Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S08s2luri Nr. 19 — 29. JANUAR 1999 Orðas Roykur, men ongin grind Set hendurnar fyri ovruni. Jodla síðani - ropa. SO ert fu VISUr grundgevingar ella Passa påstandirnir? Eg havi tað álit á føroying- u at teir eru tlørir fyri at gjøgnumskoda hetta for- spælið. Tildømis rna unnu fólk bara hugsa um, ørjir pástandir eru ferðir in móti landsstýrinum nasta hálva árið: Fólka mar Føroyar, offra væl- ferðina, kuta, kvetta, prokl- amasjónir, ørskapur, van- tandi heimaarbeidi, for- fongiligheit, andstødan sett uttanfyri og so framvegis og so framvegis. Í dag kunnu fólk sláa fast, at ikki eina av hesum pástandum hevur hald í veruleikanum Tað vita andstøduflokkar- nir eisini væl. Teir eru kunn- aðir um hvert nikk og prikk, sum landsstýrið ger í sjálv- stýrismálum. Andstødu- flokkarnir koma nú sum ketta burturúr høvdatrog við sonevndum útspælum á sjálvstýrisleið, og tí var vón um endiliga at hava eitt sak- ligt orðaskifti um framtíð- arstøduna. Men ístaðin tykj- ast doyvingarrópini nú at vera verri enn nakrantíð. Er legtingið ódemokratiskt? Sama dag, sum útspælið frá Javnaðarflokkinum er kom- ið, síggi eg aftur ovast á breddanum í einum av blød- unum grov álop á mín per- són. Um ódemokratiska framferð og vantandi virð- ing fyri løgtingsarbeidi og stýrisskipanarlóg. Øll søgan er bygd á beinleiðis ósann- indir um, hvat er farið fram Einasta keldan er eitt parta- politiskt róp frá einum ein- støkum tinglimi. Og um hugt verður at pástandinum um, at ein landsstýrismaður stýrir eini nevnd, so er tað ikki møguligt Løgtingsmenn gera sjálvir sínar niðurstøður í nevndum og løgtingid hevur sjálvsagt valdið á øllum lógum. Og løgtingid kann harafturat ju slettis Veruletkar, ella at tú ikki hoyrir nakrar sum ikki hóva elst tex flestu roynt minnist eg af S7 VrI MONgQUÐ Win sÅ stkr , , ) d CH ) g ømt ] ggjand DISSKINNS sty r sskipanini. Tað einasta ein landsstýrismaður kann gera, er at svara spurningum og grundgeva fyri sínum svarum, tá hann er biðin um tað. Um tað er ódemokrat iskt, so veit eg ikki longur, hver meiningin er. Kortini eri eg sannførdur um, at sannleikin í hesum måli kemur fram i sambandi við 2. viðgerð av uppskoti- num um grundlégarnevnd Orkymlan er endamálið Síðani verður framvegis rópt við ræðumyndum og mistulkingum av ætlanum landsstýrisins um ríkisrætt- arligu stóðu Føroya, sam- stundis sum andstøduflokk- ar siga seg vilja semjur. Tad er sera ilt at siggja nakað annað endamál við hesum enn at skapa ørkyml- an og ótryggleika, við tí endamåli at køva tær mongu spírarnar og blóm- urnar, sum eru farnar at vaksa allastaðni, síðani kós- in varð sett móti fullveldi: Ongantíð fyrr hava vit havt eitt so lívligt orðaskifti um búskaparligt sjálvbjargni og framtidarmøguleikar sum nú. Ongantíð fyrr hava fólk sitið og arbeitt so miðvíst við at útgreina allar avleið- ingar, krøv og møguleikar til eitt sjålvbjargid føroyskt samfelag — at seta karmar um framtíðina. Og hóast tað øvugta verður rópt ferð eftir ferð, so fer alt hetta tilfarið at koma á borðið, áðrenn alt Føroya fólk kann viðgera og taka støðu til