Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 akað Í dag nevur fí hevur spætt í INN møguletkan, tíðindablaðið Nr. 25 — 6. FEBRUAR 1999 Steypafinalurnar 1999 - StiF Artur hevur deildarhondbólt í nógv ár, men hevur enn ikki vunnið tå StIF spælir steypafinalu móti VIF Nervarnir e Hondbóltur: StIF-málverjin Óluva Djurhuus er 39 ára gomul og sostatt kanska mest royndi hondbóltsspælari í kvinnudeildini í løtuni. Men nervarnir eru framvegis teir somu, sigur hon I 1991 breyt Skála ræðið, sum Neistin tá hevði havt í føroyskum kvinnuhondbólti níggju árini. Í ár- unum frá 1982 ul 1991 hevði Neistin vunnið før- oyameistaraheitið hvørja- ferð, men í 1991 og aftur í 1993 endaði FM-heitið á Skála Síðani tá er Skála blivið til StIF eisini hjá kvinnum, og tað hevur ikki eydnast liðnum at vunnið nakað síð- ani 1993. Men í dag er møguleikin har, tá StIF- kvinnurnar skulu spæla steypafinalu móti VIF. Annar av málverjunum hjá StlF, Óluva Djurhuus, er ein av royndastu spælar- um í føroysku kappingini. Hon hevur spælt hondbólt i nógv ár, fyrst við EB og frá seinastu 1976 til 1984 við Neistan- um, har hon spældi fram til 1994 — tó var hon burtur í nøkur ár. Nú er hon 39 ára gomul, og hon er eins spent og øll onnur til finaluna í dag Hon sigur, at StIF-liðið tekur uppgávuna í stórum álvara, hóast liðið ikki hev- ur vant meira enn vanligt — heldur hinvegin. Veðrið var ringt hósdagin, og fyri eitt lið sum tað hjá StÍF, har meir enn helvtin av spælar- unum umframt venjarin ikki býr á Skála ella Strondum, merkti tað, at tað ikki vóru nógvir spælarar til venjing hóskveldið Vit fyrireika okkum sum vanligt, og hetta er so fyrstu ferð >í nýggjari tíð<, at vit eru í finaluni, sigur Óluva Djurhuus og leggur afturat, at StIF hevur verið nummar tvey í landskapp- ingini fýra ár á rað, og at tær tí eru sera uppsettar upp á at fáa eitt gott úrslit í dag. StIF hevur mett VIF tríggjar ferðir áður í hesum kappingarárinum. Í sigrum millum hesi bæði liðini er VIF frammanfyri 2-1, og allir dystirnir hava vera rímiliga javnir. Og veteran- urin í málinum hjá StIF roknar eisini við einum jøvnum og spennandi dysti í dag. Ikki bert loana og Jacklin — Fyri mær hevur VIF altíð verið eitt lið, sum hevur spælt væl. Tær hava staðið fyri vøkrum hondbólti, og tær eru kvikar. Og VIF er ikki bert Ioana og Jacklin, sum nógv hava hug til at halda. loana hevur lyft hinar ongantíð vunnið nakað Hondbóltur: Hóast hann hevur verið við í nógv ár, hevur Artur Johansen ongantíð vunnið nakað gull vid 1. mans- liði hjá SÍF EMiL L. JACOBSEN Mansli0id hjá StIF hevur staðið seg væl í seinastuni, og nógv halda liðið vera besta boð upp á ein foroya- meistara í ár. Millum tey heilt góðu úr- slitini hjá StIF eru tveir sigr- ar í Vestmanna móti VIF, og í dag hittast júst hesi bæði liðini í steypafinaluni hjá monnum. Artur Johansen er ein av teimum mest royndu á StlF- liðnum, og hann noyðist at viðganga, at SUlF-liðið ong- antíð hevur vunnið nakað í øllum førum ikki meðan hann hevur verið á liðnum Okey, StIF bleiv føroya- meistari tríggjar ferðir í 40- unum, men tá var hond- bóltur jú heilt ødrvisi, enn hann er í dag, sigur Artur, sum hevur góðar vónir til finaluna í dag. - Tað sum ræður um hjá u te upp. sigur Oluva og vísir á, at tvær á liðnum hjá VIF júst eru fyltar 16 ár. Frá Oluvu sjålvari og nið- ur til hesar er ein aldurs- munur upp