mikudagur 3. mars 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Nr. 42 — 3. MARS 1999
Nýstovnað el- og teldufyritóka í Vági:
Kann stýra verksmiðju
i Onglandi úr Vagi
El-verkfrødinginum Hera Mortensen í Vági nýtist als
ikki at vera har tað hendir, ið hann fæst við. Bert
hann hevur eina telefonlinju og eina teldu, so greiðir
hann trupulleikarnar, hvar teir enn eru.
Hann hevur stovnað el- og teldufyritóku og kann
millum annað byggja el-stýringar til virki og
fyritøkur. Og at rætta smábrek í eini stýring, ið er
hinumegin knøttin, er eingin forðing, hóast ein situr í
einum kjallara í Vági
DAGFINN OLSEN størru bilegging. Hetta var
ein el-styring til eina stora
Gamla slagorðið e fyritøku í Onglandi. og bí
I 3 he kk egg fekk hann frå
ist nýtast um fyritøkuna = sínum gamla arbeiðsgevara
á Hera Mortensen í Vág Janmark, Smetek. ið ger
| tist kki at — maskinur til jarnídnaðin
c 10 he ) Heri Mortensen for til
3 Onglands at seta styringina
upp, men eftir hetta nytist
honum ikki at ferðast aftur
og fram at rætta møgulig
småbrek, 10 ikki eru Ovanlig
i byrjanartíðarskeiðnum
Heri Mortensen he
ur sett
Við eini telefonlinju kann
hann koma í samband við
teldustyingina, og soleiðis
rætta møgulig smábrek.
Fyritøkan í Onglandi er
stór og samstarvar t.d. við
Aerospace og Rolls Roy Ce.
Gamalt og fløkt
Við eini teldu og eini tele-
fonlinju kann Heri úr Vági
krøkja seg á teldustýringina
í Onglandi. So sær hann
somu mynd á telduni heima,
sær fyri at virka í heimbygdini. Í Kjallaranum hevur hann
teldir og eisini er pláss fyri at byggja el-talvur og stýringar. At nærum øll leita til Havnar
eftir loknan skúla &
Tað, ið Heri Mortensen fæst við, er so-
nevnd PLC stýring. Heta stendur fyri
„Programmeble Logical Controller".
Hesar teldur kunnu røkja torførar stýris-
uppgåvur. Møguleiki er at binda i telefon-
netid og soleidis gera smærri broytingar
í forritinum sera skjótt og lætt.
Heri Mortensen nýtir vanliga merkið
Allen Bradley, men arbeiðir t.d. eisini
við Siemens og Omran.
Arbeitt verður soleiðis, at brúkarin á
grafiskari sermflatu fær yvirlit yvir virkið
ella anleggið. Soleiðis kann hann broyta
ymiskt virði, eitt nú hita ella trýst og
ventilar kunnu latast aftur ella upp.
Telduskipanir við
grafiskari brúkaraflatu
Ein telduskipan kann eisini skráseta,
hvat er farið fram í maskinunum. Lætt er
at yvirføra upplýsingar til kend skriv-
stovuforrit, sum t.d. MSOffice (Word/
Excel/Acces o.s.fr.)
Heri Mortensen hevur samstarv við
maskinsmiðju í Vági og soleiðis kunnu
maskinur mennast og hóskandi teldu-
stýringar finnast.
Heri Mortensen er útbúgvin elverk-
frødingur og hevur seinastu 4 árini arbeitt
innan maskinvinnuna í Danmark, bæði
við at tekna og og uppbyggja stýringar
og skriva forrit.
la lestur heldur hann vera skeiva gongd
Mynd: D.Olsen
Gamla slagorðið „vit eru har tað hendir“, kann ikki júst nýtast um fyritókuna hjá
elverkfrødinginum Hera Mortensen í Vági. Tí honum nýtist als ikki at vera har tað
hendir, ið hann fæst við. Einasta fyritreyt er ein telefonlinja, so hann kann krøkja seg í
teldustýringarnar. ið stýra ymsu fyritøkunum, ið hann samstarvar við.
sum teldan í Onglandi vísir.
Soleiðis er gaman í at fara
innar í skipanina og gera
åbøtur ella kanna, um nakað
er áfatt
Alt hetta nýggja er nakað,
ið kemur ístaðin fyri el-talv-
ur og gomlu „rele-stýring-
arnar“. At siga, at hetta
kemur ístaðin fyri el-talv-
urnar er kanska ikki heilt
rætt. men teldan verður sett
inn í el-talvuna og stýrir
henni. ístaðin fyri gomlu og
floktu skipanina við „rele-
stýring“
Uttan at fara Ov nógv í
smálutir við tí tøkniliga, so
kann sigast, at talan er um
sonevnda PLC stýring.
