Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 2. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið | ÉT Es OO TI ISO A IO OO 0020 ——— ————… k V Prix Føroyar kappingin: Kjølar vunnu å Tvøroyri Dygdin var góð á tónleikinum til Prix Føroyar á Tvóroyri. Flestu bólkarnir vóru nýggir, men hetta ávirkaði ikki dygdina. Vinnar gjórdust Kjólar, sum í seinastuni rættuliga hava sligið seg fastar í tann fóroyska tónleikaheimin JOHN JOHANNESSEN TB-húsið var fullsett til Prix Føroyar kappingina seinasta leygarkvøld. Atgongumerk- ini vóru longu útseld hós- dagin, og nógv vóru tey, ið ikki fingu atgongumerki. Tey 450 fólkini, ið vóru so heppin at fáa atgongu- merki til kappingina, høvdu ikki leitað sær i TB-húsið til fánýtis. Dygdin var góð á tónleikinum hjá øllum bólkunum. Teir spældu heldur ikki allir sama slag av tónleiki, so tónleikaúr- valið var fjølbroytt, til gagns fyri tey ymisku tón- leikaoyruni, ið stødd vóru í TB-húsinum leygarkvoldið. Ahoyrararnir væl við Ikki er vanligt í Føroyum at leita sær í dans ella til konsert tíðliga á kveldið. So var heldu ikki, tá tann fyrsti bólkurin, Stainless Steel, steig fram á pallin klokkan hålvgum tiggju. Tískil hevði bólkurin heldur ikki tann heilt stóra møguleikan at fáa hjálp frá áhoyrarun- um, men lagið var gott, og teir fáu áhoyrararnir, ið longu vóru komnir, hugn- aðu sær Oført. Hóast áhoyrararnir ikki vóru nógvir í tali, tá kon- sertin byrjaði, gekk ikki long tíð áðrenn TB-húsið tók at fyllast. Tá framførsl- an hjá Stainless Steel var av, var dansigólvið longu næst- an fult, og áhoyrararnir stuðlaðu leikarunum ófgrt. Væl samanspældir vinnarar Mest kendi bólkurin á Prix Føroyar kappingini á Tvør- oyri var bólkurin Kjølar. Hesin gjørdist eisini vinn- arin av kappingini. Kjølar høvdu eina framførdslu, ið var merkt av, at talan er um ein væl samanspældan bólk. Tónleikurin fall somuleiðis væl í oyrað, solofarmførsl- urar vóru framúr góðar og útsetingarnar av løgunum vóru somuleiðis góðar. Tó var eitt, ið bólkinum vant- aði, og var hetta pallfram- førslan. Henni var ikki ser- liga nógv gjørt burturúr, men áskoðararnir tóku tó væl undir við bólkinum - kanska tí hann er so kendur. Flux stór hóttan Stóra hóttanin hjá Kjølum var ungi bólkurin Flux. Hesin bólkurin er mannaður við heilt ungum tónleik- arum. Miðalaldurin liggur um 17 ár. Tónleikurin er al- ternativur grunge tónleikur, og var hesin væl móttikin á Tvøroyri leygarkvoldið. Flux er ikki ein gamal tónleikabólkur. Manningin hevur spælt saman í hálvt- annað ár undantikið trummuleikaran, ið byrjaði um jóltíðir í fjør. Teir fýra í Flux hava tó megnað at skapt ein dygdargóðan tón- leikabólk, ið fór avstað við 2. plássi á Prix Føroyum á Tvøroyri. Munurin var ikki tann stóri millum Kjølar og Flux, og tískil kundi Flux metast sum ein hóttan móti Kjølum. Flux høvdu gjørt eitt sind- ur burturúr pallframførsl- uni, vid at lita hårid og at klæða seg í målaradraktir við búmerkinum hjá bólk- inum á, men hóast alt vant- aði tað beinleiðs sambandið við áhoyraran. Eisini legði ein til merkis, at bólkinum vantaði samanspæl, tí tá ávís brot skuldu spælast, samskiftu leikararnir heldur nógv á pallinum. Men heilt avgjørt kann sigast, at bólk- urin Flux er ein dygdargóð- ur bólkur, ið hevði uppiborið 2. plássið. Meira um Prix Føroyar å Tvøroyri i Yngd mikudagin Ógreglustóðin i Havn: 14 tikin i paragraf 13 Fríggjadagin hevdi løgreglan i Havn paragraf 13 kanningar. Hesar kanningar umfata m.a. kanningar av lyktunum. Eis- ini verða dekkini kannaði. og hugt verður eftir, at bilførararnir sita í trygdarbelti og at teir hava koyrikortið uppi á sær. Í kanningini fríggjadagin fingu 14 bil- førarar bót. 4 av hesum sótu ikki í trygdarbelti, 4 høvdu vánaligar lyktir og 6 høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, eins og kravt er. Átta hunda- eigarar bót Frígjadagin fingu átta