Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 33 Hagafundur Lýst verður til hagafund fyri Strandahaga í Klaksvík, í skúlanum á Ziskatrøð leygardagin 15.januar 2005, kl. 20.00. Fundarskrá: 1. Grein 8 í hagalógini 2. Ymiskt Hagastýrið Kommunulækna- viðtalan Hjá Kára Rasmussen í J. Broncksgøtu 7 byrjar 3. januar 2005. Telefonviðtala millum 8-9. Bílegging av tíð og onnur avgreiðsla millum 9-11. Kári Rasmussen Tlf. 302500 Bókhaldari Fyri ein av kundum okkara, eitt reiðaravirki, verður søkt eftir bókhaldara at byrja skjótast tilber. Starvslýsing: Starvið umfatar bókføring, har virksemi er skipað í fleiri feløg. Herumframt avrokning- og lønarbók- hald og annars vanligt skrivstovuarbeiði. Førleikakrøv: Tað er ein treyt, at tann, ið settur verður hevur hollan praktiskan førleika, og kann arbeiða sjálv- støðugt. Setanartreytir: Starvið er heiltíðarstarv, løn og setanarviðurskifti eru treytað av starvsroyndum og útbúgving. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Páll Højgaard, tlf. 441666. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvum v.m. verður at senda innan 1. januar 2004 til: Sp/f Grannskoðarastovan á Skála Dalabøur 480 Skála Tórshavnar Bátafelag Ynskir øllum limum og viðskiftafólki eitt gott og eydnuríkt nýggjár við tøkk fyri tað farna. Við bátakvøðu Nevndin Leiðari Søkt verður eftir leiðara, til nýggja handil okkara inni á Skála at byrja 1.februar ella eftir nærri avtalu. Vit vænta at: • tú hevur hollan kunnleika til matvøruhandil frá núverandi ella fyrrverandi arbeiði • tú er virkin og kreativur kann syrgja fyri at vit hava ein fyrsta floks matvøruhandil,sum er ájavnt við teir bestu í landinum • tú hevur eyga fyri dygd og búskapi Løn samb. avtalu. Eru spurningar til starvið, er tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 51 13 46 ella 21 03 46. Skrivlig umsókn skal sendast til: PE Postboks 3320 FO-110 Tórshavn Frá Búnaðarstovuni og Búnaðargrunninum Løgtingslógirnar nr. 20 og 21 frá 17. mai 2004 um landsjørð og búnaðargrunn eru lýstar at koma í gildi 31. desember 2004. Sostatt verður Føroya Jarðarráð avtikið frá hesum degi, samstundis sum Búnaðarstovan og Búnaðargrunnurin verða sett á stovn. Búnaðarstovan og Búnaðargrunnurin koma at hús- ast í R.C.Effersøesgøtu 4, har Føroya Jarðarráð hev- ur hildið til. Búnaðarstovan hevur: telefonnr. 30 80 30 fax. nr. 30 80 31 teldupostadr. bunadarstovan@fj.fo Búnaðargrunnurin hevur: telefonnr. 35 35 80 fax. nr. 35 35 81 teldupostadr. bunadargrunnurin@fj.fo Búnaðarstovan og Búnaðargrunnurin Stuðul frá Nordplus Granni Nordplus Granni er skipan, sum skal stimbra samstarv millum stovnar í Norðurlondum øðru- megin og grannalondini, Estland, Lettland, Litava og Norðurvesturrussland hinumegin. Nordplus granni skal menna netverkssamstarvið millum Norðurlond og norðurlendsku granna- londini Estland, Lettland, Litava og Norðurvestur- russland við denti á útbúgving og læring. Skipanin er galdandi fyri alla útbúgving, frá barnaskúlanum til universitettstøði,eisini vaksnamannaundirvísing. Útbúgvingarstovnar og aðrir stovnar í Norðurlond- um og omanfyri nevndu grannalondum kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til tiltøk og verkætlanir, sum fremja útbúgvingarfelagsskapin og fremja og menna netverk og samstarv millum sjálvbodnar stovnar í Norðurlondum og nærumhvørvinum.Net- verkini, sum fáa stuðul, skulu í minsta lagi hava lut- takarar úr fýra ymiskum londum, tvey úr Norðan- londum og tvey úr grannalondunum. Í 2004 og 2005 er serliga ætlanin at stuðla: • Útbúgving og arbeiðslív • Serundirvísing og nýhugsandi skúlum. Umsóknarfreistirnar eru 1.februar 2005 og 2006. Umsóknarfreistirnar til hinar fýra Nordplus- skipanirnar eru: Nordplus Vaksin – Umsóknarfreistir: 1. mars og 1. okt. 2005 og 2006 Nordplus mál – Umsóknarfreistir: 1. februar og 15. oktober 2005 og 2006 Nordplus – Umsóknarfreistir: 1. februar 2005 og 2006 Nordplus Junior – Umsóknarfreistir: 15. mars 2005 og 2006. Meiri fæst at vita á www.ciriusonline.dk ella hjá Altjóða Skrivstovan í Tórshavn, tlf. 322065 e-mail: ask@ask.fo · www.ask.fo Stuðul frá Nordplus Nordplus er ein skipan fyri studentar,lærarar og fyrisiting innan hægri útbúgvingar í Norður- londum. Nordplus skipanin skal fremja almenning, kjølfesti, menning og fakligt innihald í netverkum millum universitet og aðrar útbúgvingarstovnar í Norðurlondum – í fakligum eins og tvørfakligum høpi – og skal fremja flytføri hjá lesandi og lærarum í Norðurlondum. Veittur kann vera stuðul til t.d.: • Netverk millum hægri skúlar, sum gera felags undirvísingartilfar og lestrartilboð. • Starvsvenjing ella lestur hjá studentum í einum øðrum norðurlandi.Uppihaldið kann vera frá 1 til 12 mánaðir. Eisini lærarar kunnu søkja um stuðul at fara til annað Norðurland. Umsóknarfreistirnar eru 1.februar 2005 og 2006. Umsóknarfreistirnar til hinar fýra Nordplus- skipanirnar eru: Nordplus Vaksin – Umsóknarfreistir: 1. mars og 1. okt. 2005 og 2006 Nordplus Granni – Umsóknarfreistir: 1. februar 2005 og 2006 Nordplus Mál – Umsóknarfreistir: 1. februar og 15. oktober 2005 og 2006 Nordplus Junior – Umsóknarfreistir: 15. mars 2005 og 2006. Meiri fæst at vita á www.ciriusonline.dk ella hjá Altjóða Skrivstovan í Tórshavn, tlf. 322065 e-mail: ask@ask.fo · www.ask.fo AWI 27 til sølu Hevur fiskiloyvi 5B. Er vælútgjørdur við nautiskum greiðum, 4 fullautomatiskum vágasnellum, línu- spæli og línu. 110 HK Volvo Penta motor. Tlf. 223231