týsdagur 23. februar 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
ítróttar
Nr. 36 —
23. FEBRUAR 1999
Kundi tað sama farið hinvegin
Hondbóltur: Tá fýra minuttir vóru eftir, var VB á odda 20-17 móti Stjørnuni,
men so mistu tær alt á gólvið og taptu 20-21
VB-Stjørnan 20-21 (9-9)
EMiL L. JACOBSEN
Tær hjå Stjørnuni vistu, at
hóast VB bert hevur fimm
stig í endaspælinum, so fór
uppgávan í Vági ikki at vera
løtt at loysa. Og aftan á
dystin kendu tær seg eisini
hepnar, meðan VB-kvinnur-
nar kendu seg eitt sindur
snýttar fyri í ollum fórum
annað stigið
Seinastu fimm sekundini
VB-kvinnurnar mistu á
stokkinum í dystinum
móti Stjórnuni
fríggjakveldið. Tá fýra
minuttir vóru eftir, førdu
tær 20-17, men kortini
taptu tær 20-21
(Savnsmynd)
av dystinum í Vági fríggja-
kvoldið vóru rættiliga dra-
matisk. Stødan var 21-20 til
Stjørnuna, men VB hevði 3-
metur kast. Tað varð tikið,
og bólturin endaði í málin-
um. Alt sá út til at vera í
lagi, men trupulleikin var
bert, at dómararnir ikki
høvdu bríkslað fyri, at 3-
metur kastið kundi takast,
og tí mátti tað takast um
aftur. Tað fall ikki í góða
jørð hjá VB, sum hevði
tveitt tað, sum líktist eini
tryggari leiðslu, fyri borð í
seinastu minuttunum og nú
fekk útjavnandi málið, sum
tær høvdu uppiborið. koll-
dømt
Men dómararnir høvdu
ikki bríkslað, og so var einki
at gera. Vágskvinnurnar
taptu, hóast tær høvdu havt
nøsina frammanfyri megin-
partin av dystinum. VB,
sum i løtuni bert er eitt stig
frå niðurflyting, spældi væl
og vísti góðan vilja — nakað
sum ikki altid hevur verið á
liðnum hjá teimum.
Gott málmansspæl og
gott vongspæl frá ungu Gur-
ið Mortensen, sum skeyt
fimm mál, settu sín dám á
liðið, sum hevði mestu trup-
ulleikarnar av 3-meturs
uppstillingunum hjá Stjørn-
uni, sum ofta endaðu við,
at skotsterka Simona Han-
sen skoraði.
Klaksvíksgentur dekkaðu
sera offensivt, men tær
megnaðu ongantíð at fáa
veruliga yvirvág í dystinum,
og munurin var ongantíð so
stórur, at annað liðið slapp
frá hinum.
Stjørnan byrjaði betur og
kom upp á 5-2 við góðari
hjálp frá Simonu Hansen,
sum skeyt try av teimum
fyrstu fimm málunum. Men
VB fótaði sær skjótt aftur.
og tá 20 minuttir vóru
spældir, førdu tær 8-6. Fyrri
hålvleikur endaði 9-9
Stjørnan kom eisini betur
frå byrjanini í seinna hålv-
leiki og legði seg á odda 11-
9 og 12-10, men so minkaði
munurin niður í eitt mál, og
tá seinni hálvleikur var
hálvrunnin, kom VB fram-
um aftur 15-14.
Síðani fór VB veruliga at
draga frá. Sólrun Krosslá
skoraði tvær ferðir á rað frá
brotskastblettinum, so stød-
an bleiv 18-15 til heima-
liðið, og VB var eisini á
odda 19-16 og 20-17, áðr-
enn Stjørnan tók dik á seg,
setti endaspurtin inn og
vann dystin 21-20!
Tað var, sum um fjåltur
kom á VB-kvinnurnar móti
endanum av dystinum — tað
sást aftur, at tær ikki eru so
vanar at vera frammanfyri,
og eitt meira sigursvant lið
hevði neyvan mist eina fýra
máls leiðslu við so lítlari tíð
eftir. Tá dysturin var liðug-
ur, kundu bæði Stjørnan og
Gl/Tjaldrið anda eitt sindur
lættari, meðan VB bert
kundi takka sær sjálvum
fyri, at bæði stigini fóru við
Smyrli norður um aftur.
