leygardagur 6. mars 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 6. MARS 1999
tíðindablaðið
Nú kemur Dansurin
til Foroya
— Íslendski filmurin Dansinn,
verður sýndur í Havnar Bio annan páskadag
ið byggir á stuttsógu eftir William Heinesen,
við føroyskum undirtekstum.
— Tað styrkir okkara samleika at síggja føroyskan tekst á filmi, sigur Árni
Dahl, ið hevur týtt filmin til fóroyskt.
TURIÐ KJØLBRO
Tað verður sera forkunnugt
at sita í Havnar Bio annan
páskadag, tá ið fyrsta sýn-
ingin av íslendska filminum
Dansinn verður. Ikki bara ti,
at filmurin lutvíst er tíkin
upp í Føroyum og at fleiri
føroyingar eru við. Fyrstu
ferð nakrantíð sýnir Havnar
Bio ein film fyri almenn-
ingin við føroyskum undir-
tekstum.
Tað er Arni Dahl, lærari,
ið hevur tikið stig til týð-
ingina og sum sjálvur hevur
týtt filmin. Í gjár fór hann
til Islands, har hann skal
leggja síðstu hond á týðing-
ina. Sjálv týðingin er liðug.
og tí verður uppgávan hjá
honum at snikka hana til til
undirtekstir og at seta teir
inn á filmin.
Filmurin varð sýndur í Ís-
landi fyri fyrstu ferð 25.
september í fjør.
Vit komu at tosa um,
um danskur ella enskur
undirtekstur skuldi nytast,
tå 10 filmurin skal synast i
Føroyum. Tå skjeyt eg upp
fyri leikstjóranum at hava
føroyskan undirtekst. Hann
helt tað vera eitt gott hug-
skot um vit kundu útvega
fígging til tað, sigur Arni
Dahl.
Síðani í heyst hevur Arni
Dahl á egna forlagnum
Fonnum arbeitt við málin-
um. útvegað fígging og týtt
filmin.
Hetta hevur verið ein
sera spennandi uppgáva.
Tað er ikki á hvørjum degi.
at ein filmur, ið verður
sýndur í biografinum, fær
føroyskan tekst. Eftir min-
um tykki er tað neyðugt at
týða íslendskan film til før-
oyskt. Íslendskir tekstir eru
sjálvsagt ymiskir, sumt er
lætt at skilja, annad er minni
lætt og tad veldst sjålvsagt
um, hvørjar fortreytir ein
hevur at skilja málið.
Samstundis er hetta eis-
ini ein mentunarpolitiskur
spurningur. Fara vit inn í ein
íslendskan biograf eru allir
filmirnir á útlendskum máli
týddir til íslendskt, og tað
sama er galdandi í biograf-
um í øðrum Nordurlondum
Tað sama áttu vit at sett
okkum fyri, at allir filmirnir,
ið verða vístir. verða týddir
til føroyskt. Í ollum fórum
eiga vit at stremba ímóti at
týða nakrar á hvørjum ári.
Tað hevði avgjørt verið eitt
framstig. Samstundis er
upplagt, at filmir, id verða
vistir í føroyska sjónvarp-
inum, verða týddir til før-
oyskt. Tað styrkir okkara
samleika at síggja føroysk-
an tekst á filmi, sigur Arni
Dahl.
Væl eydnaður filmur
Tað hevur kostað forlagnum
Fonnum 33.000 krónur at
keypa eintakið av filminum.
og Arni Dahl hevur onga
samsýning fingið fyri at
týða filmin. Havnar Bio.
Undirvísingar- og menta-
målastyrid, Mentunar-
grunnurin hjå Løgtinginum
og einstakar kommunur
hava stuðlað týðingarar-
beiðinum.
Tað er August Guð-
mundsson. ið hevur leik-
stjórnað filmin Dansinn. ið
sum kunnugt byggir á stutt-
søgu eftir William Heine-
sen. Partur av upptøkunum
er gjørdur í Føroyum, ser-
liga i Saksun og í Koltri
Nógvir av statistunum eru
føroyingar og triggir leik-
arar somuleiðis. Teir eru
Kristina Hansen, Elis Poul-
sen og Jógvan Osá. Filmur-
in verður sýndur í Havnar
Bio annan páskadag
Mær dámar væl filmin
Førovingar fara avgjørt at
kenna seg aftur í honum.
hann er skemtiligur og leik
stjórin er trúgvur ímóti upp-
runahandritinum. serliga
William Heinesen stígur
væl fram, sigur Arni Dahl
at enda.
— Vit rokna við stórum áhuga
— Norðurlendskir filmir hava lítlan og ongan áhuga í Førovum uttan mun til,
hvussu væl umtóktir teir eru uttanlands. Við íslendska filminum Dansinn
verður ivaleyst óðrvísi, tí fóroyingar eiga fittan part í filminum, sigur Jákup
Eli Jacobsen frá Havnar Bio
TURIÐ KJØLBRO
Islendski filmurin Dansinn.
