fríggjadagur 5. februar 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 5. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið 5057
25
Hvørji stig ætlar landsstýrið
at taka í umhvørvismålum
Løgmaður sigur, at danska
stjórnin = ogantíð hevur
heimilað landsstýrinum at
luttaka í trygdarpolitiskari
málsviðgerð annað enn at
umrøda trygdarpolitiskar
spurningar viðvíkjandi Før-
oyum.
Í samband við tað, sum
løgmaður sigur um álitið frá
donsku verjunevndini, so
fari eg at spyrja, um lands-
stýrið hevur havt nakran
virknari leiklut enn at vera
eygleiðari á fundi hjá
neyndini? Her hugsi eg ser-
liga um donsku sjóverjuna
vid Føroyar.
Sjóverjan vid Føroyar og
Grønland hevur av donsku
ríkisgrannskoðanini verið
eitt mál, sum hevur verið
funnist at, tí tað hevur kost-
að ov nógv. Við sóu tann
fjáltur, sum kom á fólk, tá
tað hoyrdist, at tyrluflúgv-
ingin skuldi leggjast niður í
vetur, orsakað av manning-
artroti. Hvgnn leiklut hevur
landsstýrið í álitinum frá
donsku verjunevndini?
Hernaðarmálið verður nú
kannað. Ein søgufrødingur
hevur arbeitt í USA og gjørt
skjalarannsóknir umframt
kanningar her um okkara
leiðir. Hevur landsstýrið
fingið nakað ávegis tilfar frá
nevndini? Og nær væntar
landsstýrið, at ein fullfíggja
kanning fyriliggur?
Eg havi sett landsstyris-
manninum við lógarmálum
ein fyrispurning um kann-
ingina av virkseminum hjá
PET, sum er ein partur av
ådurnevnda máli.
Fullveldisætlanin = hjá
samgonguni hevur sum
væntað eisini fingið rúm í
hesari frágreiðing. Henda
ætlan hevur fylt so nógv av
okkara politiska gerandis-
degi higartil og fer tað eisini
framyvir, so tað ætli eg mær
ikki at viðgera her í dag.
Eg vil tó bert spyrja løg-
mann, um føroyskir ting-
menn framyvir fáa møgu-
leika at luttaka á ST-aðal-
fundinum í New York sum
partur av donsku sendi-
nevndini?
Bankamålid og skuldar-
spurningar funnið sína
loysn við avtaluni 10. juni í
fjør. Her vil eg takka lands-
stýrinum og serliga løg-
manni fyri við hepnari hond
at hava avgreitt hetta trupla
mál. Men tað tykist sum,
um at lendið var tægað fyri
einari góðari loysn.
Tískil er tað enn ein gáta
fyri mangar føroyingar, hví
ikki Edmund Joensen átók
sær at leiða hesar samráð-
ingar heldur enn at útskriva
val, tí alt talaði fyri einari
fyri føroyingar góðari
loysn.
Spurningarnir um endur-
gjald fyri bankamálið varð
samantvinnaður við aftur-
gjaldsspurningin av okkara
skuld til ríkiskassan, so eft-
irtíðin ikki sær, hvat var fyri
tað eina, og hvat var fyri
hitt. Men hetta er farið, og
nidurstødan má verða, at
hetta var ein góð avtala,
sum eisini løgtingid undir-
strikadi við einmælt at taka
undir við henni.
Alheimsgerð ella global-
isering er vorðið eitt nýtt
gandaorð í politiska heimi-
num. Men tað er greitt, at
globaliseringin ikki bert
hevur ljósreyðar síður. Sum
ein svenskur embætismaður
segði í einum fyrilestri, at
globaliseringin gjørdi, at tey
tiltøk, sum svenska stjórnin
gjørdi til tess at avmarka
vøksturin í almenna sektor-
inum, vórðu tileinkisgjørd
av útlendskum kreftum,
sum við gðrum áhugamál-
um ávirkaðu svensku tiltøk-
ini mótsatta veg.
