hósdagur 4. mars 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 4. MARS 1999
tíðindablaðið
Ung gjørt sáttmála um
Blái Krossur er farin undir nýtt
tiltak, har ung skriva undir uppá, at
tey ikki skulu drekka í eitt ár
Karstin Olgar Lamhauge og Asbjørn Jacobsen frá Bláa Krossi taka fegnir ímóti kekkinum
á 75.000 kr. frá Hjalgrími Samuelsen, umboði fyri Føroya Sparikassa
JOHN JOHANNESSEN
Nýggja átakið hjá Bláa
Krossi, ið kallast „Rúsfrí
avtala“, er ætlað ungum
millum 13 og 18 ár. Umboð
fyri Bláa Kross ferðast út
til allar skúlarnar í Føroyum
og bjóðar næmingunum at
skriva undir eina avtalu, har
tey lova at vera rúsfrí í eitt
ár. Og hóast tiltakið ikki al-
ment varð sett í verk fyrr
enn týsdagin, hava fleiri enn
40 ung longu skrivað undir
hesa avtalu.
Eitt líknandi tiltak er fyrr
roynt í Noregi, og eydnaðist
hetta tiltakið serstakliga
væl.
Samleikakort |
Umframt fyrimunirnar at
vera edrúur, gevur avtalan
eisini aðrar fyrimunir. Tá
ein skrivar undir avtaluna
fær ein nevniliga, umframt
annað, eitt samleikakort, ið
prógvar, at ein hevur skriv-
að undir rúsfría avtalu.
Hetta kortið gevur avlsáttur
í ymiskum handlum. Av-
slátturin liggur millum 5 og
25 % og gevur til dømis
avsláttur til lutir til skúla-
brúks, matstovur, klæðir,
fløgur og EDV útgerð.
Blái Krossur arbeiðir alla
tíðina við at fáa fleiri handl-
ar at geva avsláttur til tey,
ið hava samleikakort, og tí
fáa tey, ið hava skrivað und-
ir, hvort fjórðingsár eitt tíð-
indaskriv, ið kallast „Okay
dokay/Tað er ein avtala“, ið
greiðir frá nýggjum tilboð-
um frá fyritøkum og handl-
um. Harafturat verður eisini
Mynd: Jens Kr. Vang
kunnað um tiltók av
iskum slagi.
I faldaranum, ið gjørdur
er um rúsfríu avtaluna,
verdur sagt, at samleika-
kortið er eitt kort, ið veitir
einum løn fyri at taka
ábyrgd av lívi sínum.
ym-
Bólkatrýst
Hjá Bláa Krossi ásanna tey,
at bólkatrýst ofta er orsøkin
til, at fólk fara at drekka.
Men tey halda, at um fleiri
skriva undir rúsfríu avtal-
una, kann tað gerast „in“ at
vera rúsfríur, og so gerst
trupulleikin við bólkatrýst-
inum minni. Eisini kunnnu
tey, ið hava skrivað undir
avtalauna, stuðla teimum, ið
verða sett undir bólkatrýst,
til at standa ímóti.
Bergur í Garði, h.m., frá Jólamerkjagrunninum, ið hevur latið 50.000 kr. festir eitt
7
at lata vera at drekka
ul a
skeltunum um rúsfría avtalu á jakkan
Ferdast runt
Blái Krossur hevur sett
Karstin Olgar Lamhauge í
starv at ferðast kring landið
og greiða ungum frá vand-
unum við rúsdrekka. Hann
fer millum annað at vitja
skúlarnar og onnur stoð,
har ungdómur savnast.
Millum annað er ætlanin at
hava »Kafé-kvøld« á sjó-
mansheimum og bygdar-
húsum um alt landið.
Harafturat er somuleiðis
ætlanin at hava bás á
bygdastevnunum, har kaffi
og køkur verða at fáa 6-
keypis, og børnini fáa
ballónir.
A ferðunum hjá Karstini
Olgar Lamhauge verður
sjálvsagt eisini møguleiki at
skriva undir eina rúsfría av-
talu, og um heilur skúla-
flokkur skrivar undir, verða
tey boðin til hugnaligan
døgurda hjá Bláðakrossi.
Góða fígging
Atakið „Rúsfrí avtala“ er
ikki heilt kostnaðarleyst at
reka. Kostnaðurin fyri 1999
er settur til 260.000 kr. „fyri
2000 er hann settur til
— Vit tíma ikki at drekka
JOHN JOHANNESSEN
Fríða Nolsøe Nielsen,
Eydna Magnussen og
Marita Tausen eru allar 13
ár og ganga í 7. flokki í
Adventistaskúlanum í
Havn. Men tað er ikki bert
hetta, tær hava til felags.
Tær hava nevniliga eisini
allar tríggjar skrivað undir
rúsfría avtalu. Tær siga seg
hava gjørt hetta, tí tær tíma
als ikki at gera nakað so
býtt, sum at drekka.
Tá Karstin Olgar Lam-
hauge var og vitjaði tey í
skúlanum og greiddi frá,
hvussu ringt tað kundi vera
at drekka, avgjørdu tær
tríggjar beinanvegin, at tær
skuldu skriva undir avtal-
una. Tær hava ikki roynt
rúsandi løg áður, og tað ætla
tær sær heldur ikki at gera,
tí tær fara nevniliga at
leingja avtaluna á hvørjum
ári.
Tær tríggjar Frida Nolsøe
Nielsen, Eydna Magnussen
og Marita Tausen
Mynd: Jens Kr. Vang
Mynd: Jens Kr. Vang
210.000 kr. og fyri 2001 er og síðani eru 25.000 kr
kostnaðurin settur tl fingnar til vega gjøgnum
200.000 kr. Tískil hevur lýsingar
Blái Krossur søkt ymiskar Stuðlarnir vóru bodnir
við á samkomu í kaffistos
uni hjá Bláa Krossi týsdag
in, har teir fingu takkar
gávu
grunnar um stuðul, og hava
tey fingið 75.000 kr. frá For
oya Sparikassa, 50.000 kr
frá Jólamerkjagrunninum
Leygardagin hin 13. mars verður
"MARATHON"
AEROBIC
Í Ítróttarhellini á Hálsi. Byrjað verður kl. 15.00
og hildið verður á til kl. 18.00.
Undirvíst verður soleiðis at flest øll kunnu luttaka.
Skeiðið umfatar:
€ UPPHITING
€ AEROBIC
€ STYRKI * KONDITIÓNSVENJING
v/ ELASTIKKUM, BARRUM OG BONKUM
STUTTUR STEÐGUR
HERJAÐ VERÐUR SO Á AFTUR
VIÐ AEROBIC
ENDAÐ VERÐUR VIÐ BÚK * RYGG-
VENJINGUM OG EINAR! TOYGGINGAR-
LOTU
Neyðugt er ikki at vera við alla tíðina.
Havi handklæði og skógvar við. Tilmelding á tlf.
310025 ella 312868 ella meti bara upp.
Kostnaður kr. 100,00 sum verða goldnar
við dyrnar. Møguleiki verður at keypa
aerobicklæðir í høllini. Luttakarar fáa
10% í avsláttri.
YNDI
v/ Elsu Mariu Bærentsen
+
Tlf. 311 311, 318 5
ella 312 8
ið Strond 21