hósdagur 4. mars 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÁAbyrgdarblaðstjóri: ; Postadr: Postsmoga 76,
Marknaðardeild: Turið Kjølbro Myndamenn: | K |
| Jan Miller Jonhard Hammer Nee nesen Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn |
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen | ÁlvurHaraldsen | 4 Á ; 23 |
Eirikur Lindenskov | | John Johannessen Í Utgevari, uppseting og prent: | ele -
Fíggjarleiðari: | Blaðfólk: | 4 | Sp/t Sosialurin | ma
Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Dagny Joensen | ítróttarskrivari: | Bústaður: | postæsosialurin.fo
Aki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir
Lonarsamráðingar
Viðmerkingar:
ae Sjálvstýri krevur sjálvsalit
I LOTUNI eru lonarsamráðingar millum fakfeløg-
inin á almenna arbeiðsmarknaðinum og Figgjar-
málastýrið. Utgangsstoðið er kanska ikki tað besta,
aftaná einum heldur óhepnum úttalilsi frá Lands-
stýrismanninum í Figgjarmålum, har hann segði,
at eingin lønarhækkan kom uppá tal í tí almenna
sektorinum.
VERÐUR eingini lønarhækkan á almenna arbeiðs-
marknaðinum í ár, so verður gloppið millum al-
mennar danskar lønir í Føroyum og føroyskar
almennar lønir enn størri, enn tað frammanundan
er. Tad er ikki heppið, um munurin á donskum
almennum lønum í Føroyum og føroyskum al-
mennum lønum verður ov stórur. Heldur ikki verður
tað heppið, um almennar lønir og veitingar verða
fastfrystar, soleiðis sum vit hava sæð tað við fólka-
pensiónini aftaná foroyingar yvirtóku ábyrgdina
av henni. Spurningurin er um man ikki burði har-
monisera foroyskar almennar lonir við danskar
almennar lonir í Føroyum, soleiðis at stoðið verður
nokurlunda tað sama fyri allar almennar lonir í
Føroyum óansæð um tað er danski staturin ella
Foroya Landstyri, ið rindar lønina.
HETTA hugskotið hevur ikki verið at hoyrt ur
Figgjarmålastyrinum undir hesum samráðingum.
Kanska fokuserar lønardeildin í figgjarmåla-
stýrinum ov nógv uppá ávísar lutir sosum hovuðs-
avtalu. Tað átti eisini at verið eitt áhugamál hjá
Lonardeildini at tryggja, at sáttmálar verða hildnir
til fulnar á stovnum hjá landinum. Fyri fáum árum
síðani var grannskoðaraátekning hjá einum av
stóru landsstovnunum, ið segði at peningur var
úigoldin til starvsfólk uttan heimild í sáttmála. Hetta
átti at verið nakað, leiðslan á Lonardeildini í Figgj-
armálastýrinum átti at sett seg inn í, soleiðis at
slíkt ikki hendi aftur — sjálvandi treytað av, at
habiliteturin annars var í lagi.
NAKRIR sáttmálar eru komnir uppá pláss á al-
menna arbeiðsmarknaðinum, og tað er at froast
um. Nýhugsan í sáttmálasamráðingum er altíð
gott, men spurningurin er um tað er skilagott at
formalisera eitt nú serfroðingaheitið, ið vanliga
hevur verið ein heidurstittul uppiborin av teimum,
ið bera hann. Kanska kemur inflatión í heitið
serfroðingur, um tað verður formaliserað í einum
sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hvussu
við teimum, ið arbeiða á privata arbeiðsmarkn-
aðinum, kundi ein spurt, verða tey ongantíð ser-
froðingar?
EIN hovuðsavtala er kanska tað rætta fyri danska
arbeiðsmarknaðin, men harvið er ikki vist, at for-
oyska arbeiðsmarknaðinum tørvar tað sama. Tað
eiga fakfelogini og Fíggjarmálastýrið ivaleyst at
avgera í felag. Ansast má eftir, at einki verður
kroyst niður um oyrini á fakfelogunum, ið kanska
bert er eitt løtuherindi sum skyldast politiska rákin-
um í løtuni.
POLITISKA rákið í lotuni er ikki júst tað mest
vinarliga yvirfyri verkafelogunum. Hóast hettar, so
er tað týdningarmikið, at vit fáa arbeiðsmarkn-
aðarviðurskifti, ið allir partar kunnu liva við.
