mikudagur 24. februar 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hk
—
Nr. 37 — 24. FEBRUAR 1999
ítróttar
ÍTRÓT
sostalurin, box
Mjølnirkvinnur vinna alt í á
76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20
Jax
31 47
20
Flogbóltur, kvinnur: Eingin kann fella meistaraliðið hjá
Mjølni, heldur ikki besta liðið hjá íslendska felagnum
Þrótti, sum var á vitjan í sambandi við kappingina
SVEINUR TRÓNDARSON
Flogbóltsárið lækkar móti
endanum og um vikuskiftid
var seinasta steypakapping-
in á skránni. Dráttur skipaði
fyri stórari kapping á Gilja-
nesi bert tvær vikur eftir, at
tey høvdu havt størstu ung-
dómskapping nakrantíð
Tað er synd at siga, at
veðurgudurin við ábyrgd
fyri Vágunum vísti seg frá
síni bestu síðu, tá hann kom
bæði við kava og kulda.
Hóast tað er á vetrartíð,
so er tað kortini eitt sindur
øgi0, tí skilið var júst tað
sama í fjør. Tá var veðrið
Dara upp aftur verri.
Men veðrið er sjáldan
nøkur forðing fyri at flog-
»Oltslidini ikki koma vegin
fram, og soleiðis var eisini
etta vikuskiftid
Vitjan úr Íslandi
Men fyri fyrstu ferð í fleiri
ár, so var ein av føroysku
steypakappingunum íkki
bara føroysk, tí Dráttur
hevði eisini fingið vitjan úr
Íslandi - av Þrótti.
Teir vóru í Føroyum við
kvinnuliðið sínum, sum
liggur á leið miðskeiðis í
meistaradeildini.
Islendsku = kvinnurnar
royndu seg móti trimum
teimum fremstu av okkara
liðum, og ikki kann sigast
annað enn, at >okkara< lið
stóðu seg framúr væl.
Þróttur tapti bæði móti
oddaliðnum Mijølnir og
móti Fleyr, meðan tær
vunnu dystin móti fyrireik-
arunum og vertunum úr
Drátti. Tær taptu 2-0 fyri
teimum ovastu báðu lidun-
um í kvinnudeildini, meðan
tær vunnu 2-1 móti vága-
kvinnum.
Eitt gott avrik av teimum
føroysku kvinnunum, hóast
Þróttur ikki er oddalið í ísl-
endskum kvinnuflogbólti.
Mjølnir og Fleyr
í finaluni
Eins og til kappingina í
Klaksvík í januar mánað, so
vóru tað aftur hesaferð
Mjølnir og Fleyr, sum hitt-
ust í finaluni
Mjølnir hevur vunnið alt
higartil og hevur bara tapt
ein einstakan dyst í lands-
kappingini. Tað var dysturin
móti Drátti fyri viku síðan,
so tað hevur stórt sæð ging-
ið sum fótur í hosu, hjá
klaksvíkskvinnum.
Tí var sjálvsagt spenn-
andi, um tað eisini fór at
eydnast klaksvíkskvinnum
at vinna alt í ár. Tað vil siga
meistaraheitið, sum, hóast
tað ikki er vunnið enn, uttan
iva fer til Klaksvíkar, og
allar tríggjar steypakapp-
ingarnar, sum eru kring
landið.
Og tað eydnaðist
Mjølnir vann finaludystin
á Fleyr 2-0 og settúrslitini
vóru 21-14 og 21-11.
Sum finalan leið, var tað
ongantíð nakar ivi um, hver
fór at vinna dystin. Mjølnir
var betri enn Fleyr og tær
vóru meira uppsettar upp á
at Vinna.
Alopsspælið hjá Mjølnir
hevur verið rættiliga effek-
tivit í ár, og tað, at tær eitt
nú hava fingið tilgongd av
Helen á Lakjuni hevur mun-
að sera væl. Helen er sera
sterkur spælari, sum fær
nógv burtur úr álopunum á
miðjuni. Harafturat er hon
ein brandur í verjuspælin-
um, so hon er avgjørt ein
styrkur hjå Mjølni.
Orðatakið sigur, at álopið
er besta verjan. Hesum
kunnu tey flestu taka undir
við, men í flogbólti er tað
so, at tað er mættøkan sum
skapar álopið. Tað fellur
ikki øllum í lut, at hava góð-
ar móttekur, men Mjølnir
liðið hevur, sum heild, havt
framúr góðar móttøkur. Á
tann hátt hava tær kunna
uppbygt sítt spæl, og fingið
TUR
teldupost til ítróttin: emil& søsialurin.fo
Pier a
re kg
AA
rv
mi
15
Lesið eisini
Hrottin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
pe
Tad hevur gingid sum eftir ånni hjå Mjølnir i år. Sunnudagin vunnu tær Dråttur-
kappingina á Giljanesi aftur at øllum hinum kappingunum tær hava vunnið í ár
Umframt tað, so hava tær bert tapt ein dyst í landskappingini í ár. Finaludystin
vunnu tær 2-0 á Fleyr
breidd í tað.
Øll steypini í Klaksvík
Sum longu nevnt framman-
fyri, so eydnaðist tað
Mjølnir at vinna finaludyst-
in móti Fleyr, og tað merkir
at øll steypini, sum kappast
hevur verið um í kvinnu-
deildini í ár, endaðu í Klaks-
vík.
