin - so eru tit við
www.sosialurin.fo
veitst tú ikki tað?