framtíðar- karmarnar hjá hesum land- inum. Ég skal tí enn einaferð royna at lýsa skrivliga, hvat fer fram á hesum øki í landsstýrinum. Og hóast tað als ikki er uppiborið, skal eg royna at geva eina sak- liga viðgerð av útspælinum frá Javnaðarflokkinum. Ætlan landsstýrisins Ætlanin hjá landsstýrinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støduni er formliga í tveim- um. — Eg vil mæla til, at Javnaðarflokkurin heldur fasi um sínar endamálsorðingar. Og at hann síðani brúkar úrslitið av kanningunum, sum landsstýrið hevur sett í verk, til at gera av, hvussu veruligt sjálvstýri og sjálvbjargni kann tryggj- ast fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal 1. Ein sáttmáli verður gjørd millum Danmark og Føroy- ar, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi. Sátt- málin skal áseta framtíðar- samstarvið millum londini. Í hesum sambandi verður eisini gjørd avtala um eina búskaparliga skiftisskipan. Sáttmálin verður lagdur fyri løgtingid og tå løgtingid hevur samtykt hann, verdur hann lagdur til fólkaat- kvødu til góðkenningar. 2. Ein grundlóg skal gerast fyri Føroyar. Nevnd verður sett at gera uppskot, sum verður lagt fyri løgtingid og síðani verður grundlógin løgd til fólkaatkvgðu. Ætlanin byggir å ta polit- isku grundhugsan, at før- oyingar skulu hava fult rædi og fulla åbyrgd av landi- num, og føroyska fólkið skipar hetta vald vid heim- ild í egnari grundlóg og gjøgnum sítt fólkavalda lóggávuting, løgtingid, og egnu stjórn, Føroya lands- stýri. Føroyar verða viður- kendar sum fullveldi eftir galdandi tjóðarrætti og kunnu frítt taka lut í altjóða samstarvi, sum sjålvstødugt land. Fullveldi er myndugleiki Tað er hetta, sum orðið full- veldi merkir. At tað verður viðurkent sambært galdandi altjóða fólkarætti, at føroy- ingar hava ognar-, yvir- valdsrættin og alla ábyrgd av landinum. Um vit ikki ynskja fullveldi, so vil evsta valdið og ognarrætturin til Føroyar framvegis liggja í Danmark. Um vit ikki ynskja fullveldi, so eru vit í altjóða viðurskiftum eins og ein persónur sum ikki er myndugur. Hann má hava eitt foreldur ella ein verja at skriva undir fyri seg, og ongin ger nakra avtalu við hann, uttan at foreldrið ella verjin hava játtað at taka ábyrgdina. Hava vit hinveg- in fulllveldi, so eru vit myndug mótvegis umheim- inum og kunnu troyta ótelj- andi møguleikar, sum vit ikki kunnu í dag. Vit kunnu við fullveldi knýta tøtt sambond við Danmark og onnur lond um samstarv, felagsskap, sam- veldi, samríki og so fram- vegis. Fortreytin fyri øllum hesum er, at vit hava fingið viðurkenning sum fullveldi. Tað kunnu gll sum kenna til altjóða fólkarætt og stats- rætt vátta. Uppskotið hjá landsstýr- inum miðar eftir at vit hava felags kongshús við Dan- mark, felags gjaldoyra og eina skipan við felags rætt- indum fyri føroyskar og danskar statsborgarar hvgr hjá ødrum. Harafturat ynskja vit samstarvsavtalur um uttanríkistænastu, heils- utænastu, útbúgving og rættarmál.. Sjálvbjargni er endamálið Men fullveldi hevur sjálv- sagt onki veruligt innihald, um vit ikki brúka henda myndugleikan til at skapa eitt betri og sjálvberandi samfelag