Løgmaður umrødur eisini
felagsskapin NAMMCO,
og hann hevur eisini eitt
brot um ”Umhvørvi og
Menning". Tó sakni eg eina
stødutakan frá landsstýri-
num til ta kanning, sum
kom fram í fjør, sum vísir,
at innihaldið av kyksilvuri
í grindatvøsti liggur langt
oman fyri markvirðið, sum
WHO hevur ásett, og inni-
haldið av PCB í spiki eisini
er langt oman fyri ta mark-
virðið, sum verður hildið at
vera ráðiligt, tá talan er um
mannafgði.
Henda kanning førdi til,
at vit fingu eitt nýtt kosttil-
mæli um, hvussu nógv vit
kunnu eta av tvøsti og spiki.
Kyksilvur hevur ávirkan á
heilabúningina hjá børnum
og PCB'ið á nervalag og
kynsgørn. Hesar dálkingar
eru stórt sæd mannaskaptar.
Nakað av kyksilvurdálking-
ini stavar frá náttúruni,
meðan alt við PCB "ið er av
mannávum.
Danska stjórnin umsitur
partar av okkara umhvørv-
ismålum, nevniliga tey úti
á havinum, og tí fari eg at
spyrja løgmann ella lands-
stýrismannin í umhvørvis-
málum, hvørji stig lands-
stýrið hevur tikið mótvegis
donsku stjórnini í samband
við hesa dálking?
Umhvørvisfelagsskapir-
nir eiga f hesum at finna
sínar røttu fíggindar.
Eisini er komið fram, at
danskir myndugleikar hava
sett eina rød av målistødum
upp i Danmark og enntå i
Baltiska londunum og pørt-
um av gamla Sovjettsam-
veldinum. Hesar målistødir
skulu boda frå, um radio-
aktivar geilsingar fara fram.
Eingin slik stød er sett upp
í Føroyum ella í Grønlandi,
men tá spurt verður um
hetta í Danmark, fær ein at
vita, at hetta verður tað ar-
beitt við. Ætlar landsstýrið
at taka stig í hesum máli?
Ur Løgtinginum: Jóannes Eidesgaard um frágreiðing løgmans um utfanlandsmål
Løgmadur vist hepna hond
— Løgmadur hevur vist eina sera hepna
hond til at handfara uttanlandsmål, sum
meira ella minni vóru uppsteðgað undir
Edmund Joensen
Eg vil her til seinast taka
marknaspurningin fram.
Her hevur løgmadur sagt,
at hann væntar, at ein
semja verður tingin á hes-
um trupla og stóra máli
tíðliga í vár.
Eg vil fegin siga, at løg-
maður hevur víst eina sera
hepna hond til at handfara
hetta trupla mál, sum
meira ella minni var upp-
steðgað, meðan Edmund
Joensen umsat tað. Ein og
hvør semja krevur eina
smidligheit, har partarnir
ikki læsa seg ov fastar,
men eru sinnaðir til at
flyta mørk, tó so varliga
sum til ber.
Tå løgmadur hevur
fingið hesi rósandi ordini,
so må eg eisini geva sam-
ráðingarleiðara okkara
Árna Olafson somu rós-
ina. Hesin hevur víst eitt
ótrúlig hegni og tol til at
loysa hetta kompliseraði
mål, og eg eri sannførdur
um, at málið hevdi ikki
verið loyst betur av ødr-
um.
Ti standa vit enn mong
spyrjandi, hví hesin kap-
asttetur varð av Edmndi
Joensen settur fri sum
formaður í Oljuråvie2g-
ingarneyndini, har hann
eisini hevði gjørt eitt
megnararbeiði.
Fáa vit marknatrætuna
loysta til várs ella í summ-
ar, og tað vóna vit, so má
sigast, at vit eru komin
eitt tydningarmikid stig
nærri einari føroyskari
oljuvinnu. Ti kundi eg
hugsað mær at snikt ein
spurning inn her, sum ikki
beinleidis hevur vid utt-
anlandsmål at gera. Tað
er, nær tingmenn kunnu
vænta at fåa kolvetnis-
skattalógina á tingborå?