10 er væntandi til Føroya um
ein lítlan mánað, fer eftir
øllum at dóma at lokka
nógvar áskoðarar í Havnar
Bio. Filmurin er trúgvur
ímóti upprunahandritinum
hjá Williami Heinesen, og
føroyingar fara tiskil at
kenna seg aftur. Sum kunn-
ugt eru tríggir av leikarun-
um føroyingar umframt
nógvir statistar, og upptøkur
í filminum eru úr Koltri og
Saksun.
Jákup Eli Jacobsen frá
Havnar Bio dylir ikki fyri.
at tey rokna við. at filmurin
verður ein av teimum stóru.
Møguliga ikki á hædd við
Barbaru hjá Niels Malmros,
ið dróg um 20.000 føroy-
ingar í biografin, men so
nakað líknandi.
— Vit rokna við einum
sera stórum áhuga, íkki
minst av teirri orsøk, at
filmurin er týddur til før-
TURIÐ KJØLBRO
| Mánadagin er Altjóða
| Kvinnudagur og eins og
| undanfarin ár skipar
| Kvinnufelagið í Havn
| henda dagin fyri tiltaki.
| Tað verður í Norður-
| landahúsinum kl. 19.30.
| Á skránni verður upplest-
| ur, frásøgn og sjónleikur.
| Oddvør Johansen, rithøv-
| undur, sigur frá og lesur
| úr bókini >Í morgin er aft-
Upplestur og sjónleikur
á Kvinnudegnum
Kvinnudagurin verður hildin í |
Norðurlandahúsinum månakvøldid. |
ur ein dagur«, ið kom út
til jólar. Jytte Joensen,
sjónleikari, framførir ein-
røduleikin >Ferðin til teir
grónu skuggarnar«, ið
varð sýndur í Havnar
Sjónleikarfelag fyri stutt-
um. Steðgur verður, har |
høvi verður at keypa eitt-
hvort leskiligt. Atgongu-
merki á 40 krónur fáast
við inngongdina frá kl.
19.00.
oyskt. Skúlar hava fingið
bræv sendandi. har vit bjóða
okkum fram at gera sýning-
ar fyrrapart ella seinnpart,
sigur Jákup Eli Jacobsen.
Síðst í hesum mánaðinum
verður fyrsta sýning av
filminum Dansinn fyri inn-
bodnum og fjølmidlunum.
Frá øðrum páskadegi verður
filmurin sýndur fyri al-
menninginum.
Bara amerikanskt
Norðurlendskir filmir ann-
ars hava lítlan og ongan
áhuga fyri biografáskoðar-
arnar hjá Havnar Bio. Og
tað kann tykjast ikki sort
løgið, tí nógvir av filmunum
av norðurlendskum upp-
runa hava fingið virdislønir,
góð ummæli og áttu onkurs-
vegna at tala til okkum.
Seinasta vikuskiftid var
frumsýning av filminum
Magnetisørens Femte Vint-
er, sum danin Morten Hen-
riksen hevur leikstjórnað.
Filmurin byggir á skaldsøgu
eftir Per Olav Enquist og
leikararnir eru danir, sviar
og norðmenn. Filmurin
hevur fingið góð ummæli í
Danmark, men tað rínur
kortini ikki við føroyingar.
— Vit hava ongantíð havt
eina so vánaliga fyrstusýn-
ing í Havnar Bio, sum tá
hesin filmurin var sýndur
friggjakvøldid í farnu viku,
sigur Jákup Eli Jacobsen.
Av somu orsøk er ivasamt
um danski filmurin Mifunes
Sidste Sang, ið Søren
Kragh-Jacobsen hevur leik-
stjórnað. yvirhøvur verður
sýndur í Føroyum. Hesin
filmurin, ið hevur fingið
sera góð ummæli og Silvur-
bjørnina á filmsfagnaðinum
í Berlin, hevur vakt stóran
áhuga og atgongumerkini í
Danmark ganga sum heitt
breyð hóast filmurin ikki
verður sýndur fyrr enn síðst
í hesum mánaðinum.
Einasti tryggi vinnarin í
Havnar Bio eru ameri-
kanskir filmir. Teir eiga um
95% av umsetninginum og
ju kendari stjørnur, jú betur
gongur.
- Vit kunnu siga, at teir
filmirnir, ið tala til ummæl-
ararnar, tala ikki til fjøldina.
Filmir, ið fáa 2-3 stjørnur.
ganga væl í biografinum.
Tað eru nøvnini, ið selja
filmin, næstan uttan mun til.
hvussu innihaldið er, sigur
Jákup Eli Jacobsen.
I
Hetta hevur verið ein spennandi uppgáva, sigur Árni
Jahl, sum sjálvur dámar væl filmin og heldur, at
forayin; gar fara at kenna se g aftur í honum
|
|
S SUZUKI = SUZUKI S.: SUZUKI
———— ————————
A———
Sp/f pet Hansen
Vardagøta 75 - 100 Tórshavn
Tlf. 313375 - 289374
$ SUZUKI $ SUZUKI $ SUZUKI
ES —