Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. februar 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA Nr. 40 - 27. FEBRUAR 1999 tidindablad 19 Stig Hornshøj-Møller Stig Hornshøj-Møller hevur skrivad krokikkin, id vit her prenta. Upp- runaliga skuldi Stig Hornhøj-Møller verid vid i Føroyum, nå fram- sýning er í Nordurlanda- húsinum, men hann andadist mikudagin i Stig Hornshøj-Møller avmyndadur framman fyri spegilin å framsyn- ingini. Spurt verdur i samband vid spegilin, um ræduleikarnir kunnu henda aftur Bibliugranskararnir - Eitt case stud Stig Hornshøj-Møller, mag.art EFTIR 1945 fekk tann so- kallaði >siðmenti< heimurin ein mentanarhvøkk, og vit hava enn ikki megnað at við- gjørt tær skelkandi fylgjurnar til lítar. >Ongantíð aftur Au- schwitz< var slagorðið, men okkum nýtist bara at tendra sjónvarpið fyri at vissa okk- um um, at tað tykist meira aktuelt nú enn nakrantíð áður. Sæð úr hesum sjónarmiði er framsýningin, sum Jehova Vitni júst nú vísa í Norður- landahúsinum í Havn, bæði týðandi, neyðug og sera akt- uell. >Millum M6tstødu og Matyrium< snýr seg um meinsóknina ímóti trúarsam- felagnum í Triðja Ríkinum, men hevur eisini ein boðskap, sum røkkur longri enn bert til enn eina søgu um illgerðir nasismunnar. Hon endar við einum spegli og einum spurn- ingi, sum er sera persónligur: Hvussu hevði tú borið teg at, um tú livdi í Triðja Ríkinum? Nær mótmælir tú einum sníkjandi ráki fram ímóti for- fylging av ødrvisi hugsandi í tínum samfelag? Skulu granskarar treingja longri inn í samfelagsfrødi og sålarfrødi fólkamorðsins, mugu teir samanbere Holocaust, sum er best lýsta fólkamorðið higar- til, við aðra forfylging. Mill- um teir bólkarnar, ið fyrst mótmæltu gongdini í Triðja Ríkinum, vóru Jehova Vitni. Teirra søga er tí — sæð við køldum og mestsum kenslu- leysum vísindaeygum — eitt áhugavert og læruríkt >case study«, eitt nú tí hon setur heilt vanlig menniskju í fokus og sostatt setur Holocaust- skelkin í perspektiv. Og tað er eftir míni hugsan avgerandi neyðugt. at vit langt um leingi viðurkenna, at øll, ið komu undan krigs- ella yvirgangsræðuleikunum við lívinum, hava krav uppá eina almenna fatan av teim- um sålarløstum, tey dragast við. Hetta er nevniliga sjálv fortreytin fyri. at hesir sálar- løstir ikki vaksa og verða stødi undir frustreraðum bólkum, sum knappliga kunnu gerast fundamentalist- iskar í sínum atburði og nýta harðskap. Eitt grefligt dómi úr okkara egnu tíð er jugo- slaviska borgarakriggid, har 6vidgjørdir sålarløstir úr seinna heimsbardaga gjørd- ust stødi undir einum, hjå ødrum at siggja til, heilt 6- skiljandi félkamorØslyndi. Og sæd vid søgunnar eftir- metingarklókskapi var týski skelkurin eftir 6sigurin í fyrra heimsbardaga sjálv fortreytin fyri ómenniskjansliga lyndi- num, sum eyðkendi nasism- una. Vit hava ofta hug at síggja burtur frá, at Adolf Hitler um- boðaði eina >frelsarareligi- ón<, sum nettupp >rættvís- gjørdi« tann skipaða harð- skapin sum ein neyðugan bága í samband við uppbygg- ingina av einum nýggjum og betri stati. Vit mugu eisini tora at ásanna, at nasisman leingi megnaði at virka sum eitt, at síggja til, konstruktivt aftursvar til ta djúpu samfel- agskreppuna í Týsklandi fyrst í 1930'unum — og at Adolf Hitler sjálvur kendi seg sum kosnan av lagnuni. Læran hjá Messias-imyndini var í grundini sera einføld: Tyska fólkið