Tær vunnu Fk-kapping-
ina hjá Fleyr, NS-kapping
ina sum tey sjálvi standa
fyri, Dráttur-kappingina.
jólakappingina, sum FBF
skipar fyri millum jól og
nýggjár, og tað er meiri enn
sarynsm ná
sannlíkt. at tær vinna meist
araheitið
Tað er eitt framúr avrik.
at eitt lið kann klára seg so
væl, sum kvinnuliðið hjá
Mjølni hevur gjørt í ár
Vit ynskja Mjølni tillukku
vid sigrinum á Giljanesi
sunnudagin
Tridju ferð eydnaðist hjá IF a
Flogbóltur, menn: Hóast ÍF a hevur verið í finaluni í øll-
um trimum steypakappingunum í ár, so var tað fyrstu ferð
í hesum kappingarárinum, at tað eydnaðist teimum at
vinna eina finalu
SVEINUR TRÓNDARSON
Hóast ein liggur á fremst í
landskappingini, so er tað
kortini ikki nøkur trygd fyri,
at ein vinnur steypakapp-
ingarnar.
Tað er IF a eitt gott dømi
um og teir hava annars verið
besta liðið í meistaradeildini
hjá monnum í ár.
Treyðugt so, teir hava
staðið seg væl í kapping-
unum annars, men eydnan
hevur ikki verið við teimum
í avgerandi løtunum. Hetta
skuldi broytast um viku-
skiftið tá kappast var á Gilj-
inesi.
Fuglfirðingar vóru upp-
settir, tí teir høvdu nakað,
sum teir skuldu prógva.
Bæði fyri sær sjálvum og
fyri hinum liðunum í meist-
aradeildini hjá monnum.
Og tað eydnaðist. Men
høvdu vit undan kappingini
sagt, at finalan fór at verða
millum IF a og SI, so høvdu
bert tey fægstu trúð tí.
Men soleiðis gjørdist tað
nú kortini.
Sørvingar høvdu styrkt
sær liðið við venjaranum
hjá íslendska Þrótti, og tað
var ikki eiti á styrkur.
Magnus Aðalsteinsson er
framúr góður flogbóltsleik-
ari og hann leikar bæði á
fyrstaliðið hjá Þrótti og á
íslendska landsliðnum.
Tá so sørvingarnir hava
góð evnir frammanundan,
so vísir hetta, at tað kanska
ikki skal so nógv til kortini
áðrenn teir fara at standa seg
rættiliga væl í meistara-
deildini.
Hvor veit, um sørvingar
ikki fara at brúka íslendska
modelli, við at fáa leikarar
uttanífrá til at strykja sær
hópin.
Tað hevur ikki verið siður
í føroyskum flogbólti, men
tað er nógv roynt í Íslandi
og teir hava góðar royndir
av ti, Sigst.
Íslendingar hava eisini
gjørt nógv burturúr at fáa
útlendskar venjarar til 1s-
lands og tað er kanska júst
tað, sum er orsøkin til eitt
ordans lop í sammett við
føroyskan flogbólt.
Sera i finala
Sum nevnt, so munaði tað
sera væl hjá sørvingum at
hava fingið slíkan styrk, og
í fyrsta settið settu teir seg
á fuglfirðingarnar.
IF byrjaði kortini finaluna
best, men tað var sum um
konsentratiónin sveik. Tað
var kanska hugburðinum
tað var galið við, teir høvdu
jú vunnið á SÍ í landskapp-
ingini tveir dagar framman-
undan. Tá var SÍ tó uttan
íslendska spælaran.
Sørvingar komu afturiaft-
ur og tað við lit. Teir trýstu
fuglfirðingar í botn og fingu
teir at gera óneyðugar feilir.
IF hevði einki at svara
aftur við, og áðrenn teir
vistu av vóru sørvingar
farnir við fyrsta settinum,
sum teir vunnu rættiliga
trygt, 21-11.
IF slapp við
skrekkinum
Annað sett byrjaði sum
fyrsta. ÍF kom best frá byrj-
an, men tað vóru sørvingar,
sum yvirtóku. Sum settið
leið hildu teir seg framm-
anfyri, og tað endaði við, at
teir fingu matchbólt við
støðuna 20-18.
Um tað var tí, at nervarnir
spældu teimum eitt puss,
ella um tað var tí at IF vaka-
aði úr dvala, skal verða 6-
sagt, men fuglfirðingar tóku
seg saman og vunnu annað
sett, sum var sera spenn-
andi. 22-20.
Stutt og
spennandi triðja sett
Tá leikt verður til kapp-
ingar, verða serligar reglur
nýttar. Fyrsta og annað sett
verða spæld upp til 21, har
allir bóltar telja, meðan
triðja og avgerandi sett
verður spælt til 7 við tveim-
um málum á muni.
Tí kann settið gerast ser-
liga spennandi og tað var
júst tað tað gjørdist. Lidini
skiftust um at verða á odda.
men tað var ÍF, sum hevði
fatur á longra endanum, tí
tað vóru teir, sum fingu
matchbólt við støðuna 8-7
Henda bóltin vunnu teir.
og harvið vunnu teir eisini
sína fyrstu steypakapping í
ár. Hetta verður gott at
leggja afturat meistaraheit
inum, sum eftir øllum sål
armerkjum kemur í hús í
stutta tíð
Tað restar ikki so nóg
áðrenn tað gerst veruleik
Bert tvey stig mangl: