Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar Nr. 21 — 2. FEBRUAR 1999 Framúrskarandi liðavrik sendi Føroyar vidari í U18 kappingini Hondbóltur: Við Alexanduri Johansen á odda vunnu Føroyar á Moldova og komu víðari í HM-kappingini EmiL L. JACOBSEN Tey sum vóru í Vestmanna friggjakvøldid og sóu før- oyska U18 landsliðið hjá monnum tapa 27-17 móti Kypros, høvdu ivaleyst ikki tær stóru vónirnar til dystin móti Moldova sunnudagin. Eingin visti nakað um moldaviska liðið, men at tað fór at verða ein stór avbjóð- ing, var helst lítið at ivast í Móti Kypros fríggja- kveldið vísti føroyska liðið gott spæl í løtum, og serliga Alexandur Johansen úr StIF og málverjin Hallur Daniel- sen úr Kyndli stóðu sterkir í myndini. Heilar tríggjar ferðir hevði Hallur fatur á br á sterka Marios men skotini vóru ov hørd til, at hann kundi halda teimum úti. Hinvegin fingu spælarar m Regin Petersen og og skasti Ér Efstathiades Halgir Dal Olesen, id eru millum álitini á 1. deildar- liðunum hjá ávikavist Kyndli og H7I, ikki so nógv burturúr, sum ein kundi havt vónað og vænt- ð Hartil skal eisini sigast, at liðið hjá Kypros var gott. Serliga júst nevndi bak- spælarin Marios Efstathia- des var sera ringur at halda hjá føroysku verjuni, og hann skeyt eisini 11 av mál- unum hjá Kypros. Av ødr- um legði tú merki til høgra vongin, sum hevði nakrar - På frålikar fótfintur, og mál- mannin, sum tók alt í byrj- anini Føroyska verjan spældi sera væl fyrstu løturnar, meðan tað gekk sera striltið við at fáa mál í rætta end- anum. Ti var stødan, tå tiggju minuttir vóru farnir, einans 2-0 til Kypros. Fleiri mál eru komin í onkrum fót- bóltsdysti fyrstu tíggju min- uttirnar, men tað vóru verj- urnar og ikki minst mál- menninir, sum byrjaðu best í Vestmanna. | Men tå fråliki VIF-vong- urin Mads Thastrup i 10 minutti setti hol å fyri før- oyingar, kom meira ferð á. Tað gekk leingi javnt á, og tá 17 minuttir vóru spældir, var stødan 4-4. Við støduni 2-2 vórðu tveir kypriotiskir spælarar utvistir mestsum ísenn, men við seks útispæl- arum móti fýra megnaðu føroyingarnir kortini ikki at skora. Tveir minuttir seinni vóru báðir kypriotarnir komnir inn aftur, meðan ein føroyingur var farin út, og tá bar til! Agnar Joensen legði Føroyar á odda 3-2, og hetta skuldi vísa seg at vera einastu ferð í dystin- um, at Føroyar vóru framm- anfyri. Frá 4-4 fór Kypros upp á 9-4, og tað fóru serliga áð- urnevndi Marios Efstathi- ades umframt Marios Tser- iotes, sum vóru eirindaleys- ir. Kypros vann hálvleikin GINGARFELAGID 14-6, og teir alsamt fleiri åskodararnir vóru so smátt farnir at ásanna, at her var einki at gera hjá føroyska liðnum. Byrjanin av seinna hálv- leiki var heldur einki at reypa av. Kypros økti til 19- 8, og eitt veruligt sorl lá í luftini. Føroyska liðið sá mótleyst út, og serliga vinstra síða við teimum báðum lidfeløgunum úr Kyndli Regin Petersen og Bjarna Wardum misti nógv- ar bóltar burtur í álopinum. Alexandur Johansen hevði fingið leiklutin sum spælstýrari inni á miðjuni, og eftirsum kypriotarnir ikki skiltu eitt orð av før- oyskum, kundi hann rópa og dirigera so nógv honum lysti. Hann hevur gott eyga fyri spælinum, men tað var ikki fyrr enn liðfelagin hjá honum í StIF, Marius Joen- sen, kom inn, at føroyska álopsspælið veruliga fór at koyra aftur. Tá so Regin Petersen eisini fekk ferð á málskjótingina, bleiv mun- urin ongantíð størri enn hesi ellivu málini, og tað hevdi eisini verið spell um so varð, tí so stórur var mun- urin á liðunum altso ikki. Kypros vann at enda 27- 17, og einki kundi setast á sigurin hjá oyggjabúgvun- um úr hinum endanum av Europa. Teir vóru bara betri, og tað var sum so heldur ikki óvæntað, tí stutt frammanundan hevði liðið spælt upp ímóti Grikka- landi, sum føroyingar taptu stórt ímóti í fjør. Men glott- ar vóru á føroyska liðnum, serliga Alexandur Johansen og Hallur Danielsen. Allir gjørdu sítt Um fólk høvdu ringar vónir til dystin móti Moldova, segði eingin tey ring fyri tað. Dysturin móti Kypros hevði ikki givið veruliga or- søk til bjartskygni, og hóast fólk ikki vistu tað stóra — fyri ikki at siga einki — um Moldova, so