týsdagur 16. februar 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
ítróttar
VM 1 t Haral S(
Onglendingar leika
fagrari enn kekkar
Fótbóltur: I Onglandi tók ein støda seg upp leygardagin. ið minti ikki sørt
um tað sum hendi í landsdystinum millum Føroyar og Kekkia á Svangaskarði
í tjørheyst. Men avleiðingarnar vóru heilt ødrvisi
scrilg
Tað sum hendi tå var, at
føroyska liðið koyrdi bólun
' sum vanligt er,
tå ein spælan liggur skaddur
num og må hava við-
gerð. Vanliga gevur mót-
a VØI
støðuliðið tá hinum liðnum
b . men tað gjørdu
ikki. og so endaði
Ítin aftur
«TIE
kekkar
álopið við, at Vladimir Smi-
cer skoraði einasta málið í
dystinum
Leygardagin hendi nakað
tað sama í Onglandi. Men
tað sum hendi síðani var
heilt ødrvisi frá tí. sum
hendi í Foroyum
nal og Sheffield Uni-
ed spældu steypadyst í FA
Cup-kappingini. Trupul-
r byrjaðu. tá Shef-
eld United-spælarin Lee
Morris varð takklaður inni
Arsenal-brotsteiginum
Stødan var tå 1-1, og eitt
gott korter var eftir at spæla.
Sheffield United vildi
hava brotsspark, men fingu
tað ikki, og so koyrdu teir
bóltin út av vellinum. so
liðfelagin, sum framvegis lá
á grasinum, kundi fáa við-
gerð.
Vanliga fær liðið. sum í
einum slíkum føri koyrir
bóltin av vellinum. hann
aftur frá mótstøðuliðnum
Men É í
anski landsliðsspælarin
Nwankwo Kanu, sum enntá
spældi sín fyrsta dyst fyri
Arsenal eftir at London-lið-
10 heyði keypt hann fyri 4,5
mió. pund frá Inter. kom
ímillum. tá Ray Parlour
kastaði bóltin aftur til Shef-
field United-målmannin.
Kanu sendi síðani bóltin
tvørturum til Marc Over-
mars, sum pura leysur skor-
aði til 2-1, meðan Sheffield-
menninir ikki rættiliga
skiltu, hvat hendi.
Men tá teir sóu, at Arsenal
hevði skorað. kom eldur í
krútið, og við venjaranum
Steve Bruce á odda regnaðu
mótmælini oman yvir hart
kroysta dómaran Peter Jon-
es. Einu løtuna kom tað
enntá so langt, at Steve
Bruce gav sínum spælarum
tekin um, at teir skuldu
rýma av vøllinum
22 ára gamli nigeri-
Dysturin spælast
av nýggjum
Venjarin hjá Arsenal. Ar-
sene Wenger, var eisini sera
harmur um tilburdin, og
beinanvegin eftir dystin
bjóðaði hann Sheffield Uni-
ted nýggjan dyst.
Hatta var sera óheppið
vit vildu ikki snýta nakr-
an. Tíverri skoraðu vit eitt
mál afturat, sum reint ítrótt-
arliga ikki var rætt, segði
franski venjarin hjá enska
meistaraliðnum.
Kanu er nýggjur í ensk-
um fotbolti, og hann ætlaði
ikki at snýta. Hann visti
ikki. hví málmaðurin hevði
sparkað bóltin út úr spælin-
um. Vit vildu geva teimum
bóltin aftur. men tíverri
spældi tað av. so sum tað
gjørdi
Sjalvur var Nwankwo
Kanu sera harmur um, at
hansara fyrsta upptraðkan
fyri Arsenal skuldi elva til
so nógva umrødu:
Tað var eitt stórt mistak.
Teir tveittu bóltin til min,
og eg var púra einsamallur.
Eg spældi hann víðari. og
eftir tað veit eg ikki meir
Tað var ikki fyrr enn eg sá
Sheffield-spælararnar fara
upp til démaran, at eg visti,
at okkurt var galið, segði
nigerianski landsliðsspælar-
in aftan á dystin.
Ongantíð hent fyrr
Talsmaðurin hjá enska fót-
bóltssambandinum, Steve
Double, segði, at tað ong-
antíð var nakar serligur ivi
um, at FA fór at góðtaka, at
dysturin verður spældur
umaftur.
Bert fáa minuttir eftir,
at Arsene Wenger kom við
sínum tilboði, umrøddu
David Davies (virkandi for-
maður í FA, bløm.) og Terry
Annable (formaður fyri FA
Cup-nevndini, bløm. ) tað og
gingu áheitanini á meti.
segði Steve Double.
Hetta er ongantíð hent
fyrr. men vit kundu ikki bert
lata sum einki. Oll í fót-
bóltsheiminum fara at fegn-
ast um, at Arsene Wenger
sýnir so góðan ítróttaranda,
og tað eigur hann eisini at
fáa rós fyri.
Ein. sum í øllum forum
var sera fegin um tilboðið
frá Wenger. var Sheffield-
venjarin og fyrrverandi
Manchester United-spælar-
in Steve Bruce, sum kallaði
uppskotið hjá Arsenal-venj-
aranum fyri »ein rett av-
gerð<.
Um tað var eitt lið hjá
mær, heyði mær ikki dámt
at vunnið ein dyst á slíkan
hátt. Vit høvdu gjørt tað
sama. Eg haldi, at hatta var
ein ljót gerð. men eg góð-
taki, at tað var ein misskilj-
ing. Eg eri til reiðar at geva
honum ágóðan av ivanum
hasum viðvíkjandi. men eg
skilji ikki, hví dómarin ikki
kundi kolldøma sína egnu
avgerð i hasum førinum.
