Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar + Kyndil var Hondbóltur: Hóast strandingar betri megnaðu at fylgja við í øðrum hálvleiki, so var kortini einki at gera hjá teimum í dystinum móti Kyndli sunnudagin, til tað var munurin á liðunum alt ov stórur nogv effektivari Kyndil-StÍF 29-23 (15-9) SVEINUR TRÓNDARSON Tað vóru oddalidini, sum hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Nummar eitt móti nummar tvey, og ti kundi ein vænta at munurin ikki fór at vera so stórur. Men tað var hann kortini og orsøkin var heilt einfalt tann at spælið hjá Kyndli var meira samanhangandi enn tað var hjá strandingum. Trupulleikin hjá strand- ingum tykist verða, at tær Ikki fáa nakað vælskipað álopsspæl ígongd. og í slík- um løtum eru spælarar sum Paula Berg Jac g Sóley Mikkelsen bóltflytar- ar heldur enn álopsspælarar obsen og Sum seinni hálvleikur leið lu tankarnir aftur Vpafinaluna næstsemasta leygardag. tå stødan hjá strandingum var just tann sama. Bakkarnir høvdu tå sera trupult at sleppa inn i spælið. og ta einu fingu einki mál longu løtuna strandingar Stødan var júst tann sama móti Kyndli sunnudagin. I fyrra hálvleiki var ein lota har strandingar bert fingu tvey mál í 17 minuttir og í seinna hálvleiki var ein løta, Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1999 Connv Poulsen hjá Kyndli og Bjórg Mikkelsen hjá StlF í eini eitt sindur ødrvisi ítróttarmynd Mynd: Jens Kristian Vang har tær bert fingu eitt mál í ellivu minuttil Tå so mótstøðuliðið fær nógv mál í júst somu lotum. so er einki at gera við. tá gerst munurin Ov stórur, og tað var tað sum hendi. Kyndil setti av álvara damp á ketlarnar og stakk av frá StíF í fyrra hálvleiki. Tær vóru aftanfyri 2-3 eftir eina eitt sindur tunga byrjan men 17 minuttir seinni vóru tær frammanfyri við10-5 Kyndilskvinnur í essinum Sum nevnt omaniy F1, SO Val tað ólukka strandinga, at tær einki mál fingu í drúgva tíð. tí tað var her at dysturin varð taptur. Kyndil var í ess- inum sunnudagin og tá tær fyrst vóru farnar framum, hugdu tær ikki um akslarnar aftur Lotte Sørensen var ikki so nogv å vøllinum, sum hon plagar. Hon spældi væl tær løturnar hon var å vøllinum, men hesaferð gjørdist hon ikki besti málskjútti, og heldur ikki tann altavger- andi spælarin á Kyndils- liðnum. Lotte var víst av vøllinum í tveir minuttir um miðjan seinna hålvleik, og kom ikki inn aftur í dystin fyrr enn í endanum, men tá var dysturin longu vunnin. Harafturiméti — spældu Beinta Sørensen og Marita Hermansen sera væl. Beinta er ótrúliga skjót og dugir væl at lesa avleveringarnar hjá mótstøðuliðunum. Hon var sum ein køttur út í mill- um og vann liðið sínum kontraålop, sum hon onk- untíð avgjørdi sjálv og aðra tíð læt onkran annan avgera. Ikki tí, tað er ikki ætlanin at taka nakað frå nøkrum, tí Kyndil spældi sera væl sunnudagin og bardist manniliga fyri sigurin. Tær stríddust fyri einum felags máli og tað eydnaðist fram- úr væl Greið hálvleiksleiðsla Eftir eina byrjan, har liðini skiftust um at verða framm anfyri. so var tað Kyndil, sum fótaði sær fyrst Strandingar høvdu ilt við at fáa boltin í málið og høvdu harafturat trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman. trupul- leikin hjá Kyndli og tí fóru tær fra Tað var als ikki strandingum í risa- fetum tå tær komu igongd Pað var eisini orsøkin til dÍ Kyndil fór til hålvleiks við greiðari leiðslu upp á 15-9. Kyndil helt tørn Í seinna hálvleiki ráddi meira um hjá Kyndli at halda tørn enn nakað annað Fær eru vælvitandi um. at SIF uttan trupulleikar kann vísa meir enn tær gjørdu sunnudagin, og tí ráddi um at vera vakin. Tað var júst tað Kyndilsleikararnir vóru og við sera effektivum verjuspæli og einum til tíðir fantastiskum málmanni pilkaðu tær mótið frá strandingum I byrjanini av seinna hålv leiki royndu strandingar at fáa samband aftur við Kyndil og tað gekk fram á fyrstu løtuna. Munurin fót úr seks málum niður í fýra og tå stødan var 19-15 til Kyndil, foru tær at fuska vid spælinum eina løtu. Á veg í álop vórðu nógvir bøltar tveittir burtur og SIF fór í álop Eisini fóru skotini at svíkja hesa løtuna, og eisini tað gav strandingum møgu- leikan. Tær megnaðu bara ikki at útnytta hann. Og tað var í grundini ikki teirra orsøk. Orsøkin var heilt einfalt. at málmaðurin hjá Kyndli, Marita Herman- sen stóð ein branddyst. Hon bjargaði øllum. Tað var líka mikið um skotini komu frá bakkinum av strikuni ella úr spískum. Hon tók alt. Tað var nóg mikið til at venda gongdini aftur og eft- ir hetta stóð Kyndil á restini av dystinum. Frá at hava verið frammanfyri við fýra málum økti Kyndil so mun- urin brádliga var níggju mál — og dysturin var endaliga avgjørdur. Dómaraborðið gav spenningin Við sigrinum sunnudagin er ikki longur nakar ivi um hvor fer at vinna meistara- heitið hjá kvinnum. Kyndil er átta stig fremst. nú frammanfyri Neistan. Tað skal vilja meira enn illa til, um ikki Kyndil skal gerast føroyameistari, og serliga tá ein hugsar um hvussu nógv betri tær hava spælt enn hini liðini Í leikskránni stóð at lesa. at kvinnuliðið við einum sigri kundi koma eitt fet nærri melstaraheitinum og esum mugu vit bara geva høvundanum rætt í! Kyndil er komin eitt fet nærri. og tær verða helst ikki tiknar í ár Eingin spenningur var í dystinum sunnudagin. Til tað var munurin á liðunum alt ov stórur. Einasti spenn- ingur var ta løtuna dómara- borðið ikki gjørdi beint sum dómararnir høvdu ætlað. men eisini tann spenning- urin hvarv skjótt... Frida Sofía Johannesen og liðfelagarnir í Kyndli liggja væl fyri í landskappingini Mynd: Jens Kr. Vang