týsdagur 16. februar 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
5
Solarkaffi í Lorvik
Tey seinastu 20 årini hevur
tað verið siður, at Bygdar-
húsfelagið í Lorvík hevur
skipað fyri einum >sól-aft-
urkomu-degi<, dagurin tá
sólin aftur skínur á Eggina,
— tann 11. februar — Konga-
dagin.
Nú bygdin seinastu
mongu árini er vaksin mun-
andi, er hesin dagurin helst
ikki dekkandi fyri alt tað
bygda økid, men ongin or-
sek er til at broyta nakað av
degnum av teirri orsøk.
Bygdarhúsið hevur til
sólarkaffið á hvørjum ári
heitt á teir virkandi bindi-
klubbarnar í bygdini um at
baka køkur til hendan ávísa
dagin, og ikki hevur staðið
á. I ár vóru t.d. yvir 60 køk-
ur komnar inn og ongin var
líka. Ein sera góð undirtøka
frá bindiklubbunum, sum
Bygdarhúsfelagið hevur
verið sera takksamt fyri
Í sambandi við Sólarkaff
ið hesi mongu árini hevur
Bygdarhúsfelagið roynt at
skipa fyri ymiskum sum t.d
korsangi, tonleiki, máln
ingaframsyning 0.ø. og í ár
varð so skipað fyri fram-
sýning av gomlum mynd-
um
Stigtakararnir siga at
hetta var ein roynd at vita,
hvat var til av gomlum ella
eldri fotomyndum í bygd-
ini, helst slíkar sum vóru frå
fyri 1950.
Hugsan teirra var kanska
mest um at kunna sýna
broytingarnar av bygdini
upp til 50'ini, uttan tó at seta
hetta sum nakað krav. Tá
myndatilfarið kom inn, vísti
tað seg at størsti parturin var
persónsmyndir av eldri
fólkum, nakað sum ikki var
so óvanligt fyrr, at einstak-
lingar ella bólkar lótu seg
avmynda, familjumyndir,
skipsmanningar, skúla-
flokkar o.s.fr.
Ein góð hjálp ul at gera
framsýningina afturlítandi
og áhugaverda var mynda-
tilfarið, sum fornminnisfe
lagið hevur ligið inni við,
hvørs myndir bæði foto-
grafiskt og sidsøguliga vóru
á høgum stødi
Hetta var eitt tiltak, sum
vónandi verður framhald-
andi, og so við og við eisini
kann gerast áhugavert fyri
tað yngra ættarliðið. Dag
urin fyri sólarkaffið í Bygd-
arhúsinum í Lorvík hevur
altíð verið væl vitjaður av
bygdarfólkinum, men í ár
bar av. Ikki undir 400 fólk
vitjaðu hendan dagin fram-
sýningina í Bygdarhúsin-
um, og var fitt av avbygdar-
fólki komið til bíggjar
henda dagin.
Sólin helt seg ikki aftur
fyrrapartin at vísa sítt blíða
snyd, og tað at dagurin í
aðrar mátar royndist væl til
veður, gjørdi ivaleyst sítt til.
at so væl varð vitjað
Eitt gott og væleydnað til
tak hjá Bygdarhúsinum.
sum tey vónandi halda á
við
Fáir foroyskir sjúklingar
vidgjørdir í Islandi
Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki gjórt nakra ser-
staka kanning av kostnaðinum
ymsum
ingaviðgerð í
og
dygdini av
londum, svaraði Helena Dam á
sjúkl-
Neystabóð m.a. Kristiani Magnussen sum hevði sett heils-
umálaráðharranum nakrar spurningar
Olavur í Beiti
Hvørja mannagongd nýtir
landsstýrið. tá mett verður
um kostnaðin og um dygd-
ina av sjúklingaviðgerð í
ymsum londum. Og hvor
mannagongd verður nýtt, tå
metast skal um tørvin á
hjálpar- og rgktarstarvsfólki
uttan fyri viðgerðarstaðið,
tá talan er um ambulanta
sjúklingaviðgerð? spyr
Kristian Magnussen.
Og heilsumálaráðharrin
svarar, at sambært løgtings-
lóg um Sjúkrahúsverk Før-
oya hava yvirlæknar á
sjúkrahúsunum „rætt til at
senda sjúklingar til viðgerð-
ar í Danmark, og í serligum
fórum kann ein yvirlækni
við loyvi frá leiðsluni fyri
sjúkrahúsverkið senda
sjúklingar til viðgerðar í
øðrum londum“. Tað eru so-
statt yvirlæknar innan før-
oyska sjúkrahúsverkið, ið
hava heimild til at senda
sjúklingar til viðgerðar utt-
anlands. Tað eru sostatt teir,
ið gera metingar av, hvar
teir halda, at best er at senda
sjúklingin.
