týsdagur 9. mars 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 46 — 9. MARS 1999
Tá ið sp)
søkin til
Leysatidindi
grundarlag
| fyri fyrispurningi
rjarin sigur seg hava frætt, at or-
at ætlada aktiveringsætlanin ikki
bleiv av nøkrum, er. at Almanna- og hetlsu-
málastýrið hevur glovmt at umkontera, so
skal upplýsast, at hesi leysatíðindi, sum eru
komin spyrjaranum fyri oyra, ikki eru eftir-
Grandi, Sigur Helena Dam á Neystabø m.a.
$ Í Helmsdal
O B vri un il umsitingina |
1 |
€ ein frættir, at Fíggjarnevndin |
esætlanirnar noktaði Í
Ju ngum 1999, ti Uppskotinum frå Al- |
g heilsumála- manna- og heilsumåla- |
stýrið hevur gloymt at styrinum viðvíkjandi |
nkontera jattanir, og fær = aktiveringsætlanini hevur |
slik gloymska nakrar av- fíggjarneyndin ikki tikið
leiðingar. Ella er orsøkin
onkur onnur? Og spyrjarin
vildi eisini hava at vita,
um tann hugsan valdar i
Tinganesi, at tað er óneyð-
ugt at hugsa um aktiver-
ing, ti meira peningur aft-
ur er millum fólk. Verður
ikki hugsað um at arbeiða
fyribyrgjandi og fáa
royndi á økinum? Og
spurt var eisini um ætlanir,
og hvar fólkið er sum Al-
mannastovan setti til akt-
iveringsleidara? Skal tað
bara verða skrásett sum
arbeiðsleyst?
Atti at vita
Í svari sínum, sigur al-
mannarådharrin, at tað er
rætt, at ein aktiverings-
leiðari varð settur |. febr-
uar 1998, og at hesin
skuldi arbeiða restina av
árinum við at fyrireika
eina aktivering, sum
skuldi byrja av álvara I.
januar 1999.
— Tá ið spyrjarin sigur
seg hava frætt, at orsøkin
til, at ætlaða aktiverings-
ætlanin ikki bleiv av nøkr-
um, er, at Almanna- og
heilsumálastýrið hevur
gloymt at umkontera, so
skal upplýsast, at hesi
leysatíðindi, sum eru
komin spyrjaranum fyri
oyra, ikki eru eftirfarandi.
Orsøkin er ein onnur. og
hetta átti spyrjarin, sum
inntil fyri stuttum hevdi
tætt tilknýti til Almanna-
stovuna, at havt betri
møguleikar at innheinta
sær nærri upplýsingar um,
enn bert at bera fram leys-
atíðindi.
— Tá ið fyrsta figgjar-
lógaruppskotið varð latið
Fíggjarmálastýrinum frá
Almanna- og heilsumála-
stýrinum, var aktiverings-
ætlanin ikki endaliga lid-
ug, og tískil vórðu avsettar
5 mill. kr. til „Tiltók fyri
ung“, ið pláss var til innan
tær rammur, sum avsettar
vóru. Um miðjan sep-
tember var aktiveringsætl-
anin lidug. Eitt broyting-
aruppskot til fíggjarlógina
varð gjørt um miðjan nov-
ember, har vórðu m. a. 2
rull. kr. fluttar frá „Tiltók
undir við. Fíggjarneyndin
hevur ikki grundgivid fyri
landsstyrismanninum, hví
hon hevur tikið hesa
støðu
- Um miðjan desember
varð gjørd ein nýggj
roynd, men tað eydnaðist
ikki landsstýrismanninum
í almanna- og heilsumál-
um at fáa neyðuga undir-
tóku í figgjarnevndini til
at gera nýtt broytingar-
uppskot, tí fall henda
royndin burtur eisini.
4 sosialráðgevar
Og viðvíkjandi aktiver-
ingsætlanini, sigur Helena
Dam á neystabø, at hon
hevur fulla undirtøku frá
Almanna- og heilsumála-
stýrinum. Ætlanin var, at
4 sosialráðgevarar tilsam-
ans skuldu brúkast í hesi
aktiveringsætlan, og ætl-
anin var, at hesir skuldu
lønast av verandi útreiðsl-
um, ið brúktar vóru til akt-
ivering.
— I ti sambandinum hev-
ur Almanna- og heilsu-
målastyrid gjørt sær greitt,
at um so er, at nøkur vón
skal vera fyri at fåa teir
yvir 1000 forsorgarklient-
arnar vegna arbeidsloysi
at minka, so er neyðugt at
seta pening av til at umsita
hetta økid.
sigur nei
— Tá ið tingið ikki ynskir
at seta neyðugan pening
av til at gera aktivering,
so ber illa til hjá lands-
stýrismanninum at gera
nakað. Tað, ið sett er av á
rakstrarkontoini hjá Al-
mannastovuni, røkkur
neyvan til at åleggja Al-
mannastovuni nýggjar
uppgávur. Men fer lands-
stýrismaðurin framhald-
andi at royna at útvega
neyðugar møguleikar.
Og viðvíkjnadi fólki-
num sum sett er, sigur al-
mannaráðharrin, at tað
verður lønt undir kontoini
„Tiltók fyri ung“. Hesin
persónur skal fram-
haldandi umsita hesa
konto.
