fríggjadagur 26. februar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjad. 26. feb.
54
Hesi orð eigur Jógvan
Fríðriksson, prestur, og
tey eru um sendingina
“Spyr bara”.
Sendingin “Spyr bara",
sum Jógvan Arge skipar
TC
væl umtókt millum manna.
Fólkini kring borðið keða seg
ikki saman við hvørjum øðrum.
og tey keða soleiðis heldur ikki
lurtaran. Pláss er fyri gaman og
álvara. Spurningarnir kunnu
vera av lættari slag, men eisini
Jógvan Arge vidgongur, at
hann í samansetingini hevur
verið heppin. Hann gjørdi sær
nakrar hugsanir, tá hann valdi
fólkini kring borðið. men hann
heldur hópin rigga stak væl.
Og tey flestu. ið lurta, eru helst
samd við honum i, at "kemiin”
tykist vera í lagið. tá tey savnast
kring borðið og koma við sínum
metingum og glósum.
Jógvan Arge sigur, at tey fáa
nakrar dagar frammanundan at
spurningarnar at vita. Ein spurn-
ing fáa tey so í part. ið tey hava
ábyrgd av, har tey leggja fyri
Síðani verður farið runt at vita,
hvat hini hava at siga
Umframt vertin Jógvan Arge.
eru fólkini kring borðið Her
Morkor: Turid D Hentze Anna
Sofía i Brekkunum og Joeva
Fridriksson
Tá Jógvan Fríðriksson segði
orðini. ið eru vald til virskrift
hesaferð. so er hann ikki langt
av leið. tí víst er her talan um
mergjað undirhald. ið fær for
oyska lurtaran at spíla oyruni
slappa av. smílast og læra eina
fyri í Utvarpinum, hevur
eftir nærum ongari tíð
vunnið sær breiðan lurt-
araskarða. Og fólkini
kring borðið, í panelinum,
keða seg ikki, tá tey eru
saman, og tað ger lurtar-
in heldur ikki
Dagfinn Olsen
samd viðhvort. so koma tey
Jógvan Arge sigur seg ikki hava
upplivað áður, at hava fingið so
nógv rósandi orð og positivar
reaktiónir, sum hann nú fær fyri
sendingina "Spyr bara”
Og sendingin letur til at vera
Jógvan Fríðriksson. prestur og
limur í panelinum, heldur hetta
vera seriðst undirhald. Hann
heldur. at ein skal ver
hava breiða bakgrund, fyrr at
sita og svara spurningunum
Ikki minst, tí ein må hava eitt
sindur av broyting í, ikki vera
líka alla tíðina, tí so gerst tað
skjótt keðiligt.
Hann vidgongur, at hóast 6-
kring borðið rættiliga væl út av
tí saman, tí eru tey Osamd, so er
trupuleikin av fakligum slag.
Jógvan Fríðriksson metir eisini
Jógvan Arge sum frálíkan orð-
stýrara.
alvorligir og stórir.
a væl fyri.
*
if
rugvu samstundis
Morgunlestur og sålma
songur
Í 1960 fór útvarpið undir at senda morg-
unlestrarnar á fyrsta sinni, og hevur
hetta síðani tá verið ein fastur táttur av tí
andaliga forningi, sum føroyingurin hevur
havt við sær út í gerandisdagin, áðrenn
farið var undir dagsins strev og stríð. Men
sendingin er enn hin sama, sum tá ið
byrjað varð. Sálmur - lestur - faðirvár -
sálmur! Tað er so eitt. Men er ongin
meguleiki at gera onkra bara smávegis
broyting, tað mundi t.d. borið til, at havt
annað enn urgu saman við hvorjum
sálmi. Tað kundi sjálvandi eins væl verið
klaver. Kvinnur og menn - altso bæði
kynini - hava verið fost og óbroytt mann-
ing í sálmasonginum, útvarpið hevur sent,
oll árini uttan undantak. Ein lítil broyting
sum tann, at nakrar kvinnur einsamallar
syngja, mundi ikki verið av leið, so sálma-
songurin við tí fekk ein annan og nýggjari
dám. Ella bara menn, ella hvat við eini
solorødd innimillum? Nøkur børn kundu
sungið nakrar sálmar sum eitt lítið skifti,
innimillum sjálvandi, og hvat kundi verið
fagrari, enn at hoyra eina vakra barna-
rodd sungið t.d. "Nú skínur sólin bjarta"?
Og uttan iva hevði tað eisini virkað fyri,
at morgunlesturin gjørdist ti unga ættar-
liðnum meiri viðkomandi. Men sum er:
hin ævinliga urgan við felagssongi!