Hovuðsavtalur á foroyska arbeiðsmarknaðinum
er eitt hugskot, men vit eiga at minnast til, sum
Alain segði í 1938, at einki er meira vandamikið
enn eitt hugskot, um man bert hevur tað eina
hugskotið. ; ;
Sosialurin
— Vit vilja heldur kjakast um sjálvstýrislógina, sum er
tann stóra avbjóðingin. Men hon krevur sjálvsálit, hon
krevur, at vit vita, at vit eru javngóðir, at vit eru førir
fyri at telva, at vit eru førir fyri at verja, og at vit eru
førir fyri at skapa einar stórri og ríkari Føroyar fyri
fleiri enn nú. Einar sjålvstødugar Føroyar, segði
Jóannes Eidesgaard m. a. í Fóroyahúsinum í Keypmann-
ahavn månakvødlid. Hann hevur sent okkum róðuna
Kjakfundur í Foroyahúst-
num í Keypmannahavn 1.
mars 1999 um fullveldisætl-
an landsstýrisins
Afturvendandi, — síðan
henda landsstyrissamgong-
an varð skipað í mei mánaði
í fjør, hevur verið, at vit
onnur, sum ikki syngja við
fullveldiskórunum, hava
verið hálaði inn á leikpallin
fyri at siga okkara hugsan
um teirra hugsan. Vit skulu
brúka nógva tíð og orku til
at rættvisgera, at vit ditta
okkum til ikki at hava somu
politiska uppfatan, sum
samgongan og meirilutin á
løgtingi hevur. Tað verður
dag og dagliga kravt av
okkum, at vit skulu grund-
geva fyri, at vit ikki eru sum
hini. At vit eru ødrvisi. Og
okkara almennu fjølmiðlar
eru als einki undantak. Men
tað er kanska munandi lætt-
ari eisini hjá teimum, tá vit
oll onnur bert skulu taka
støðu til eitt og bert eittans
mál.
Men er málið bara "svart
ella hvítt"? Laga vit við
vilja vidurskiftuni soleiðis,
at vit ikki longur skulu hava
valmøguleikarnir, sum
liggja millum svart og hvitt
- millum fullveldið og sam-
band. Ja, tað tykir mær so.
Nuansurnar eru pakkaðar
burtur. tí tær tæna eyðvitað
ikki tí rætta endamálinum.
Ein partur av politikkaru-
num stuðlaðir av almennu
fjølmiðlunum hava fingið
snarað málið burtur úr
heildini, soleiðis at tað nú
er eitt "alt ella einki" val.
Um ikki fullveldið og loys-
ing. so tað svartasta sam-
band. hvorki meira ella
minni.
Ikki ein trúarspurningur
Men hetta er tað sum hend-
ur, um bert kenslurnar 6-
tarnaðar sleppa leysar. Við
allari viðrðing fyri kenslum,
fólksligum og politiskum,
so ber ikki til at byggja alt
ov nógv á kenslur, og als
ikki ber til samstundis heilt
at kasta alla sunna fornuft
yvir borð og bert hava
kenslurnar eftir. Og tað má
sigast at vera ein av fremstu
uppgávunum hjá bæði pol-
itikkarum og hjá fjølmidlu-
num, at vit ikki í ovfarakæti
missa alternativini burtur.
Tá kann málið knappliga
meira gerast eitt religiøst
mál enn nakað annað. Og
spurningurin um viðurskitt-
uni millum Føroyar og Dan-
mark, spurningurin um rík-
isfelagsskap ella ei, eigur
ikki at verða ein trúarspurn
ingur - alt annað. Og als ikki
eigur tann búskapliga av
leiðingingin av fullveldi-
num at gerast ein trúar-
spurningur, so sum okkara
háttvirdi fíggjarmálaráð-
harri gjørdi tað til henda
dagin í ínginum.At vit fóta
okkum búskaparliga uttan
ríkisstuðul er ein trúar-
spurningur, hvorki meira
ella minni sambært fremsta
búskaparliga — framsøgu-
mann fullveldisins.
Gerst eitt mål ein truar-
spurningur kann verða trup-
ult at borðreiða vid ratio-
nellum grundgevingum.
Málið verður óímóttakiligt
fyri tí sunni fornuftini.
Kjakið verður fundamenta-
listiskt, meðan dreymurin
tykist sakleysur. Dreymurin
um:
Flaggdag og 6lavsøku,
hornorkestur, talarastólar
ella ovast á onkrari trappu,
fullveldisreðarar, "Sjá tú
blánar sum loftið", "Tú al-
fagra land mítt", fullveldið
og frælsið, vit vónaðu, vit
droymdu, vit trúðu, og vit
sigraðu. Og so allir hinir,
sum ávaraðu. ljosasløkkjar-
arnir. Lat teir nú silgla sína
egna sjógv.
Gerandisdagurin
kemur aftur
Og er tað so ikki í lagt, at
menn hava hesar dreymar?
Jú, politiskir dreymar, tað
kann vera nakað av tí vakr-
asta, vit kunnu ímynda okk-
um. Hvor minnist ikki rød-
una um dreymin hjá Martin
Luther King? Sanniliga
bjartur og lívsjáttandi.
Men politiskir dreymar
kunnu sanniliga eisini vera
nakað av tí mest vanda-
mikla, mannaættin kann
verða leidd útí. Tað kenna
vit alt ov væl.
