leygardagur 20. februar 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 35 — 20. FEBRUAR 1999
tidindabladid
9
Keyp frå Voruhúsinum á Hjalia á netinum
I øðrum londum er alt meiri vanligt at fyritókur hava
heimasíðu, sum gevur kundunum móguleika at keypa
beinleiðis um Internetið. Hetta er ikki vanligt í Fóroyum,
men sum ein av teimum fyrstu fyritókunum í landinum,
hevur Vóruhúsið á Hjalla lagt príslista sín á netið
SVEINUR TRÓNDARSON
Internetið er annað enn bert
eitt savn av upplýsingum. Í
øðrum londum, tað byrjaði
vist í USA, verður tað eisini
brúkt til handil. Kundarnir
fara inn á heimasíðuna og
haðani velja teir vørurnar.
sum teir skulu hava. Goldið
verður eisini á netinum við
kredittkortum. so tá veran
kemur fram. er hon longu
goldin
Okkum kunnugt hevur
enn eingin føroysk fyritøka
givið sínum kundum henda
møguleika, men tað er ikki
óhugsandi at okkurt er á
vegis
Sum ein av teimum fyrstu
førsku fyritókunum hevur
Vøruhusid á Hjalla lagt
prislistan. sum vanliga
verður sendur í hvort hús
einaferð um mánaðin. út á
heimasíðuna hjá fyritøkuni.
Hvor síða er løgd út fyri
seg. so tað ber í roynd og
veru til at blaða seg gjøgn-
um príslistan á netinum.
Men ikki nóg mikið við
tí. Um so er, at onkur kundi
ikki stendur fyri freistingini,
so ber eisini til at bíleggja
vørurnar um telefon ella um
teldupost. Eitt spennandi til-
tak. men hvørjar ætlanir
hevur Voruhúsið á Hjalla
við tí.
- Vit kunnu siga, at hetta
er ein roynd, fyri at vita um
tað er nakar áhugi fyri at
keypa inn gjøgnum inter-
netið, sigur Jóannes Mour-
itsen, stjóri í Voruhúsinum
á Hjalla.
- Vit hava allar upplýs
ingarnar, sum standa í pris
listanum, á eini fløgu. og tí
var tað lætt at brúka tað til-
fari til netið eisini.
Men hann leggur dent á.
at tiltakið í fyrsta umfari
bert er ein roynd, fyri at fáa
eina hylling á. um áhugin
er til staðar.
- Nú kunnu kundarnir í
frið og náðum sita og
hyggja at vørunum á inter-
netinum og um so er at teir
eru áhugaði í onkrum, so
ber til hjá teimum. at bí-
leggja vøruna um teldupost
Enn er skipanin ikki so
framkomin, at tú kanst
gjalda um netið eisini og tað
er ein spurningur um vit
fara so langt. Sum tíðin fer.
fáa vit at síggja um áhugin
yvirhøvur er til staðar fyri
slíkum handli
Men hví brúka netið, er
tað tí, at tað er ov dýrt at
senda príslistan í hvort hús?
Kostnaðurin fyri at
senda príslistan út er júst
hækkaður rættiliga nógv.
men í fyrsta umfari hevur
tað einki við tað at gera
Sum eg segði í áðni, so var
hetta ein møguleiki, sum
var tøkur. og sum ikki ga
serliga nógv eykaarbeiði av
ti at vit høvdu alt tilfari tøkt
á fløgu. Men er tað so, at
tað kastar nógv av sær. so
kann tað gerast eitt alterna-
tiv, sigur Jóannes Mourit-
sen.
Loftmiðlanevndin fer nú til verka
SVEINUR TRÓNDARSON
Umsíðir kunnu tey. sum
hava havt umsónir um loyvi
til nærvarp liggjandi hjá
myndugleikunum, vænta
sær svar. Lógin og kunn-
gerðin. sum Loftmiðla-
nevndin skal virka eftir er
um at verða komin upp á
pláss. og nevndin fer til
verka ein av allfyrstu døgu-
num.
Turid Debes Hentze. for-
kvinna í Loftmiðlanevndini
sigur, at orsøkin til at
er farin til ar
yrireikingararbeiði
liðugt áðrenn farið verður í
|
nevndin ikki
hed fyrr
DEerdius
rjørt alt fyr
Tað er longu eitt ár síðani
at lógin um Kringvarp var
lýst. men áðrenn nevndin
neyðugt við eini kunngerð
á økinum
Tað er hetta arbeiðið. sum
nú er komið so tætt undir
land, at nevndin heldur seg
verða føra fyri at fara at
viðgera umsóknirnar sum
liggja.
Harðar treytir
Men tað er ikki bara sum at
siga tað, at fáa loyvi til nær-
varp. Settar verða rættiliga
strangar treytir áðrenn loyvi
verður givið. og tað skal
ikki stórvegis til áðrenn
loyvishavararnir eru í vanda
fyri at missa sendiloyvi.
Loftmidlanevndin hevur
hugt tær umsóknirnar, sum
lógu inni frammanundan, í-
gjøgnum, og hevur biðið
umsøkjararnar um fleiri
upplýsingar og nú bíða tey
eftir svari frå umsøkjaru-
num.