Trý mál góvu Stjórnuni fýra stig
Hondbóltur: Friggjakvøldid vann
Stjórnan við einum máli móti VB, og
sunnudagin vóru bert tvey mál á
muni, tá VIF vitjaði í Klaksvík
Stjørnan-VIF
28-26 (19-10)
EMiL L. JACOBSEN
Tad kann ikki sigast annad
enn, at marginalarnir vóru
vid Stjørnuni hetta viku-
kid 1 tær ?1
7 Wi mid
St
vil
í
er; ut Við
} hest I
5 kið ). Tad
) sk 9 mål bert
VIF evo tað ikk
Ljósstein og Simona Han-
sen sluppu at skjóta, uttan
at verjan fekk blokerað, og
13 av teimum 19 málunum
fyrra hálvleiki áttu teir
báðir langskjúttarnir — t.d.
skeyt Annika fimm tey
fyrstu hjá heimaliðnum teir
stu tiggju minuttirnar av
Í , 11
på SIX vt
n Í } liðnum
Fri
| að merkis-
VII kk try brots-
kast innan bert tveir min-
tir miðskeiðis í hålvleik-
FNS bleiv
8-6. Men so dragnadi
VÍF aftur, og frá 10-7 fór
teimaliðið upp á 17-7
Hevði Stjørnan átt fyrra
bleiv seinni
ilvleikur ein heilt onnur
lvleik. so
Toppskjúttar i løtuni |
1. deild menn
Hans Gudmundsson, H71
Jens Martin Knudsen, Tjaldrið
Áki Olsen, VÍF. -
Artur Johansen, SF
Allan Mørkøre, KIF
1. deild kvinnur
loana Rapa, VIF
Sóley Mikkelsen, Stlf
Jacklin Durhuus, VÍF
Lotte Sorensen, Kyndil
Simona Hansen, Stjórnan
Paula B. Jacobsen, StiF
søga. Nú var tað VIF, sum
var omaná. Við støduni 2 I -
14 skeyt fyrst Jacklin og
síðani loana try mál á rad,
so stødan knappliga var 21-
19. Stutt seinni fekk lidskip-
arin hjå Stjørnuni, Annika
Ljósstein, sina tridju útvís-
ing, og tað sum sá út til at
vera ein avgreidsluspurn-
ingur hjá heimaliðnum
bleiv nú ein ikki sørt spenn-
andi uppliving hjá teimum
300 áskoðarunum.
Tå fimm minuttir vóru
eftir, skeyt Jacklin Durhuus
sítt áttanda mál í dystinum,
og so var VIF á odda fyri
fyrstu ferð í dystinum, 25-
24.
Men eins og VB tveir
dagar frammanundan eydu-
aðist tað ikki at halda fast,
og við fýra skjótum málum
kom Stjørnan upp á 28-25,
og so var dysturin avgjørd-
ur.
Sólvá Eystberg hevur
Pt Ær
verið skadd í seinastuni,
men sunnudagin kom hon
væl við hjá Stjørnuni, tå hon
kom inn seinastu minuttir-
nar. Hon gjørdi tvey av mål-
unum, tá klaksvíksgentur
fingu leiðsluna aftur frá
VIF, sum tapti fyri sættu
ferð á rað í landskappingini.
VIF kann nú hugsa fram
til næsta kappingarár, tí fyri
tær er einki eftir at spæla
um í ár. Tær eru dotnar ov
langt aftur til at gera seg
galdandi í toppinum, og tær
flyta heldur ikki niður.
loana Rapa verður ver-
andi sum spælandi venjari,
og tað kann hugsast, at árið
í ár hevur verið eitt slag av
upphiting til tað, sum er í
væntu úr Vestmanna í 1999/
2000, so tað verður ivaleyst
sera spennandi at fylgja við
VIF-kvinnunum næsta ár
eisini.
(Savnsmynd)
se
RG