mikudagur 3. mars 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 42 — 3. MARS 1999
Uppskot til 1.
utbjoding fyri
tingið í heyst
-Beinanvegin avtala er gjórd um landgrunsmarkið fari eg
at biðja umsitingina og ráðgevarar okkara um miðvíst at
fyrireika uppskot um útbjóðingaroki og treytir, soleiðis at
uppskotið kann verða lagt fyri tingið í heyst segði Eyðun
Elttor, landsstýrismaður. tå kolvetnisskattalógin varð til
I. viðgerð
Jan MULLER
farnu viku var uppskotið til
eina kolvetnisskattalóg til 1.
viðgerð á tngi. Hóast
tingformaðurin, sum setti
orðaskiftið, metti uppskotið
at vera eitt av teimum
størstu málum. sum lagt er
fyri tingið, fekk málið ikki
so drúgva viðgerð. sum
onkur kundi væntað. Eftir
eina viðgerð, sum vardi í
nakrar tímar. varð málið
beint í fíggjarneyndin:
Hoas hið {
Tað er annars en n arbei
bólkur undir rise
igarnevndini. ið hevur
til uppskotið, sum
tyrid he
voun Elttør víst í
skatltateKnISKU
í uppskotnun
rismann-
rir landsst
I målum
Hinvegin vildi hann hygg
ippskottr sum
ruUav uTeg verki. ið sk
igu treytirnar, ið så
ert kolvetnislógtna sk
setast í einstøku IO
Eyðun Elttor í segði: at tað
eistni eigur at verða havt í
huga at førovsk lógg 1
sum heild verður at gá
vr eina Komandi ofjuvinnu
ieruni m, l
nevnast fjarskiftis-
ggavan, regiur um ár-
betðsloyvi o.a. Landsstyris-
maðurin, sum eisini umsitur
umhvervismál, gjørdi í
hesum samband: vart við,
it hann um fáar dagar vón-
aði at kunna leggja fram
ríkislógarulmæli um nýggja
havumhvervislóg. har tað
m.a. eisini verða reglur av
týdningi fyri eina komandi
oljuvinnu.
Lågir oljuprisir
Eyðun Elttør segði, at tað
ta seinastu tíðina hevur
nógv verið gjørt burturúr
lágu oljuprísunum - og tað
av góðum grundum, tí prís-
irnir eru søguliga lágir: eitt
skifti herfyri var prísurin
undir 10 dollarar fyri tunn-
una. -Eingin torir rættiliga
at spáa um útlitini, men ein
miðalprísur millum 10 —
12 dollarar fyri tunnuna er
neyvan órealistiskur fyri
1999 legði hann aftrat.
-Nú kundi onkur kanska
hildið, at vit eiga ikki at fara
undir oljuvinnu við verandi
prísum — og tað hevur í
fjølmidlunum verið sett
spurnartekin vid, um áhugi
er fyri at leita við Føroyar.
Eingin orsøk er såa iva um
tað. Grundleggjandi vilja
altíð royna at
yn fel de
nógv feløg havs 2 one lagt
stóra orku í at kanna før-
oyska okið. Tí er boðskapur
tel I okkara tann, at tey
lágu prísirnar —
framhaldandi hava áhuga
fyri føroyska landgrunn
Vit skulu minnast til,
hugamálini hjá olju-
ru ikki stuttsky gd,
ita, at prísg ongdin
roytast fleiri ferðir.
n talan verður um at
iða olju vid Føroyar
i landsstýrismaðurin,
1 afturat ti helt, at tað er
vuliga Vandamikið fyri
reva
at vit bara eru
ugað í oljuvinnu, tå tað
t vinnum væl og prís-
r eru høgir. -Skulu vit
gera okkum vón um at fáa
oljuídnaðin at gera iløgur i
Føroyum, mugu vit vísa, at
vit eisini spæla við, tá vinn-
an hevur mótgongd. Nógv
lond kappast um íløgurnar
hjá oljufeløgum og kunnu
KI re »kna vi ð okk-
: gjørdar
Si hava
4
um |
umfar hevur drigið ú
tað er serliga ti tey vita, at
sjálvt NE
, men
vit orsakað av ógreiðu
marknastøduni ikki hava
havt møguleika fyri at bjóða
út oki til oljuteitingar. Nú
tann forðingin vónandi
verður burtur um fáar vikur,
eigur einki at vera til hind-
urs fyri, at Í. útbjóðing-
arumfar verður sett í verk.