Í áðurneyndu samrødu
við Sosialin í dag sigur
løgmaður, at hann míðar
eftir einum tøttum sam-
starvi við bretar á nógvum
økjum. Hetta er skilagott,
og tí vil eg eisini mæla
til, at vit aftur fáa eitt regl-
uligt ferðasamband við
bretska meginlandið. Tað
er eitt skilagott fyrsta stig,
men tað er eisini fyri sam-
tarvið eitt neyðugt stig.
Harra formaður.
Ég fari at enda við at
takka løgmanni og hans-
ara embætisfólkum fyri
eina greiða og upplýsandi
frágreiðing um okkara
uttanlandsviðurskifti.
Takk fyri.
Jóannes Eidesgaard
Taktikkurin sveik
— enn eina ferð
Javnaðarflokkurin er mang-
an ringur at fáa skil á, og
meira og meira gerst hesin
fyrr so skilagóði flokkur á-
tøkur eini politiskari gráti-
konu. Soleiðis eisini í sam-
bandi við grundlógararbeið-
ið.
Rættarnevndin lýsti sín
seinasta fund á fundi tann
15. januar til at vera 21.
januar og avtalaði tá, so sum
heilt vanligt er at gera í
gðrum nevndum, at kalla
landsstýrismannin inn at
greiða ymsar spurningar.
Men kveldið fyri sum
fundurin skuldi vera, hoyrd-
ist ein lýsing í útvarpinum
frá javnaðarflokkinum, hvar
hann bjóðaði inn til tíðinda-
fund kl. 10 dagin eftir um
ein farveladufaldara, sum
hann fór at frakta fólki.
Dagin eftir valdi tann tíð-
indafrói rættarnevndarlim-
urin hjá javnaðarflokkinum
tíðindafundin og ta nýggju
dimensjónina i føroyskum
sjålvstyrispolitikki — sum
teir ósmædnir kalla tað
nýggja heimastýrið hjá sær
— saman við floksfeløgum
sínum, hóast hann visti, at
rættarnevndin sat og bíðaði
eftir honum fyri at viðgera
hansara og javnaðarfloksins
alt avgerandi ynski.
Í rættarnevndini helt
Hans Pauli Strøm seg ikki
hava stundir at sita.
I staðin fór hann í blødini
og f ålitid at greida frå,
hvussu illavorðnir vit aðrir
vóru. Vit, av øllum, sum á
fleiri fundum sótu og tamb-
aðu tolið í topp fyri at fáa
ein enda frá Hans Paula
Stróm, sum vit kundu halda
fast um.
Sperdil í taktikkinum
Men sum ikki eina ferð, so
kom sperðil í taktikkin hjá
javnaðarflokkinum.
Flokkurin leggur í dag
stóran dent á at boða fólki
frá, at samstarvið millum
hann og samgonguna stóð
sína roynd í rættarnevndini,
og at henda roynd brast, tá
ið teirra maður ikki fekk
síni sjónarmið igjøgnum.
Men tað er ikki so. Hann
lýsti og helt tíðindafundin,
samstundis sum rættar-
nevndin sat og bíðaði eftir
honum, og áðrenn álitið var
skrivað. Javnaðarflokkurin
helt heldur ikki hesaferð
skil á tí taktiska partinum
hjá sær.
Hurðarnar stóðu upp á
víðan vegg fyri Hans Paula
Strøm, øll nevndin sat og
bidadi eftir honum, medan
hann saman við javnaðar-
flokkinum sat uppi á Hafnia
og filosoferaði um ta nýggju
dimensjónina í føroyskum
sjálvstýrispolitikki.