Sálmar og sålmaløg eru slitsterk, men
tað, sum sterkt er, slítist sanniliga eisini
við tíðini! Og so tá "roynt verður á somu
miðum“, tá talan er um sendingina
"Sálmar og sangir", umframt at Janus
Mohr enn einaferð greiðir okkum frá
sunnudag kl 13.40, at nú hoyra vit
einraddaðan sang upptiknan í Havnar/
Sandavågs kirkju einaferð i 1960-unum,
so er hetta mest sum ov nógv av ti góða,
tí nú er hetta sama tilfar, sum morgun-
andaktin hevur sent, líka síðani hon sá
dagsins ljós. Og tað "nýggja", vit hoyra í
sunnudagssendingini annars, er Tofta-
kórið og Havnar Sangfelag við sangum
eftir Jóanes bónda, Hans Andrias Djur-
huus o.s.fr. Hesar upptøkur vóru uttan
iva góðar fyri 30 - 40 árum síðani, men
krøvini i 1999 eru nøkur onnur - og møg-
uleikararnir at endurnýggja hetta týdning-
armikla mentunarøkiå eru har! Yngru
skaldini, kórini og løgini eru sum lundi á
jólanátt - hví? Eg royndi at vísa á tær 6-
hepnu fylgjur henda gongdin kundi fáa
fyri allan okkara sang- og sálmaskatt í
hesum teigi fyri meiri enn 10 árum síðani,
men onki er broytt - jú rætt skal vera
rætt, "17 sangarar" úr Klaksvík eru kom-
nir á pallin við teimum gomlu foðilands-
sangunum, fyri ikki at siga "travarunum",
sum var tað ein opinbering! Henda gong-
din kennist mangum lurtara mødsom, og
fleiri við mær spyrja, hvussu leingi ætlar
UF at halda áfram í somu slóð??
Korruptir OL-leikir
I sendingini "Globus" síðsta mikukvold
var farið aftur um tey litføgru tjøldini, sum
mynda almenna andlitið av altjóða ítrótt-
ini, og sum vit halda okkum kenna so væl
gjøgnum allar tær mongu sjónvarpsrásir-
nar, sum nýta hópin av peningi fyri at fáa
fatur á spennandi ítróttarkappingum á
høgum stigi, ti so eru hyggjaratølini
tryggjaði. Og serliga var hugt eftir,
hvussu farið verður fram, tá byir
verða valdir út til at hýsa stórstu al-
tjóða ítróttartiltokum fjórða hvort ár,
nevniliga Olympisku leikunum - og
Steffen Gram kom væl frá hesi bæði
ótespiligu og avdúkandi lýsing, sum, tí-
verri, onki hevði við tignarligar avgerð-
ir at gera, altjóða ítróttarungdóminum
um allan heim til heiður og sóma.
Skal tað eydnast einum býi at fáa mogu-
leikan at hýsa Olympiskum leikum, so er
bara eitt at gera og tað e; at leggja peng-
ar á borðið! Ella rættari sagt undir borðið,
tí limirnir í Altjóða Olympisku nevndina
(IOC) lata seg keypa av ymsu byunum,
sum bjóða seg fram. Hetta er korruptión
í stórum stíli - einasta, ið telur er money,
money, money, væl at merkja til tey, sum
avgerðina skulu taka, og tað skal vera
persónligt, beint í egnan lumma! Enski
býurin Manchester nýtti t.d. 90 mill. kr.
uppá "alment" lobbyarbeiði, men tað
munaði als onki. Sydney hevði gjarað
nógv meiri út til nevndarlimirnar í IOC, og
tí bleiv australski býurin valdur, so einfalt
var tað!! Uppaftur storri koruptiónsgela er
nú komin undan kavi, í samband við kom-
andi vetrarleikirnar í Salt Lake City í USA.
Amerikanarum so líkt, so stýra pengarnir
ollum fyritaksseminum, ítrótturin er bara
Samuelsen,
lærari,
skrivar
gularótin, sum fær dollarrisarnar at rista
milliardirnar úr ermuni, teir yvirbjóða alt
og oll, fyrst og fremst stóru sjónvarpsrás-
irnar + Coca-Cola og annað svans, sum
beinleiðis misnýtir vælvildina hjá olymp-
isku rørsluni, og fjalir ómettuligu peninga-
girndina aftan fyri tær vokru olympisku
hugsjónirnar. "Tað skuldi ongantíð verið
hent" segði IOC forsetin, Antonio Sama-
ranche, men hvat annað er at vænta av
einum gomlum fyrrverandi facistiskum
ráðharra hjá gamla Franco? Ofatuligt at
hann sleppur at halda fram í tílíkum sessi!
Ein avdúkandi sending, men hví Birita
Weihe skal virka sum ein eykaviðmerkj-
ari, í eini annars væl tilrættislagdari
sending. tað skilji eg íkki - um tað er at
fáa nakað av foroyskum smyrsli uppá eitt
oki, sum annars ikki verður hogt prioriter-
að í SVF, (aktuell uttanlandatidindi við
dygd i) so var tað naturligari at nytt ork-
una á onkrum oðrum staði, ti sendingar-
nar hjá Steffen Gram og Co. kunnu sakt-
ans standa einsamallar uttan stuðulsped-
agog!