hósdagur 11. februar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 11. FEBRUAR 1999
Fóroyahúsið í K eypmannahavn:
tíðindablaðið
Pallborðsfundur um
fullveldisætlanina
Millum tey áhugaverdu tiltókini í Fóroyahúsinum í vár, er
pallborðsfundur um fullveldisætlanina. Fundur verður 1.
mars. Útvarp Fóroya, Fóroyahúsið og Føroyska Tíðinda-
stovan skipa fyri
DAGFINN OLSEN
Føroyahusid i Keypmanna-
havn hevur longu skipad
fyri nógvum spennandi til-
tókum í februar, men enn
er nógv eftir á skránni.
Av tí, ið hevur verið, kann
nevnast dansur, vika við
ymsum tilboðum nevnd Á
Víðavangi og nú leygar-
kvoldið var tiltakið Villini-
dýr og dansur.
Føstulåvint
Føstulåvint er fyri framman
og merkir hetta komandi
vikuskiftid í Føroyahusin-
um. Leygardagin verður
føroyskur dansur og smurt
breyð og suppu fáa gestirnir
høvi at keypa.
Sunnudagin eiga børnini.
Tá verður tunnusláttur og
ymisk spøl á skránni.
16. februar verður skipað
fyri bingo, umframt at tað
sum vanligt er tysdagsdøg-
urði.
21. februar verður ferni-
sering. Tórgunn Thomsen
sýnir fram oljumálningar til
5. mars. Listafelagið i
Keypmannahavn, sum fyri-
skipar. bjóðar vín og pinna-
mat og kórið hjá Marianne
Clausen. ConBrio. syngur.
Síðst í februar er talvkvold.
filmskvøld og syngið við
kvold, har eisini Unn Pat-
ursson og Janus Trygvason
luttaka.
Leygarkvøldid = spælir
Eyðun Nolsøe Band til
dans. Itrottarfelagid skipar
fyri dansinum og atgongu-
merkini kosta 70 krónur.
Avmarkað atgongd.
Fullveldi
í Keypmannahavn
Føroyska Tíðindastovan í
Keypmannahavn, Per Høj-
gaard og Kári Durhuus, og
Utvarp Føroya skipa saman
við Føroyahusinum fyri
pallborðsfundi um fullveld-
isætlanina. Við borðið sita
Høgni Hoydal. landsstýris-
maður og løgtingsmenninir
Jóannes Eidesgaard, Óli
Breckmann og Edmund
Joensen.
Onnur borð verða eisini
mannað við fólki við ávís-
um áhugamálum. sum tey
bera upp á mál við pall-
borðsmanningina. Gestir
kunnu eisini seta spurn-
ingar.
Sangur og tónleikur er
eisini á skráni og dógurði.
lambskjøt, verður at fáa til
keyps.
Ein orsøkin til hetta
áhugaverda tiltak er for-
vitnisligur fyrilestur, sum
Jóannes Dalsgaard helt í
januar um munin millum
fyrisiting og politikk. Her
nevndi hann vidurskiftini í
Føroyum, nú stundað verð-
ur móti fullveldi
Føroyahusid vónar. at
útisetar taka upp orðaskifti
um politisku gongdina
heima í Føroyum og vónar.
at fólk koma á fund og til
tey mongu tiltøkini annars
í vár.
Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard, Oli Breckmann og Edmund Joensen luttaka á pallborðsfundi um fullveldisætlanina.
Fundurin verður í Foroyahúsinum í Keyðmannahavn 1. mars og eru tað Per Højgaard, Kári Durhuus, Un arp Foroya
og Forovyahúsið, ið skipa fyri.
Ynskja ikki
nýtt tinghús
Sera nógv hava skrivað undir hjá
teimum, ið hava skipað fyri inn-
savning av undirskriftum ímóti upp-
skotinum um nýtt lógtingshús
DAGFINN OLSEN
Í morgin, fríggjadagin,
klokkan 13.30 fær Finn-
bogi Ísakson. løgtings-
formaður handaðar und-
irskriftirnar, ið eru savn-
aðar ímóti bygging av
nýggja løgtingshåsinum.
Og tær eru ikki so fáar í
tali. Møguliga er talan
um met.
Sera nógv fólk hava
skrivað undir, at tey mót-
mæla uppskotinum um
nýtt løgtingshis, og hes-
ar undirskriftirnar fær
løgtingsformadurin so
handaðar áðrenn løgting-
fundin fríggjadagin.
Stuðul til gransking
Statens Samfundsviden-
skabelige Forsknigsrád
leitar nú eftir gransking-
arætlanum. ið byrja í
1999. Stuðul verður latin
í maí 1999 og freistin at
søkja er sett til 1. mars
1999 klokkan 12.00
Tey. ið eru ov sein at
søkja, koma ikki upp í
part
Næsta freist, til ætlanir
í ár 2000, er 1. oktober
1999
Møguligt er at søkja
studul til fleiri virkisøki
Er áhugi. so er at venda
sær til SSF at hoyra
nærri
Eisini kann ein frætta
nærri og síggja faldara á
alnótini
http://www.forsk.dk
Umsóknir mugu íkki
sendast á diskli ella sum
teldupostur. Umsóknir
verða sendar til Forsk
ningsstyrelsen, Randers
gade 60. 2100 Køben
havn Ø. Telefon 3544
6200
Fullveldi i
JOHN JOHANNESSEN
Tað er ikki bet i Føroy-
um, at åhugi er fyri full-
veldismålinum. Eisini
millum føroyingar i Dan-
mark er stórur Ahugi fyri
hesum måli, og skipar
kjakbólkurin hjá føroy-
ingafelagnum í Arhus
fyri kjakfundi um júst
hetta mål í Aarstovu í
kveld klokkan 19:30.
Við á kjakfundinum
verður Høgni Hoydal,
landsstýrismaður i full-
veldismálum.
Áarstovu