mikudagur 17. februar 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32 — 17. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Helena Dam á Neystabø, almanna- og heilsumálaráðharri:
- Starvsfólkini
hava ikki skuldina
I sambandi við nógvu ákoyringarnar móti Almannastovuni í seinastuni,
ásannar Helena Dam á Neystabø, at almannaverkið ikki virkar nóg væl.
Men hon heldur tað vera skeivt at lasta starvsfólkið á Almannastovuni
fyri hetta.
JOHN JOHANNESSEN
— Eg havi ikki nakað bein-
leiðis dómi um, at forsorg-
arlógin verður misnýtt. men
eg havi fleiri ferðir frætt um
misnýtslu, hóast eingi bein-
leiðis dómi liggja á skriv-
araborðinum hjá mær, sigur
Helena Dam á Neystabø,
landstýriskvinna í almanna-
og heilsumálum. Men hon
leggur dent á, at starvsfólk-
ini á Almannastovuni als
ikki hava skuldina av hes-
um. Hon sigur, at tað als
ikki ber til hjá starvsfólku-
num at hava eftirlit við,
hvør býr saman við hvørj-
um úti um landið. Tí metir
hon, at kommunurnar skulu
hava stórri ábyrgd í nýggju
almannalóggávuni, sum ar-
beitt verður við í løtuni.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at hon heldur tað vera
skeivt at langa út eftir Al-
mannastovuni í fjølmidlu-
num og á tingsins rødara-
palli. Hon sigur, at í sam-
bandið við at Rúna Sivert-
sen hevur funnist at Al-
mannastovuni og málsvið-
gerðina har, at tað er sera
umrådandi, at starvsfólk
eins væl og viðskiftafólk hjá
Almannastovuni ikki verða
løgd undir illgruna, tá skift
verður orð um, hvussu bøt-
ast kann um sosialu skip-
anirnar i Føroyum.
— Um so er, at onkur hev-
ur ein grunaðan illguna, ella
beinleiðs veit um misnýtslu.
so eigur ein og hvor sjálv-
andi at gera vart við seg tað
hjá avvarandi myndugleika,
og hetta ber væl til at gera í
trúnaði. Men í flestu fórum
er tað tó soleiðis, at avgerð-
irnar hjá Almannastovuni
byggja á galdandi lóggávu.
Og tað er hana, tey skulu
umsita, eisini í teimum før-
um, tá ið tað kann tykjast
órímiligt.
— Viteiga tó ikki at ræðast
eitt neyðugt orðaskifti um,
hvussu vit skipa okkara al-
mannapolitikk. Vit mugu
hava eina bæði greiða og
rættvísa lóggávu, sum er
einføld at umsita. Og okk-
ara lóggáva á hesum øki-
num er bæði tung, gomul
og fløkt at umsita. Tí liggur
ein stór uppgáva fyri
framman at gera nýggja
lóggávu á økinum. Og
hendan skal smíðast í hes-
um árinum. Tað er eisini
neyðugt, at bæði lóggávan,
starvsfólk og viðskiftafólk
leggja dent á, at almanna-
verkið hevur til endamáls at
hjálpa tí einstaka at loysa
sínar egnu trupulleiukar. Og
eg ivist ikki í, at tað er tað,
ið teir flestu føroyingar
vilja. Teir ynskja at vera
sjálvbjargnir, um tað á nakr-
an hátt ber til. Og tað er tað,
sum almannalóggávan skal
stuðla upp undir.
Eiga ikki
at ræðast orðaskifti
— Eg haldi ikki, at vit eiga
at ræðast eitt neyðugt orða-
skifti um, hvussu vit skipa
arbeiðið á okkara almennu
stovnum best og mest ratio-
nelt. Fram um alt mugu vit
tryggja, at stovnarnir eru
brúkaravinarligir. Eisini á
hesum økinum er einki at
ivast í. Vit kunnu fremja
åbøtur. Og vit eiga sjálvsagt
at tola atfinningar. Men oll
eiga vit at hava í huga, at
tað eru starvsfólkini á Al-
mannastovuni, ið hvønn
einasta dag standa andlit til
andlits við tey fólkini i Før-
oyum, sum hava tað allar
truplast. Og tí skulu vit
skifta orð um hesi viður-
skifti á einum virðiligum
stoði.