Hendingin tók fullkomi-
liga yvir í einum annars
spennandi dysti, har frak-
lendingurin Patrik Vieira
legði Arsenal á odda í 28.
minutti. Marcelo skallaði
útjavnandi málið hjá 1.
deildarliðnum, men eftir
»målid« hjá Kanu helt
størsti dramatikkurin fram
uttan fyri vøllin.
Nu er so avgjørt, at nýggj-
ur dystur skal spælast týs-
dagin um eina viku.
Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1999
Wenger vil hava
reglurnar broyttar
Emið L. JACOBSEN
Sunnudagin, dagin eftir
2-1 >sigurin< hjá Ars
enal móti Sheffield Uni
ted í 5. umfari av FÅ
Cup-kappingini, fekk
rsenal-venjarin Arsene
Wenec tuðul tlastaðn
Harcreitth
unum, og tað hevði verk
8
betri at havt eina ló
heidur enn emma stevnu á
hesum økinum. segði
Arsenal-venjarin
David Davies, sum er
virkandi = aðalstjóri í
enska fótbóltssamband-
inum FA, rósti Wenger
fyri hansara áheitan.
Og høvid at umrøda
eina slíka broyting í
reglunum kemur næstan
beinanvegin, tí longu
leygardagin kemur al-
tjóða nevndin, sum tekur
sær av lógarbroytingum
o.tíl. í tótbólti. saman til
fundar í walisiska høv-
uðsstaðnum Cardiff.
Vit vilja sera fegnir
umrøda hetta á fundin-
um leygardagin, tí hóast
vit hava eina stevnu fyri
Fair Play í hesum land-
inum, so vísti tilburðurin
á Highbury, at eitt hol er
í lógini, segði David
Davies.
— Tað skuldi uppruna-
liga ikki vera á skránni
á fundinum leygardagin.
men vit hava eina stóðu.
sum ikki hevur verið
fyrr. og sum vit vilja
loysa skjótast gjørligt. Í
hesum landinum eru tað
ikki bert orð, tá vit tosa
I hið hjá FIFA
t
3 i
;
Í
R ( einar
ilio
udi
Onkur hevur ført
fram, at FA hevur gjørt
ov skjótt av. men til
hetta segði David Dav-
les:
Orsøkin til, at vit so
skjótt avgjørdu, at dyst-
urin skuldi spælast um-
aftur, er ti, at vit halda,
at Fair Play hevur nakað
at siga.
{ ppsk« ið hjá Wenger
fall eisini í góða jørð hjá
einum av royndastu
venjarum í Bretlandi.
Ron Atkinson, sum fyri
stuttum bleiv manager
hjá Nottingham Forest.
segði:
Stødur sum hesar
koma ongantíð fram,
fyrr enn tær henda. Eg
haldi tað vera eitt som-
iligt hugskot, og tað
kann eisini gera alt
minni ørkymlandi.
Missa fimm mið. pund
EmiL L. JACOBSEN
Avgerðin hjá dómaran-
um Peter Jones um at
góðkenna tað kanska
mest umrødda málið í
nýggjari FA Cup-tíð
hevur kostað bretsku
veddingarfyritøkunum
einar fimm milliónir
pund.
Hóast tilboðið hjá Ars-
enal-venjaranum Arsene
Wenger um at spæla
dystin umaftur varð góð-
tikið mestsum beinan-
vegin, mugu veddingar-
fyritøkurnar taka úrslitið
2-1 sum almenna úrslitið
av dystinum. Og nú
kunnu fyritókurnar
rokna við at missa nógv-
ar pengar.
Graham Sharpe frá
fyritøkuni William Hill
sigur, at målid hjå Kanu
til 2-1 er eitt tað dýrasta
málið nakrantíð fyri
teirra fyritøku.
— Tað kostaði okkum
meir enn eina millión
pund, og tær ymsu vedd-
ingarfyritøkurnar missa
tilsamans eini fimm mió.
pund. Arsenal vóru favo-
rittar við odds 2-9 — eitt
trygt I-tal — og næstan
øll, sum veddadu eina
heila kupong, høvdu teir
sum vinnarar, sigur Gra-
ham Sharpe.
— Hóast úrslitið er 6-
gildað, endaði dysturin
framvegis 2-1 til Arse-
nal, so tað mugu vit
rinda út frá. Um vit ikki
gjørdu tað, høvdu vit
fingið uppreistur á vedd-
ingarstødunum. Einastu
ferð, vit ikki hava góð-
tikið almenna úrslitið av
einum dysti, var í 1986,
tá Diego Maradona
skoraði við Guds hond
móti Onglandi. Mor-
alska úrslitið tá var 1-1,
og tað rindaðu vit út eft-
ir. Eg haldi ikki, at Peter
Jones (dómarin) hevði
nakað val, men tað hev-
ur kostað okkum fleiri
hundrað túsund.
Ikki øll vilja hava
nýggjan dyst |
Ikki oll eru so fegin um,
at dysturin millum Ars-
enal og Sheffield United
skal spælast av nýggj-
um. Ein av hesum er
dómarin Philip Don,
sum eisini er formaður í
felagnum hjá enskum
Premier League-dómar-
um.
— Dómarin er har fyri
at stýra einum dysti
sambært fótbóltsreglun-
um, sum m.a. siga, at tað
liðið, sum skjýtur flest
mál, hevur vunnið, sigur
Don, sum vísir á, at
eingin skrivað regla varð
brotin, tá málið kom.
|