týsdagur 2. mars 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
H71-Tjaldur 34-31 (14-19)
EmiL L. JACOBSEN
hekk
vórðu i
saman. bóltarnar
heilum tveittir út av
vøllinum, og verjuinnsats
urin var alt, alt ov sløvur
Fleiri av spælarunum stóðu
beinleiðis og svóvu, tá Pole
Hansen. sum var klárt besti
maður á vellinum. ferð eftir
ferð fekk síni renniskot í
málið. Ein kann bert
mynda sær, hvussu leikur
hevði gingist, um Tjaldrið
hevði havt Jens Martin
Knudsen og Sverra Justin-
ussen við eisini (Jens Mart-
; F
itrottar
in er í Spania vid fótbólts-
landsliðnum, og Sverri
hevdi vegna fíggjarmála-
stýrið sitið í samráðingum
við Starvsmannafelagið alla
nattina)
Størsta leiðsla
higartil í kappingini
Tjaldrið, sum áðrenn sunn-
udagin hevði tapt 19 dystir
upp í slag, vann fyrra hálv-
leik 19-14, og tað man vera
størsta leidslan, Tjaldrið
nakrantid hevur havt í kapp-
ingini. Og tað var eisini
uppiborið, tí hóast spælið
hjá botnliðnum ikki var
nakað at reypa av, var tað
betri enn hjá heimaliðnum.
Tjaldrid gjørdi sum KIF og
fór at mansverja Hans Gud-
mundsson frá byrjan. Men
munurin í hesum dystinum
og ti móti KIF var Finnur
Hansson, sum helt H71 inni
í dystinum í fyrra hálvleiki.
Hans fór út og sat uttanfyri
meginpartin av hálvleikin-
um, og tá var tað Finnur.
sum var nógv tann vanda-
miklasti í H71-ålopinum.
Men í verjuni var hann lítið
frægari enn restin av liðn-
um.
Róaldur Jákupsson er
sloppin framvið Ragnari
Olsen, men hesaferð
eydnaðist tað ikki H7I at
fáa mál
Mynd: Alvur Haraldsen
Nr.
H71 vaknaði
Tað var lítið at ivast í, at
H71 sálarliga ikki hevði
fyrireikað seg nóg væl til
dystin sunnudagin, og tað
hoyrir ivaleyst eisini við til
søguna, at teir ikki so langt
áðrenn høvdu vunnið ein
rimiliga lættan sigur f Runa-
vík. Men í hålvleikinum var
greitt, at hoyvíkingar skuldu
taka sær um reiggj, um teir
skuldu fáa nakað burturúr,
og tað gjørdu teir so.
Nú var nógv meira vilji
at síggja, serliga í verjuni,
har teir vóru skjótir út í ser-
liga Pola Hansen, sum í
seinna hálvleiki, tá Mortan
Hansen noyddist út eina
góða løtu við skaða. bleiv
ein reinur einmansherur hjá
Tjaldrinum. Fleiri ferðir
rann hann igjøgnum verj-
una, og onkuntíð var tað
flott at síggja, hvussu hann
sneiddi og snaraði sær inn
ímillum stóru hoyvíkingar-
nar.
Men tað hjálpti ikki.
Halgir Dal Olesen kom bet-
ur við í álopspartinum hjá
H71, enn hann hevði verið
í fyrra hálvleiki, og tað vísti
seg at vera nóg mikið hjá
hoyvíkingum, sum nú
høvdu fleiri hóttanir útifrá,
enn Tjaldrið megnaði at
demma upp fyri. Tjaldurs-
menn gjørdu eisini nakrar
stórar brølarar í verjuni. har
teir rætt og slætt >gloymdu
menninar. serliga úti í teirra
vinstru verjusíðu. har tað
ofta var alt ov opið
Málverjin hjá Tjaldrinum.
lóevar Martin Hansen
men hann fekk
41 — 2. MARS 1999
Enn einaferð var
Tjaldrið sera nær við at
fáa stig. Men hóast Pole
Hansen spældi ein
frálíkan dyst, eydnaðist
tað ikki at koppa H71
Mynd: Alvur Haraldsen
Tað verður helst ongantíð...
Hondbóltur: Enn einaferð fór Tjaldrið heim við ongum, men enn einaferð
vóru teir sera nær við. Men sum so ofta fyrr mistu teir takið í seinna hálvleiki
ikki fatur á so nógvum
fyrstu 20 minuttirnar av
seinna hálvleiki, tá dysturin
vendi. Í hinum endanum
kom Ragnar Mouritsen í
H71-målinum væl við, sam-
stundis sum skotini hjá úti-
liðnum blivu meira ókon-
sentrerað.
So líðandi fekk H71 yvir-
vágina, og tá Anfinn Debes
í 12. minutti skoraði til 23-
22, var tað fyrstu ferð síðani
miðskeiðis í fyrra hálvleiki,
at hoyvíkingar vóru á odda.
Tjaldrið megnaði at koma
frá 24-22 upp á 24-24, men
teir komu ongantíð framum
aftur, hóast spenningurin
helt sær heilt til bert tveir
minuttir vóru eftir. Tá legði
Halgir Dal Olesen H71 á
odda 33-30, og so var lið-
ugt
Eftir sótu fólk við eini
kenslu av, at líkamikið
hvussu væl Tjaldrið spælir,
og líkamikið hvussu gott tað
sær út hjá teimum, so eydn-
ast tað teimum ikki at vinna.
Teir hava fýra møguleikar
eftir í ár, og har av eru trígg-
ir teir fyrstu á heimavølli —
móti åvikavist StlF, KIF og
Neistanum — áðrenn teir
enda móti VIF í Vestmanna.
H71 hevur dystir eftir
móti Neistanum, Kyndli,
SUF (úti) og VIF (heima).
Men um teir skulu gera sær
nakrar vónir um at taka
Kyndil aftur. skal nógv
meira til, enn tað teir vístu
sunnudagin. Tað kann vera
torført at seta seg upp móti
einum liði, sum hevur tapt
19 dystir á rað. og tað
nundi komið teimum aftur
um brekku sunnudagin.