týsdagur 2. mars 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 2. MARS 1999
Viðmerkingar:
tíðindablaðið
Viðmerking til Høgna Hoydal:
Fyrispurningurin er
als ikki svaraður!
Fann fyrispurningur, sum
eg setti tær, hevur einki við
Ráfiskagrunnin ella Studn-
ingsnevndina at gera. Hann
hevði fyri so vítt heldur
einki við Yrkisráðið fyri
Loónjavningargrunnin at
gera. Hetta mál er bert nýtt
sum dómi um nýttu manna-
gongdina.
Tað framgekk heilt greitt
av fyrispurninginum, at
hann snúði um, um okkara
stýrisskipan er nakað verd.
tá á stendur, um skylduna
hjá landsstyrismonnum at
seta samtyktar løgtingslógir
í verk og um virðið á løg-
tinginum sum eftirlitsmynd-
ugleiki hjå landsstyrinum.
Málið um yrkisráðið lýsir,
hvussu hetta virkar í praks-
is. Her er talan um eina lóg,
sum tingið hevur samtykt.
Aftan á hálvt annað ár er
partur av lógini ikki settur í
verk. Ein løgtingsmadur,
Henrik Old, ger av at royna
Hetta mål er als ikki ein
spurningur um eina
nevnd meira ella minni.
Tann veruligi spurningur-
in er hvort vit hava eina
stýrisskipan sum virkar
ella ikki og ikki minst um
tað er nakar vilji at fáa
hana at virka. Í hesum
liggur eisini hvort løg-
tingið vil fasthalda, at
løgtingslóg skal fylgjast,
eisini í førum tá talan er
um lógir sum tingmenn
ikki bríggja seg um. Tað
er óneyðugt at siga, at
Spurningurin til Høgna
eftirlitsregluna í stýrisskip-
anarlógini. Hann setur fisk-
imálaráðharran, sum tilvild-
arliga er løgmaður, tá málið
verður svarað, ein fyri-
spurning í løgtinginum um,
hví lógin ikki er sett í verk.
Niðurstóðan aftan á
henda fyrispurning kann
bert vera, at tær logarreglur,
sum áseta skyldur hjá lands-
stýri og løgtingi eru púra
virðisleysar.
Tað kemur eisini týðuliga
greitt fram, at orsøkin til at
lógin ikki er sett í verk er
tann, at landsstýrismaður/
løgmaður ikki briggja seg
um tað ískoyti, sum tingið
gav upprunaliga uppskotin-
um hjá landsstýrinum. Og
hetta letur tingið sær lynda!
Høgni Hoydal skrivar um
tingsins viðgerð av hesum
máli:Eftir mínum tykki er
hetta eitt dómi um, at stýr-
isskipanin á hesum eki er
farin at rigga.
hevur løgtingið fyrst eina-
ferð latið sær lynda, at
landsstýrið ikki skal fola
seg bundið av eini løg-
tingslóg, kann sama stød-
an vera galdandi fyri eina
og hverja lóg.
Tískil er spurningurin
til Høgna Hoydal. lands-
stýrismann: Heldur tú, at
Føroya fólk kann føla seg
trygt at fara inn í eitt full-
veldi við teirri umsiting
av stýrisskipanarlógini
sum greitt er frá í hesi
grein.
ara. Stjórin hevur dagligu leiðsluna á stovninum og
setir starvsfi
— =—
på
$ 4. At ráðgeva landsstýrismanninum í spumingurk…
viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og í spurningum við-
verður sett eitt yrkisráð við 5 li Landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum velur 1 lim, ið er for-
maður. Føroya Fiskimannafelag velur I lim, Megin-
felag Útróðrarmanna ] lim, Føroya Skipara- og
Navigatørfelag, Feroya Maskinmeistarafelag og
Føroya Motorpassarafelag velja í felag ! lim og Før-
oya Reiðarafelag | lim. Limimir verða valdir fyri 4
ár í senn. Á sama hátt verða 5 varalimir valdir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetur
í kunngerð nærti reglur fyri virksemið hjá ráðnum.
ur settur
til hans-
$ 5. Umsøkjarar og almennir myndugleikar hava
skyldu at lata Lønjavningargrunninum upplýsingar,
1. ($ 4 í Løgtingslég um Lønjavningargrunn).
Yrkisráðið skal ráðgeva landsstyrismannin
viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og i
spurninginum viðvíkjandi fyrisitingini hjá
Lønjavningargrunninum. Løgmaður hevur
yvirfyri tinginum nýtt sum undanførslu fyri
ikki at seta hesa lóg í verk. at hon skal stríða
ímóti stýrisskipanarlógini. Tað finst einki løg-
frødisligt ummæli, sum stuðlar hesi fatan.
Hetta er greið tala, og her-
við ger Høgni Hoydal tað
enn lættari at taka stóðu til
hansara fullveldisætlan
Eg var sjálvur positivur
móti hesum landsstýrinum,
tá tað tók við og var eisini
positivur mótvegis størsta
partinum av fullveldisætlan
unum. Men treytin fyri ein-
um slíkum áliti má sjálvsagt
vera, at brogararnir kunnu
føla seg tryggar við, at teir
sum skipa fyri fullveldisætl-
anunum eisini virða tær
grundleggjandi demokrat-
isku grundreglurnar. Nú
hevur sjålvur »høvudsarki-
tekturin« aftan fyri fullveld-
10 alment bodad frå, at tann
mannagongd, sum greitt er
frå í hesi grein, er í samsvar
við hansara uppfatan av.
hvussu stýrisskipanin eigur
at virka og væl saktans eis-
ini skal virka framyvir.