-Eg ætli mær tí, segði
Eyðun Elttør víðari. bein-
anvegin avtala er gjørd um
landgrunsmarkið at biðja
umsitingina og ráðgevarar
okkara um miðvíst at fyri-
reika uppskot um útbjóð-
ingargki og útbjóðingar-
treytir, soleiðis at uppskotið
kann verða lagt fyri løg-
tingið til heystar.
Fíggjarligu karmarnir
Um kolventisskattalógar-
uppskotið annars segði
Eyðun Elttør, at tað víðkar
í høvudsheitum bara gald-
andi skattareglur til at fevna
um virksemi á landgrunn-
inum, men ásetir ikki nakr-
an serskatt á vinning frá
oljuvinnu. Hetta hevur einki
við lágu oljuprísirnar at
gera. men er grundað á ta
sannreynd, at "oljuráðlegg-
ingarnevndin longu í 1997
gjørdi vart við, at spurn-
ingurin um serskatt um-
framt itøkiligu loyvistre yt-
irnar ikki kundi viðgerast
uttan neyvan kunnleika til
teigarnar, ið ætlanin er at
bjóða ut. Jarðfroðiligu met-
ingarnar undantiknar. er
skattastigið at rokna millum
týdningarmestu vidursk'ift-
ini, tá oljufeløg taka avgerð
um at gera fløgu í nýggjum
Og landsstýrismaðurin
helt fram: -Nu er tað væl
kent, at oljuvinna krevur
kapitalsterkar
skulu gera óvarliga stórar
íløgur. um ein oljuleid skal
finnast og gagnnýtast. Hin-
fyritokur. ið
vegin kann iløgan eisini
kasta óvanliga stóran
vinning av sær. Tá hugsað
verður um, at talan er un: at
gagnnýta eitt tilfeingi, sum
sambært lóggávun! er ogn
hjá Føroya landi, kann "að
tykjast órímiligt, at olju! el-
øgini "bara" skulu gjalda
17: í nart:
27% í partafk
sambandi við
ar tit 1. útbjóðingarum
ar fer tí at verða tikin stoØa
til. um vit skulu skipa okk-
um við einum serskati
soleiðis at møguligur ág iði
verður býttur meira javnt
millum vinnuna og lands-
kassan. Spurningurin um
serskatt er tætt knýttur at
teimum krøvum, sum a'mn-
ars verða sett oljufeløgum,
tá loyvi verða latin, id.
framleiðslu- og viddargjold,
møgulig borin luttøka hjá
landsoljufelag o.s.fr.
agsskatt:. Í
fyrireiki::g-
Mugu velja rottu
amboðini frá byrjan
Eyðun Elttør vísti á, at lágu
prísirnir, ið oljuvinnan er
rakt av í løtuni, kunnu med-
virka til, at slakast má eitt
sindur uppá heildarkrøvini.
Ella við ødrum orðum: vit
Eyðun Elttør, lansstýrismaður:
medvirka til,
heildarkrovini
skulv ikki rokna við at
kunna áseta persónsskatt,
partafelagsskatt, serskatt,
framleidslu- og onnur gjøld,
borid landsoljufelag og
treytir um brúk av føroysk-
um tænastuveitingum alt í
einum og sama útbjóðing-
arumfar. -Vit verða helst
noydd raðfesta okkara
ynski og umráðandi er, at
vit frá byrjan velja rottu
”ambodini”, soleiðis at vit
onkursvegna gerast før fyri
at uppfanga ein pari av
vinninginum, um hesin
einaferð í framtíðin: gerst
serliga stórur, anm iðhvort tí
prísirnir hækka ella tí talan
verður um serliga stórar
oljuleiðir. Hildið verður, at
serskatturin, sonevndi ROR
ella rate of return skatturin,
sum oljurådleggingar-
neyndin umrødur í frágreið-
ingini ”Fyrireikingar til
oljuleiting”, kann verða
skikkadur til at tryggja
landskassanum sín rættvísa
part av tilfeingisrentuni,
sjálvt um umstøðurnar
broytast. At taka serskattin
við frá byrjan hevur eisini
tann fyrimun, at oljufeløgini
tå kunnu rokna vid stabilum
skattareglum í fleiri år fram.
Lata vit hinvegin serskattin
liggja í sambandi við út-
bjóðingarumfarið, er vandi
fyri, at skattareglurnar
seinni verða broyttar, um
tað vísir seg, at vinningurin
-Lágu oljuprísirnir kunnu
at slakast má eitt sindur uppá
hjá oljufeløgunum verður
ógvusligur.
