Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 TV3 Bet´s Celeb Poker Tv3-rásin skipar nú fyri stórslignari poker-sending, har 24 kend andlit úr Skandinavia dystast um at vinna heitið "Skandinavi- ens bedste Celeb-Poker- spiller". Sjónleikarar, polit- ikarar, tónleikarar, ítrótta- fólk og vinnulívsfólk lata seg í galla-klæðini og seta seg við grøna pokerborðið hjá Tv3. Heili 14 kamera fylgja við tí, sum fer fram kring pokerborðið við tí eyðkenda grøna dúkinum. Spælt verður eftir reglunum í poker-spælinum "Texas Hold´em". Fýra innleiðandi umfør, umframt ta stóru finaluna, verða send í fimm sendingum. Seks luttakarar spæla í hvørjum innleið- andi umfari. Eftir hvørt innleiðandi umfar er ein vinnari, sum fer víðari til finaluborðið, har afturat koma tveir "wild-card"-lut- takarar, ið ikki náddu final- una, eisini sita. Allir luttak- ararnir koma til borðið við 10.000 krónum í part, og spælt verður inntil tann eini situr við allari puljuni. Tó, í finaluni verður talan um fleiri pengar til hvønn fin- alistin - 50.000 krónur. All- ir pengarnir, ið verða vunn- ir verða givnir víðari til vælgerandi endamál. Í fimm sendingum fær hyggjarin innlit í poker- heimin. Sendingarnar eru upptiknar í einum Poker- sentri. Og hyggjarin hevur góðan møguleika at fylgja við í leikinum. 14 kamera taka upp og fylgja við, tá satsað verður og hvørji kort hvør hondin heldur. Sostatt fær hyggjarin sjálvur mett um skeivt varð borið at, ella ikki. Tað er jú meiri enn hepni, ið ger seg galdandi í poker. Ein gamal og kendur máti at vinna er at "bluffa" - at lata sum. Eisini kann pokerspælarin telja og minnast kortini, ið koma á borðið. Í hesum fimm kom- andi sendingum fær hyggj- arin ein hylling av hvussu ein spælir poker og, uttan iva eisini, hvussu ein ikki eigur at spæla poker - lut- takararnir eru nevniliga ikki allir so royndir poker- spælarar. Lotte Thor-Jensen er vertur og hon fer at fylgja bæði spælinum, lut- takarunum og hyggjarunum í pokerheiminum. Hugskot- ið til "TV3 Bet´s Celeb Poker" er komið av at sera stórur áhugi hevur verið fyri poker-sendingunum á ítróttarásini hjá Viasat, Viasat Sport 1. Eisini hevur tað nógva pokerspælið, ið fer fram á alnótini, sannført Tv3-leiðsluna um at hetta hevur áhuga millum hyggj- arar. Uttan iva hava fleiri føroyingar eisini áhuga fyri hesum spælinum. Árið er 1958 og vit eru í Havana á Kuba. Her angar tað av kollvelting. Jack Weil er ein vágadjarvur amerikanskur lívsnjótari, ið roynir eydnuna á kasino í Havana. Mafian hevur stórt vald í býnum og rekur júst hetta kasino-staðið. Tá, Jack hittir ta vøkru verka- kvinnuna, Roberta, ið er gift við kollveltingarsinn- aða aðalsmanninum Arturo Duran, fellir Jack fyri henni. Arturo heldur at hansara samfelagslig um- dømi, sum aðalsmaður, er nóg góð verja ímóti nýggju valdsharrunum. Men hann mistekur seg, og hetta kost- ar honum lívið. Roberta er nú einkja. Jack, við kær- leika sínum mótvegis Rob- ertu, blandar seg uppí ein lívshættisligan leik. Hann roynir at verja Robertu í einum stríðið har harðskap- urin tykist at hava síðsta orðið. Jack endar í hondun- um á loyniligu løgregluni hjá tyranninum Batista og stríðist somuleiðis ímóti hermonnunum hjá Fidel Castro. LUTTAKARAR: Danmark - Malene Hasselblad.Dan Rach- lin.Sascha Dupont.Rune Klan.Morten Messerschmidt.Michael Sandstød.Mayi- anne Dinesen.Jason Watt og Rene Dif. Noreg - Idar Volvik. Snorre Rotbæk. Frode Birkeland. Hallvard Flatland. Rudy Claes. Karin Park og John Øde J. Svøríki - Thomas Nordahl. Peter Henrik- sen. Per Carlen. Christer Anderson. Freder- ik Birging. Paolo Roberto. Soffia Wistam og Åke Unger. Havana Robert Redford Lena Olin og Raul Julia Í hvørjari sending sita seks luttakarar við borðið - ein fer víðari til finaluna Aqua-millióningurin Rene Dif spælir væl - men tað gera hinir luttakararnir eisini. Tað snýr seg um at fáa góð kort og, so sanniliga eisini, snýr tað seg um at "bluffa" Amerikanskur spenn- ingsfilmur frá 1990 Við Robert Redford: Jack Weil. Lena Olin: Roberta Duran. Raul Julia: Arturo Duran. Leikstjóri: Sydney Pollack Á 3+ týskvøldið kl. 21.05 Á Kanal 5 í kvøld kl. 20.00