hósdagur 11. februar 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið SOSU
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999
Form. í Fóroya Arbeiðsgevarafelag: Trotið á vágafúsum kapitali er sera álvarsligt:
- Nógv av teimum sum eiga pening í
bankanum sita hendur í favn og bíða
— At hugurin at
gera iløgur er so
lítil, kann gerast
ein vanlukku fyri
føroyska samfel-
agið. Men tað
eru fleiri orsókir
til, at vágafýsni
er so lítið, heldur
formaðurin í Før-
oya Arbeidsgev-
arafelag.
KI BERTHOLDSEN
Kr
Vilhe Johannesen,
mad va Arbeiðs-
gevarafelag dur, at tað
er se t fyri før-
yska san , at tað er
so litil vágafúsur peningur
í landinum og at tað før-
oyingar hava so lítlan áhuga
at gera iløgur í vinnulívið.
— Tí samstundis eru sign-
alini greið um, at útlendskur
peningur er ikki so vælkom-
in í føroyskt vinnuliv
Og Vilhelm M. Johanne-
sen dylir ikki, at hann stúrir
gongdini
Ti hann sigur, at kemur
Ikki broyting í, kann tað
enda í eini vanlukku fyri
føroyska samfelagið.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðsgevarafelag sigur, at
tann manglandi áhugin hjá
føroyingum at gera iløgur,
hevur verið nógv umrøddur
í vinnuhúsinum, har ið 11
vinnulivsfeløg húsast.
Tí tað er ikki bara ar-
beiðsgevararnir, sum stúra
fyri gongdini, tað gera gll
hini feløgini eisini.
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at tað er ilt at siga, hví
tað er blivið so vorðið í Før-
oyum, at ongin vil gera iløg-
ur.
— Men tað er hugsandi, at
tað eru fleiri samanfallandi
orsøkir til tað
Hann heldur, at eftir hans-
ara tykki er ein orsøk, at
nógvir føroyskir vinnulivs-
menn brendu seg so illa
fyrra partin í nitiårunum, at
tað er væl hugsandi at teir
hveppa seg við at vága nak-
að aftur
fyri
Sita hendur i favn
Men Vilhelm Johannesen
heldur, at tann manglandi
fløguhugurin í Føroyum
kann eisini vera ein avleið-
ing av, at álitið á politisku
skipanina er ov vánaligt
—Vit minnast, hvussu tað
var í Føroyum heilt upp til
síðst í åttatiårunum.
mn.
— Tad er sera ålvarsligt, at tad verda so fåar iløgur gjørdar i Føroyum. Vit hava fyrr
roynt at byggja landið upp vid gomlum vinnutólum. Men tað gekk sera illa, tá tá fóru vit
eisini av knóranum, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður i Føroya Arbeiðsgevarafelag
— Tað blivu nógvar íløgur
gjørdar í Føroyum.
— Men satt at siga, vóru
íløgurnar ikki serliga vága-
fúsar, tí nógvir av teimum,
sum gjørdi iløgurnar, settu
í veruleikanum lítið í veg.
— Tann, sum kanska var
mest vágafúsur í Føroyum
áðrenn kreppuna, var lands-
kassin, sum hevði eina
rúgvu av stuðulskipanum-
umframt at hann veðhelt
fyri milliardir í lánum.
—Møguliga eru vit komin
í ta stóðu, at tey, sum eiga
pening, bara sita hendur í
favn og bíða eftir, at polit-
iski myndugleikin fer at
taka „gamlan sið“ uppaftur
og fer at seta stuðulsskip-
anir av ymsum sløgum í
verk aftur.
— Kanska sita føroyskir
vinnulivsmenn bara og
bíða eftir at lokið skal verða
lyft av landskassanum aftur,
áðrenn teir vilja gera íløgur
aftur.
— Tí tað sigur seg sjálvt,
at tað hevði verið sera 6-
heppið at gjørt íløgur nú,
um tað skuldi hent, at ymsar
stuðulsskipanir verða settar
í verk um nakrar mánaðir-
ella um nøkur ár.
— Kanska eru tað mong,
sum enn sita við dreymin-
um um „teir góðu, gomlu
dagarnar“.
— Men tað er kanska ikki
so legið, tí enn tosa pol-
itikarar javnan um stuðuls-
skipanir, m.a. um at lata
stuðul til endurnýgging av
skipaflotanum. Og bara tað,
at lív er í stuðulsprátinum
kann gera, at iløgur verða
seinkaðar og útsettar, tí
menn seta seg afturá at bíða
eftir at vita, hvat hendir.
Vilhelm M. Johannesen
sigur við hesum, at eftir
hansara tykki eru politisku
viðurskiftini framvegis ov
ótrygg.
— Og tað skulu helst meiri
enn tvey til fýra ár til at end-
urskapa álitið á tað politisku
skipanina.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðsgevarafelagnum sigur,
at tí er tað neyðugt, at tann
politiski myndugleikin ger
púra greitt, at soleiðis og
soleiðis verður vinnupoli-
tikkurin í eitt langt áramál
fram, og at tað, sum eitur
stuðul, er farið í søguna
einaferð með alla.
--Boðskapurin úr Tinga-
nesi eigur at verða púra
greiður, at tað verður at
kalla ongin almennur stuð-
ul í framtíðini og at skulu
iløgur gerast, skal vágafýsni
til - og at tann sum ikki vil
gera íløgur undir teimum
treytunum, men heldur vil
seta peningin í bankan,
hann má so heldur hava
peningin standandi í bank-
anum.
Gevur ov lítið avkast
Formaðurin í arbeiðsgev-
arafelagnum vísir eisini á,
at líka upp til seinast í átt-
atiårini var endamár.ð við
teimum flestu fløgunum
meiri at skapa arbeiðspláss,
enn tað var at fáa avkast.
— Hesum hugsunnarhátt-
inum mugu vit koma burt-
urúr.
— Endamálið við at gera
íløgur skal vera at fáa pen-
ingin at ngrast.
— Tí tað er sjálvandi minni
áhugi at gera íløgur, um tal-
an bara skal vera um væl-
gerandi endamál.
— Og ein trupulleiki er
sjálvsagt eisini, at á nógvum
økjum er avkastid í vinnuni
ov lítið til, at tað skundar
undir fløguhugin.
— Tó er tað rætt eisini at
vísa á, at í nógvum vinnu-
greinum er avkastid eisini
stórt.
— Men tíverri er tað nett-
upp í stórum parti av høv-
uðsvinnuni at avkastið er ov
lítið. Men eisini í byggi-
vinnuni er ráðini eisini
vánalig til at endurnýggja
seg, tí tilboð eru í botni.
— So ein orsøk til, at so
fáar íløgur verða gjørdar er
altso eisini, at nógvastaðni
eru ráðin ikki til tað.
Koma ikki langt
Vilhelm Johannesen sigur,
at í seinasta enda verður av-
:eiðingin av, at ov fáar í-
løgur, at vinnutólini verða
niðurslitin og óbrúkilig.
— Nógv fiskavirki eru nið-
urslitin. Somuleiðis skipini,
og tey nýggju, góðu skipini
vórðu latin av landinum fyri
lítið og lætt. Og tað vit nú
síggja, er at gomul skip
verða keypt til Føroyar aftur
— Tað sama hevur gjørt
seg galdandi við broytum
og ødrum arbeiðsamboðum
a landi. Tá ið øll byggivinn-
an fór av knóranum, saman
við øllum ødrum, var tað
ongin sum skoytti um tær
gomlu broytirnar.
— Ongin hevur råd at
ke-'pa nýggjar, so tær gomlu
verða lappaðar samanaftur,
og elligamlar verða keyptar
til Føroyar.
Formaðurin í Føroya, at
skulu vit hava eitt framkom-
ið samfelag, koma vit ikki
langtvið niðurslitnum
vinnutólum.
— Hetta er heilt galið,
leggur hann afturat, og hetta
er avgjørt ikki rætta gongd-
in. Hetta kann enda vid eini
vanlukku, ti hvat skulu vit
gera vid gomul skip og
gamlar broytir?
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at vit hava fyrr roynt
hendan måtan at byggja
samfelagið.
— Eftir kríggið royndu vit
ai byggja samfelagið upp
við gomlum skipum, sum
onglendingar høvdu lagt.
— Og tað gekk avbera illa,
tí ta ferðina fóru vit eisini á
heysin.
Sært tú somu gongd fyri
tær aftur nú?
— Tað er ringt at siga. Men
beint nú er tíðin so avbera
góð og alt .r eftir vild. Pris-
urin á fisi í er „era høgur og
rentan er metlág.