Forkanningar
SR }
S I í lógaruppskotinum å-
setir, at forkanningarvirk-
semi kemur undir lógina. I
hesum sambandi upplýsti
landsstýrismaðurin, at olju-
máladeildin higartil í ár
hevur givið tvey loyvi til
forkanningar. Í 1998 vórðu
latin 5 loyvi og vóru tað 5
færri enn í 1997, tá 10 for-
kanningarloyvi vórðu latin.
Høvudsorsøkin til hesa
gongd er uttan iva, at olju-
feløgini bíða við fleiri kann-
ingum til tey við vissu vita,
nær útbjóðingarumfarið
verður sett í verk. Loyvini
eru í gildi í eitt ár, og nókur
av loyvunum, sum givin
vórðu í 1998 fara tí ikki úr
gildi fyrr enn seinni í ár.
Hugsandi um, at flestu for-
kanningarskipini bara eru í
føroyskum sjógvi avmark-
adan part av årinum, kunnu
vit neyvan rokna við, at tað
verða munandi skattainn-
tøkur, sum fara at falla
landskassanum í lut orsakað
av hesum. Tað er helst eisini
neyðugt at minna seg
sjálvan á, at tað ikki eru
forkanningar og leiting.
sum geva tær stóru skatta-
inntøkurnar. Munandi inn-
tøkur spyrjast einans burtur-
år oljuvinnu, um talan gerst
um at framleida olju Rila
Gongdin higartil
Landsstýrismaðurin fór eis
ini aftur í tíðina, tá undir-
grundin kom á føroyskar
hendur í 1992 og segði, at
tá fór fyrsta oljuráðlegging-
arnevndin til verka. m.a
mannað við teimum, sum
við stórum hepni høvdu
lagað til føroysku argu-
mentini í samráðingunum
við danir um undirgrundina.
Grundað á tilmælini hjá
oljuráðleggingarneyndini
samtykti løgtingið í 1993
eina forkanningarlóg og
eina løgtingssamtykt um at
lata upp føroyska land-
grunnin fyri kanningum og
seinni veruligum oljuleit-
ingum og vónandi fram-
leiðslu. Hetta kann av røtt-
um sigast at vera aðalsam-
tyktin undir føroyskari
oljuvinnu higartil, hóast vit
seinni hava fingið meira
fullfíggjaða kolvetnislóg og
nú eisini skattalóggávu.
-Frá 1992 til 1995, tá
fíggjarkreppan herjaði, var
tað sum um, at oljuvinnan
mátti ígongd, ongantíð ov
skjótt. Tá lat hetta seg ikki
gera, tí fortreytirnar vóru
ikki uppfyltar, m.a. var
landgrunsmarkið ógreitt,
neyðuga lóggávan var ikki
samtykt og føroyski land-
grunnurin var ikki nóg væl
kannaður segði landsstýris-
maðurin og helt fram: -Nú
eru fortreytirnar nærum
uppfyltar, og tíðin er komin
til at seta leitingina í verk.
Leitingarskeiðið kann ger-
ast fleiri ár. Tíðina kunnu
vit hóskiliga brúka til m.a.
at gera skipanir fyri møgu-
ligar inntókur hjá lands-
kassanum, soleiðis sum
undanfarna løgting samtykti
eftir uppskoti frå løgtings-
formanninum Finnboga Is-
aksyni. Somuleidis kunnu
vit gera neyvari kanningar
av, hvørji samfelagsárin
kunnu hugsast, um ofja
verdur funnin vid Føroyar.
Oljuráðleggingarneyndin
mælti í síni frágreiðing eis-
ini til. at viðurskifti sum ár-
in á mål, bústaðarviðurskifti
v.m. verða nærri kannað.
Ein eigur tó at gera sær
greitt, at tað ikki verður leit-
ingarskeiðið, ið kollveltir
føroyska samfelagsmynstr-
ið — aftur her verður fyrst
og fremst talan um broyt-
ingar, um lagnan vil tað so-
leiðis. at funnar verða olju-
og gassleiðir á føroyskum
oki.
Eyðun Elttør vísti at enda
á, at logtingið í heyst fær
møguleika fyri at viðgera
spurningin um aðrar fíggj-
arligar treytir enn tær, sum
ásettar verða í hesum upp-
skotinum um kolvetnis-
skatt, ti útbjóðingaróki og
útbjóðingartreytir, herundir
framleidslu- og viddargjøld,
skulu sum kunnugt sam-
tykkjast við løgtingslåg.
-Eg gledi meg til at kunna
leggja uppskot um 1. út-
bjóðingarumfar fyri tingið
í heyst og vóni, at vit fáa
gott samstarv um komandi
oljupolitikkin segði lands-
stýrismaðurin í oljumålum,
tá uppskotið til kolvetnis-
skattalóg varð til viðgerðar
á tingi.