Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vinnandi stílurin hjá Jón Tyril, ið vann kappingina hjá Undirvís- ingar- og mentamála- stýrinum Ilt er at spáa um framtíðina, og eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, siga ordatøkini. Hóast tað mangan er satt, er eisini neyðugt at gera sær tankar um, hvussu hesi ella hasi vidurskiftini munnu fara at hátta sær í framtíðini. Samfelagið kring okkum broytist alsamt skjótari. so hvert sum tíðin fer. Hetta ger eisini, at tað kann tykjast bæði møtimikid og trupult at greiða frá sínum hugsanum um skúlan í 21. old. Tá eg, hóast hesar trupulleikar, hætti mær at skriva eitt sindur hesum viðvíkjandi, fari eg í sum hon er í dag - og síðani haðan at royna at koma inn á, hvørjar broytingar eg haldi vera neyðugar, til tess at fáa ein skúla, ið búnar næmingar sínar frægast møguligt „til at taka lut í framtíðarsam- felagnum." Øll samfeløg gjøgnum allar tíðir hava havt sinar trupulleikar at berj- ast vid. Her móti endanum á 20. old eru eisini ymsir trupulleikar, sum gerast alt meira viðkomandi. T.d. eru heil- ar bøkur skrivaðar um eitt åvist evni, summi kalla „atomiseringin" (sundurspjaðingin). Hetta er eitt fyribrigdi, ið gerst sjónligari kring allan heimin, eisini í Føroyum. Sagt øgiliga fýrakantað býtast samfeløg- ini ump í ymsar smærri bólkar. í staðin fyri stóru felagskapirnar, ið eyðkendu stórar partar av søgu okkara - eitt nú átrúnaðartelags- skapir, arbeiðsfelagsskapir, hug- sjónarligir felagsskapir, osfr. Fyri bert fáum árum síðani vóru hesir felagsskapir stórur og týdn- ingarmikil partur av gerandisdegn- um hjá so at siga øllum borgarum. Hesir felagsskapir loysast upp, so hvort sum vit nærkast „framtíðini". Menniskjan býtir seg upp í smærri og trengri áhugabólkar, ið tæna hin- um einstaka menniskjanum í at røkka síni privatu endamál, ikki so nógv eitt nú familjunnar áhugamál ella onnur kollektiv virði. —————w tí høpi at taka stødi í skúlaskipanini. Fyri hundrað árum síðani var bert hin eina trúargreinin umboðað í for- oysku skúlunum ug einans helt fáar politiskar áskoðanir. Næmingarnir vóru í meir ella minni mun tjóðraðir at tí samfelagsflokki. teir nú eina- ferð vóru føddir í. Á okkara døgum hava øll (skal tað eitast fyri) - um ikki heilt - so næstan somu møgu- leikar at búgva seg til eina hóskandi lívsleið og starv. Ymiskar hugsjónir um politik, átrúnað, mentan og ann- að eru allar umboðaðar innan skúl- an, og fáur ivast í, at spjaðingin á hesum økjum tykist gerast alt meira umfatandi, so hvert sum tíðin fer. Hetta kemur uttan iva at gera læra- rastarvið meir krevjandi og torført. Ein hin tydningarmesti spurningurin skúlanum viðvíkjandi er tí kanska: Hvussu skulu lærararnir búgvast út at móta hesum avbjóðingum? Longu nú eru lærarar afturúrsigldir á fleiri økjum, bæði í fólkaskúlum og á miðnámsskúlum, her hugsi eg serliga um kunnleika til eitt nú data- viðger, informatiónsheintan og há- tøkniligt samskifti. Vit noydast, so hvert sum samfelagið broytist, eis- ini at broyta førleikakrøvini, vit seta lærarum og pedagogum, og ikki bert tøkniliga, men eisini menn- iskjaliga. Hetta, tí teir taka yvir alsamt stórri part av arbeiði foreldr- anna at uppala nýggju ættarliðini. Øll tekin benda á eitt komandi samfelag. ið leggur alt størri dent á sjálvbjargni hins einstaka, heldur enn at hann skal fella inn við hópi- num; førleikan at heinta, greina, viðgera og velja út vitan, mótvegis tí at duga vitanina uttanat. Vitanin (kunningin, informatiónin) í dag er næstan at líkna saman við eina ovurstóra ballén, ið bara veksur og veksur, uttan tó at bresta. Lætta atgongdin til bøkur. blød, filmar og sjónvarp og ikki minst internetið og góðu samskiftismøgu- leikarnir annars stuðla