— Men alt hetta er ikki
nakað, sum vit eiga æruna
fyri.Og vinnan er so við-
brekin, at fer bara rentan
eitt líuð sindur upp, kann
tað enda galið.
—So samanumtikið er nið-
urstødan, at hóast tær ytru
umstødurnar at gera íløgur
hava ongantíð verið so góð-
ar sum nú, verða kortini
ongar íløgur gjørdar, sigur
Vilhelm Johannesen.
Eiga vit so at bjóða útlend-
ingum uppí?
--Tað vrldst um endamál-
ið. Skulu vit bara bjóða út-
lendingum uppí, tí vit skulu
goyma okkara egnu pengar,
vænti eg ikki, at tað verður
so lætt. Í øllum fórum verð-
ur tað ikki nakað sunt
vinnulív. Tí teir, sum gera
íløgur fløgur, skulu nokk
vita at tryggja síni áhuga-
mál.
Man kann politiski mynd-
ugleikin gera nakað fyri at
stimbra ílóguhugin hjá fór-
oyingum?
— Tað kundi verið vert at
umhugsa at sett almennar
skattala «kingar í verk.
— Eg tosi ikki um, at tey,
sum seta pening í vinnu-
virki, skulu vera skattafrí
alla ævi sína. Men eg haldi,
at vit hava tørv á eini skatta-
stýring so at eggja fólki til
at arbeiða.
— Hinvegin heldur hann
eisini, at tað kundi borið til
at lati tey, sum gera íløgur,
fingið ein ávísan skattafrá-
drátt. Tó heldur hann ikki,
at tað er her, tann stóri
trupulleikin er, tí tey, sum
gera iløgur, hava sanniliga
stórar fyrimunir, tí tey
kunnu m.a. avskriva alt.
Heldur hevur tað stórri
týdning at tað verður polit-
iskur tryggleiki í Føroyum
og at vit leggja karmarnar
nógv ár fram í tíðina og at
vit ikki gera fleiri broyt-
ingar, enn tær, sum henda.
— Politikarar aðrastaðni
leggja so stóran dent á
tryggleikan, at sjálvt tá ið
talan er um broytingar uppá
1-2% hveppa teir seg við at
fremja tær, fyri ikki at 6-
rógva. Men eisini á hesum
øki hava vit havt eitt serfør-
oyskt arbeiðslag, sum av-
gjørt má broytast fyri at fáa
gongd á aftur.
Sera álvarslig gongd
Annars heldur formaðurin í
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
at gongdin, at ongin vága-
fúsur kapitalur er í landin-
um er sera hættislig.
— Eg síggi fyri mær, at tað
kann lættliga enda við eini
vanlukku fyri føroyska
samfelagið. Tí ein avleiðing
av hesum kann verða, at vit
fáa ein heilt annan vinnu-
bygnað í Føroyum, har vit
sjålvi ikki hava fult ræðið á
vinnuni og at vit fáa eitt
niðurslitið vinnuliv, sum ek-
ur á knøunum.
Tá ið hann sigur, at vit
kunnu missa ræðið á vinn-
uni, sipar hann til, at út-
endingar kunnu koma higar
at gera iløgurnar „fyri okk-
um“.
Sjálvur er hann ikki so
bangin fyri, antin útlend-
ingar sleppa at seta 10% í
føroysk vinnuvirki, ella um
teir sleppa at seta 49%, tí
að er púra ongin munur á
eftir hansara tykki
— Taka vit tveir partaeig-
arar, har annar eigur 10%
og eina rúgvu av pengum í
trygd, og ein annar eigur
90%, men ikki eitt klovið
Oyra, so veit eg, hvgr ræður.
— Tá er tann vid 10%, sum
hevur allan avgerðarrættin.
— Tað er ikki har trup-
ulleikin liggur.
— Og koma útlendingar
hendavegin koma teir ikki
tí at teir hava samkenslu við
okkum og teir skulu nokk
finna útav at skriva okkurt
við smáum í samstarvsav-
talurnar, teir skrivað við av-
varðandi føroyingar.
Ert tú samdur við teimum
sum halda, at ein parta-
brævamarknaður hevði ver-
ið ein loysn?
— Kanska kann tað hjálpa
eitt sindur, men tað verður
avgjørt ikki bjargingin. Tí
tað eru so fáar føroyskar
fyritøkur, sum eru verdar at
handla vid partabrøvum i,
at tær kunnu teljast á aðrari
hondini, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.