hundaeigarar í Havn bót fyri at lata hundar teirra ganga leysar. Løgreglan er, saman við hunda- fangaranum, farin í hernað móti leys- gangandi hundum, og fingu í seinastu viku tilsamans 15 hundaeigarar bót fyri at lata hundar teirra ganga leysar í bý num. Eldur settur á bil Náttina til leygardagin klokkan 01:29 fekk løgreglan fráboðan um ein bil fekk løgreglan á Havn fráboðan um, at eldur var komin i ein bil. Løgreglan hevur kannað málið, og hildið verður, at eld- urin er ásettur. Løgreglan sigur, at hon hevur spor at ganga eftir í hesum máli. Hýruvognur stolin Sunnunáttina klokkan 0:24 fekk løg- reglan í Havn boð um, at ein hýruvognur var stolin frá bilstødini Auto. Løgreglan fór út at leita eftir tí stolna hýruvogn inum, og varð hann funnin aftur við lendingina á Hvítanesi. A veg niðan til Hvítanes hevði bilurin rent á ein annan bil við Norðurlanda- húsið og á ein elsteyra í Hoydølum. Tískil hevði bilurin fingið skaða. Tað eydnaðist føraranum at sleppa sær burtur, áðrenn hýruvognurin varð aftur- funnin. Løgreglustødin í Runavík: Knúst stolnan bil Leyganáttina klokkan 4:30 fekk løg- reglan i Runavik fråbodan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Skipaneskross- inum. Tað var ein fullur ungur drongur, ið hevði stolið bilin og seinni koyrt útav á Skipaneskrossinum. Hóast bilurin fekk stóran skaða, hendi ikki dreinginum nakað. Hann er skuld- settur fyri bilstuldur og rúsdrekka- koyring. Eldur í sethúsum í Leirvík Klokkan 5:00 leygarnáttina fekk løg reglan í Runavík fráboðan um eld í ein um húsum í Leirvík. eldur var komin í komfýrin í køkinum Tað eydnaðist sløkkilidinum at basa eldinum, men húsini fingu tó stóran skaða. Køkurin og gangurin brendu og restin av húsunum fekk stóran royk- skaða Herverk í Leirvík Leygardagin fekk løgreglan í Runavík boð um, at herverk var framt móti einum báti við bryggjuna í Leirvík. Talan var um tveir rútar í stýrhúsinum, ið vóru brotnir Løgreglan í Runavík upplýsir, at hon hevur illgruna um, at skotið er við byrsu í rútarnar Taskutjóvur í Saltangará Leygardagin varð ein mappa stolin úr taskuni hjá eini konu, ið var stødd inni í einum handli í Saltangará. Í taskuni vóru m.a. kredittkort og eitt sindur av peningi Løgreglan heldur seg vita, hver framdi brotsgerðina Innbrot á apotekið Náttina til sunnudagin var á apotekið í Runavík. Talan er um eina handkeypsdeild, so innbrotstjóvarnir hava ikki fingið fatur á sterkum heilivági Málið um innbrotið á apotekið í Runa vík verður í løtuni kannað ð framt innbrot nøkrum serliga Løgreglustødin í Klaksvík: Innbrot í grillbarr Løgreglan í Klaksvík hevur havt eitt friðarligt vikuskifti. Hend eru try små ferðsluóhapp og onkur fullur er koyrdur til hús. Sunnunáttina fekk løgreglan í Klaksvík tó fráboðan um, at brotið var inn í eina grillbarr í bynum, har 1.000 krónur vóru stolnar. Løgreglan í Klaksvík upplýsir, at hon hevur fingið heilar 40 sakir frá trygg- Ingini, um nummarspjøldur, ið skulu klippast av bilum. Løgregustødin á Tvøroyri: Nógv fólk i bynum men einki at gera Løgreglustødin å Tvøroyri upplysir, at ein rúgva av fóliki var í bynum leygar- kvoldið, tá Prix Føroyar tiltakið var á Tveroyri. Hóast tað nógva fólki i býnum hetta kveldið, var einki at gera hjá løg- regluni. Tey ungu fólkini gjørdu ikki nógv um seg í bynum, verður sagt frá løgregluni á Tvøroyri Ungur grønlendingur burturblivin JOHN JOHANNESSEN Løgreglan leiar eftir ti 18 åra gamla grønlendinginum Lars Raq Larsen. Hann var i Havn við grønlendska trolaranum Polar Prinsess, men tå skipið var farið avstað aftur, uppdagaði manningin, at maðurin ikki var við. Løgreglan hevur leitað við hundum á keiøkinum, men hildið verður ikki, at maðurin er dottin á sjógv, tí hann er sæddur í býnum um náttina. Heitt verður á tey, ið møguliga vita okkurt at siga um Lars Raq Larsen, at venda sær til løgregluna í Havn á telefon 311448.