Aftaná at hesin dreymur
er gingin út, tá koma polit-
isku timburmenninir. Aftan-
å at forfeingiligheitin er
nøktad, kemur rokningin.
Aftaná hátíðarhaldið á Vagl-
inum, í Vágstúni, á Muntra,
í Valinum og á Fløtini Fríðu
kemur gerandisdagurin, har
vit fara úr okkara fínastu
fullveldiskotum í aftur ar-
beiðsklæðini. Og knappliga
hava vit hesi triviellu, keð-
iligu og gráu trupulleikarnir
aftur á kroppinum. Fíggjar-
lóg, skerjingar og sparing-
ar, fiskiskapur, almanna-
verk, utbúgvingarverk, ar-
beiðsloysi , eldrapolitikkur.
trupulleikar í vinnuni 0.1.
Eitt og hvort politiskt
framtak so sum fullveldis-
ætlanin hevur eisini eitt
mál. Tú satsar fyri at vinna.
Jú. betur undirbygd ætlanin
er, jú minni satsar tú, og jú
lættari er at fáa hendur á
vinningin.
Jarðbundirð alternativ
Og vinningurin er sambært
teir sjålvar, at Føroyar fåa
altjóðaviðurkenning sum
eitt land vid fullveldi. Eitt
land, sum kann kalla seg
frælst, og sum er leyst av
allari útlendskari trælkan og
uppiblanding.
Men er tad ikki ein sunn
ætlan, at vit eiga eitt frælst
land? Er frælsisstrembanin
ikki eitt mål hægri enn
nakað annað. Jú. sanniliga
er tað. og tað taka vit eisini
í Javnaðaflokkinum av heil-
um huga undir við. Tað er
eisini okkara mál.
Javnaðarflokkurin hevur
lagt fram sítt uppskot til
broytingar. Okkara uppskot
til eina sjálvstýrislóg. Eitt
veruligt alternativ, sum er
jarðbundið, realistiskt. og
sum fult út røkkur okkara
frælsisstremban. = Gevur
okkum møguleikar at ogna
okkum alt tað sjálvstýri,
sum vit ynskja, eftir einum
leisti, har vit hava møgu-
leika fyri at taka neyðugu
fyritreytirnar við. Fyritreytir
sum umsitingarligur førleiki
og figgjarlig orka. Ein møg-
uleiki, sum byggir á
"common sense" og næstan
onga forfeingiligheit.
Krevur sjálvsálit
Vit vilja tí heldur kjakast um
sjálvstýrislógina, sum er
tann stóra avbjóðingin. Men
hon krevur sjálvsálit, hon
krevur, at vit vita, at vit eru
javngóðir, at vit eru førir
fyri at telva, at vit eru førir
fyri at verja, og at vit eru
førir fyri at skapa einar
stórri og ríkari Føroyar
fyri fleiri enn nú. Einar
-—
Jóannes Eidesgaard:
Hvat samfelag fær full-
veldið Føroya. Verður tað
eitt samfelag, sum byggir
á følkaflokskonceptid, sum
er eitt låglønarsamfelag,
eitt discount-samfelag við
"survival of the fit-
test” sum skjaldramerkið,
ella verdur tad eitt samfel-
ag, sum bert byggir á
romantiskar dreymar um,
2
at tå fer alt at laga seg:
sjålvstødugar Føroyar.
Tjóðarfrælsið verður so
hugaliga sungið í fullveld-
iskørinum. Gaman í, men
hvor er prísurin fyri hetta
tjóðarfrælsið? Enn kenna
vit ikki hendan, men størsti
parturin av føroyskari mið-
umsiting situr í hesum døg-
um og arbeiðir og roknar
við fullveldisprojektinum,
so fyrr ella seinni má okkurt
fara at koma á borðið.
Fer prísurin at verða, at
persónliga frælsi føroyinga
verður skert? Fer prísurin at
verða, at møguleikarnir hjá
okkara fólki til at skipa sær
eina frælsa tilveru verða
skerdir? Skal tjóðarfrælsi
gjaldast við missinum av ti
persónliga frælsinum?
Kostar tjóðarfrælsið, at ein
partur av fólkinum missir
sítt lívsfrælsi? Kostar tjóð-
arfrælsið eitt síðsta farvæl
til samhaldsfastu vælferðar-
skipanina?
Hvat samfelag fær full-
veldið Føroya. Verður tað
eitt samfelag, sum byggir á
fólkaflokskonceptið, sum er
eitt låglønarsamfelag, eitt
discount-samfelag við "sur-
vival of the fittest"sum
skjaldramerkið, ella verður
tað eitt samfelag, sum bert
byggir á romantiskar
dreymar um, at tá fer alt at
laga seg?
Hesir og aðrir spurningar
hava vit dittað okkum at
sett, tó enn uttan at fáa svar.
Men spyrjandi røddin tagn-
ar ikki av tí orsøk.
Jóannes Eidesgaard