leygardagur 27. februar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 39 — 26. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
11
FRAM
K Pr " ”
= "+ +
46 åra gamalt endurgjaldskrav
Mánadagin tørna Thulebúgvarnir og danski staturin saman í søguligum
rættarmáli
CHRISTIAN SCHULTZ-
LORENTZEN
Tá Thulebúgvarnir við bert
fýra daga skotbrái á vári
1953 vórðu fluttir frá Uum-
mannaq til Qaanaaq fyri at
geva pláss fyri eini útbygg-
ing av amerikansku her-
stødini í Thule, bleiv tað
samstundis startskotið til
eina trætu við danska statin,
sum í dag, 46 ár seinni, enn
ikki er endað.
Mánamorgunin byrjar
seinasti kapittul í hesum
umfevnandi málinum, sum
er størsta sivila rættarmál í
allari danmarkssøguni. Tað
verður í Eystara Landsrætti,
har felagið Hingitaq 33 og
610 Thulebúgvar gjøgnum
sakførararnar Henrik Karl
Nielsen og Christian Har-
lang hava lagt eitt endur-
gjaldskrav = fram móti
danska statinum.
Kravið ljóðar upp á 158
milliónir krónur í endur-
gjaldi fyri versnaða veiðu
umframt rættin til aftur at
búseta seg ella í ollum før-
um veiða og fiska frítt í
gamla Thuleøkinum. Krøv,
sum danski staturin avvisir
blankt, tí tað verður sagt, at
flytingin fór fram sjålvbod-
in.
Søgan um flytingina av
Thulebúgvunum er full av
trygdar- og verjupolitiskum
åhugamålum, sum ganga
aftur til tíðina undir seinna
heimsbardaga, tá danski
sendiharrin í USA, Henrik
Kauffmann, í 1941 upp á
eginhond gjørdi eina bind-
andi avtalu við ameriku-
menn um at gera herstødir í
Grønlandi. Ein avtala, sum
í prinsippinum ikki kundi
sigast upp, og hvers inni-
hald eisini fekk týdning í
kalda krígnum, sum skuldi
koma seinni.
Figgindin eystanfyri
Eftir seinna heimsbardaga
ásannaði USA skjótt, at her-
stødirnar kundu brúkast til
annað enn bert lopfjølir til
gamla krigsherjada Europa.
Stødirnar kundu vera fyrsta
verjan móti nýggja høvuds-
figgindanum Sovjet. Ikki
minst Thulestødin, sum vid
årunum fekk tydning sum
ein framskotin operatións-
stød fyri at tryggja, at strate-
gisku bumbuflogførini hjá
USA kundu røkka Moskva
og ídnaðardeplarnar i Sov-
jetsamveldinum, eins og
stødin kundi nytast sum ein
framskotin loftverja og åv-
aringarstød fyri amerik-
anska meginlandið.
Longu árini 1948-50 fóru
amerikumenn at gera eina
nágreiniliga ætlan fyri Thul-
estødina, uttan at donsku
myndugleikarnir vistu av
hesum. Ætlanirnar komu
ikki fram í ljósið, fyrr enn
Danmark og USA í 1951
samráddust um eina nýggja
verjuavtalu. Her gjørdist tað
greitt. at tað frá amerikansk-
ari síðu vóru ætlanir frammi
um ein risastóran útbúnað í
Thule. At útbyggingin fór
at fáa avleiðingar fyri fólk-
ið, sum búði har á leið. var
helst greitt frá byrjan. Kann-
ingarnevndin frå 4. juni
1987 metir í síni frågreiding
um byggingina av Thule-
stødini í 1953:
>Tað er neyvan nakar ivi
um, at tað ikki undir ella í
sambandi við samráðingar-
nar hevur verið talan um,
hvørjar avleiðingar bygg-
ingin av stødini í Thule hev-
ur havt fyri íbúgvarnar har,
og at ein av hesum var fólk-
aflytingin, sum hendi í
1953.«
Rikisdagurin (tåverandi
følkatingid, blåm.) g60-
kendi tann 8. juni 1951
nyggju verjuavtaluna, sum
lat upp møguleikan fyri út-
byggingini av Thulestødini
og ødrum stødum i Grøn-
landi. Grønlendsku mynd-
ugleikarnir vórðu ikki
spurdir í sambandi við góð-
kenningina hjá Ríkisdeg-
num. Tað hendi, uttan at tá-
verandi grønlendska Lands-
ráðið visti nakað — ikki fyrr
enn á heysti sama árið fekk
Landsráðið nakað at vita
um avtaluna, og tá bert sum
eitt kunningarmál.
Hol í verjuni
Danmark hevði av trygdar-
orsøkum nógvar orsøkir til
at eftirlíka ynskjunum hjá
USA. Við at loyva amerik-
umonnum at byggja her-
stødir i Grønlandi bleiv tað
nógv lættari hjá dønum at
siga nei til slíkar slíkar stød-
ir í sjálvum Danmark. Við
Grønlandi sum trumfi
høvdu danir so at siga longu
givið sín part til felags verj-
una. Og sum tað seinni vísti
seg, enntá við møguleika
fyri at hava kjarnorkuvápn
í Grønlandi, hóast Danmark
alment var ímóti kjarnorku-
vápnum á danskari jørð.
