mikudagur 17. februar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Uu á Argjum fall Mauricio skjótt
til í heiminum hjá familjuni Áugust-
inussen, og tað var ein stór hjálp hjá
honum, at dótturin í húsinum, Thora,
eitt ár framman undan hevði verið
við AFS í Venezuela í eitt år, og at
hon harvið dugdi spanskt. sum líkist
rættuliga nógv portugisiskum. ið er
móðurmálið hjá Mauricio. Somu
leiðis høvdu tey úti á Suðurstíggi 12
eisini áður roynt seg sum vertsfam
ilja hjá einum AFS ara. tå ið tey
skúlaárið 95/96 høvdu Diego úr
Ecuador búgvandi
Um tað at verða vertsfamilja hjá
einum AFS-næmingi, sigur Thora, at
hetta er ein stór avbjóðing fyri eini
húski. og at tað er sera læruríkt. "Tú
fært innlit í ein heilt annan heim og
eina heilt aðra mentan. sum tú ann
ars bert heyði kunnað upplivað, um
tú fort til tað landið. har sum næm-
ingurin kemur frá.". sigur Thora.
I skúla
Um miðjan august mánaða fór Mau-
ricio so í skúla í studentaskúlanum i
Hoydølum. Um hetta sigur hann, at
tað er ein stórur munur á skúlanum í
Hoydølum og so High School í Bra-
sil, har hann gekk áður. Eitt nú eru
flokkarnir í Brasil dupult so stórir,
sum teir eru í Hoydølum, t.v.s. at
har ganga umleið einir hálvthundrað
næmingar í hvørjum flokki.
Somuleiðis heldur Mauricio, at
studentaskúlanæmingarnir í Føroy-
um taka skúlan í ógvuliga stórum
álvara, tí í flokkinum, sum hann
gongur í, er tað Ohoyrt at sita og
práta saman í tímunum.
Fyrstu mánaðirnar í skúlanum
dåmdi Mauricio ikki so væl. Hann
skilti ikki nógv av tí, sum fór fram í
undirvísingini, so fyri tað mesta lá
hann bara og svav niður á borðið í
tímunum. Av somu orsøk gingu
fyrstu mánaðirnir her í Føroyum
ógvuliga seint, og tað var ikki fyrr,
enn hann veruliga heyði fingið fatur
á málinum, at tíðin gekk skjótari og
lættari.
Frítíðin
Hvat ger ein 18 ára gamal brasiliani
í frítíðini. tá ið hann býr her í Førøy-
um? Mauricio sigur, at honum dám-
ar væl at vera saman við sínum før-
oysku vinum, sum hann hevur fingið
nógvar av. Heima í Brasil fekst
Mauricio nakað við judo, men tað
hevur hann so ikki gjørt nakað við
her heima í klettunum.
Eisini situr ungi maðurin úr Mar-
inga nógv framman fyri sjónvarp-
inum, eins og hann eisini hevur
fingið sær gentu her, sum hann er
nógv saman við
Í løtuni eru seks AFS-næmingar í
Føroyum, men hesar sær Mauricio
ikki so nógv til, tí at teir eru spjaddir
kring alt landið. Í Havn eru tveir. ein
er í Suðuroy. og so eru tríggir í
Eysturoynni/Klaksvík.
Tó eru tey saman vidhvørt, og er
hetta einamest, tá ið AFS skipar fyri
Yngd nr.
onkrum felagstiltaki. Tey hava eitt
nú verið í Gøtu og hildið AFS-jól,
eins og tey eisini hava verið ein túr í
Nólsoy.
Jólini hjá Mauricio úti á Argjum
vóru munandi ødrvisi enn jólini
heima í Brasil, sigur hann. "Í Brasil
dansa vit eitt nú ikki um jólatræið,
og vit fara ikki í kirkju fyrr enn á
midnátt, og so tá ið vit komu aftur
úr kirkjuni fara vit at pakka gávur-
nar upp. Somuleiðis hava vit ikki
navnamerkir á gávunum," sigur
Mauricio og leggur aftrat, "eg eri
katolikkur, og tað er tí, at vit ikki
fara í kirkju fyrr enn á midnått, tí tå
fara vit til midnáttarmessu".