Treytirnar innbera, at tað
skal verða púra greitt áðr-
enn loyvi verður givið. hvor
tað er, sum hevur ábyrgdina
av sendingunum. Eisini skal
verða heilt greitt á hvønn
hátt felagið er skipað, um
tað til dømis er sum eitt
partafelag ella annað.
Uppaftur ein onnur treyt
sigur, at Loftmiðlaneyndin
Skal hava eitt yvirlit yvir
hvussu ætlanin er at fíggja
virksemi hjá nærvarpinum
Ein máti at fíggja uppá er
við spølum, sum t.d. V4 er
tað. men í slíkum forum
skal nærvarpið hava loyvi
ul slík spøl frá landssty
num eisini
So tað verður ikki so lítið
arbeiði hjá Loftmiðlanevnd
int at takast við, tí tey sum
fáa sendiloyvi skulu senda
yvirlit til Loftmiðlaneynd
ina um tað sum sent verður
Atta umsóknir inni
Sum nevnt, so hava fleiri
umsóknir um sendiloyvi
ligið inni í nógv ár. Onkrar
teirra komu inn fyrst í níti-
árunun, men av tí at ongar
heimildir vóru til nakað sum
helst tá, varð einki gjørt við
tær.
Hesar koma til viðgerar
nú, um so er, at umsøkjarin
vil hava at umsóknin skal
standa við.
Men eftir tí, sum Sosial-
urin hevur frætt. so er átta
umsóknir ikki rætta talið.
Preben Hansen, sum eigur
eina umsókn sigur, at av
teimum átta umsøkjarunum
hava fýra sligið seg saman
til eitt nærvarp, so í veru-
leikanum er fimm umsókn-
ir, rættara talið.
Umsóknirnar fevna bæði
um sjónvarp og útvarp.
Onkur av umsøkjarunum vil
hava loyvi til at gera tón
leikasendingar og onkur
annar ætlar at gera kristi-
ligar sendingar burturav.
Er um at
koma upp á pláss
Sum nvnt er Preben Han-
sen ein teirra. sum hevur
søkt um sendiloyvi. Hann
sigur, at teirra ætlan er at
senda kristiligar sendingar
burturav. Hann væntar ikki
stórvegis turpulleikar við at
faa 10YVI, Og Nann frøðist
tt ! + 1,1
um, at tað loksins sær út til
På 1 1 SE |
t{ teir Kunnu Koma 1 gongd
ð sítt virksemi
Vit hava ikki fingið
akran frekvens at senda á
Tað ætla vit at gera tá vit
hava fingið sendiloyvi frá
Loftmidlanevndini,
hann
Hetta er eisini i fullum
samsvari við treytirnar hjá
Loftmidlanevndini. Tað er
to kortini ein treyt at frekv-
ensloyvi fyriliggur innan
seks mánaðir.
Preben Hansen sigur við
Sosialin, at teir í byrjanini
ætla at senda fýra tímar um
dagin. Teir hava mett, at
hetta kemur at kosta uml.
40 túsund krónur um mán-
aðin og hetta verður alt
fíggjað við gávum frá yms-
um vælgerarum.
Utgerdin, sum kostar
uml. 250 túsund krónur er
ikki fingin til vega, men
figgingin til útgerðina er
komin undir land. Preben
Hansen sigur, at teir enn
ikki hava avgjørt hvar teir
fara at halda til, men at teir
hava fleiri tilboð um høli
liggjandi.
á fre fái Mew 60
1 Hjælp
á 1 á » 4
Netscope: Heimasíðan hje P/1 Litowel
E
g vom teir hava ringa samvitsku
Voruhúsið á Hjalla gevur kundunum møguleika at keypa um internetið. Á heimasíðuni
hjá Sostalinum er link til heimasíðuna hjá Litaval - www. litaval fo
UPPLÝSINGAR
TURIÐ SAMRÓ
- Veirhanen auktioner
í Foroyum
Stórur
antikk-møbla-postalins
marknadur
i Badmintonhøllini i Torshavn
friggjadagin 26. februar
SU
Friggjadag
Leygardag
Sunnudag
til sunnudagin 28. februar
Upplatingartíðir:
14.00 - 19.30
10.00 - 19.30
Stórt úrval av meblum
í eik-, furutræ, mahogni
o.m.a.
spisistovur, dagligstovur, seymiborð, skáp, |
nógv annað.
kommeodir, lítil og stór borð, armstólar, kistur,
spísistovustólar, sofaborð, spæliborð, spegl,
keypmansdiskar, klædnaskáp, ur, chatollir, |
skriviborð, stummtænarar, náttskáp, skrivi-
pultar, wienerstólar, veggur, sengur, horna-
skáp, sekreterar, servantar, Georg Jensen |
Rustfríttt Stál, nógv gles og kristall, nógv |
ymisk stell, lanternur, langborð, vitrinur og
KUNNU FÁAST VIÐ AT RINGJA TIL
Á TLF. 312625