Samvitskuspurningur
Almanna- og heilsumála-
ráðharrin sigur ikki
skilja. hvussu fólk kunnu
hava samvitsku at misnyta
Almannastovuna. Hon met-
ir, at tað helst eru tær einsa-
møllu mammurnar, ið hava
torført at fáa figgjarligu
endarnar at røkka saman. Tí
heldur hon tað vera ógvu-
liga frekt, at ógift. ið liva
saman sum hjún, misnýta
forsorgarlógina, við at lata
sum um mammurnar eru
einsamallir forsyrgjarar. Tó
leggur Helena Dam á
Neystabø einaferð enn dent
á, at hon ikki hevur nakað
beinleiðis dómi um slíka
misnýtslu, men at hon fleiri
ferðir hevur hoyrt um hetta.
— Tá eg sigi hetta, er tað
ikki tí, at eg vil leggja ein
heilan bólk av fólki undir
illgruna. Orsøkin til, at eg
nýti hendan bólk sum dómi
er, at eg havi frætt, at tað
eru fleiri, ið látast ikki at
búgva saman, hóast tey eru
sambúgvandi. Tó merkir
hetta ikki, at øll gera tað og
heldur ikki, at hetta eru tey
einastu, ið misnýta forsorg-
arlógina, sigur Helena Dam
á Neystabø.
seg
Kommunurnar
fåa åbyrgd
Helena Dam å Neystabø
sigur, at í nýggju aln.anna-
lóggávuni, ið arbeitt verður
við í løtuni, er ætlanin at
leggja ein part av ábyrgdini
. enn,
Helena Dam á Neystabø,
almanna- og heilsu-
málaráðharri
av almannaveitingunum
yvir á kommunurnar kring
landið. Hetta merkir, at tær
ávísu kommunurnar skulu
hava eftirlit við t.d. málum.
har einsamallar mammur
fáa almennan stuðul. Upp-
gávan hjá kommununi kem-
ur at verða tann, at hon skal
syrgja fyri, at almannalóg-
gávan ikki verður misnýtt.
Tó visir Helena Dam á
Neystabø á, at hetta ikki er
nakað, ið avgerð er tikin um
men at tað í løtuni
verður vidgjørt í Lands-
stýrinum.
Nýggja
pensiónsskipanin
Í seinastuni hevur nógv tos
verið um pensiónirnar. Flest
øll eru samd um, at fólka-
pensiónin er alt ov lág, og
skotið er upp at hækka hana.
Men partur av nýggju al-
mannalóggávuni er eisini
ein nýggj pensiónsskipan.
Almanna- og heilsumála-
ráðharrin sigur, at arbeitt
verður við einari pensións-
skipan, ið er eitt millumting
millum eina solidariska og
eina borgarliga pensións-
skipan. Hetta merkir í stutt-
um, at tey sterku í samfelag-
num skulu bera tey veiku.
Helena Dam á Neytsabø
sigur, at nýggja pensións-
skipanin kemur at byggja á
eina pensiónsuppsparing, ið
tey, ið vinna pening skulu
gjalda í. Pensiónsuppspar-
ingin fer ikki í ein grunn,
— Tað er forsorgarlógin, ið ikki er nóg góð, sigur hon
men verður ein persónlig
uppsparing. Men tey, ið av
einari ella aðrari orsøk ikki
hava verið fór fyri at vinna
sær pening gjøgnum lívið,
koma undir eina almenna
penstónsskipan, ið líkist
teirri pensiónsskipanini, vit
hava í dag. Munurin kemur
bert at vera tann, at hendan
pensiónin kemur at verða
væl hægri, enn tann, ið er
galdandi í dag. — Orsøkin
til, at nýggja almenna
pensiónsskipanin kemur at
verða væl hægri er tann, at
hon ikki fevnir um eins
nógv fólk og tann verandi
ger. Tey, ið hava havt ráð at
spara sær til pensiónina
sjålvi, fáa jú ikki almenna
pensión, og sostætt koma
tey at bera tey veiku, sigur
Helena Dam á Neystabø,
landstyriskvinna í almanna-
og heilsumålum.