sum gerst veruliga sjálvbjargið. Tí krevjast neyvar fyrireikingar og ætl- anir fyri, hvussu vit kunnu røkka hesum endamáli og at vit gera okkum greitt, hvørji krøv tað fer at seta okkum. Endamálið hjá sam- gonguni er at skapa eina trygga og skipaða gongd í hesum stórmáli, har øll fáa eitt haldgott grundarlag at taka stóðu. Tí hevur landsstýrið sett fleiri nevndir og bólkar at greina allar møguleikar og krøv út til eitt sjálvberandi føroyskt samfelag. Úrslitið verður savnað í eitt álit, sum verður lagt fyri almenningin og fyri tingið, áðrenn nakrar samráðingar verða við dan- ir. Fyrireikingar til framtíðina Nevndirnar og bólkarnir eru hesi: 1. Ein búskaparnevnd grein- ar tey búskaparligu og fíggj- arligu krgvini út og viðger avleiðingarnar av at minka blokkstuðulin burtur. 2.Ein = fyrisitingarbólkur samskipar arbeiðið í lands- umsitingini, har krøvini til lóggávu, fyrisiting og fígg- ing verða gjørd upp fyri at vit hava ræði gllum máls- økjum. 3.Ein såttmålanevnd ar- beidir vid, hvussu ein sått- måli kann gerast og hvørjar aðrar skipanir finnast mill- um heimastýri og fullveldi. 4. Skotið er upp fyri løgting- inum at seta eina grundlóg- arnevnd, ið skal viðgera tey grundleggjandi virðini og rættindini í føroyska sam- felagnum umframt sjálva stjórnarskipaninu. S.Ein greiður vinnulívspol- itikkur verður orðaður, har endamálið er at skapa nýggjar inntøkumøguleikar og ein tryggari búskap, ið hvílir á fleiri beinum. 6.Ein útbúgvingarnevnd undir Undirvisingar- og mentamålastyrinum arbeid- ir vid krøvunum til útbúgv- ing og gransking, sam- starvsavtalur við onnur lond, lestrarmøguleikar hjá tí einstaka o.s.fr. Í hesum stýri er eisini sett neynd at gera føroyska kirkjulóg- gávu. Hetta er sjálvsagt eitt um- fatandi fyrireikingararbeiði, men tað gongur væl. Og ongin ivi er um, at tosið um ræðumyndir sær munandi ødrvisi út, tå úrslitið kemur á borðið í summar. Tá fer at bera til at tosa enn meiri um møguleikar og avbjóðingar heldur enn avmarkingar. Uppskot Javnaðarfloksins Hóast allir møguleikar so- statt verða væl og virðiliga vidgjørdir í ætlanini hjá samgonguni, so eru onnur politisk útspæl komin, sum siga seg vera eitt alternativ. Javnaðarflokkurin hevur givið eitt boð í einum faldara. Fyrsti partur av faldara- num er ein uppreksan av lýtum við núverandi heima- stýrisskipan, sum nærum orðarætt er endurgeving av tí, sum samgonguflokkarnir hava ført fram. Harafturat sigur javnaðarflokkurin, at føroyingar skulu hava fult ræði á landinum og at vit skulu gerast búskaparliga sjálvbjargin. Vit skulu minka ríkisstuðulin burtur og vit skulu gera ein sátt- mála við Danmark um við- urskiftini landanna millum. Alt skal fara fram á ein tryggan hátt fyri vælferðina hjá tí einstaka føroyingi- num. Enntá tosar flokkurin nú um eina fólkaatkvgðu um framtíðarskipanina. I øllum hesum er Javnað- arflokkurin sostatt púra samdur við ætlanini hjá samgonguni. So kunnu vit spyrja: Hví hava vit so nú í einar sjey mánaðir hoyrt róp og ókvæmisorð um ætlanir landsstýrisins? Er tað bara orsakað av orðinum full- veldi, sum eftir gllum at dóma er púra misskilt og gjørt til ræðuorð?