var hetta iva- leyst eitt gott lið, so sum tey flestu av tí leiðini eru. Men summi høvdu góðar vónir. Millum tey vóru spælararnir, og tað sást beinanvegin, at liðið var meira frigjørt enn móti Kypros. Teir ringastu nerv- arnir vóru burtur, og virð- ingin fyri mótstóðuliðnum var ikki so stór sum tveir dagar frammanundan. At tað kanska eisini heyði okk- urt at gera við, at Moldova spældi í grónu klæðunum hjá Kyndli, tí teirra egni búni líktist tí føroyska ov nógv, skal vera ósagt... Longu frá byrjan var før- oyska liðið væl við og legði seg á odda. Munurin var ongantíð so stórur, at teir kundu kenna seg tryggar, men tað sást, at mótstøðu- liðið var til at tosa við — og ein hevði eisini varhugan av, at moldoviska liðið dugdi meir, enn teir nakr- antíð vístu í Havn. Teir høvdu bert níggju spælarar við til Føroya, harímillum bert ein málmann. Og málmaðurin tók nóg illa eitt skot í fyrra hálvleiki. Tað var ein avgjørdur veik- leixi hjá liðnum, at teir ikki kundu skifta málverjan út, og kanska hevur tað eisini havt ein avgerandi týdning, at eystureuropeisku gestir- nir vóru so illa mannaðir. Um tað var orsakað av pen- ingaligum trupulleikum ella tí teir ikki hava hildið tað verið neyðugt at tikið fleiri spælarar við, skal ikki gitast um her, men at moldovarnir hava undirmett føroysku måtstøduna eitt sindur ov nógv, man lítið vera at ivast í. Eitt nú vóru eingir av spælarunum í Vestmanna friggjakvøldid og hugdu. Onkur segði, at venjarin hevði verið ein túr, men hann var so tann einasti. Alexandur Johansen tók táttin upp úr Vestmanna og spældi enn betur enn móti Kypros. Kortini gjørdi hann tveir stórar brølarar móti endanum, tá mødin fór at vinna á skilinum, sum eisini góvu mál, men tað fekk tí- betur ikki ávirkan á úrslitið. Móti endanum bleiv hann skaddur og mátti gevast. Sjálvt n'old »visku spælar- arnir klappadu, tå knåi strandingurin fór út... Halgir Dal Olesen, sum ikki hevði havt nakran stór- an leiklut í Vestmanna, var ein brandur í verjuni, har allir arbeiddu fyri allar, og Regin Petersen bleiv við sínum sjey málum, har av fleiri vóru veinleiðis frålik, toppskorari hjá føroyska liðnum. Tað var hann eisini í Vestmanna, men í mun til Kypros-dystin spældi hann sær ikki av við bóltarnar. Tað sama er galdandi fyri Bjarna Wardum, og Hallur Danielsen stóð aftur væl í málunum, og hesaferð var verjan frammanfyri hann eisini betri og gjørdi arbeið- ið hjá málverjanum lættari. Bæði Eyðun Højgaard og Hans Andreas N. Dahl komu inn á ávikavist vong- in og strikuna og stóðu seg væl, eins og Agnar Joensen og Bárður Brimvik høvdu gjørt áðrenn teir. Høgni Jo- hansen úr VIF kom einu løt- una í málið at standa fyri Hallur og kom væl frá tí. Marius Joensen var ikki so eyðsýndur sum móti Kypr- os, men gav ein góðan inn- sats, og tað sama gjørdi Svenning Hansen úr Neist- anum, tá hann kom inn móti endanum. So eru allir nevndir, og umframt teir spældu Finn Mørk og Ørvur Heimbø úr Neistanum og Mads Tha- strup år VIF eisini móti Kypros, men vóru ikki við móti Moldova. Við í brutto- hópinum vóru eisini Hannis Jacobsen, Erling Heinesen, Alex Durhuus og Regin Didriksen úr VIF umframt Mortan Hansen úr Tjaldr- inum. Tað er at fegnast um, at liðið nú sleppur at halda fram í kappingini og ikki syndrast, sum tað so ofta fyrr er sæd við føroyskum landsliðum, ikki bert í hondbólti. Føroyar-Kypros 17-27 (8-14) Føroyar: Regin Petersen 5, Agnar Joensen 3, Mads Mastrup 2, Bjarni Wardum 2, Bårdur Brimvik 1, Hans A.N. Dahl 1, Marius Joen- sen 1, Alexandur Johansen 1, Halgir Dal Olesen I. Kypros: Marios Efstathi- ades 11, Pantelis Pelaselas 4, Kyriakos Sophocleous 4, Marios Tseriotis 3, Marinos Aristidon 2, Panos lerides 2, Elias Anthoniades 1. Utvisingar: Føroyar 3, Kypros 5. Dómarar úr Sveríki: Berndsson og Hansson. Føroyar-Moldova 21-19 (13-10) Føroyar: Regin Petersen 7, Bjarni Wardum 4, Agnar Jo- ensen 3, Alexandur Johan- sen 3, Halgir Dal Olesen 2, Marius Joensen I. Moldova: Sordsip Taras 7, Serghei Figurov 5, Solomon Smennadi 4, Alexi Dervan- ciuc 2, Eigheni Bailean 1. Utvisingar: Føroyar 3, Moldova 3 Dómarar úr Sveríki: Berndsson og Hansson.