Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. februar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 20. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið 11 Tøkniordabok á veg - Ætlanin vid hesi orðabókini er at lofta ti orðabrúki, sum fer at koma fram i sambandi vid eina møguliga oljuvinnu. Við orðabókini hava vit hóvi at verða við frá fyrsta degi, sigur Zakaris Svabo Hansen, mál- fróðingur, ið arbeiðir við at gera eina tókniorðabók, sum fer at fevna um fakorð í ídnaði og handverki. TURIÐ KJØLBRO Í kjalarvørrinum á Móður málsorðabókini. sum kom út síðsta summar. verður nú gjørd ein føroysk tókniorða bók I Móðurmálsorðabókini er hópin av tøkniorðum. men hon fer ikki út í æsir við yrkisorðum. Meðan vit gjørdu ta orðabókina høvdu vit samband við nógv fólk. sum vit ráðførdu okkum við og tað sýntist, sum stórur áhugi og tørvur var á eini tókniorðabók. sigur Zakaris Svabo Hansen, ið arbeiðir við bókini. Tað eru serliga orð, ið vit seta í samband við hand- verks vinnur, sum fáa inni- vist í tókniorðabókini. Orð. ið verða brúkt í maskinídn- aði, skipasmíði, jarnsmíði og handverki í breiðum týdningi. - Ætlanin við hesi orða- bókini er eisini at lofta tí orðabrúki, sum fer at koma fram í sambandi við eina møguliga oljuvinnu. Við orðabókini hava vit høvi at verda vid frå fyrsta degi. Tað er altíð trupult at gera nakað munagott, tá ið út- lendsku orðini fyrst eru komin inn í málið. Stevnu- miðið er sjálvsagt, at nýggja tókniorðabókin fer at liggja á arbeidsplåssum, har tað er aktuelt at brúka hana, sigur Zakaris Svabo Hansen Nýggjyrði Arbeiðið við tókniorðabók- in fer fram á tann hátt, at tekstir. har orðatilfar við tókniorðum kemur fyri. verður orðtikið - Tað hevur verið trupult at fingið fatur á skrivligum tilfari um tøkniord. Lítið er skrivað, men nógv livir munnliga millum fakfólk. Tí hava vit verið í sambandi við stovnar, fyritøkur og fólk, sum hava ymsar royndir og vitan á hesum økinum. Vit hava fingið fat- ur á tilfari, ið eitt nú arki- tektar hava til innanhýsis arbeiðsbrúk. - Vit hava vitjað Norsk Termbank í Bergen og hað- ani fingið nógv góð ráð um, hvussu vit eiga at fara til verka. Hetta er ein stovnur, sum hevur staðið á odda fyri norskari oljuterminologi og at fáa oljumálið norskt, tann tíð tað var. Tey fáast eisini nógv við at gera orð og skipa frødimålid til onnur oki, eitt nú læknavísindi. Ætlanin er, har tað er neyðugt og har tørvur er, at gera nýggj tøkniord. I Is- Zakaris Svabo Hansen, målfrødingur; arbeiðir vid at gera eina førovska tøkniordabdåk landi eru fakordanevndir og ti er saknur í í Føroyum. Tað átti at verið sjálvsagdur partur í málráðleggingini í landinum, heldur Zakaris Svabo Hansen - Íslendingar leggja nýggju orðini út á internetið og tað kundu vit eisini hugs- að okkum. Tað hevði verið munandi lættari at gera eina tøkniordabék, um vit høvdu fakorðanevndir, og tað er eitt mál, vit eiga at seta okk- um. Vit hava tætt samband við fólk, sum hava skil á tøkniordum. Tað eru ikki målfrødingar einsamallir, sum gera av, hvat alt skal eita. - Umframt tey orðini, ið longu eru til í málinum, mugu vit hyggja eftir, hvørj- um brúk er fyri afturat. Tað kann gerast trupult at finna hóskandi orð fyri alt. Nógvar nýggjar vinnur eru, ið hava brúk fyri nýggjum orðum, men spurningurin verður, hvussu nógv bókin fer at fevna um. Enn hava vit ikki heilt gjørt av, hvussu umfatandi hon skal verða. Tað veldst um fígging, um hvussu nógv tilfar er til at arbeiða við og hvør tørvurin er. Eitt. sum er umráðandi í eini tøkniordab6k, er, at lýsingarnar eru eintýddar. Tað er ikki rúm fyri ov nógv samheitum, tí tað skal verða greitt og itøkiligt, hvat meint verður vid í hverjum einstøkum føri. Í so máta víkur