I Danmark kostaði ein
líknandi mannagongd i
Tamilmålinum eini stjórn
lívið. Ráðharrin, sum hevði
noktað at fylgt eini ávísari
lóg, kom fyri ein ríkisrætt
og fekk 40 daga fongsuls-
dóm, sum tó varð treytaður
vegna heilsuna hjá ráðharr
anum. Danskir ráðharrar
skulu nokk ansa sær í fram-
tíðini. Soleiðis eigur ein
stýrisskipan at virka
Tá hugsað verður um
hansara >stjórnustatus< til
seinasta løgtingsval hevði
ein væntað sær annað av
Høgna Hoydal enn eina so
ússaliga stødutakan til ein
slíkan avgerandi stjórnmál-
aspurning, sum her er um-
røddur. Men nú vita vit,
hvat ið er at vænta hgani,
og tað gera stødutakanina
við komandi folkaatkvødur
enn lættari.
Óli Jacobsen
Legtingslóg
um
ábyrgd landsstýrisins.
$ 5. Legmaður ella landsstýrismaður verður revsadur,
um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til
viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løg-
tingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni ann-
ars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. I er eisini galdandi, um so er, at
løgmadur ella landsstýrismaður gevur løgtinginum
skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá
løgtingid viðger eitt mål, tigur við upplýsingum, sum
eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málin-
um.
3. ($ 5 í Logtingslóg um ábyrgd landsstýrisins.)
Tað er ikki lukkuligt um løgmaður ella lands-
stýrismaður ikki røkir sínar skyldur ella gevur
løgtinginum skeivar ella villleiðandi
upplýsingar. Revsingin er upp til 2 ára fongsul.
Legtingslóg
um
Sjúkrahúsverk Føroya.
8 3. Fyri hvert av sjúkrahúsunum velur landsstýrið
eitt fimmmanna sjúkrahúsráð, sum skal hava møgu-
leika at viðgera øll mål sjúkrahúsinum viðvíkjandi.
Stk. 2. Nærri reglur viðvíkjandi sjúkrahúsráðunum,
bygnaðinum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða
ásettar av landsstýrinum.
. ($3 í Logtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.)
Hetta er lógarreglan um sjúkrahúsráð. Hesi
skulu hava møguleika fyri at viðgera øll mål
sjúkrahúsinum viðvíkjandi og eru samb. kunn-
gerð ráðgevandi hjá landsstýrismanninum.
Henda lógarreglan er »skræddaraseymad« til
stýrisskipanarlógina og er meira umfatandi enn
reglan viðvíkjandi yrkisráðnum.
Á DP F
Oli Jacobsen heldur, at nú er lættari at taka stødu til
komandi følkaatkvødurnar - tå teir sum skipa fyri full-
veldisætlanunum ikki virða mest grundleggjandi demo-
kratisku grundreglurna"
Brot úr frágreiðing
hjá løgmanni til
logtingið
„..Samb. stýrisskipanina ..... hevur landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum ábyrgdina av um-
sitingini hjá lønjavningargrunninum mótvegis
Føroya Løgtingi. ... Tað sum er ógreitt er, at í
einari lóg stendur at tað skal vera eitt yrkisráð
og í eini a00rari lóg stendur, at hetta yrkisráðið
eisini skal vera við í umsitingini av grunninum.
Síðan hava vit eina stýrisskipanarlóg, sum er yvir
øllum hinum lógunum, sum sigur, at tað skal vera
eitt greitt býti millum lóggávu og útinnandi vald,
og tað er landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd-
ina mótvegis løgtinginum. Tí er neyðugt at gera
broytingar onkustaðni í systeminum. Tað er ....
tingið sjálvt, sum .... skal taka avgerðina um ... at
tað íkki er landsstýrismaðurin, sum hevur á-
byrgdina av lønjavningargrunninum men eitt
ráð. Ella tað skal vera soleiðis at hetta ráð skal
vera ráðgevandi......
Hetta er partur av teimum munnligu viðmerkingu-
num, sum Anfinn Kallsberg gav tinginum í samband
við fyrispurningin hjá Henriki Old um hví landsstýrið
ikki hevdi sett lógina um yrkisráð í verk. Sum tað
sæst argumenterar Anfinn sum um yrkisráðið hevur
nakað fyrisitingarligt vald. Sjålvur er Høgni Hoydal
samb. sína grein offur fyri hesi villleiðing. Tá Anfinn
so eisini sigur, at tað er neyðugt at gera broytingar
onkustaðni í systeminum, er hetta eisini ein vill-
leiðing. Sum víst er á aðrastaðni er lógin um yrkisráð
minni víttgangandi enn lógin um sjúkrahúsráð, sum
er skræddaraseymað til stýrisskipanina. Púra groteskt
verður tað, tá Anfinn sum eina møguliga »loysn«
nevnir møguleikan, at >hetta ráð skal vera ráðgev-
andi<. Tað er júst tað, sum tað var. Tað liggur annars
í orðinum >ráð<.
Tað liggur stostatt fast:
1) Tað finst eingin saklig orsøk til ikki at seta lógina
um yrkisráð í verk
2) Løgmaður hevur villleitt tingið.
Tí tinginum var ein tingmaður, sum hevði orðið í
hesum máli, nevniliga spyrjarin Henrik Old. Hervið
er staðfest, at løgtingid er virðisleyst sum eftirlit hjá
landsstýrinum.