Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. mars 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fjúrtan dagar. Hann er nøgdur við lívið sum handilsmaður, hóast tað til tíðir hevur verið meira strævið enn gott er. — Eg havi havt tað ótrú- liga gott í SMS, hóast tað til tíðir hevur verið eitt sind- ur buldrasligt við øllum teimum umbyggingum og broytingum, sum eru farnar fram í húsinum. Onkuntíð var hárið stivt av støvid og klæðini vóru grá, av somu orsøk. Støvid fært tú gratis Sjálvandi minnist Kári aftur á nógvar søgur, men sum hann sigur, eru tær fægstu so mikið borðbærar, sigur hann, at hann vil út við teimum. Men vit kenna øll tosingarlag hansara og vit hoyra hann fyri okkum, tá hann svaraði kundanum, sum spurdi um tann »støv- ugta< klædningin, sum hann hevði keypt — Jamen, støvid fært tú gratis. Hóast hann neyvan nakr- antíð var orðaleysur tå kundarnir spurdu eitthvørt, so heldur hann kortini, at kundar hansara hava verið nøgdir við at keypa frá hon- um. Annars høvdu teir neyv- an komið aftur, sigur hann við einum spoyskum smíli. Men hvat er tað sum hevur fingið teg til at halda áfram heruppi? Sum eg segði, so havi eg havt tað ótrúliga gott her- uppi. Og orsøkin til at eg havi hildið á er, at hvor dag- ur hevur verið spennandi og eg eri farin til arbeiðis við gleði — hvønn dag! Hann gerst eitt sindur meira álvarsamur tá hann sigur, at nøgdir kundar er „alfa og omega« í handils- lívinum; i Føroyum meiri enn nakrastaðni. — Tú kanst ikki byggja ein handil upp á eingangskund- ar. Illa í Keypmannahavn, enn minni í Havn, sigur handilsmaðurin, sum dugdi so væl at siga kundum. at ein klædningur hekk so aði eftir teimum. at næstan trúðu honum Kreppuárini vóru spennandi Tá ein hevur verið hand ilsmadur í hevur ikki bara verið talan um viðgang. Enn eru krepp- SO NOEV ar, SÓ uårini ikki gloymd her heima heldur ikki hjá Kára. Það var ein fantastiska spennandi tíð. Prísirnur skramblaðu niður og >kon kurentarnir lukkaðu< í bæði borð. Men vit megnaðu at koma igjøgnum við skinn inum á nøsini, sigur hann Tá vóru tað ikki hand- ilsmenninir, sum settu prís- irnar. Kundar komu inn, høvdu eitt ávíst krónutal við Nýggi >harratoyshandil- in< »Hanus & Janus« letur upp 28. april Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 45 - 6. MARS 1999 og bóðu um at fáa ein klædning fyri >tað< - og tað fingu teir, sigur hann stað- festandi. Hann leggur afturat, at prísirnir skramblaðu niður, og tað merkti at handils- menninir máttu tillaga útr- eiðslurnar til nýggju um- støðurnar. — So hóast tað var spenn- andi, so hevur tað ikki bara verið stuttligt, sigur hann og sær rættuliga grunandi út. Vejle var ein fiasko Hóast Feðgar í SMS er tann handilin, sum Kári verður »identifiseradur« við, so er tað kortini ikki einasti hand- il hansara — og fyri tað at Feðgar í SMS letur aftur, so er navnið heldur ikki burtur — Nei, nei, nei. Smáparta- felagid, sum eigur henda handilin — ella åtti — eigur eisini Skålk, sigur hann og peikar beint upp, tí Skálkur heldur til í ovaru hæddini, beint omanfyri Feðgar. — ... Og Vit eiga eisini handilin í Klaksvík. Vit høvdu eisini Feðgar í Fugl- afirði og Deres, her í SMS, men teir hava vit sloppið okkum av við. Harafturat minnast fleiri kanska eisini, at Kári eina ferð hevði handil í Vejle ... — Uff, sigur hann tungliga og tað sæst skilliga, at hann helst ikki vil tala um tað, men so kemur tað kortini. Vejle var ein dundrandi fiasko. Samstarvið gekk illa, og eg misti eina óhugn- aliga rúgvu av peningi. Tað segði mær so mikið sum, at ein ikki kann reka handil í Danmark og búgva í Før- oyum. So er tad sagt um Vejle ævintýrið hjá Kára Miiller, tí vit fara til eitt annað evn- ið, sum hann heldur verða stuttligari at tosa um — Eg kann selja alt Hann stúrir kortini