— Almanna- og heilsumål-
astýrið hevur ikki gjørt
nakra serstaka kanning av
kostnaðinum og dygdini
av sjúklingaviðgerð i
ymsum londum.
Í øðrum lagi spyr Kristian,
um landsstýrið metir før-
oyska sjómansheimið í
Reykjavik at vera nøktandi
karm, tá talan er um sjúkl-
ingahotel við neyðugum
røktar- og hjålparstarvs-
fólki?
Og heilsumálaráðharrin
at um føroyska sjómans-
heimið í Reykjavík er nøkt-
andi karmur, tá talan er um
sjúklingahotel, er Ogjørligt
at meta um, fyrr enn vitan
er um, hverjar sjúklingar
talan er um. Í dag verða sera
fáir føroyskir sjúklingar
viðgjørdir í Íslandi.
Hotel Tórshavn
Í triðja lagi spyr Kristian um
samráðingarnar um at økja
og betra um bústaðarum-
støðurnar hjá sjúklingum á
Hotel Tórshavn hava givið
nakað úrslit, og hvussu
gongst við ætlanini um at
finna annað betur egnað
stað til sjúklingahotel í
Keypmannahavn?
Heilsumálaráðharrin svarar,
at samrådingarnar við
Keypmannahavnar Komm-
unu hava enn ikki givið
nøktandi úrslit. Keypa-
mannahavnar Kommuna er
av teirri fatan, at miðbýurin
í Keypmannahavn eigur at
verða nýttur til íbúðir og
ikki til vinnuendamål so
sum sjúklingahotel. Arbeið
10 við at finna eitt nýtt
Hotel Tórshavn er farið í
gongd.
Í fjórða lagi verður spurt,
um landsstýrið hevur gjørt
sær nakrar tankar um, at
danska stjórnin møguliga
fer at mótrokna ávísa upp-
hædd í rikisstudlinum, um
landsstýrið av álvara fer at
senda sjúklingar í onnur
lond at fáa heilsubót?
Og heilsumálaráðharrin
svarar, at almanna- og heils-
umálastýrið er av teirri
fatan, at blokkurin skal met-
ast sum ein heild. Tað er
rætt, at blokkurin uppruna-
liga varð útroknaður eftir,
hvat danski staturin læt í
refusion til føroyska sam-
felagið. Men tað er ikki
longur nakar samanhangur
herímillum.
Ikki avskorið
I fimta lagi spyr Kristian at
um landsstýrið velur at
ganga aðrar leiðir at leita
sær ráðgeving og sjúkling-
aviðgerð, hevur landsstýrið
so gjørt sær tankar um, at
danskar stjórnir frameftir
møguliga ikki ynskja at
veita eina fyri okkum so 6-
maksleysa og vælvirkandi
tænastu sum hana, ið eitt nú
danska heilsustýrið veitir
okkum ókeypis í dag?
Og tl henda seinasta
spurningin sigur Helena
Dam á Neystabød, at al-
manna- og heilsumálastýrið
metir ikki. at fyri ti um
danska heilsustýrið hevur
eftirlit við føroyska heilsu-
verkinum, at Almanna- og
heilsumálastýrið er avskor-
ið frá at leita sær g
vegleiðing aðrastaðni enn
frá danska heilsustýrinum
ráð og
SAMICK KLAVER OG FLYGEL
Klaverini og flyglini fáast svort, hvít og not. kr. 2000,- eyka fyri mahogni.
Flygel í mahogni og poleraðum nøtuvidi kosta kr. 3000,- eyka.
Ring tlf. 283605 ella 447573 ímillum 17 og 21 og hoyr nærri um prísir og stoddir.
SAMICK Føroyar v/Alfred Hansen, 650 Toftir
Klaver:
112
Flygel:
150
Beinleiðis av verksmiðju
Bíleggið NÚ, áðrenn 1. mars 1999. |
og sparið 30-35% av vanliga
108 cm høg ...
. kr. 49.950,-
.... 55.900,-
..-. 59.900,-
kr. 23.900,-
-- 26.900,-
. 29.900,-
31.900,-
65.900,-
Samick eru heimsins størsti klaver- og flygelframleidari. Samick hevur i dag ein av heimsins
kendastu klaverbyggjarum, Klaus Fenner ur fyrrv. Vesturtysklandi, i starvi. Klaus Fenner hevur
m.a. designað fleiri Bøsen Dorfer klaver. Samick klaver og flygel hava ein kláran, fyldigan og
ríkan tóna.
Eisini í Føroyum eru fleiri vælnøgdir Samick klaver eigarar — harimillum skúlar og samkomuhús