Frá 1951 til 1953 bleiv
ein flyting av búplássinum
hjá Thulebúgvunum javnan
óformliga umrødd í Fang-
araráðnum. sum var ovasti
myndugleiki í Thuleøki-
num. Vaksandi amerikanska
virksemið í økinum, sum
millum annað hevði motor-
gang og oljudálking við sær,
hevði gjørt veidumøguleik-
arnar á leiðini verri. Men
Fangararáðið tók ongantíð
nakra felags avgerð um
nakra flyting.
I mai 1953 fann USA eitt
hol í loftverjuni av Thule,
og tí vildu teir seta verju-
kanónir upp á hálvoynni,
har Thulefólkið hevði sitt
búpláss. Og tað skuldi
ganga skjótt. Frá danskari
síðu varð boðað frá, at tað
„frá okkara síðu ikki er nak-
að, sum forðar fyri, at hend-
an hálvoyggin verður limað
inn í økid hjá stødini, um
so er, at USA vil rinda út-
reiðslurnar av, at búplássið
verður flutt longur norð-
ureftir.<
Fyri og ímóti
Eftir hetta eru ymsar mein-
ingar um, hvat síðani hendi.
Sambært sakførarunum hjá
Thulebúgvunum, Henrik
Karl Nielsen og Christian
Harlang, bleiv eftirfylgjandi
flytingin av Thulebúgvu-
num ongantíð vidgjørd og
góðkend av seks mans stóra
Fangararáðnum, sum varð
mannað við trimum fang-
arum umframt einum
donskum fyristødumanni,
presti og lækna.
Samráðingarnar við
danska statin vóru við lækn-
an, sum ikki heyði mandat
til at góðkenna eina flyting
vegna alt Fangararáðið, siga
advokatarnir, sum tí halda.
at talan var um eina tvangs-
flyting. og at útvíðkanin av
amerikansku Thulestødini í
botn og grund er ímóti lóg-
ini.
At donsku myndugleikar-
nir vóru greiðir yvir, at teir
kanska vóru á ótryggari
grund, verður sambært ad-
vokatunum grundgivið vid,
at myndugleikarnir gjørdu
eitt notat við argumentum
fyri flytingini, sum um
neyðugt kundi brúkast í ST
ella aðrastaðni sum eit! mót-
spæl til møguligar atfinn-
ingar.
Flyting til Qaanaaq fekk
stórar avleiðingar fyri ger-
andisdagin hjá Thulebúgv-
unum. Teir fingu nýggj og
betri hús, men veiðan, ikki
minst av revum, var verri
enn í gamla Thule.
Longu í 1954 setti Fang-
araráðið fyrsta endurgjalds-
kravið fram, men sambært
advokatinum Henrik Karl
Nielsen varð kravið súltað
av donsku myndugleiku-
num í fleiri ár. Tað sama
bleiv ein beinleiðis áheitan
til danska forsætisráðharran
í 1960. Ikki fyrr enn tveir
rithøvundar í 1958 skrivaðu
eina bók um Thulemálið
kom so smátt glið á. Í 1987
boðaði Thule kommuna so-
leiðis danska forsætisráð-
harranum Poul Schliiter frå,
at hon framvegis helt grund-
arlag vera fyri einum end-
urgjaldskravið og vildi hava
ein kanningardómstól
gjørdan. Hetta varð afturvist
av forsætisráðharranum.
sum ikki vildi viðurkenna
nakrar endurgjaldsskyldur
Seinni gjørdi sonevnda
Ziegler-nevndin tó eina
kanning. har nidurstødan
var, at Thulebúgvarnir ikki
høvdu krav upp á nakað
endurgjald, og hetta førdi so
til núverandi rættarmálið,
sum byrjaði við stevningini
í 1996
Tíðin gongur
Og júst tíðarparturin kann
fáa ein avgerandi leiklut, tá
advokatarnir Henrik Karl
Nielsen og Christian Har-
lang skulu royna at pilka hol
í grundgevingarnar hjá
kamaradvokatinum Hagel-
Sørensen (advokaturin hjá
statinum, bløm.).
Hagel-Sørensen fer at
føra fram, at endurgjalds-
kravið sambært danskari
lóggávu er ov gamalt. með-
an advokatarnir fara at
royna at sannføra dómarar-
nar um, at kravið er drýggj-
að av donsku myndugleik-
unum, og at spurningurin
um fyrningarfreistina ti ikki
kann brukast her. Ein på-
standur, sum teir lættliga
kunnu fáa viðhald í. eftir-
sum rætturin fyrr hevur av-
víst at viðgera fyrningar-
spurningurin og restina
hvør sær og á tann hátt
kanna, um tað yvirhøvur er
grundarlag fyri einum rætt-
armáli.
