Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 17. FEBRUAR 1999 ítróttar SOSlalurin ing í botninum Flogbóltur, menn: Endiliga gav tað úrslit hjá sørvingum, at teir hava styrkt sær hópin. Teir vóru í Kambsdali og leiktu móti IF og vunnu dystin 3-1 ÍF b-SÍ 1-3 (13-15, 13-15, 15-10, 14-16) SVEINUR TRÓNDARSON Tað er lítið hugaligt, at liggja og rótað í botninum, eftir at verða fluttur upp úr lægri deild. Og tað gerst bara upp aftur verri tá ein veit, at liðið saktans kudni vunnið á fleiri av hinum lid- unum, um leikt var við sterkastu uppstilling alla tíðina. Men tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar, verð- ur tikið til, og tað mugu sørvingar sanna kanska meiri enn nakað annað lið í Tað hevur gingið teimum serstakliga illa í hond í ár. Ein sigur; hann var móti IF b og ofta er liðið mett til dyst í so stórum mótloysi, at dysturin er taptur framm- anundan. Soleiðis nýtist tað ikki at verða, tí evnini eru Enn ein bygdamaður til Havnar: har. Eftir jólasteðgin fingu sérvingar tveir nýggjar leik- arar, sum tó báðir hava spælt fyrr. Høvrgin teirra hevði tó spælt stórvegis í ár, so tað tók sína tíð at fáa teir >búgvnar til leik«, so at siga. Men tad skal sigast, at sidan teir bådir og kanska serliga Finn Hansen, kom aftur á liðið, er spælið vorð- ið nógv betri. Breiddin verður nógv stórri og álop- ini nógv vandamiklari. Gott er at avlastað ungu menn- innar, sum Jón Falkvard og Jón Nielsen, sum hevur havt hug til at bera tyngri byrðu enn sinnið hevur klára. Enn einaferð IF b Skuldi nakar sum helst møguleiki verða hjá sørv- ingum í tí sum eftir er av kappingarárinum, so var al- neyðugt, at teir vunnu dyst- in móti IF b í Kambsdali Undan dystinum var stødan tann, at SI bert hevði eittans stig, meðan IF b hevði fýra stig. Hetta merkir í stuttum, at sørvingar skulu vinna ein dyst á onkrum av liðunum omanfyri ÍF b, men hví skuldi tað ikki verið møgu- ligt hjá sørvingum eins og tað var tá ÍF b vann á Fram fyri jól. , Og urslitid var júst at SÍ vann dystin. Úrslitið var 3- I til sørvingar og settúrslit- ini vóru 15-13, 15-13, 10- 15 og 16-14 í partin hjá sørvingum. Tad skilst å brøgdum, at tad just var samansetingin av en tað eru fimm dystir eftir enn og tað er eingin sum sigur, at SI ikki kann vinna ein dyst móti onkrum av liðunum sum er oman- fyri IF b. Teir hava evnini, men hava higartil ikki havt tað neyðuga hepnið til at vinna réttu dystirnar. Tað er eingin loyna, at tað Egil Zachariasen skal spæla við B36 Fótbóltur: Miðsavnanin av teimum frægastu leikarunum í Havn heldur fram. Nú er Egil Zachariasen, sum í fjør spældi fyri ÍF, farin at leika vid årstalsfelagnum, eins og Eyðfinn Davidsen úr FS Vágum eisini er tað SVEINUR TRÓNDARSON Hóast kavin liggur tjúkkur um dagarnar, so eru fræg- astu fótbóltsleikararnir í landinum farnir undir venj- ingarnar, og sum tað longu sást í fjør, so savnast allir teir frægastu leikararnir í teimum báðu stóru felgg- unum í høvudsstadnum. HB og B36 hava seinastu árini havt stóra tingongd av »bygdamonnum«, sum hava styrkt nógv um hesi bæði fyrr so stoltu »havn- afeløgini« Tann tíðin er farin og kemur neyvan aftur í brægi, men tá hugt verður at hvussu leikur fer í ødrum londum, so er hetta neywan nakað óvanligt. Eisini útlendskir leikarar eru komnir til lands, men tað er nú ikki nakað nytt, sum so. Um dagarnar gingu sýgur um, at árstalsfelagið í Havn skuldi hava ein kanadiskan målmann til royndarvenj- ingar. Vit hava vent okkum til nyggja formannin i B36, Kristian å Neystabø, og spurt hann um nakað er í hesum tíðindunum. — Ikki sum so. Men tað er rætt, at vit hava fingið ein fyrispurning frá einum kan- adiskum málverja. Vit hava tó ikki