hevði serlig rættindi at ráða yvir øðrum, men skuldi eisini ganga igjøgnum eina miðvísa góðsking við burtur- tóku av sálarliga sjúkum og minniverdum rasum sum til dømis jødum, sigoynarum og øðrum. Týsku limirnir hjá Jehova Vitnum høvdu kortini - sum ein serligur »fundamentalist- iskur« bólkur i kristindómi- num — funnid troyst fyri krigsskelkinum í trúnni á eitt annað Túsurdáraríki enn tað. sum Hitler lovaði viðhalds- fólki sínum. Tey mettu hesa trúnna at hava stórri tydning enn eina stødutakan til tey politisku viðurskiftini í sam- felagnum undir neutralu stóðu s stríkaðu Í og tey eini yvirlýsing, eftir at Hitler hevdi tikid við valdinum í 1933. Kortini vórðu Jehova Vitni í veruleikanum fyrsta trúarsamfelagið, ið kom und- ir skipaða forfylging. Teir so- nevndu »bibliugranskarar- nir< fingu á sumri 1933 skriv- stovu sína í Magdeburg stongda og bøkur sínar brendar. Nasistiska valds- skipanin helt, tað fór at vera lætt at basa teimum umleið 25.000 bíbliugranskarunum við einum forboði, men nógv tey flestu av teimum hildu áfram at virka í Oløgleika og byrjaðu um útlandið at al- mennakunngera frágreiðing- ar um yvirgangsframferðina í ríkinum, herímillum kz-leg- ur. Grundleggjandi hugburð- urin millum bíbliugranskarar- nar var framhaldandi eitt ynski um at sleppa at liva í friði sum ein neutralur, ópol- itiskur partur av fólkinum. Hetta hugaði ikki Hitler, sum á heysti í 1934 froysti: >Hes- in yngulin skal týnast!< - og tá vanlig herskylda varð sett í gildi í 1935, og menn sam- stundis ynsktu frið upp undir Olympisku Leikirnar í 1936, útloysti hetta handtøku av fleiri túsund Jehova Vitnum, eins og Gestapo nú ansaði uppaftur betri eftir teimum. Samsvarandi trúgv síni sýttu mannligu bíbliugransk- ararnir at gera hertænastu og vórðu sendir í konsentra- tiónslegur, so teir kundu hálsa um. At koma út aftur var einki fyri: Teir skuldu bara skriva undir eitt pappír, sum váttaði, at teir avnoktaðu trúgv sína og vildu innkallast til Wehrmacht. Hetta hendi tó at kalla aldri — til stóra undran hjá teimum, ið vardu av legu- num. Eitt annað, sum undraði vaktarmenninar, var góðsligi atburður teirra í arbeidinum, teir vórðu settir at gera. Tað fór fram uttan tær smáónáðir og ta smásabotasju. sum sást hjá øðrum fangum. Bíbliu- granskararnir, sum kendust aftur á lillalittu tríkantum sin- um, vóru sostatt — sæð við eygum vaktarfólksins — fyrst- afloks fangar og fyrstafloks arbeiðsmegi, sum einans noktaði at vera við í arbeiði, sum hevði við kríggj at gera, til dømis at framleiða herbún- ar og lóður. Merkisverd er eisini tann sannroyndin, at deyðatalið teirra millum var týðiliga lægri enn í øllum øðrum bólkum, ið gjørdu sama arbeiði. Tað komst utt- an iva av, at teir framvegis hildu saman á ein hátt, sum aðramáta eisini hugtók hinar bólkarnar. Hetta galt bæði menn og kvinnur. Bróðurdóttir de Gaulles general segði soleiðis frá viðurskiftunum í kvinnu- leguni Ravensbriick: >Tað, ið einamest hugtók meg hjá bíbliugranskarunum, var, at tær fingu frælsi í stundini, bara tær skrivaðu undir uppá, at tær avnoktaðu trúgv sína Men hesar kvinnurnar, sum tóktust so ússaligar og slitnar, royndust, tá samanum kom, sterkari enn SS. ið hevði valdið og øll amboð at ráða yvir. Kvinnuligu bíbliu granskararnir høvdu ein fyri- mun, nevniliga viljastyrki sína, sum eingin fekk bilbugt við.