Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AAA Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið 21 Samtykt at byggja eldrabyli í Vagi Á fundi mikudagin samtykti Vágs Býráð at fara undir at byggja eldraíbúðir, treytað av, at sakkunnleikin fær øll viðurskifti DAGFINN OLSEN Eldrabýlið í Vági, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð, verður nú veruleiki. Enn er eftir, at sakkunnleikin fær upp á pláss nakrar smálutir, men væntandi verður hetta eingin trupulleiki. Talan er m.a. um, at Býráðið hevur skotið upp at kommunan skal hava 3 limir og Mat- mødrafelagid 2 limir í nevndini fyri sjálvsognar- stovnin Eldrabýlið í Vági. Sakførari kannar nú, um hetta er í tráð við galdandi reglur. Verður henda nevndarsamanseting góð- kend, so kunnu ætlanininar halda fram. Samtykt Enn er sakkunnleikin ikki liðugur við arbeiðið, men treytað av, at hetta kemur í rættlag, hevur Vágs Býrráð samtykt at fara undir at byggja eldraíbúðirnar. Matmødrafelagid hevur skipað fyri tiltókum til frama fyri eldrabýlið, fólk hava latið,.t.d. við jarðar- ferðir og kommunan hevur latið stórt stórt grundstykki, í rættlag. har pláss er fyri stórari út- bygging, skuldi tað gjørst neyðugt. Á stovninum verður rúm fyri 10 fólkum. Talan er um 50 metrar long hús, ið vænt- andi standa liðug í ár. Á hvgrjum kamari er WC og hondvask. Heilsuverkið kemur at reka eldrabýlið. Ein nevnd verður sett at taka sær av eittnú upptøku til eildra- býlið. Jógvan Krosslá, bý- ráðsformaður, sigur, at hann metir hetta hava stóran týdning, at kommunan ikki hevur nakað við hetta at gera, tí vandi er altíð fyri ógegni á smærri plássum. At nevnd verður sett at taka sær av, hvør fær innivist, tryggjar, at kommunan ikki fær åvirkan å hetta, og hetta hevur kommunan lagt dent å. I 1999, id er eldraår, stendur eldrabylid i Vågi væntandi liðugt. Mett verður, at tað tekur um nálvt ár at byggja. Møguleiki skuldi so verið fyri, at fyrstu búðfólkini flyta inn tíðliga komandi ár. [jen EN L 7 Or. > A a MT - >=" MERETE Fag SN TILLLPOS:BRFORGSRO 050 EET [NNE að GS TILLPOS:25 re TN. TF sevenptt Oli S. Joensen, byggifrødingur, hevur teknað eldrabýlið í Vági Kommunan letur økid, har eldrabýlið skal byggjast og útsýni er yvir fjórðin og bygdina II pA Mynd: D. Olsen Kunningarstova i sunnaru helvt Á fundinum mikudagin samtykti Vágs Býráð einmælt, at farast skal undir at kanna, um møguligleiki er hjá Vágs Mat- móðrafelag at átaka sær at reka kunningarstovu. DAGFINN OLSEN Matmødrafelagid og kommunan hava áður tosað saman um hetta. Men fyri at fáa vælkenda bókstavin 1" á hygningin, ið sigur ferðandi frá, at her fæst leiðbeining, skal hetta góð- kennast. Soleiðis kann nú roknast við, at 2 kunningarstovur verða í Suðuroynni. Ein er á Tvøroyri frammanundan. Kunningarstovan í Vági fær so væntandi eisini helvtina av veitingini, ið fer til at reka kunningarstovu í Suð- uroynni. Fyri lítlum ári síðani bygdi Vágs Matmødrafelag nýggj og stásilig handils- høli, Heimavirkið, har eisini kaffistova er. Í kjallaranum er møgu- leiki hjá ferðandi at at gera neyðsynjargrindi. Har er WC og brúsa og til ber eisini at vaska sær klæðini og turka tey. Eisini er lítil kúkur, so ein kann fáa sær ein bita, meðan ein bíðar eftir maskinuni. Eisini er mynttelefon. Tað er óivað ikki nógva- staðni í landinum, at ferð- andi hava so góðar um- stødur, sum nú eru í Vági í nýggju hølunum hjá Mat- mødrafelagnum. Felagið hevur eisini ætlanir um at hava vallaraheim í Felags- húsinum í summar. Hetta eru stór hús við nóg mikið av plássi. Upphæddin hækkar ikki Av Ferðaráðnum verður sagt, at í løtuni eru 9 kunn- ingarstovur ella stød í land- inum. Ein í Klaksvík, 2 í Eysturoynni 2 í Havn, 1 á Tvøroyn. Í Vágum er kunn- ingardiskur á flogvgllinum og í Nólsoy og á Sandi eru solallad kunningarstød. Peningur verður byttur eftir fólkatalinum, men ein minimum upphædd er uppá 50.000 krónur og ein hægstaupphædd uppá 110.000 krónur. Í Vágum til dømis høvdu tey eftir fólka- talinum fingið um 35.000 krónur, men fáa minstu upphæddina. Í Eysturoynni er eitt felag aftanfyri báðar kunningar- stovurnar. Hetta sigur Ferðaráðið eisini hevði ver- ið ynskiligt, um tað verður so, at tvær kunningarstovur verða í Suðuroynni, tí upphæddin til Suðuroynna hækkar neyvan, um tað er ein ella tvær kuningarstovur í oynni. Í løtuni er upp- hæddin millum hægsta og minsta mark ella um 85.000 krónur. | Umhvorvis- nevnd í Suðuroyar sunnuru helvt Í Suðuroyar sunnaru helvt hava 3 kommunur tikið stig til eina umhvørvisnevnd. Talan er um Hov, Sumba og Vág. Í nevndini eru Delmar Tausen, Hov, Jacob — Vestergaard, Sumba og Dánjal Bjarkhamar úr Vági, sum eisini er formaður. Ætlanin er m.a. at økja um umhvørvis tilvitan- ina, bóta um viðvíkj- andi umhvørvinum og nevndin skal eisini taka sær av kærumálum, ið hava við umhvørvismål at gera.