hesi gongd. Eingin sensurur er á internetinum. og tí liggur vitan um nærum alt - viðkomandi og óviðkomandi, neyð- Yngd nr. 8 - 24. feb. 1999 ug og óneyðug, góð og vånalig, følsk og sonn vitan - hvørt um ann- að. og sveimar frítt runt i óveruliga rúminum, kallað „cyberspace". So hvort sum ballónin bólgnar meir og meir, gerst eisini truplari at skilja ímillum „lortin og pannukøkurnar”. Samfelagsviðurskiftini broytast við alsamt skjótari ferð. Lærubøkur og vitan lærarans og foreldranna av oldast eftir styttri og styttri tíð (tað ger næstan alt annað eisini, enntá menniskju) - og má skiftast út og koyrast burt eftir stuttari tíð. Longu í dag er torført hjá teimum, ið ikki megna til fullnar at fylgja við í hes- um náðileyst framfýsna, fummutta og støðugt accelererandi jettflog- farinum, vit kalla „nútíðarsamfelag- 10,” at taka lut samfelagsliga (fyri slettis ikki at tala um framtidarsam- felagið). So kanska vit av réttum kunnu spyrja: Verður/er neyðugt at fylla vanliga stakvitan - eitt nú landa- læru, trúarlæru, søgu, mållæru osfr. - niður í næmingarnar, soleiðis sum vit higartil kenna tað? Ella verður/er ikki skilabetri at læra næmingin sjálvan at savna og greina vitanina? - Lærir næmingurin at hyggja í lek- sikon, internet ella aðra vitanar- goymslu, skuldi ikki verið neyðugt at lært hann býirnar í U.S.A. uttan- at. Hetta átti langt síðan at verið á- sannað og viðurkent í nógv stórri mun enn higartil. Alt ov leingi hava næmingar terpað ramsur og stak- vitan, sum í roynd og veru ikki er neyðug. Hví terpa sálmavers og lítlutabell, tå ið øll eiga sálmabók og roknimaskinu, og oll duga at lesa og á at skyna tel? Og var ikki betri at nýta orkuna soleiðis, at næmingarnir lærdu at virðismeta og skilja sálmavers sum heild, heldur enn at læra nøkur einstøk uttanat? Ein annar viðkomandi spurningur, ið er tengdur at hasum fyrra, er eis- ini, um ikki skúlin átti at nýtt meir orku til tess at givið næmingunum eitt breiðari heimsspekiligt lívs- grundarlag. Her hugsi eg ikki um ein ávísan hugsjónarligan bás at trýsta næmingar inní - tvørturim6ti - heldur eina grundleggjandi viðgerð og kunning um sålarlig, siðmentan- arlig, átrúnaðarlig, hugfrødilig og onnur vidurskifti, vit sum manns- børn á fold ikki kunna snúgva okk- um undan. Menniskjan er skapt til meira enn ovåt, Gekk, eydnuhjól, heiladeyðar raðsendingar og annað innantómt og tannleyst undirhald - ið heldur enn at eggja til luttøku og stødu- takan i bædi egnum og samfelags- ligum vidurskiftum, í staðin rurar hana í ein blíðan, men tungan dúr! Føroyingar skulu sjálvandi ikki glaðbeintir við báðum beinum loypa í eitt og hvort rák. ið kemur uttan úr heimi, men miða ímóti at hava skynsama og positiva ávirkan á egna tjóð og aðrar við. Tó, til tess at náa hesum máli. er alneydugt, at vit ikki eru ein tjóð av drumbum og býttlingum. utttan feril ella varhuga av. hvat og hvussu fyriferst úti í heimi. Tí er neyðugt. at skúlaverkið verður skipað eftir oðrum leisti enn hinum nú ráðandi (eg veit tíverri ikki rættiliga, hvorjar broytingar eru framdar í nýggju fólkaskúlalógini). Næmingarnir skulu lærast at læra. hjálpast til sjálvhjálp og búgvast til búning - hetta má vera hornastein- urin undir ollum skúlabygnaði. Kanska er ikki so nógv itøkiligt sagt um. hvussu skúlin fer at verða. men heldur. hvønn veg eg haldi hann átti at farið. Eingin ivi er um, at skúlin fer at broytast komandi árini - tað ger hann altíð -spurning- urin er bara, um fóroyingar tora at taka vid avbjóðingunum at tillaga skúlan eftir teimum krøvum, fram- tíðarsamfelagið (og nútíðarsamfel- agið??) eftir ollum at dóma, kemur at seta sínum børnum. Um tað fer at eydnast, fáa vit tíverri ikki svar fyri í hesi gldini. Er, ————"———.—————"—" i