< Hetta sitatið — og víst kundi verið til nógv onnur — strikar undir tað sermerkta við at- sóknini ímóti Jehova Vitnum, sum hóast alt týðiliga var ødr- vísi enn nasistiski týningar- politikkurin mótvegis jødu- num. Mótsett teimum vórðu bíbliugranskararnir nevniliga mettir sum ariarar. Tí kundu teir velja, sum jødarnir ong- antíð kundu, men tað kom nasi-stjórninini dátt við, at teir heldur valdu ræðuleikar- nar í konsentratiónslegunum enn at avnokta trúnna. Vitnini mettu nevniliga hørðu tilveru sína sum eina trúarroynd við atliti til >Túsundáraríkið<, tí Hitler mátti eyðsæð vera um- boð Satans. Og henda fatanin gav teimum eyka kraft at halda fast um trúgv sína og taka tað, sum kom, við tign- farnu viku, bert 49 ára gamal. Hann var millum við- urkendastu søgufrøding- um vidvikjandi nazism- uni, Hitler, holocaust og fólkamorði. Hann átti hugskotið til depilin fyri Holocaust- og fólka- arligum toli Tá sannleikin um ræðu- leikarnar i nasistisku kon- sentratións- og týningar- legunum kom fyri ein dag. var tað eyðvitað skipaða fólk- amorðið á jødarnar í Europa, sum serstakliga fekk almenn- ingin í øllum heiminum at geva ans. At aðrir bólkar ella einstaklingar vórðu atsøktir og myrdir varð goymt og so við og við eisini mestsum gloymt orsakað av teimum milliónatals jødunum, ið vórðu týndir, bert tí teir vóru jødar. Soleidis eisini hjá Je- hova Vitnum, har hvør ein- stakur helt tað vera nóg mikið at vita seg hava livað upp til krøv Guds og framhaldandi at fyrireika seg til komandi >Túsundáraríkið< Holocaust-granskingin broytist hesi árini til eina rættiliga fólkamorðsgransk- ing, sum við stødi í okkara sera útgreinaðu vitan um hópmorðið á jødarnar í Eu- ropa nú verður mett saman við onnur fólkamorð og onn- ur sløg av samfelagsskipaðari forfylging av øðrum. Fram- sýningin í Norðurlandahúsi- num um atsóknirnar ímóti Je- hova Vitnum í Triðja Ríki- num er eitt týðandi íkast til neyðuga kjakið í hesum sam- bandi um menniskju og mannarættindi í nútíðar sam- felagnum, eins og framsýn- ingin evnislýsir tann vandan, morðsgransking, sum skuldi setast á stovn í ár. Peningur er settur av á donsku fíggjarlógini. Hann doyði, meðan hann vitjaði í Berlin, har hann helt fyrilestur. Eftir hann sita kona og tvey børn sum liggur í ikki at hava nóg góða fatan av fortíðar sálar- løstum Í trúnni eins væl og í ideo- logiini finnast jú ikki-skil bundnir strukturar at viðgera hesar sålarløstir við, og eitt og hvert menniskja hevur tørv á eini trúgv ella ideologi í tilveru síni. Men verða hesar persónligu og samfelagsligu frágreiðingarfyrimyndirnar ikki eisini settar undir felags opið og medmenniskjansligt orðaskifti um sjónarmið. verður úrslitið kanska ein gongd. sum kann føra til, at ødrvisi hugsandi verða gjørd ómenniskjanslig Eitt týðandi stig á hesi leið er stovnanin av tí danska Center for Holocaust- og Folkemordsstudier. sum júst er samtykt í samband við fíggjarlógina. Men uppaftur stórri tydning hevur tað kanska, at danskir og før- oyskir demokratar, við stødi í humanistiskari og kristnari siðvenju, opið stríðast ímóti avnoktarum, intoleransu og rasismu vid sterkasta våpni fólkastýrisins: Upplysing. upplýsing og aftur upplýsing! STIG HORNSHØJ-MØL- LER er mag.art. í søgu og hevur millum annað skrivað bókina FORERMYTEN - Ad- olf Hitler, Joseph Goebbels og historien bag et folke- mord. Forlagið Tiderne Skift- er, Keypmannahavn 1996.