Hinvegin kunnu krøv um
landagkið ikki gerast ov
gomul, men eftirsum eingin
ognarrættur er í Grønlandi,
hevur kamaradvokaturin
avvíst, at Thulebúgvarnir
kunnu gera krav uppá end-
urgjald fyri teirra gomlu
veidiøki.
Spurningurin er tó, um
Grønland. tá flytingin fór
fram. í praksis ikki var um-
fatað av donsku grundlógi-
ni, sum m.a. snýr seg um
»boligens ukrænkelighed«
og kravid um endurgjald vid
ekspropriation. I øllum før-
um hevur danska stjørnin
síðani 1947 sagt við ST. at
frælsisrættindini í grundlóg-
ini kunnu brúkast í Gron-
landi, og tað er eitt argu-
ment, sum advokatarnir hjá
Thulebúgvunum fara at
gera sær dælt av.
Harafturat er, at USA við
at byggja aðrar herstødir i
Grønlandi hevur givið ind-
ividuelt eins væl og kollek-
tivt endurgjald til fólkið á
staðnum. sum hevur mist
sítt veidiøki. Ein endur-
gjaldsgongd, sum eisini má
fevna um Thulebugvarnar,
siga advokatarnir, sum i
rættinum eisini fara at royna
at prógva, at ein rød av al-
tjóða samtyktun., m.a. tann
um mannarættindi, vórðu
brotnar, tá Thulebúgvarnir
vórðu fluttir.
Hava longu fingið
endurgjald
Um kamaradvokaturin
Hagel-Sørensen ikki kann
sannføra dómararnar um, at
endurgjaldskravið er ov
gamalt, og at territorialu
krøvini eru ógildug, fer
hann allarhelst at seta sítt
álit á síðstu patrónina hjá
sær, nevniliga at Thule-
búgvarnir longu hava fingið
endurgjald
Sambært uppfatanini hjá
Hagel-Sørensen hendi
hetta. tå forsætisráðharrin
Poul Nyrup Rasmussen og
táverandi
naðurin L
landsstýrisfor
ars Emil Johar
sen tann 31. januar 1997
undirskrivaðu eina avtal
um. at danski staturin skal
rinda 47 milliónir krónur av
einum sivilum flogvelli í
Qaanaaq. Í síðsta partinum
av avtaluni stendur
>Parterne er enige om, at
der mellem regeringen og
landstyret hermed er fundet
en tilfredsstillende løsning
på alle udestående spørgs-
mål i Thule-sagen«
Hetta argumentid heldur
Henrik Karl Nielsen tó lítið
um. Hann heldur ikki. at
heimastýrið hevur heimild
til at samráða seg til eina
loysn vegna Thulebúgvar-
nar, sum jú longu áðrenn
høvdu langt kravið um end-
urgjald fram
Endurgjaldid
Thulebugvarnir hava lagt
fram eitt endurgjaldskrav,
sum er býtt upp í tvey ser-
støk krøv: Eitt kollektivt
endurgjald upp å 138 mi6.
kr., sum skal latast fyri
mista veiduinntøku i sam-
bandi vid flytingina. Upp-
hæddin er roknad ut eftir
upplysingum i eini just al-
mannakunngjørdari = frå-
greiðing við metingum yvir
veidumøguleikarnar í Thul-
eøkinum.
Og sidani eitt individuelt
endurgjaldskrav upp á
250.000 kr. til hvønn av
teimum 81 Thulebúgv-
unum, sum framvegis eru á
lívi. Advokatarnir eru tó fyr-
ireikaðir uppá, at upphædd-
irnar í ollum fórum vera 6-
javnar í stødd. Tað veldst
um, hvussu gamal og hvat
starv hvor einstakur av
teimum 81 Thulebúgvunum
hevði. tá flytingin fór fram.
Ein stórfangari hevur so-
leiðis krav um størri endur-
gjald enn ein nyfødingur.
Um dómararnir í Eystara
Landsrætti geva Thule-
búgvunum viðhald. stendur
danska stjórnin við einum
risastórum trupulleika. eftir-
sum Thulestødin so er bygd
í stríð við donsku lóggávu-
na. Hóast amerikanska
stjórnin í sínari tíð var í góð-
ari trúgv, verður tað upp-
gávan hjá danska forsætis-
ráðharranum at útinna rætt-
in hjá Thulebúgvunum til
aftur at búseta seg og veiða
i Thuleøkinum. Við samráð-
ingarborðið fara hesaferð
eisini at sita politikarar hjá
heimastýrinum, sum í dag
hava krav uppá at verða
tiknir við uppí spurningar,
sum snúgva seg um uttan-
ríkis- og verjupolitikk i
Grønlandi.
Felagið Hingitaq hevur
stovnað ein grunn, sum skal
umsita eitt møguligt endur-
gjald. Grunnurin hevur
fingið navnið »Tukumeq«
eftir Tukumeq Majaq. sum
læt lív undir flytingini. End-
amálið hjá grunninum er at
stuðla vinnufúsum ætlanum
í Thule og sum heild at
stuðla menningini í økinum.