leygardagur 30. januar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 30. JANUAR 1998
Nr. 20 - 30. JANUAR 1999
Emmy Johansen:
Vit bíðaðu og
Eins og við Titanic á sinni roknaði
eingin við, at stásiliga skipið Hans
Hedtoft kundi søkka.
- Men vit vita, at tað sum er gjørt av
mannahondum kann ikki gerast so
trygt, at tað kann standa ímóti slíkum
ódnum sum eru við Kappan, sigur
Emmy Johansen, ið misti mannin, sum
var annar stýrmaður umborð. Í dag eru
40 ár síðani Hans Hedtoft fórst í
Grønlandi.
Richard Jacobsen úr Sandvík var annar stýrmaður
umborð á Hans Hedtoft. Hann var sonur Jákup á
Hólum og Mariu Sofíu úr Geilagarðinum í Skúvoy
Turið Kjølbro
30. januar í 1959 fórst stóra
farma- og ferðamannaskip
ið hjá Kongliga Grøn-
lendska Handlinum, Hans
Hedtoft, við Kappan í Grøn-
landi. Umborð vóru 95 fólk
og eingin teirra spurdist aft-
ur.
Hetta var jomfrúferðin
hjá hesum stórfingna skipi
og eins og við Titanic slaka
hálva øld framman undan
roknaði eingin við, at van-
lukkan kundi henda.
Tveir føroyingar vóru
við. Olavur Guðsjónsson,
ættaður úr Klaksvík. búsit-
andi í Grønlandi. Hann var
føddur í 1943. Hin var Ric-
hard Jacobsen úr Sandvík.
sum var annar stýrmaður.
Richard var føddur 7.
februar i 1928. Var giftur
við Emmy, eisini ættað úr
Sandvík, og saman átti tey
tvær døtur, Mariann, fødd í
1957 og Richa Beintu, fødd
í 1958. Yngra dótturin var
bert hálvt ára gomul, tá
pápin fórst.
- Hon varð doypt Beinta
4. jan., sum Richard fór av
stað 7. jan. Seinni broyttu
við navn hennara til Richa
Beinta, greiðir Emmy frá.
Emmy var 24 ára gomul.
tá ið hon misti mannin og í
1963 varð hon gift upp aftur
við Harry Johansen í Havn.
Hans Hedtoft, sum var 87
metrar til longdar, var ut
gjørt serliga til sigling i
grønlendskum farvatni og
var å tremur vid nytimans
trygdarútgerð.
- Maður mín var við ein-
um øðrum skipi hjá Grøn-
lendska Handlinum, men
tíðindablað
Minningargudstænastur vóru í Sandvíkar
kirkju og Holmens kirkju. Henda myndin er
frá syrgihátíðarhaldinum í Holmens kirkju,
har donsku kongshjúnini tóku lut.
var biðin um at koma um-
borð á Hans Hedtoft, tí har
skuldi bert fólk við góðum
pappírum og royndum um-
borð. Tað varð sagt. at
skipið varð bygd so gott og
sterkt, og tá kennir tú teg
tryggari. Sjálvandi hugsar
tú um vandan sum er á hasi
farleiðini. pápi mín sigldi
eisini har, og har var altíð
so ringt veður. Men vit vita,
at tað sum er gjørt av
mannahondum ikki kann
gerast so trygt, at tað kann
klára seg ímóti slíkum ódn-
um sum eru har, sigur
Emmy
Leitaðu til fánýtis
Av teimum 95 fólkunum
umborð taldi manningin 40
og ferðafólkini vóru 55 í
tali. Harav vóru 19 kvinnur
og seks børn. Skiparin var
høgt virdi Poul L. Rasmus-
sen, sum var ein royndur
grøndslandsfari. Hvar skip-
ið fórst er ongantíð uppklár-
að. Ein bjargingarkransur
við navninum á skipinum
varð seinni funnin við Is-
land nógvar mánaðir seinni
og hurðin á kahyttini hjá 2.
stýrmanni varð funnin í
Grønlandi.