ikki fyri hvat framtíðin hevur at bjóða honum, nú hann ikki skal niðan í SMS hvønn dag. Hann hevur fleiri jørn í eldinum og onkur minnist kanska, at hann í blaðnum herfyri boðaði frá, at hann fer at selja føroyskt vatn í útheiminum. tíðindablað Hann trýr í øllum fórum upp á egin evnir. Ikki so løgid heldur nú hann hevur verið handilsmaður í umleið 30 ár. - Eg kann selja alt, sigur hann. - Tað er líkamikið, um tað er bilar, fisk. hosur ella vatn, sigur hann við einum stórur smíli. Tað er nú heldur ikki so óhugsandi, at maðurin hev- ur rætt. Hann hevur roynt eitt sindur, síðan hann fór í læru á Føroya Sildasølu fyri nógvum árum síðan. Eftir tað hevði hann matvøru- handil Undir Varða, var eitt skifti hjá Johs. Berg áðrenn hann lat upp handilin í SMS „..0g so útum Hann gremur seg ikki nú hann letur aftur, men sigur, at hann fer við einum smíli. Tá eg byrjaði var eg inni á botni, so flutti eg út á torg- ið og seinastu tíðina havi eg verið við úthurðina. — Nú skundi eg mær sjálvur at fara út um, áðrenn eg verið koyrdur útum, leggur hann stórflennandi afturat. Tað, sum hann tó frødir hann mest er, at tað er hann sjálvur, sum hevur latið handilin aftur. Tað vóru ikki frakka- klæddir menn, við >stress- mappu«, sum søgdu mær, at eg skuldi lata aftur. Eg havi goldid øllum sitt og skyldi ongum nakað nú eg gevist her, sigur Kári Miller at enda Frá klæðum til vatn Hann fer tó ikki bara at sita upp afturá, nú hann gevst við Feðgum í SMS. Sum nevnt omanfyri arbeiðir hann og aðrir við einari ætl- an um at útflyta føroyskt vatn. Hann vil ikki út við hvussu langt henda ætlan er komin, men hon er væl á- vegis skilja vit á lagnum. So hvor veit. um vit íkki onkran heitan noyra ein dagii summardag, mann siga Tystur? Jamen,- vatnið stendur her og bíðar eftir tær letur upp her F- Pr6vtøkur í Føroya Musikkskúla | Meinhard R. Hansen úr Sandoyar Musikkskúla til roynd í Norðurlandahúsi- num. Mr. Adrian Davis er próvdómari og Martin Mouritsen er tulkur fyri Føroya Musikkskúla 55 musikskúlanæmingar hava hesa vikuna verið til roynd í tónleikafram- førslu. Flestu royndirnar eru farnar fram i Norður- landahúsinum, og tær seinastu enda fríggjadagin í Klaksvíkar Musikksúla, har 13 næmingar fara upp. Próvdómari er Adrian Davis frá Associated Bo- ard of The Royal Schools of Music í Bretlandi. Ass- ociated Board hevur um- leið 600 dómarar at ráða yvir, og 15 teirra eru vald- ir at leiðbeina nýggjum dómaraum og til at eftir- útbúgva hinar eldru. Adr- jan Davis er ein av hesum 15 vegleidarunum Mr. Davis sigur, at tað hoyrist á spælinum hjá teimum føroysku børnu- Swing Ken-nir tå hann rr num, at teimum dámar at spæla tónleik. Næmingar- nir eru millum 9 og 22 ára gamlir og spæla blási- og stroklj6dføri, klaver, gittar og sang, og royndirnar hava gingið stak væl Nøkur vaksin hava eis- ini verið til roynd. Ætlanin Em 7 Lum- ma við royndunum í musik- skúlaskipanini er at geva næmingunum møguleika at fara upp til altjóða góð- kendar royndir Royndirnar eru í ymisk- um torleikastigum, næsta roynd verður í november í ár oo hann, tú veitst, við 4 G he - vur sjál Am i i 2 e Nei tí Ól lum- ma- lykt og kjó la, Hr Em Em7 ; pE Á På V20>}—2 ak - ran- tíð hann sæð? D7 G s OH 5 0 …- 4 1. Kennir tú hann Lummalykta Ola, hann, tú veitst, vid lummalykt og kjóla, hevur sjálv tú nakrantíð hann sæð? Nei, tí Óli svevur allan dag! 2. Men tá móti kveldi sólin setur, fer hann upp og seg í kjólan letur, tendrar síðan sína lummalykt, tí so veit hann, hann kann ferðast trygt. 3. Gongur hann við lyktini og lýsir gjegnum lyklahol, har ofta gýsur, vitjar hverja gentu og hvenn drong, vitar um tey eru legst í song. i. Og tá gelur dagsins fyrsti hani, hevur Oli verið allastaðni, so vit vita, hóast toruslátt at vit hava sovið trygt í nátt FíSTlaNser