EDI
Option 1
1,6i 16v motor
Powerstyring
4 kanals ABS
Trygdarkabinum
Selastrammari
3000 Radio v/bandspælara
Tónaðir rútar
PATS startsperru
Fyrr 160.000 kr.
NG 142995 kr)
DOT OUR LT ILL:
i
= Skrivið skal
skapa dialog
Seinastu dagarnar hava
stovnsleiðarar = kring
landið fingið skriv frá
fíggjardeildini hjá Al-
manna- og Heilsumála-
stýrinum um, at fullveld-
isætlanin skal síggjast
aftur í fíggjarlógunum
fyri ár 2.000 hjá teimum
ymsiku stovnunum.
Hetta eru stovnsleid-
arar ikki serliga glaðir
fyri. Teir siga nevniliga,
at tað frammanundan er
sera torført at reka al-
mennu stovanarnar í
landinum við teimum
játtanum, teir fáa, og tí-
skil meta teir tað vera
eina 6møguliga uppgåvu
at fara undir sparingar,
uttan at hetta kemur at
raka tænastuna hjá
stovnunum.
Helena Dam á Neysta-
bø, landsstýriskvinna í
almanna- og heilsumál-
um, sigur tó, at stovns-
leiðararnir onga orsøk
hava at ræðast hetta
skrivið. Hon sigur, at
skrivið er sent út, fyri at
skapa ein dialon millum
ymisku stovnsleiðarar-
nar og Almanna- og
Heilsumálastýrið, so-
leiðis, at finnast kann út
av, hvussu Almanna- og
SL
1,6i 16v motor
Powerstyring
4 kanals ABS
Trygdarkabinum
Selastrammari
3000 Radio v/bandspælara
Forlyktavaskari
Hiti í forsetrunum
Tónaðir rútar
PATS startsperru
El-spegl
El-førarasetur
El-rútar framman
Upphitaðan forrút
El-bakklappur
Fjarstýrt centrallås
Fyrr 174.500 kr
Nú 149.995 kr
P/f Wenzel:
” Fyrr 184.500 kr
Heilsuverkid i sini heild
kann rekast meira skyn-
samt.
Helena Dam å Neysta-
bø sigur, at semja er i
landstýrinum um, at Al-
manna- og Heilsuverkið
ikki kemur at verða tað,
ið skal spara mest undir
fullveldisætlanunnum.
Tó metir hon at sparing-
ar kunnu fremjast á tann
hátt, at arbeiðið millum
teir ymisku stovnarnar
verður skipað betri. Hon
sigur, at berast skal so í
bandi, at ikki er neyðugt
at taka eitt mál upp aftur
frá botninum, bert tí onk-
ur stovnsnytari skiftir
stovn. Hetta metir hon
kann spara Almanna- og
Heilsuverkinum fyri væl
av peningi, og sigur hon,
at skrivið er sent út,
nevniliga fyri at fáa dia-
log í lag, um hvussu
hetta kann gerast. Tí
heitir hon á allar stovns-
leiðarar um at taka ímóti
skrivinum við opnum
sinni, og royna at gera
sær hugsanir um, hvussu
ein á bestan hátt kann
fremja rationaliseringar
innan åvisu økini innan
Almanna- og Heilsu-
verkið.
Option 3
1,6i 16v motor
i Powerstyring
j4 kanals ABS
Í Trygdarkabinum
Selastrammari
3000 Radio v/bandspælara
Forlyktavaskari
Hiti í forsetrunum
Tónaðir rútar
PATS startsperru
El-spegl
El-førarasetur
El-rútar framman
Upphitaðan forrút
El-bakklappur
Fjarstýrt centrallás
Aircondition
Nú 155.995 kr
Akranesgeta 5
FO 100 Tórshavn
Tlf. 313873 - Fax 311173