gjørt meira við- tað, so tað verður ikki av nøkr- um. Kristian á Neystabg held- ur ikki at tað er neyðugt, hjá B36 at útvega sær mál- mann, tí teireru vældekkaðir á tí gkinum. — Vit hava besta målmann í landinum, so har er eingin neyð, sigur hann. Egil og Eyðfinn við B36 Men teir eru altíð glaðir fyri at fáa góðar útileikarar til felagið. Kristian sigur, at teir hava ein sera breiðan fyrstaliðshóp, sum er uppá nakrar og tjúgu mans, men tað er brúk fyri teimum, sig- ur hann. — Egil Zachariasen er ein sera góður spælari og hann dugir væl at gera mál, sigur B36-formaðurin. Men hvar skal hann so spæla, tit hava jú eitt gott álop í Jákup og John? — Jú, so er, men Egil man fara at liggja framman fyri miðjuna eisini, sigur Krist- ian á Neystabø. Umframt Øssur Hansen er eisini Eyðfinn Davidsen úr FS Vágum eisini nýggjur í B36-hópinum. Eyðfinn leikti í fjør á fyrstaliði hjá FS Vágum og tað var um reppið, at hann og liðfelagarnir tryggjaðu sær uppflytingardyst móti Sumba. Men tað eydnaðist kortini ikki. Teir gjørdust ov stuttir. Nú hevur hann so gjørt av at fara til B36 at leika. Hetta má metast sum ein smeitur fyri FS Vágar, eins og tað er ein sera dyggur smeitur fyri IF, at Egil Zachariasen fer til Havnar at spæla. Eingin Fróði Annars var eisini ætlanin at ein annar toftamaður skuldi verða við á liðnum hjá B36 í ár. Fróði Benjaminsen heyði gjørt av at fara til Havnar at spæla fótbólt, og Kristian á Neystabø váttar fyri Sosi- alinum, at teir høvdu eina avtalu við Fróða. — Men tað verður av ong- um, tí tá venjingin byrjaði aftur í síðstu viku var eingin Få i si minkadi um munin upp til ÍF b bid sigri í Kambsdali á IF b, men teir skulu vinna enn ein dyst skulu teir framum og tryggja sær kvalifikatiónsdyst ístaðin fyri bein- leiðis niðurflyting hevði verið serstakliga gott fyri føroyskan flogbólt um SI megnaði at halda seg upp í meistaradeiidini, tí tað er brúk fyri einum vágaliðið í Fróði at síggja, sigur Krist- ian á Neystabø Tað fær tó ongar avleið- ingar fyri Fróða, tí hann hevði ikki bundið seg til B36 við sáttmála ella slík- um. Tað er sjálvandi keðiligt hjá B36, at eingin Fróði Benjaminsen verður við, tí hann hevði styrkt um liðið. John og Jákup vera verandi Annars hevur stóra samtalu- evnið verið, hvørt tað fór at eydnast hjá B36 at halda uppá vandamikla álopspar- ið John Petersen og Jákup á Borg. Teir hava báðir verið uttanlands og royndarvant, men einki úrslit er komið burturúr teimum venjing- unum og tískil eru báðir í Førc yum enn. Og teir verda bådir ver- andi i B36, tað våttar Krist- ian á Neystabø. — Tad eydnadist teimum ikki at sleppa uttanlands, og ti hava bådir avgjørt at verða við B36 hetta kapp- ingarárið eisini. Men ert tú vísur í, at tit kunnu halda teimum heima alt árið? — Nei, tað tori eg einki at siga um. Tað er nú einaferð so, at tilboð koma um royndarver.jingar vid jøvn- um millumbilum, og tí kann hugsast at onkur teirra ella teir bådir fara avstad, sum eitt gott tilbod kemur hendavegin. — Men í fyrsta umfarið verða teir báðir við B36. So tað er við góðum vonum, at B36 er farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Men hvør er so målsetn- ingurin fyri hetta kapping- arárið? meistaradeildini hjá monn- um eisini. Og skal ungdómsflog- bóltinum í Sørvågi verða unt so góð kor sum møØgu- (savnsmynd) ligt, so er eisini neydugt vid einum liðið í meistaradeild- ini, tí tá hava unglingarnir nakrar spælarar at síggja upp til. Fróði Benjaminsen hevur avgjørt at vera verandi í B68 heldur enn at flyta til Havnar at spæla við B36 — Hann er, at vit skulu gerast millum tey fremstu liðini í fyrstu deild, sigur formaðurin Kristian á Neystabø at enda vid Sosi- alin.