á 23 ár, og Ol- uva sigur, at tað er stórur munur á at spæla hondbólt í dag og so fyri 15-20 árum síðani. — Tá vóru sjálvandi færri lið í kappingini og ikki so nógvir dystir, og harafturat var Neistin sum oftast betri enn hini liðini. Men nerv- arnir eru teir somu, sigur hon. — Fyri meg er hvør dystur sum ein nýggj byrjan, og tú kanst ikki brúka gomul úr- slit til so nógv. Vit fara at kempa fyri okkum, og tað hevur eisini nógv at siga, at okkara áskoðarar, sum eru sera trúgvir, stuðla okkum, sigur Óluva Djurhuus. Ov fáir málverjar Óluva Djurhuus man vera tann spælarin í føroysku 1. deild í løtuni, sum hevur flestar royndir at fella aftur á. okkum er at steðga teirra álopsspæli og serliga Aka Olsen og Sámali Joensen, sum báðir hava eitt gott skot. Men so er vandi fyri, at vengurnir fáa betri pláss. og Martin Hummeland hev- ur spælt væl í seinastuni, Sigur Artur. Sjálvir mugu vit leggja dent á verjuna og skjótálop ini, sigur hann. Sveinbjørn og Johan við aftur Sterki strikuspælarin Svein- bjørn Poulsen hevur verið skaddur í seinastuni, men er so smátt við at koma fyri seg, og hann ætlar at royna seg eina løtu í dag. Málmað- urin Johan Danielsen er eis- ini komin fyri seg eftir heilaskjálvtan, hann fekk herfyri, og tað hevur nógv at siga fyri SUF, sum sostatt hevur bæði Johan og Henn- ing at velja ímillum sum Ææ Hon er kortini eitt sindur vónsvikin av, at tað ikki tyk- ist vera so stórur áhugi mill- um hondbóltsspælarar at standa í málinum. — Tað eru ikki nógvir ung- ir málverjar. Bæði VIF, Stjórnan og vit hava mál- verjar, sum eru omanfyri 30 ár. Nakrir eru yngri, men sum heild eri eg bangin fyri, at tilgongdin ikki er so stór, sum ein kundi ynskt, sigur Óluva Djurhuus. — Tað verður sjáldan tíð til ta stóru málmansvenj- ingina, sigur Oluva, sum heldur, at Hondbóltssam- bandið kanska kundi skipað fyri onkrum á tí økinum, uttan at hon á tann hátt sigur nakað ringt um arbeiðið hjá HSF. Líður móti endanum Oluva Djurhuus greiðir frå, at tað var Palli Joensen úr Vestmanna, sum i sinari tid fekk >eiðiskonurnar<, sum hann kallaði tað, til StÍF at spæla hondbólt. Í 1994 fór Óluva inn á Skála at spæla, og har hevur hon verið síð- málverjar Artur Johansen sigur ann- ars, at liðið hjá teimum hev- ur fyrireikað seg væl til fin- aluna. Aðrenn dystin í dag fara teir at fáa sær ein lættan bita í friði og náðum. og teir ætla sær ikki at hyggja eftir finaluni hjá kvinnunum, sum verður spæld beint áðr- enn mansfinaluna... tá eru teir í Gundadalshøllini og hita upp. Tað veldst sjálvandi eisini nógv um veðrið, men vænt- andi koma nógvir áskoðarar innan av Skålafjørdinum til Havnar at stuðla StIF. Tað frættist, at áskoðararnir ætla at skipa seg væl og eisini lata seg soleiðis í, at eingin ivi skal vera um, hvørjum liði teir halda við. Um tað so verður nóg mikið til at bera liðið fram til sín fyrsta veruliga sigur í nógv ár, vita vit um átta tíðina í kveld. ani. — Nú fer at líða móti end- anum. Jú eldri tú verður, meira noyðist tú at venja fyri at fylgja við, og skað- arnir blíva eisini fleiri, sigur Oluva. Men er hetta ein á- bending um, at veteranmál- verjin hjá StIF hugsar um at gevast? — Onkur sigur, at tú skalt gevast á toppinum, sigur Óluva og flennir. — Men hugurin til hond- bólt er so góður, at eg rokni við at halda á, so leingi eg orki og sleppi at vera við, sigur hon at enda. % |