Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 9. MARS 1999 VB stríddist > til fanytis Hondbóltur: Bæði Neistin og Kyndil fingu fulla úrtóku móti VB, men í báðum fórum vóru vágskvinnur á odda í hálvleikssteðginum Neistin-VB 27-24 (12-15) EMii L. JACOBSEN VB úr Vági var i høvuds- staðnum um vikuskiftid, og hóast VB-kvinnurnar bæði leygardagin og sunnudagin vóru á odda í hálvleikinum. eydnaðist tað teimum hvørga ferðina at halda leiðsluna Tad var ikki nógv folk og hugdi leygardagin, tá Neist- in og VB spældu, og í fyrra hálvleiki var heldur ikki so nógv at síggja. Størsti dramatikkurin var uttanfyri vøllin, har venjararnir høvdu ringt við at halda sær. Fyrst fekk venjarin hjá Neistanum gula kortið. og stutt seinni var tað starvs- felagin í VB, sum fekk eina ávaring. Og nakað seinni sá Neistavenjarin so reyða kortið. Hetta tyktist at órógva Neistaliðið eitt sindur. Lið ini høvdu fylgst allan vegin uppeftir, men seinastu fimm minuttirnar av hálvleikinum fór VB frá 11-12 upp á 15 12 Christina Holm og serliga Sólrun Krosslå áttu ein stór an leiklut i VB-leidsluni, og allan seinna hálvleik varð Sólrun mansvard av Káru á Dunga. Hetta hóvaði als ikki VB-Kvinnunum, sum trivust illa í offensivu Neistaverjuni. Sum oftast endaðu VB-álopini við, at miðspælarin stóð púra einsamallur inni í Neista- verjuni uttan møguleika fyri hvorki åt skjóta ella spæla bóltin víðari við tí úrsliti, at bólturin varð mistur. Tað var krás fyri skjót- álopini hjá Neistanum, og eftirsum VB gjørdi lítið og einki fyri at fáa sín lykla- spælara við í dystin aftur (ein screening, sum eisini ítróttar endaði við máli í hinari síð- uni, var einasta royndin). fekk Neistin yvirvág. Fyri hvort mál VB skeyt, skeyt Neistin tvey. og frá 14-17 broyttist stødan til 19-19. Tá Katrin á Neystabø skoraði til 21-20, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki, var Neistin á odda aftur fyri fyrstu ferð í út við ein hálvan tíma, og VB kom ongantíð framum aftur. Tær javnaðu út aftur til Kyndil tvey stig frá F Hondbóltur: Oddaliðið var trýst í fyrra hálvleiki, men fekk fatur á endanum og er nú einans tvey stig frå at tryggja sær fóroyameistaraheitið Kyndil-VB 29-24 (10-12) EMiL L. JACOBSEN Sunnudagin var tað Kyndil, ið átti tørn móti VB, og gongdin var ikki so ólík henni í dystinum dagin fyri móti Neistanum. Aftur hesaferð var VB á odda í + hålvleiksstedginum, men enn einaferð megnadu tær ikki at halda fast i seinna hålvleiki. Ein av størstu mununum å dystunum var kortini VB- málverjin Guðrun í Lågabø, sum stóð nógv betur móti Kyndli enn hon hevði gjørt móti Neistanum dagin fyri. bæði 21-21, 22-22 og 23- 23. men móti endanum gekk orkan undan, og Neist- in streyk avstað og vann at enda 27-24. Harvið helt Neistin lív í líttu FM-vonini, meðan VB mátti bíða ein 17 Mynd: Ál ur Haraldsen dag eftir at fáa ein nýggjan møguleika móti Kyndli -heitinum Serliga kláraði hon væl at avlesa royndirnar hjá sterk- asta skotvápninum hjá Kyndli, Lotte Sørensen. Tá liðini spældu í Vági, hevði VB góða eydnu við ikki at mansverja Lotte, sum so nógv onnur lið høvdu gjørt. men heldur at erta hana so- leiðis. at hon ongantíð slapp heilt nær til skot. Hetta rigg- aði eisini sunnudagin, men eins og í VB-høllini síðst í januar var tað ikki nóg mik- ið. fyrst og fremst tí Kyndil hevur væl størri breidd enn hini liðini í kappingini Í hinum endanum fekk VB eina ørgrynnu av brots- kostum, sum Sólrun Kross- lá setti í netið. og VB-leiðsli an í hálvleikinum var uppi borin. um enn ótrygg Men tað er hent seg ferð eftir ferð i ár. at Kyndil hev ur verið aftanfyri, men hex ur tikið dik á seg í seinna hálvleiki. VB-kvinnurnar fóru at gera feilir, Kyndil gjørdi sær dælt av Tiggju minuttir inn í seinna hálvleik var stødan vend frá 12-10 ul VB til at vera 18- 15 ul Kyndil. Men so fór Kyndil at gera júst teir somu feilirnar sum sum VB. og útiliðið slapp inn aftur í dystin við at minka til 21-20. Men tað var tað nærm- asta, VB kom. Kyndil átu tað. ið eftir var. og vann at enda 29-24. Sostatt fingu vit onga endurtøku av dystin- um í fjør. tå VB sera óvænt- að vann. Eftir dystin varð endaliga staðfest. at Kyndil verður føroyameistari aftur í ár Liðið hevur eisini verið so nógv tað stødugasta i enda- spælinum, og vit skult framvegis heilt aftur til 11 g ta og hig 1 i b S mal Kyndil ye 4 tað er LOÐNU | innudkvøld spælir Kyndil moti StiF á Skála. Tað var í hesum dyst Inum semaáasta k ippini at endaliga avgerðin fall. og tað kann væl henda seg. at gongdin verður tann sama í Conny Poulsen er sloppin ímillum Sólrun Krosslá, Christinu Holm og Eyðbritt Krosslá og skorar. Kyndil vann dystin móti VB 29-24 og skal nú bert hava tvey stig afturat fyri at endurvinna foroyameistaraheitið Mynd: Alvur Haraldsen