fríggjadagur 26. februar 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999
itrottar
AK GRÁR
23
Framvegis Todi og Brian í ålopinum
Fótbóltur: Todi Jónsson spældi 75
minuttir, tá FC Keypmannahavn og
Trelleborg spældu javnt 1-1
EmiL L. JACOBSEN
Alt bendir í løtuni á, at
nýggi FCK-venjarin Christ-
jan Andersen hevur valt
Toda Jónsson sum álops-
makkara hjá stóru stjórnuni
Brian Laudrup, sum FC
Keypmannahavn keypti frá
Chelsea herfyri
Liðið hevur júst verið
sunnanfyri á venjingarlegu,
og her vóru Todi og Lau-
drup í byrjunaruppstilling-
ini so at siga hvgrjaferð, og
nú liðið er komið heimaftur
og hevur spælt sín fyrsta
venjingardyst nordanfyri,
helt venjarin fast við hetta
álopsparið.
FC Keypmannahavn
spældi mikudagin javnleik
1-1 móti svenska liðnum
Trelleborg (sum GI fyrr
hevur møtt í Europa Cup
fyri meistaralið), og før-
oyski landsliðsspælarin
spældi 75 minuttir í ålop-
inum saman vid Brian Lau-
drup, áðrenn hann varð út-
skiftur við David Nielsen,
sum í løtuni tykist vera
størsti kappingarneyti hjá
klaksvíkinginum til seinna
álopsplássið hjá danska
høvudsstadarlidnum.
Tað var nógvur vindur í
Trelleborg mikudagin, og
vøllurin var heldur einki at
reypa av. Miðskeiðis í fyrra
hálvleiki kom Trelleborg á
odda, men Peter Nielsen
javnaði fyri FCK í seinna
hálvleiki eftir eitt innlegg
frá Laudrup. Henrik Larsen
fekk annars reyða kortið í
dystinum, men eftirsum tað
var ein venjingardystur,
kom Claus Nielsen bara inn
í staðin.
Liðið hjá FCK var annars:
Thomas Gill — Thomas
Rytter, Christian Lønstrup,
Morten Falch — Martin Bill
Larsen, Carsten Hemming-
sen, Peter Nielsen, Henrik
Larsen (Claus Nielsen, 50.),
Niclas Jensen (Michael Mio
Nielsen, 46.) — Brian Lau-
drup, Todi Jónsson (David
Nielsen, 75.).
Næsti dystur hjå FC
Keypmannahavn í fyrireik-
ingunum til donsku super-
liguna verður mikudagin 3.
mars móti Malmø FF, og
tann dysturin verður allar-
helst spældur á venjingar-
vellinum hjá KB við Peter
Bangsvej.
Brian Laudrup var i Føroyumi 1997, tå GÍ spældi móti Glasgow Rangers í Europa Cup-kappingini fyri
meistaralið. Nú er nógv sum bendir á, at Laudrup og Todi Jónsson verða álopsmakkarar í FC Keyp-
Mynd: Jens Kristian Vang
mannahavn
arlsberg verður nýggjur
hovuðsstuðul hjá FCK
Fótbóltur: Einasti trupulleikin hjá nýggja sponsorinum er, at kappingarneytin Faxe er sponsorur
hjá superliguni, men roknað verður við, at hesin trupulleikin verður loystur uttan stórvegis
hóvasták
EMiL L. JACOBSEN
Tað hevur leingi 176020, at
danska bryggjaríið Carls-
berg A/S skuldi vera nýggj-
ur sponsorur hjá FC Keyp-
Carlsberg hevur nú í
fleiri ár verið
høvudssponsorur hjá
kenda enska
fótbóltsfelagnum
Liverpool. Frá 1. juli
verður heimskenda
danska bryggjaríið eisini
høvudsstudul hjá FC
Keypmannahavn
mannahavn, og fyrr í vikuni
varð váttað, at FCK hevur
gjørt eina sponsoravtalu við
heimskenda bryggjaríið.
Hetta er ikki fallið í góða
jørð hjá øllum, og allar-
minst hjá Divisionsforen-
ingen og hjá bryggjaríbólk-
inum Faxe, sum er høvuds-
studul hjå sjålvari superlig-
uni, sum jú eisini eitur Faxe
Kondi ligaen.
Kortini bendir tad mesta
å, at komid verdur fram til
eina semju millum partar-
nar, so FCK i framtíðini ikki
fer at lysa fyri skrivstovu-
innbúgv frå Kinnarps, men
í staðin skal hava lýsing fyri
veikt gl frá Carlsberg á bún-
unum hjá sær.
— Vit hava á ongan hátt
ætlanir um at gera okkum
inn á avtaluna millum Div-
isionsforeningen og Brygg-
erigruppen. Tí hava vit
longu sett okkum í samband
við Divisionsforeningen
fyri at fáa møguligar ósem)-
ur av vegnum, sigur FCK-
stjórin Flemming Øster-
gaard við danskar fjølmiðl-
ar
Og stjórin i Divisions-
foreningen, Claus Rode
Jensen, sigur:
— Vit eru sinnadir at fara
undir eitt skilagott orða-
skifti og vóna at finna eina
loysn, sum øll kunnu liva
við.
Ein vidkan av
núverandi samstarvi
Sponsoravtalan = millum
FCK og Carlsberg kemur í
gildi frá 1. juli í år og fýra
ár fram. Avtalan er ein víðk-
an av tætta samstarvinum,
sum longu er millum part-
arnar, millum annad vid at
Carlsberg selir sinar vørur i
Parkini.
Høvudssponsoravtalan
inniber millum annad, at
Carlsberg á leikarabúnun-
um hjá FC Keypmannahavn
fær møguleika fyri at lýsa
við sínum veika gli, sum
kemur á marknaðin í summ-
ar, at Carlsberg verður ein-
asti útvegari av øli og ødr-
um drykkjuvørum til Park-
ina (herundir eisini Coca-
Cola vørur), og at samstarv-
ið um ta sonevndu Carls-
berg-tribununa heldur fram.
Flemming Østergaard
sigur um nýggju avtaluna:
— Vit í FC Keypmanna-
havn eru sera fegin og errin
um hesa avtaluna, sum er
tann størsta í søguni hjá fel-
agnum og við eina av
heimsins kendastu og mest
virdu fyritøkum. FC Keyp-
mannahavn gleðir seg og er
sera spent upp á samstarvið.
Og undirstjórin í Carls-
berg, Steen Jespersen, sigur:
— Carlsberg fer í summar
at senda eitt heilt nýtt, alko-
holveikt produkt á markn-
aðin, og vit síggja sponsor-
avtaluna við FC Keyp-
mannahavn sum eitt eina-
standandi høvi at gera vart
við okkara nýggju veru.
Carlsberg hevur eina langa
traditión fyri at stuðla bæði
donskum og altjóða fótbólt,
og vit síggja fram til sam-
starvið við FC Keypmanna-
havn, sum er eitt væl rikið
felag við stórum møguleik-
um.
Carlsberg hevur fyrr verið
høvudsstudul hjá danska
landsliðnum, og í løtuni er
fyritøkan eisini høvuds-
sponsorur hjå eitt nå enska
felagnum Liverpool FC.