Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 6. MARS 1999 tíðindablaðið Lokalvørpini nærkast Tað liggur líkasum í luftini, at lagt er upp til kapping um ljóðbylgjurnar í føroyska loftókinum um góðan mánað, ella so. Turið Debes Hentze, forkvinna i loyvisnevndini, sigur, at nevndin hevur fund mikudagin, og lúka innkomnar umsóknir allar treytir, so kunnu sendiloyvi gevast DAGFINN OLSEN Turið Debes Hentze, for- kvinna í nevndini, ið letur sendiloyvini, sigur, at nevndin hevur fund miku- dagin. Lúka innkomnar um- sóknir allar treytir, so verða loyvi givin. Enn veit hon tó bert um eina umsókn, men hon hev- ur eingi skjól sæð enn, tí tað er Undirvísingar- og menta- málastýrið, ið umsitur hetta. Frekvensloyvini Fyri tryggja sær sendiloyvi, so eru ymsar treytir, ið skulu lúkast. T.d. skal persónur ella felag standa fyri loyv- Tað liggur líkasum í luftini, at lagt er upp til kapping í fóroyska loftmiðlaheiminum Unga Tjóðveldið stovnar landsfelag Leygardagin 6. mars klokk- an 15 verður stovnandi að- alfundur fyri Landsfelag unga tjóðveldisins. M.a. flytir Høgni Hoydal fram rødu. Nýggir limir kunnu tekna seg. A kvøldi klokkan 19 verður veitsla fyri luttak- andi í matsalinum á Føroya Læraraskúla við borðaldi, skemti og plátuvendara. Eru spurningar, kann ein venda sær til formannin, Jo- han Vest, á tlf. 28 12 27. Sosialurin fimm ferðir um vikuna * Ææ a. dl —- eis ni a internetinum inum. Er talan um felag, so skal ábyrgdarpersónur vera, eisini fyri einstøku sending- arnar. Upplysast skal um ymisk viðurskifti, eitt nú partapening, senditíð og innihald. Umsøkjarin skal tryggja sær frekvensloyvi. Fæst hetta ikki, so fellur sendi- loyvið burtur. Frekvens- loyvini fáast frá Fjarskiftis- eftirlitinum Hava heimstað her Í reglunum verður ikki kravt, at umsøkjarar skulu vera føroyingar. Sagt verð- ur, at umsøkjarin, persónur ella felag, skal hava heim- stað í Føroyum. Sostatt er nóg mikið við skrivstovu í Føroyum. Enn er bert ein umsøkjari, tað Turið Debes Hentze veit um. Og um alt er, sum tað skal við umsóknini, so kann væntast, at umsøkjarin fær sendiloyvi á fundinum mikudagin Sostatt liggur líkasum í luftini, at lagt er upp ul kapping um ljóðbylgjurnar í føroyska loftøkinum um góðan mánað, ella so HVAT SKAL TÍN BILTRYGGING | KOSTA? lvast tú, so spyr TRYGD. Tað eru hóast alt vit, sum áseta prísin! FASTGJALD Ert tú eldri enn 28 ár, hevur koyrt bil við í mesta lagi einum skaða í átta ár, og ynskir eina biltrygging, ið ikki hækkar í prísi, sjálvt um tú ert fyri óhappi ella ger ein skaða, hygg so at tryggingarprísunum niðanfyri! | Vektbólkur 1: | Vektbólkur 2: | Vektbólkur 3: t.d. Opel Corsa t.d. Toyota Corolla | t.d. Ford Mondeo = 3400,- | | Vektbólkur 4: t.d. Audi A6 3900,- | Fyri bilar, eldri enn 6 ár, lækkar tryggingargjaldið 25% 2600,- 2900,- Og so fært tú eina føraravanlukkutrygging umframt - uttan eykakostnað. Spyr teg fyri um fastgjaldstrygging í Føroya Banka ella hjá Trygd. FAST GJALD HEILT EINFALT ... ... eitt fet fremri