Onga fullveldisætlan
Javnaðarflokkurin boðar nú
frá, at tað kemur ikki upp á
tal at viðgera fullveldisætl-
anina hjá samgonguni, nú
teir hava sína egnu ætlan
Javnaðarflokkurin boðar
nú frá, at hann mælir fólki
frá at atkvøda fyri fullveld-
isætlanini.
Hetta ger hann í eini løtu,
hvar hann fremstur av øll-
um við eitthvert høvi rópar
upp um og fregnast eftir,
hvussu vit ætla at klára tann
búskaparliga táttin av full-
veldinum.
Hetta ger hann í eini løtu,
hvar hann fullvæl veit, at
stórt lið av embætisfólki
situr og granskar alt tað
grundleggjandi tilfarið, ið
sleppast kann framat við-
víkjandi tí búskaparliga,
politiska og umsitingarliga
samskiftinum millum Før-
oyar og Danmark.
Hann hvorki virkaði ella
atkvøddi fyri, at hetta po-
litiskt óhefta og upplýsandi
tilfarið skuldi síggja dagsins
ljós, og nú tekur hann stóðu,
áðrenn málið er komið á
tingborð. Harafturat arbeið-
ir hann við hond og fót
ímóu at fáa nakra sum helst
ávirkan á nakað sum helst
tilfar av kunnandi slag før-
oyskum sjálvstýrispolitikki
at gagni.
Sjálvstýri og samveldi
Kortini fer hann í óðum
verkum út í hvort hús og
boðar frá, at hann vil sjálv-
stýri og samveldi á jøvnum
fyti og í ríkisfelagsskapi við
tann suverena statin Dan-
mark.
At hann vil longur >enn
lika at lo; singini<, boðar
hann eisini frá, at hann vil,
at í Føroyum skulu føroy-
ingar ráða.
At siga nakað um før-
oyskan suverenitet, ella
fullveldi, ræðist hann sjálv-
andi fyri, tí at hann veit, at
Har — proklamatiónirnar
statsrættarliga sæd eru ein
reinur peruvellingur, sum
hevur tad eina endamåli,
sum er at villleida hin før-
oyska veljaran.
Var talan um ein seriøsan
flokk, so var hann enn
grammari enn samgongan
at leita sær eftir tilfari, ið
kundi tænt hansara sjónar-
miðum. Men sjálvandi ger
hann ikki tað, tí javnaðar-
flokkurin ræðist upplýsing.
Tí velur hann heldur at
reka ein miðvíst fordumm-
andi, men hjálparleysan
politikk. Hann tolir ikki zt
síggja, at føroyska sam-
felagsskipanin verður sund-
urgreinað, kannað og funn-
in fullgóð til at bera einum
fullveldi uppi.
Hvat var meira náttúrligt
hjá einum flokki, sum mein-
ar nakað við sjálvstýrislóg
og samveldissáttmála enn at
kanna egnan mátt og megi?
Hvat er tað, hann ræðist?
Hví skal eingin grundlóg
smíðast fyri tað føroyska
samfelagið, tá tað bæði skal
hava sjálvstýrislóg og sam-
veldi, so sum javnaðar-
flokkurin sigur ..g vilja
tað?
Svarið kann bara vera, at
eina ktivur føroyskur sam-
bandsflokkur sjálvandi ong-
an veruligan tørv hevur fyri
at skipad eitt sjålvberandi
føroyskt samfelag.
Hann veit, at ov fåar at-
kvødur eru á sambanas-
veinginum, og tí kallar hann
sambandspolitikk sín fyri
sjálvstýrispolitikk. Fyri at
fuppa fólkið, og fyri at
vinna sær vald.
Nyrup floksbróður hevur
Hergeir Nielsen, løgtings-
maður Tjóðveldisfloksins
úr Vági
rent seg fastan í somu óálít-
andi villiniborg sum f'okk-
ur hansara tøtlar í her á
landi, so sjálvandi fer hesin
sama veg. Upplýst samveldi
krevur nevniliga ein álítandi
politikk riknan av ålitandi
politikarum.
Hergeir Nielsen