Gevur nógv
Hví velja so nógv ung at fara í eitt
fremmant land at ganga í skúla í eitt
år, og hvat fær man burturúr einum
slíkum uppihaldi?
Thora sigur, at hon, longu meðan
hon gekk í fólkaskúlanum, heyði
„gjórt sær greitt, at hon skuldi avstað
í eitt ár og búgva í fremmandum
landi. Hon hevði ikki sett nakað
navn á hvat fyri land, ið hon skuldi
vitja, men henni var tó greitt, at tað
skuldi verða onkustaðni í Suður- ella
MiðAmerika. Hon savnaði pening
saman, eins og hon fekk góðan
stuðul frá foreldrunum, tí eitt slíkt
uppihald er rættuliga kostnaðar-
mikið. Uttan lummapening kostaði
uppihaldið hjá Thoru í Venezuela
einar 45.000 krónur, men hon sigur
tó, at tað var allar pengarnar vert.
"Tú lærir eina heilt aðra mentan at
kenna, samstundis sum tú kemur at
læra eitt nytt mål, sum eisini var eitt
av endamálunum við mínum uppi-
haldi," sigur Thora, meðan Mauricio
leggur aftrat, "at tú á henda hátt fær
eyguni upp fyri heiminum rundan
7 - 17. feb. 1999
um teg."
At ein ungur persónur eisini á
henda gerst nógv meiri sjálvbjargin
er eyðsæð, og Thora sigur, "at tá
man sum ungur føroyingur kemur til
eitt so fremmant land sum Venezu-
ela, so sær man veruliga, hvussu 6-
metaliga gott, ið vit hava tað her í
Føroyum, og tískil gerst tú eisini
glaðari fyri at búgva her á klettu-
num".
Á húsarhaldsskúla
Klokkan er vorðin nógv, og kaffi-
koppurin er tømdur. Vit trý hava
prátað í eina góða løtu nú, og tíðin
er komin til at siga góðanátt.
Fyrikomandi unglingarnir, Thora
av Argjum og Mauricio úr Brasil,
biða mær farvæl, men beint áðrenn
eg skal fara út um dyrnar, sigur
Thora, "at Maurico í hesi vikuni skal
ganga á húsarhaldsskúla í Klaksvík
Mauricio flennur og sigur við Thoru.
"at nú vita allar Føroyar tað". Eg
spyrji. hvussu hetta ber til. og tað
vísir seg, at AFS-næmingum stendur
í boði at fara í ein annan skúla í eina
viku, meðan tey eru her í Foroyum.
og Mauricio hevur so valt at fara á
húsarhaldsskúla, tí hann sigur seg
ikki duga at gera føroyskan mat
Um føroyskan mat sigur Maurico, at
honum dámar sera væl allan fiskin,
meðan honum ikki dámar so væl
skerpikjøt og ræst kjøt. sigur frynt-
ligi brasiliumaðurin við einum
skeivum andlitsbrái.
enda.
Blåstj.
Vinnarin síðstu viku varð:
Eyðbjorg Højgaard - Brekkugøta 7 - Tórshavn
Dr. Bombay kappingin
komin at enda
Nú einans knappar tríggjar vikur eru eftir, til Dr. Bombay
kemur á vitjan í Føroyum, er kappingin hjá Yngd komin at
Leiðslan á Yngd er ovfarin um góðu undirtøkuna, og hetta
hevur eisini fort við sær, at tað í framtíðini óivað fara at verða
| fleiri slíkar kappingar við enn betri vinningum her í blaðnum.
Tey, sum hava vunnið í kappingini, fara í næstum at hoyra
| frá Yngd, so at tey kunnu fáa útflýggjað sínar vinningar.
| Yngd takkar fyri FC Music fyri stuðulin, og takkar eisini
lesarunum fyri stak góðu undirtøkuna.