Hetta verður nytt í vinnuni
til sjálvvirkandi tól, og er
hetta lættari at útbyggja og
fáast við, enn gomlu „rele-
stýringarnar“.
Ístaðin fyri at fara út til
brúkaran og býta onkran
leidning um ella okkurt rele,
so kann Heri Mortensen
heima við hús krøkja seg
inn á teldustýringina og
síggja, um nakað er á vási.
Stýra Alisteðini
við hús
Sum dómi um nýggju
møguleikarnar tekur Heri
alistødirnar, ið nógvar hava
sjálvvirkandi fóðurskipan
t.d.
Manningin hevur við
framkomnari stýriskipan
ikki tørv á at ganga og ansa
skipanini alla tíðina. Vakt-
havandi kann, tá hann
kemur til hús, fara inn á sína
egnu teldu, krøkja seg inn á
telduna á alistødini, og so
síggja, hvussu er statt við
tólunum.
Heri Mortensen sigur, at
tað ofta eru smávegis trup-
ulleikar við stýringum
fyrstu tíðina, men at tær
vanliga virka í áravís, tá tær
eru settar upp. Tó heldur
hann, at føroyskar fyritøkur
kenna til trupulleikan við at
noyðast at fáa tøkningar úr
útløndum hendavegin, tá
okkurt er áfatt.
Fyribyrgjandi
viðlíkahald
Heri Mortensen leggur dent
á, at við nýggju tøknini er
ikki bert talan um lættari og
skjótari tænastu. Eisini er
ein avgjørdur fyrimunur, at
her ber til at tosa um fyri-
byrgjandi viðlíkahald. Og
ikki minst, so er hetta alt
við til at minka um tíðina,
ið framleiðslan stendur still.
Við telefon og teldu kann
Heri finna „sjúkueyðkenn-
ini“ og koma við eini loysn.
Til ber eisini at hava sam-
skifti kundan við inter-
netinum.
Netið verður tó sjáldan
nýtt í sjálvum virkseminum
við tólunum, tí netið er sum
heild ikki egnað. Tad er ov
Ostødugt.
Øll til Havnar
Nutimans tøknin hevur vid
sær, at neyðugt er ikki hjá
einstaka medarbeiðaranum
at vera á staðnum alla tíð-
ina. Úti í heimi hoyrist um
fleiri og fleiri fólk, ið sita
heima við hús og arbeiða
fyri bankar ella fyritøkur.
Ein kann í dag t.d. eisini
taka sær av sínum banka-
viðurskiftum heima við hús.
Heri Mortensen sigur, at tá
hann var liðugur at lesa í
Arhus, so tóktist, sum vildu
allir føroysku lestrar-
felagarnir til Havnar. Uttan
mun til, hvaðani úr Føroy-
um teir vóru.
Heri heldur hetta ikki
mynd: D. Olsen
vera réttu gongdina. Hann
vildi royna at skapa sær
okkurt í heimbygdini og við
nútímans tøkni liggur væl
fyri hjá Hera at hava sína
fyritøku í heimbygdini.
Hann sigur, at fleiri vid-
skiftafólk longur norðuri
hava verið heldur ivasom,
tá tey hoyra, at fyritøkan er
so langt av leið skotin, tí illa
ber til at koma beinanvegin.
Og skjót tænasta er sum
kunnugt best. Men tå Heri
so hevur greitt frå, at hetta
sum oftast als ikki er neyð-
ugt, so eru fólk bilsin og
vísa áhuga.
I kjallara sínum í Vági
situr Heri við telduna. Her
kann hann tekna og fram-
leiða nýggjar el-stýringar
ella gera åbøtur. Hann kann
gera forrit og hann kann
halda eyguni við skipanurn,
uttan mun til, um tær eru
settar upp á Ovri, í Onglandi
ella Okinawa.
Heri viðgongur, at nakað
av idealismu er í hesum,
men hann hevur sett sær fyri
at royna at virka í heim-
bygdini og við nýtímans
tøkni og vitan, so skuldi
hetta eydnast honum.
Hóast tøknin hevur verið
til leingi, so er t.d. internet
nú vorðið so bíligt, at tað er
í sera mongum heimum. Og
fyritøkur kunnu í dag ikki
vera netið fyri uttan. Heri
Mortensen heldur tað vera
undrunarvert, at henda
tøknin hevur verið til í eini
40 ár, ella meira, men ikki
fyrr enn nú er hon atkomilig
hjá øllum.
Og tað er júst tað, ið Heri
útnyttar. Ur kjallaranum í
Vági kann hann mangt og
hvat, einasta fyritreyt er ein
telefonlinja.