ein slík orðabók frá ødrum orðabókum, sum Dansifrgi nógv á skránni Dansifrøi heyði aðalfund í januar mánaði, har tríggir nýggir nevndarlimir vórðu valdir. Nevndin, ið skipar seg sjálv, er nú henda: Er- ling Jørgensen, formaður, Arni Svartafoss, næstfor- maður, Karstin Hansen, kassameistari, Eileen Vang, skrivari, Tom Nielsen, nevndarlimur, og Helena Jensen, eykalimur. Skráin fyrr fyrru helvt av 1999 er løgd og er dentur lagdur á at hava ymisk dansiskeið í sambandi við vanligu hugnakvøldini 6. februar heyði Høgni av Skarði frálæru í latínameri kanska dansinum Salsa. Hetta var nakað ødrvisi enn tað, ið vanliga verður dans- að, men undirtøkan var góð og oll vóru væl nøgd við skeiðið. Vikuskiftið 26. og 27 febr. fer Anna Kirstin av Tvøroyri saman vid Dansi- frøi at hava alment dansi- skeid, har hon hevur frålæru í foxtrott, quickstep og rock'n-roll fyri byrjarar Eisini verður eitt tangoskeið fyri tey meira vandu: hetta er vanligt (standardiserað) tango. Vanligt hugnakvold verður aftaná. Vetrarskeiðið endar 20. mars við avdansi- veitslu. Men leygarkvoldið 17. apríl verður aftur hugna- kvold. har byrjað verður við frálæru í gomlum dansum. Hesi dansikvøldini eru stak hugnalig og eru tey eitt frá- líkt høvi at læra seg teir ymsu dansirnar, sum verða dansaðir á vetrarskeiðnum, og aðrar við. Leygarkvøldid 29. mai verdur ætlandi eitt tiltak i Nordurlandahusinum sam- an vid donskum fólkadans- arum frå DGI-Roskilde Amt og Havnar Dansifelag vid framsyningum og felags dansi, men hetta velst alt um, hvussu tilmeldingin hjå danska felagnum verður Seinni í summar verður ár- liga útferðin. rúma ymsum lýsingum av somu orðum, sigur Zakaris Svabo Hansen Tekniorðabókin verður fleirmálslig. Við hvort for- oyskt orð verður eitt sam- svarandi enskt og danskt orð sett við. Sostatt verður hon í trimum. har leitorða- listi er á hvørjum máli, men sum vísir til føroyska partin, har orðalýsingarnar standa. Brúkararnir verða tí noyddir at skilja føroyskt fyri at fáa eina góða lýsing av orðin- um, teir leita eftir, men kunnu saktans fáa nyttu úr bókini hóast teir bert kenna danska ella enska orðið. Komin væl áleiðis Forritið, sum varð gjørt til Móðurmálsorðabókina, Mynd: Jens Kr. Vang verður eisini brúkt til tøkni- orðabókina. Onkrar tillag ingar eru gjørdar Hvussu nógv tekniorða- bókin, ið fer at hava umleið 10.000 leitorð, fer at kosta at gera er ogreitt - Oljufelagið Saga Petrol- eum og Granskingarráð Foroya hava higartil fíggjað arbeiðið, og uttan dyggan stuðul frá teimum var ar- beiðið ikki byrjað, sigur Zakaris Svabo Hansen Farið varð undir at gera orðabókina síðsta heyst, men Zakaris Svabo Hansen hevur ikki hug at siga nakað um, nær bókin verður liðug. - Tað er drúgt arbeiði at gera eina orðabók, men hon er komin væl áleiðis Bókalisti komin TURIÐ KJØLBRO Føroya Landsbókasavn hevur givið út ein bóka- lista, tey kalla Føroyskur Bókalisti 1997. Hetta er yvirlit yvir alt, bøkur, rit og bóklingar, ið er komið út i 1997 á føroyskum. Listin fatar eisini um út- gávur í útlandinum, ið onkursvegna eru um før- oysk viðurskifti. Í bókalistanum eru eis- ini adressur á forløgum. yvirlit yvir bøkur, sum hava fingið tillutað ISBN-tal í 1997, og listi yvir bøkur í stavrað. Aft- ast í listanum er yvirlit pre me yvir = yrkisbékmentir greinað í bólkar. Upplýsingarnar um hverja bók sær eru rætti- liga fullfíggjaðar. Um bókina Teir tóku land eft- ir Jógvan Arge eru hesir upplýsingar: Jógvan Arge, føddur í 1947. Teir tóku land er um føroy- ingar i Grønlandi. Bókin er givin út í 1997 á Tjarn- ardeild í Tórshavn. Hon er framhald av bókum Niels Juul Arge um for- oyingar í Grønlandi Anker Eli Petersen hevur teknað, síðani er ISBN nummarið upplýst og kostnaðurin av bókini