Vegurin til Tjørnuvikar
ivaleyst eisini á borðið
Sum nevnt eru fleiri smærri verkætlanir, sum mugu lýsast, samstundis sum
hildið verður fast við hóvuðsmyndina, men tær hava so ikki fingið innivist í
hesi fyrstu samferðsluætlanini, sigur Finnbogi Arge m. a. í $vari sínum til
spurningin um vegin til Tjórnuvíkar
ÓLAVUR í Beim
Teir triggir tingmenninir,
Jógvan Durhuus, Eyðun
Hansen Hans Pauli
Strøm. spurdu Finnboga
Arge. samferðslumálaráð-
harra, hví einki verður sagt
um vegin til Tjørnuvikar í
raðfestingini á samferðslu-
økinum? Eisini vildu teir
hava at vita, hverjar ætlanir
landstýrið/landsverkfrøð-
ingurin hevur um vegin til
Tjørnuvikar?
I svari sinum til hesar
og
bådar spurningar, sigur
Finnbogi Arge, at ætlanin
við samferðsluverkætlanini
ikki er at gera eina endaliga
raðfesting av fløgunum á
øllum samferdsluøkinum.
Hevði frágreiðingin hin-
vegin kunna verið ein part-
ur av grundarlagnum, sum
løgtingid og landsstýrið í
komandi tíðum fara at rað-
festa út frå, er endamálið
rokkið.
Høvudstrupulleiki
Og víðari svarar hann, at ein
av høvudstrupulleikunum
vid einhvørji frågreiding er
innihaldsavmarkingin.
Sjålvt kommissoriið leggur
høvudskarmarnar, men
sum arbeiðið líður, er altíð
tørvur á nærri lýstum mørk-
um. Hvat skal takast við?
Hvussu itøkiligt skal hvort
evni viðgerast? o.t.
— Tað verður nevnt bæði
í formælinum og í saman-
dráttinum í samferdsluætl-
anini, at tað helst eru nógv-
ar smærri verkætlanir, sum
tørvur er á at lýsa nærri.
Verkætlanarbólkurin hevur
tó valt at leggja meginpart-
in av orkuni í at lýsa tær
verkætlanir, sum hava
størst åvirkan á heildar-
myndina av framtíðar sam-
ferðslukervi landsins.
— Við hesum í huga sæst,
at frágreiðingin stílar eftir
at fáa forstáilsi fyri, at sam-
ferðslugkið verður útbygt
soleiðis, at landfast verður
fyri ein stóran part norð-
anfyri, meðan sunnaru
Føroyar fáa betri ferju-
samband.
— Sum nevnt eru fleiri
smærri verkætlanir, sum
mugu lýsast (og helst setast
í verk). samstundis sum
hildið verður fast við hov-
uðsmyndina, men tær hava
so ikki fingið innivist í
hesi fyrstu samferðslu-
ætlanini. Seinni samferðsl-
uætlanir — ella konkretar
kostnað/nyttu kanningar -
fara at viðgera eisini smærri
verkætlanir, og tá kemur
vegurin til Tjórnuvíkar iva-
leyst eisini á borðið aftur,
svarar Finnbogi Arge fyri-
spurninginum hjá teimum
trimum tingmonnunum.
Fleiri útjaðaragkir beinleiðis hótt
Umframt at nýta tíð til ferðing hava tey, ið ferðast til arbeiðis, beinleiðis inntókumiss av hesi
ferðing. Tað merkir Sostatt, at tann, ið býr nærindis arbeiðsplássinum, hevur ein inntøkufyrimun
av hesum, í mun til tann, ið skal ferðast til arbeiðis, sigur Marjus Dam m.a. í sínum viðmerking-
um til fyrispurning um ferðastuðul
OLAvur Í BEiti
Marjus Dam vil hava at vita
frá fíggjarmálaráðharra-
num, Karsteni hansen,
hvussu nógv verður goldið
í ferðastuðli um árið? Eisini
vil Marjus Dama hava at
vita, hvussu nógv hevði ver-
ið goldið í ferðastuðli um
árið, um takstirnir fyri ferð-
ing hjá tænastufólki vóru
galdandi? Er ferðastuðulin
í dag rímiligur í mun til út-
reiðslurnar av at ferðast aft-
ur og fram til arbeiðis?
Og at enda spyr Marjus
Dam, um so er, at nakar
munur er á reellu útreiðslu-
num og ferðagjaldinum,
hevur samgongan so nakrar
ætlanir um at økja um ferð-
agjaldid, soleiðis at útjað-
arin ikki verður fyri vanbyti
orsakað av, at almenn ar-
beiðspláss eru í midøki-
num?
Góðtikin veruleiki
Í viðmerkingunum til fyri-
Spurningin, sigur Marjus
Dam. at tað er ein góðtikin
veruleiki, at útjaðaragkini á
mangan hátt hava tað trup-
ult í dag. Tað vísir seg mill-
um annað við, at trivnaður
og menning á fleiri økjum
ikki er eins stór á útjaðara-
økjum sum á midøkinum.
Eisini eru fleiri útjaðaragkir
beinleiðis hótt.
— Seinastu mongu árini er
hend ein miðsavning mill-
um annað av almennum ar-
beiðsplássum og øðrum.
Fólk kring landið verða tíð-
um noydd antin at flyta ella
ferðast til arbeiðis. Sama er
galdandi hjá lesandi og út-
bugvingarsøkjandi, ið
búgva heima.
Inntøkumissur
— Umframt at nyta tid til
ferðing hava tey, ið ferðast
til arbeiðis, beinleiðis inn-
tókumiss av hesi ferðing.
Tað merkir sostatt, at tann,
ið býr nærindis arbeiðs-
plássinum, hevur ein inn-
tókufyrimun av hesum, í
mun til tann, ið skal ferðast
til arbeiðis.
Og um ætlanina við fyri-
spurninginum, sigur Marjus
Dam at enda, at hann vil
hava lyst hesi vidurskiftir —
við atlitið til at fáa bøtt um
møguligan skeivleika.