At uppliva eina so stóra
vanlukku og sorg var ræðu
ligt, og tað er trupult at
greiða frá. Vit bíðaðu og
bidadu, og vónaðu alla tíð
ina, at skipið fór at spyrjast
aftur. Reiðaríið setti seg
skjótt í samband við oll av-
varðandi. Hetta var jú fyrsti
túrurin hjá skipinum, so eg
kendi ongan annan umborð
uttan eitt sindur til konu
skiparan. Føroyski trolarin
Fiskanes var á leiðini og
royndi at leita, men uttan
úrslit, sigur Emmy
I bókini Jól á Halanum,
sum er endurminningar
Hans Paula Johannesens.
verður greitt frá leitingini
Hans Pauli. sum var skipari
á Fiskanes. greiðir frá:
- Tá vit dagin eftir sóu tey
skip. sum vóru komin at
leita, visti eg, at posisjónin.
ið Johannes Kriiss hevði
uppgivið fyri Hedtoft,
mundi vera skeiv. Ismeld
ingin, tann stutta løtan og
siglingin úr Julianehåb sud-
ur á Kappan og skynsemið
hjá Poul L. Rasmussen
skipara øll borgaðu fyri. at
hetta nógv umhildna skip
var sokkið 20 fjórðingar frá
okkum. Tað óhugnaliga var
ikki
ollum øðrum illveðri, men
illveðrið, sum líktist
ísurin, sum púra óvart
byrgdi okkum inni. Hedtoft
er komin í somu støðu sum
vit, hevur roynt at venda út
frá landi, sudureftir, men
eitt ísfjall hevur sprett síð-
una upp á honum sum ein
skeribrennari eitt mjólkar
blikk
Tjóðin syrgdi
I Danmark vórðu pengar
savnaðir inn til tey, sum
høvdu mist, og tað sum kom
inn var sett í grunnin Grøn
landsfonden af 1959”. Hes
in er framvegis til og rindar
til ymisk endamál
Eg minnist ikki rætti-
liga, hvussu nógvur pening-
ur kom inn, men endamálið
við honum var at geva børn
unum, sum høvdu mist for
eldur. pening til útbúgving
Vit kundu søkja um pening
Eldra gentan hjá mær fekk
eitt sindur um mánaðin
meðan hon las niðri, sigur
Emmy
Øll tann danska tjóðin
stuðlaði innsavningini og
tóku lut í stóru sorgini.
Minningargudstænasta var í
Sandvíkar kirkju 1. mars i
1959 fyri Richardi Jacob-
sen. Almenna syrgihátíðar-
haldið, sum var eitt slag av
eini jarðarferð uttan kistur.
var í Holmens kirkju 18.
februar, og Ingrid drotning
og Fríðrikur kongur tóku
lut. Helligånds kirkja i
Keypmannahavn verdur å
40 ára degnum fyri sorgar-
leikin - í dag - karmur um
eina minnisgudstænastu.
Lagnan ókend
Tað er ongantíð vorðið
greitt. hvat hendi stóra skip-
inum hjá Kongliga Gron
lendska Handlinum. Rendi
skipið á eitt ísfjall? Ella
vóru álvarslig bygningsbrek
í skipinum? Hvussu doyðu
13
Hans Hedtoft var serliga
útgjórt til farleiðina við
Kappan.
hesi neyðars fólkini? Hví
kom eingin í bjargingarbát-
arnar?
Eftirtíðin hevur ikki gjørt
nógv við at uppklára van-
lukkuna. Politiskt var van
lukkan eitt viðkvæmt mál
Ráðharrin fyri Grønland
mundi endað í einum ríkis
rættarmåli, sum eftir øllum
at dóma hevði endað við, at
stjórnin heyði verið noydd
at farið frá. Hon varð spard.
tí slíkar ferðir við Kappan
vórðu ikki so sjáldsamar og
vórðu neyðugar, tí skipini
sigldu við neydsynjarvørum
ul grønlendingar, ið búðu í
útjaðarunum
Seinni er komið fram, at
Kongligi Grønlendski
Handilin hevdi fingið nógv
£ hvussu
vandamikið
í farvatninum við Kappan
Tann 29. januar var skipið
liðugt lastað í Julianeháb og
kl. 21.15 lokala tíð setti tað
kós ímóti Keypmannahavn
Um náttina sendi skipið
fleiri ferðir boð um radio
um veðrið. vind og posi
sjón. Og alt var sum tað
skuldi vera
Klokkan 13.56 sendi
Hans Hedtoft fyrsta neyðar
kallið og boðaði frá, at
skipið hevði rent á eitt ísfjall
og sjógvur streymaði inn
Flogfør vórðu send út at
leita. men eingin fann nakra
slóð
Klokkan 18.06 fekk Prins
Chr. Sund Radio veik signal
frá einum eftir ollum at
døma heilt róligum fjarrit
ara. Tveir royndir fjarritarar
týddu signalini sum eini boð
til umheimin um, at alt nú
var ov seint. Hans Hedtoft
sekkur"
Sjey dagar aftaná hildu
skip og flogfør upp at leita
Hans Hedtoft varð skrásett
sum gingið burtur. og tey
95 fólkini umborð sum
deyð
ar avaringar um.
t
að var at sigla
Ja
3